Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2001 23 Oddaliðið Fram vann móti Mjølni, men teir fingu ein rættiligan hvøkk í triðja setti, sum teir taptu stórt FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Higartil hevur tað ikki verið tann stóri slingurin í valsinum hjá Fram, sum enn hevur fult stigatal í bestu mansdeildini í flog- bólti. Sunnudagin vann Fram móti Mjølni, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað teimum at vinna øll settini, og tað er bara enn ein ábending um, at sjálvt um Fram er ovast á stiga- talvuni, so eru nógv av lið- unum rættiliga jøvn. Fram vann tvey tey fyrstu settini 25-17 og 25-20, men so gekk heilt galið hjá oddaliðnum, og Mjølnir vann triðja sett ikki minni enn 25-14. Men havnar- menninir fótaðu sær aftur og vunnu fjórða sett 27-25, og nú er lagt upp til stórdyst næsta leygardag, tá Fram skal til Sørvágs at spæla móti SÍ, sum enn er beint í hølunum á teimum. Hvørgin av pørtun- um vóru serliga væl nøgdir við dømingina sunnudagin, men hon fekk onga avgerandi ávirkan á dystin, tí munurin á liðunum var ov stórur FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen SÍ vann ein uppibornan sig- ur á nýggja ÍF-liðnum á Kambsdali í einum dysti, sum varð merktur av iva- samum dómaraavrikum. Hvørki sørvingar ella fuglfirðingar vóru serliga væl nøgdir við dømingina, men tað er sjáldan, at døm- ingin fær avgerandi ávirkan á dystin, og tað fekk hon heldur ikki hesaferð. Til tað var munurin á liðunum ov stórur. SÍ er eitt av toppliðunum, meðan ÍF er niðast við ongum stigi, so í so máta var úrslitið ikki óvæntað. Og tað er eisini munur á, hvussu høgt liðini stíla í ár. Meðan SÍ hevur styrkt nógv um liðið og ætlar at gera seg galdandi heilt har frammi, eru fuglfirðingar farnir at byggja eitt nýtt lið upp, sum ætlandi skal halda fram í nøkulunda sama líki í fleiri ár frameftir. Fleiri av leikarunum hava unglinga- aldur og spæla eisini á ung- lingaliðnum, sum um vikuskiftið vann Fleyr- kappingina fyri yngru deildirnar. Her vann ÍF eis- ini kappingina hjá dreingj- um 14 ár, so framtíðarút- litini eru bara góð. Leiklutirnir býttir um Sunnudagin vóru leiklut- irnir teir øvugtu av tí, teir vóru í fjør. Tá var tað ÍF, sum lá heilt frammi í odd- inum og eisini vann føroya- meistaraheitið, meðan SÍ lá einsamalt í botninum. SÍ hevði eisini sigurin uppi- bornan, men teir í ÍF vóru ikki serliga hepnir við tað, at tveir av leikarunum hjá teimum fingu skaða undir dystinum. Tvey tey fyrstu settini vóru sera jøvn, og liðini vunnu eisini hvør sítt. Triðja og fjórða sett vóru eisini rímiliga tøtt, men tey vann SÍ 25-19 og 25-17, og so var dysturin avgjørdur. Í løtuni líkist ÍF einum niðurflytara, men teir hava ikki so nógv at óttast kort- ini, tí næstbesta liðið hjá teimum hølvar alt av í 1. deild, so niðurflyting kem- ur neyvan upp á tal. Hjá SÍ var tað týdningarmikið at vinna beint áðrenn odda- dystin næsta leygardag móti oddaliðnum Fram. Vinna sørvingar tá, eru teir javnir í stigum við Fram, og so er spenningurin full- komin. Støðan, meistaradeild kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig TB 5 4 0 15 2 13 10 ÍF 5 3 4 11 9 2 6 Dráttur 5 2 3 9 10 -1 4 Mjølnir 4 1 3 6 10 -4 2 Fleyr 5 1 4 5 14 -9 2 Støðan, meistaradeild menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Fram 5 5 0 15 7 8 10 SÍ 5 4 1 13 5 8 8 Mjølnir 5 2 3 9 11 -2 4 Fleyr 4 1 3 6 9 -3 2 ÍF 5 0 5 4 15 -11 0 Fram-Mjølnir 3-1 (25-17, 25-20, 14-25, 27-25): Fram heldur fram Mølnir gav Fram ein framman á, men hóast lítla skelkin, so eydnaðist tó Fram at vinna dystin, og eru teir framvegis á odda í bestu mansdeildini Mynd: Álvur Haraldsen ÍF-SÍ 1-3 (24-26, 25-23, 19-25, 17-25): SÍ heldur tørn 23 22 Nr. 224 - 20. november 2001 Síðsta orðið er kanska ikki sagt í kvinnu- dystinum millum Fleyr og ÍF, sum ÍF vann 3-1. Ein feil- uppstilling frá ÍF, sum eingin legði merki til fyrr enn seinni, elvdi til ruðuleika, og møguliga skal dyst- urin spælast av nýggjum FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Kvinnurnar hjá ÍF vunnu sunnudagin 3-1 í Gunda- dalshøllini móti Fleyr. Ein rímiliga uppiborin sigur til liðið, sum spældi betur samanlagt. Men dysturin fekk ein óhepnan enda. Tað vísti seg nevniliga, at ÍF í fjórða setti gjørdi eina feiluppstilling ella við øðrum orðum roteraðu skeivt. ÍF-kvinnurnar høvdu miðskeiðis í settin- um spurt seg fyri hjá dóm- araborðinum og