Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2001 21 Enn eina ferð megn- aði Kyndil at fylgja við einum oddaliðið í hálvan tíma, og enn eina ferð gjørdist talan kortini um eitt greitt tap HONDBÓLTUR - KVINNUR Jákup Mørk Einki var at ivast í, at Stjørnan var stórfavorittur, tá tær sunnudagin komu til Havnar at spæla móti Kyndli. Hóast tær ikki megnaðu at gera nakað við meistar- arnar úr VÍF í fyrstu av fýra oddauppgerðum, so hevur Stjørnan í øllum hinum dystunum sýnt, at tær eiga at metast sum avbjóðarin til gullið hjá VÍF. Kyndil hevur hinvegin hildið fram har, sum tær sleptu í fjør, og eftir fyrstu seks dystirnar vóru bert tvey stig innkomin á kontina, og at vænta at hetta talið fór at økjast sunnudagin, tóktist bert vera ein ynskisdreymur hjá teimum grønu. Hildu hálvan veg Fyrstu longu løtuna av dystinum var tó ikki nógv, sum bendi á, at hetta skuldi gerast ein dystur, har gull- biðilin bara skuldi avgreiða ein dyst ímóti einum botn- liði. Kyndil var tvørtur ímóti væl við í dystinum. Tær stríddust í verjupartinum, spældu skilagott í álop- inum, og hetta hepnaðist somikið væl, at tær eitt skifti hildu seg framman fyri Stjørnurnar úr Klaks- vík. Soleiðis var tað ikki fyrr enn seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, at Stjørnan smeyg sær framum, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki leikaði framvegis javnt á. Ikki fyrr enn okkurt um triðingurin var farin av umfarinum, eydnaðist Stjørnuni at toga seg leysan. Innan góðar tveir minuttir togaðu tær seg fýra mál frá mótstøðuni, og so fall korthúsið hjá Kyndli aftur saman. Afturvendandi Aftur – tí hetta er so langt ífrá fyrsta ferðin, at kynd- ilskvinnurnar hava upp- livað eina slíka dystar- gongd. Tvørtur ímóti tykist hetta gerast ein keðiligur vani – ella óvani – tí tað tykist sum um liðið í løtuni væntar sálarligu styrkina til at stríðast, tá byrðurin er ímóti. Við hesum skal ikki sigast, at Kyndil hevði átt ein leiklut í oddinum, um treiskni bara var til tað, tí somikið stór er styrkin hjá liðnum ikki í løtuni. Hin- vegin vildi hetta heilt av- gjørt viðført eina betran av verandi støðuni á stigatalv- uni, har liðið saman við Sóljuni og StÍF er at finna á niðastu sessunum. Hjá Stjørnuni er støðan avgjørt sambærlig teirri hjá Kyndli. Klaksvíksgenturnar eru sum sagt aftur í ár fremsti kappingarneytin hjá VÍF, og spurningurin er so, um hetta fer at eydnast í størri mun hetta kappingarárið enn í fjør. Tá var ein av vansunum, at tað tók ov langa tíð at spæla Simonu Dziugyte inn á liðið, men hesa umberingina eigur Stjørnan so ikki í ár. Simona hevur víst seg sum avgjørt størsta kanónin higar til hetta kappingar- árið, og megnar hon at halda ferðini allan veturin á tamb, kann hetta væl verða trumfurin, sum aftur lyftur Stjørnuna á ovastu rók. Dysturin í tølum Kyndil-Stjørnan 25-34 (11-12) Málskjúttar: Kyndil: Annika Ljósstein 5(2), Palma Petersen 5(2), Lotte Sørensen 5(2), Ann- Mari Wang 3, Anja Johannesen 3, Erla H. Smith 3, Laila Jespersen Stjørnan: Simona Dziugyte 13(3), Anna Kristina Sam- son 5, Joan M. Joensen 5, Andirjana Milodanovic 4(1), Ragna Andreasen 3, Beinta Klakstein 2, Una Olsen 1, Jastrid Gullaksen 1 Brotskøst: Kyndil 10, Stjørnan 4 Útvísingar: Kyndil 3, Stjørnan 5 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen. Sambært kappingarskip- anini fyri hondbólts- landskappingina, skuldu tveir dystir verða leiktir í kvøld, týskvøldið. Flestum kunnugt er støðan tó soleiðis, at fólkatingsval er á skránni týskvøldið, og tá hetta millum annað fer fram í ítróttahallum kring landið, er sjálv- andi ikki gjørligt at spæla dyst samstundis. Tískil eru teir báðir dystirnir millum StÍF og Neistan, sum skuldu veri á Skála týskvøldið, fluttir til mikukvøldið. Tá spæla kvinnurnar hjá hesum liðum klokkan 18.30, meðan menninir fara undir sín dyst klokkan 20.00. - jm Uttan stórvegis hóvasták vann VB væntaða sigurin á Sóljuni HONDBÓLTUR - KVINNUR Jákup Mørk Høgt miðandi VB kvinnur- nar, sum hava upplivað í øllum førum trý vónbrot hetta