Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2001 25 Í sambandi við føð- ingardagin hevur felagið skipað fyri kapping JUDO Tíðindaskriv Í ár eru liðin 20 ár síðani Sunda Judofelag varð sett á stovn, og í hesum sambandi skipar felagið fyri steypa- kappingum. Fyrr í ár varð einstak- lingakapping, har vinnarar- nir fingu steyp til ognar. Vinnararnir í hesi kapp- ingini vóru hesir: Stand- andi frá vinstru: Heini Niclasen (steyp frá P/F Gjáarsmolt), Hjalmar Johannesen (steyp frá P/F Fiskavirking), Teitur R. Joensen (steyp frá Føroya Sparikassa) og Rólant Waag Dam (steyp frá Mál- arameistarunum Falken- berg). Húkandi frá vinstru: Bjørn Bjarnasson (steyp frá Formgevin Hans David Dam), Sigurdbjørn Mørk- øre (steyp frá P/F Stanley) og Jordan Andreasen (steyp frá P/F Thor). Sunnudagin varð seinni parturin av kappingini av- greiddur, tá menn, ung- lingar og dreingir dystaðust á Felagsskúlanum á Oyrar- bakka. Í donsku 2. deild taptu føroyingarnir hetta vikuskifti, men glottar vóru kortini at hóma TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í føroysku liðkappingini varð fríumfar í vikuskift- inum. Føroyingarnir á flat- londum leiktu hinvegin týðandi toppdyst í Helsingør sunnudagin. Eft- ir fyrsta umfar — undan dystinum ímóti Helsingør - lógu útisetarnir óvæntað á fyrsta plássi í næststerkastu deildini í Danmark, meðan mótstøðuliðið úr Helsingør var á øðrum plássi við hálvum stigi færri. Heini Olsen gjørdi bart Tíverri lá ikki fyri hjá John Arna Nielsen at telva sunnudagin, men maður kemur í mans stað og tí mannaði Heini Olsen fyrsta borð hendan dystin. Mót- støðumaður hansara varð sjálvur danski stórmeistarin og fimmthægsti telvarin í Danmark, Sune Berg Han- sen. Heini hevur óvanliga gott tak á hesum telvara, har hann hevði vunnið tvey, tapt eitt og leikt ein javnleik ímóti honum undan hesum talvi. Talvið var leingi javnt, men tá farið var um fimta tíma hevði Heini fyrimun, og eisini tvær finnur meira. Men Sune vísti stórmeistaradygdir og helt talvið, sjálvt um Heini møguliga hevði vunnið endatalv. Javnt bleiv tískil úrslitið, sum er sjálvasagt eitt sera flott úrslit hjá Heina, sum nú hevur eina 3-2 leiðslu innahýsis ímóti sterka stórmeistaranum. Hóast at ovastu borðini hjá føroyingunum, Heini og Flóvin fingu hálvtannað stig til hølvdar, vunnu Helsingør dystin 5-3. Flóvin vann eitt drúgvt talv talv, meðan Eyðun Nolsøe, Hlidar Hreinsson, Bogi Ziska og Rógvi W. Rasmussen tíverri taptu teirra talv. Carl Eli N. Samuelsen á sjeynda borði vann, meðan Heini Daniel- sen leikti javnt á áttanda borði. Eitt afturstig, sum eisini viðførir at liðið nú liggur á fjórða plássi við 8,5 stig- um. Tó er liðið bert hálvt- annað stig frá fyrsta plássi. Í triða umfari, sum verður leikt 9. desember, hittur føroyska felagið botnliðið Lyngby-Virum. Støðan eftir 2. umfar Helsingør 10,0/16 K41 9,5 AS 04 9,0 Føroyar 8,5 Fredriksberg 7,5 Hillerød 7,5 Skakspilleren 6,0 Lyngby-Virum 6 ,0 HT-Open Í hølum Havnar Telv- ingarfelags er sterka rataða kappingin HT-Open væl í gongd. Fýra umfør eru leikt og fimm resta í. Gleðiligt er at síggja nógvu nýggju andlitini, harav heilt nógvir