høvdu síðani gjørt eftir teirra boðum, men seinni í settin- um, tá støðan var 22-20 til ÍF, gjørdi dómaraborðið so vart við, at uppstillingin var skeiv, sum hon eisini var. Trupulleikin var bara, at fleiri bóltar vóru longu spældir síðani villan varð gjørd, og øll vóru rættiliga ørkymlað av støðuni. ÍF misti nøkur stig, Fleyr fekk nøkur stig, og so varð spælt víðari. ÍF vann settið 26-24 og harvið dystin 3-1. Men eftir hvat skilst, er síðsta orðið kanska ikki sagt. Tað frættist, at Fleyr hevur kravt nýggjan dyst, men tað er ikki eydnast okkum at fáa hesi tíðindini váttað við vissu. Um dystin er annars at siga, at hann var rættiliga javnur. Fleyr spældi væl, serliga niðri á gólvinum, og tær vunnu fyrsta sett 25-23. ÍF, sum alt árið hevur havt tann trupulleika, at spælið er ov óstøðugt, vann so tey bæði næstu settini rættiliga trygt 25-16 og 25-13. Í fjórða setti hendi so tað, sum elvdi til ruðuleika, og síðsta orðið er kanska ikki sagt enn. Samstarvið millum TB og italska venjaran Emanuele Leoni gjørdist ikki langt. Venjarin varð uppsagdur aftaná dystin móti ÍF næstsíðsta sunnudag. Uppsøgnin man tó ikki hava nervað liðið serliga nógv, tí sunnudagin vunnu tær 3-1 móti Drátti FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Tá ein venjari verður upp- sagdur mitt í einum kapp- ingarári, kemst tað sum oftast av, at úrslitini ikki hava staðið mát við vón- irnar. Men vantandi úrslit vóru ikki grundin til, at flogbóltsdeildin hjá TB næstsíðsta sunnudag upp- segði samstarvið við italska venjaran Emanuele Leoni. TB hevur vunnið allar dystirnar higartil í kapp- ingini, men samstarvs- trupulleikar førdu til, at venjarin varð uppsagdur. Virgar Dalsgaard er nú fyribils venjari hjá TB, og hann stóð á odda fyri lið- num, sum sunnudagin vann 3-1 móti Drátti. Virgar sigur, at tað sjálvandi er spell, at samstarvið er hildið uppat, men at tað ikki kundi vera øðrvísi. TB fer nú at leita eftir einum nýggjum venjara. Hann verður helst eisini útlendskur, tí føroyski marknaðurin er ikki serliga stórur, og so slettis ikki, tá liðið, sum skal venjast, er úr Suðuroynni. Í TB vóna tey at finna onkran, sum eisini kann leika við liðnum. Men kravið er, at ein slíkur leikari er betri enn teir føroysku, tí annars er einki endamál í at hava hann á liðnum. Annars vísir Virgar Dals- gaard eisini á, at tað kann gerast trupult at fáa nakran venjara nú. Kappingarnar niðri á evropeiska megin- landinum eru í gongd, og flestu venjarar hava sátt- mála við síni feløg. Eftir ársskiftið eru møguleik- arnir kanska størri, heldur hann. Tryggur sigur hóast alt Við uppsøgnini av venjar- anum segði TB eisini far- væl við annan av útlendsku leikarunum hjá sær, Lili Popescu úr Rumenia. Hin útlendski leikarin, Maja Popovic úr Bosnia, heldur kortini fram í TB, og hon var við, tá Dráttur sunnu- dagin vitjaði í Trongisvági. Og tað merktist ikki ser- liga nógv á liðnum, at venj- arin var farin. Sjálvandi sást tað aftur, at Lili Popescu ikki var við. TB kundi ikki avgera álopini so skjótt, sum tær fyrr hava gjørt, men av tí sama bleiv tað meira spæl og tí meira undirhaldandi hjá teimum, sum hugdu. Og TB var eisini klárt betri fyri enn Dráttur. Eftir at hava tapt fyrsta sett 25- 18 eydnaðist tað kortini Drátti at vinna næsta settið 26-24, men restina av dystinum var næstan eingin spenningur, og TB vann bæði triðja og fjórða sett 25-15. Við hesum kom TB upp á tíggju stig, og leiðslan er enn trygg. Næsti dystur er á heimavølli móti Mjølni, sum er um at koma fyri seg, og um tvær vikur skulu TB- kvinnurnar so spæla úti móti ÍF, sum í løtuni er nærmasti kappingarneyti hjá TB. Eydnast tað eisini TB-kvinnunum at vinna hesar báðar dystirnar, hava tær vunnið sær eina stóra leiðslu, eisini sjálvt um stigini verða býtt í helvt aftaná ársskiftið. TB-Dráttur 3-1 (25-18, 24-26, 25-15, 25-15): TB vann við nýggjum venjara Undan kappingini var lagið gott á Tvøroyri, tá nýggi venjarin kom til landið, men eftir fimm sigrar á rað og sigur í Fleyr- kappingini hevur venjarin kortini fingið sekkin. Samstarvstrupulleikar vóru orsøkin, og nú skal TB so leita eftir nýggjum venjara Fleyr-ÍF 1-3 (25-23, 16-25, 13-25, 24-26): Ruðuleiki tá ÍF vann móti Fleyr ÍF vann dystin á Fleyr sunnudagin, men orsakað av einum uppstillingsfeili hjá ÍF í fjórða settinum, er seinasta orðið um dystin kanska ikki sagt enn Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22