kappingarárið, høvdu sunnudagin møguleika at styrkja sær nakað um sjálvsálitið eftir óvæntaða tapið fyri Neistanum seinasta vikuskiftið. Eingin ivi Tað tóktist eisini alt fyri eitt greitt, at VB ætlaði at nýta dystin móti botnliðnum til at staðfesta, at vágbingarnir framvegis eigast at takast í álvara, hóast stigatalvan í løtuni sigur, at liðið ikki eigur lut í heiðursmerkja- røðini. Málini úr Vági og ser- stakliga Gabriellu Fekete komu streymandi inn á talvuna, meðan Sóljan bara so dánt slapp at seta sær onkra striku av og á, so í roynd og veru var talan ongan tíð um nakran veruligan dyst, men bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá VB skuldi verða. Styrkisbýtið Dysturin vísti enn einaferð, at støðan í føroysku kvinnuhondbólti í løtuni er tann, at kappingin er býtt í trý løg. Har eru VÍF og Stjørnan á ovastu rók við VÍF sum favoritti til gullmerkini, meðan Neistin og VB stríðast um bronsuna á næst ovasta lagnum. Niðasta eru Sóljan, Kyndil og StÍF, og dysturin í Vági var aftur ein stað- festing av, at hesi trý liðini neyvan fáa gjørt nakað sum helst við tey, sum finnast í ovaru løgunum. Sjálvandi skal ein møgu- lig sensatión ikki útilokast í hesum sambandi, men hon var so ikki at finna í Vági sunnudagin. Nakað so langt ífrá. Dysturin í tølum: VB-Sóljan 36-20 (17-8): Málskjúttar: VB: Gabriella Fekete 12(2), Regina Radó 5, Durita Rouch 5, Eydis Kjærbo 3, Sólrun Krosslá 3, Jensia Petersen 2, Mar- greth Augustinussen 1 Sóljan: Asta Petrauskiene 9(2), Heidi Maria Akselsen 4, Hertha Simonsen 4, Sólja Jóanisdóttir 2, Heidi Haraldsen 1 Brotskøst: VB 3, Sóljan 5 Útvísingar: VB 1, Sóljan 2 Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen. Dvína fyri valinum Kyndil-Stjørnan 25-34 (11-12): Halda ikki dystin á tamb Avgerandi trumfurin hjá Stjørnuni kann gerast Simona Dziugyte, sum higar til hevur skotið 83 mál í sjey dystum Mynd: Álvur Haraldsen VB-Sóljan 36-20 (17-8): Tryggur VB sigur 21 20 Nr. 224 - 20. november 2001 Tjaldur vann annað vikuskiftið á rað, tá teir í Høllini á Hálsi vunnu botnupp- gerðina móti Kyndli, sum framvegis er einsamalt í botninum HONDBÓLTUR - KVINNUR Jákup Mørk Viðhaldsfólkini hjá Kyndli, sum so mangan hava verið vitni til spennandi og avgerandi oddadystir, noyddust sunnudagin at ásanna, at tey hesa ferð skuldu hyggja at einum botngysara. Kyndil hevur nevnliga ikki staðið seg serliga væl higartil í ár, og eftir dystin máttu vónbrotnu, grønu viðhaldsfólkini ásanna, at lið teirra framvegis eigur botnsessin í bestu mans- deildini. Tað eydnaðist nevnliga Tjaldri at vinna botnupp- gerðina, og hildu runavík- ingarnir soleiðis fast um góðu gongdina, sum nú hevur ført teir ósigraðar gjøgnum tríggjar dystir á rað, og tað er so ikki komið fyri hjá teimum í nýggjari tíð. Sjálvur sigurin hjá Tjaldri varð staðfestur sein- asta korterið ella so av dystinum, men fram til tá hevði talan verið um ein sera javnan dyst, har bæði liðini gjørdu alt tað, sum stóð í teirra makt, til at vinna sær yvirtakið. Løgdu nógv fyri Tað var longu frá fyrsta bríksli greitt, at bæði liðini høvdu lagt nógv fyri til dystin. Í undanfarnu viku skrivaðu vit, at Kyndil nú hevði fingið Bárð Johanne- sen við aftur í leikarahópin. Hetta var í stóran mun grundað á allar teir skaðar, sum kyndilsvenjarin hevur drigist við, men umframt styrkin við Bárði, so vóru fleiri av skaddu monnunum eisini pjøssaðir saman, nú týdningurin av dystinum var somikið stórur. Hjá Tjaldri tykist góða gongdin hava viðført, at áhugin fyri at fáast við hondbólt eisini er vaksandi. Soleiðis vóru eitt nú Ken Bærendsen og Jens Martin Knudsen at síggja á liðnum sunudagin, sum eisini taldi Trónd Vatnhamar, sum annars ikki hevur verið so støðugur á liðnum hetta árið. Deyðar løtur Fyrstu løtuna av dystinum var tað Kyndil, sum var hitt betra liðið. Spælið gekk kanska javnt á, men heima- liðið tóktist hava meira brodd í spælinum, og spakuliga fóru teir eisini at toga seg burtur frá Tjaldri. Alt vendi tó, eftir at Tjaldur miðskeiðis í hálv- leikinum tók sær ein steðg, soleiðis at venjarin fekk stundir at siga sínum monn- um, hvat skuldi broytast á vøllinum. Støðan var tá 9- 5, men seinastu 13 minutt- irnar undan steðginum skoraði heimaliðið bert einaferð, meðan Tjaldur heili átta ferðir sendi bóltin í meskarnar. H á l v l e i k s s t e ð g u r i n mundi tí koma væl við hjá Kyndli. Góða rútman hjá Tjaldri varð brotin, Kyndil fekk sítt spæl at hanga saman, og tier megnaðu eisini at vinna seg upp aftur á javnt, áðrenn seinnu hálvleikur var hálvrunnin. Tjaldur hevði fram til tá verið mest sum í einum dvala, men nú tað aftur sansaði at, kom lív aftur í bjørnina. Fyri viku síðani var støðan nærum hin sama, tá StÍF hótti við at taka sigurin frá Tjaldri, og eins og ta ferðina var tað aftur sunnudagin Dragisa Stojovic, sum tók um endan. Langlimaði jugoslavin hevur skotstyrki sum fáur leikari í føroysku kapping- ini, og ferð eftir ferð var hann maðurin, sum við hoppiskotum buldraði bólt- in aftur um kyndils-mál- verjan, og undir øllum um- støðum var hóttanin frá honum somikið stór, at viðleikararnir fingu betri sømdir at gera um seg. Stóra sjálvfylgjan í málskjótingini hjá Stojovic tók mest sum pippið frá heimaliðnum, og tó at eitt Time-out bøtti nakað um støðuna, so kom sigurin hjá Tjaldri ongan tíð í veruligan vanda eftir hetta. Kyndil royndi at stressa mótstøðuna, og teir fingu eisini onkur kontra-mál við hesari uppskrift, men teir komu ikki nærri enn tveimum málum, og tá dómaraparið floytaði fyri seinastu ferð, máttu teir grønu bara ásanna, at teir enn eina ferð høvdu verið ov stuttir. Hepnið skal finnast Júst hetta at teir akkurát eru ov stuttir, tykist vera størsti trupulleikin, sum Kyndil hevur at dragast við í ár. Stigatalvan lýgur ikki, og Kyndil er framvegis niðasta liðið, men í fleiri av taptu dystunum hava stigini bara verið eitt ella tvey mál burturi. Sálarliga kann hetta geva leikarunum ta fatan, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn rákið fer at venda, men veruleikin er samstundis tann, at tað krevur hart arbeiði frá leikarunum fyri at røkka hesum. Hepnið – sum Kyndil ikki hevur í løtuni – er ikki nakað, sum bara kemur av sær sjálvum til tann, ið bíðar. Hepnið skal søkjast, og fyri at gera hetta, er hart arbeiði neðygt at stríðast. Hjá Tjaldri tykist støðan í løtuni at vera júst hin øvugta. Teir hava nú funnið tað neyðuga hepnið, sum teir so leingi hava leitað eftir, og úrslitaliga gongdin vísir eisini, at teir nú fáa løn fyri stríðið. Tveir teir størstu mein- bogarnir hjá liðnum hava leingi verið væntandi orka og breidd, men eisini hesir trupulleikar tykjast nú at loysast. Tá úrslitini eru við, gerst tað mundani huga- ligari hjá leikarunum at møta til venjingar. Venjing- arstøðan batnar alsamt, og í takt við at hetta er við til at betra um úrtøkana, gerst tað eisini meira lokkandi hjá øðrum leikarum at koma til. Ikki minst man tað vera stórur fongur, at Jens Martin Knudsen nú aftur hevur funnið harpiks- ið fram. Hetta gevur Tjaldri enn ein trumf, sum einsa- mallur kann gera munin, og sum harvið ger hóttanina móti stóru liðunum í deildini enn størri. Dysturin í tølum Kyndil-Tjaldur 21-23 (10-13) Málskjúttar: Kyndil: Høgni Klein 8, Bárður Johannesen 7(1), Niels Viggo Niclassen 3, Ragnar Simonsen 1, Janus Einar Sørensen 1, Jónleif Sólsker 1 Tjaldur: Dragisa Stojovic 9, Ken Bærendsen 4, Mortan Hansen 4(1), Tróndur Vat- nhamar 2(1), Jens Martin Knudsen 2, Sverri Justin- ussen 2 Brotskøst: Kyndil 1, Tjaldur 2 Útvísingar: Kyndil 3, Tjaldur 3 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Tóktust ikki eins sannførandi, sum teir vanliga gera, men hinvegin høvdu teir ikki trupulleikar av at leiða dystinum. Kyndil-Tjaldur 21-23 (10-13): Kyndil framvegis í botni Teir báðir fremstu strikuspælararnir í landinum stríðast í botndystinum á Hálsi sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Aloftast eru Bárður og Tróndur staddir langt frá hvørjum øðrum, men hesaferð sluppu teir so í nærdyst Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20