ungir unglingar úr Havnini. Ólavur Simonsen er rat- ingfavorittur, men telvarar sum Olaf Berg, Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Herluf Han- sen hava allir møguleikar at blanda seg í toppin. Eisini eru veteranarnir og brøður- nir Andrias Ziska og Súni Ziska millum luttakarnir. Orkutungt er at telva slíkar kappingar, eftirsum øll níggju umførini verða telvd gerandisdagar. Hetta hevur tó ikki fingið telvarar at setast aftur, tí tjúgu telvarar luttaka og er tað als ikki av leið. Helst hava sera góðu virðislønirnar havt sína ávirkan. Føroya Banki hev- ur latið stuðul til kapping- ina. Eftir fýra umfør eru Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen á odda við 3,5 stigum, meðan Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Jóhan Gaard hava trý stig. Herluf Hansen er ikki rættiliga komin í gongd við sínum tveimum stigum. Olaf hevur telvað væl og serliga vísti hann evnini í talvinum ímóti Martini í fjórða umfari, sum er við í blaðnum í dag. Martin vann heldur óvæntað á Ólavi undan talvinum ímóti Olafi. Í fimta umfari hittast Hans Kristian Simonsen — Olaf Berg, Jóhan Gaard — Ólavur Simonsen og Martin Poulsen — Jóhan Gaard í toppinum. Hesa ferð hava vit valt tvey talv, sum verða víst niðan- fyri. Tað seinna av hesum er talvið hjá Heina Olsen móti danska stórmeistar- anum, Sune Bert Hansen, har Heini megnaði at vinna føroyska liðnum eitt hálvt stig. Olaf Berg (2040) — Martin Poulsen (2085) HT-Open (4), 15.11.2001 Pirc-byrjanin 1.e4 g6 2.Rif3 Bg7 3.d4 d6 4.Bc4 Rif6 5.Fe2 c6 6.c3 0-0 7.0-0 Bg4 8.Ribd2 e5 9.h3 Bxf3 10.Rixf3 exd4 11.cxd4 d5 12.exd5 Re8? [12...cxd5 er sjálvsagt tað besta. Martin ætlaði bert at fáa rókin við í spælið áðrenn, men Olaf hevði sæð sterkan leik...] 13.dxc6! Rixc6 [13...Rxe2 14.cxb7 Ric6 15.bxa8F Fxa8 16.Bxe2 og hvítur hevur nærum avgerandi fyrimun] 14.Fd3 Rid5 15.Bd2 Rib6 16.Bc3 Rixc4 17.Fxc4 Rc8 18.Fb3 Bxd4 (djarvt, men helst neyðugt) 19.Rad1 Re4 20.Fxb7 Rc7 DIAGRAM 21.Rixd4! (Olaf offrar frúgvi fyri gott materiali, sum eisini er vinnandi. 21.Fb5 er tann trygga loysnin) 21...Rxb7 22.Rixc6 (svarti kongurin er fangaður í einum mát- netið, sum ger at hvítur vinnur hetta talv) 22...Ff8 23.Rd8 Re8 24.Rfd1 Rb8 25.Rxb8 Rxb8 26.Rixb8 f5 [26...Fxb8? 27.Bf6!] 27.Rid7 Fc8 28.Rif6+ Kf7 29.Rixh7 Fc4 30.Rig5+ Ke8 [30...Kg8 31.Rd8#] 31.Bf6! Og Martin má lata frúgv fyri at ikki verða mátaður, og tí gavst hann skiljandi 1- 0 Heini Olsen - GM Sune Berg Hansen 2. division DK (2. umfar Hels. - TF) 2001 Dronningindiskt 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 b6 4.g3 Ba6 5.b3 Bb7 6.Bg2 Bb4+ 7.Bd2 a5 8.0-0 0-0 9.Fc2 d6 10.Bg5 a4 11.Ric3 Bxc3 12.Fxc3 Ribd7 13.b4 h6 14.Bc1 b5 15.cxb5 Be4 16.Ba3 (Anand-Adams hava havt just hesa støðu har Anand vann) 16...Fb8 17.Rfc1 Rid5 18.Fc4 Ri7b6 19.Fc6 f5 20.Rid2 Bxg2 21.Kxg2 Ra7 22.Re1 Rie7 23.Ff3 Ribd5 24.Fd3 Rf6 25.e3 Fe8 26.Rac1 Fh5 27.Ric4 f4 28.exf4 Rxf4 29.Fe2 Fxe2 30.Rxe2 Rxd4 31.Rxe6 Kf7 32.Ree1 Rif5 33.Bb2 Rd3 34.a3 Rb7 35.b6 cxb6 36.Rcd1 Rxd1 37.Rxd1 Ke6 38.Re1+ Kd7 39.g4 Rif4+ 40.Kf1 Rih4 41.Rd1 Rif3 42.Rie5+ Rixe5 43.Bxe5 Rid5 44.Bxg7 (44.Rxd5 Ke6 45.Rxd6+ Kxe5 og svartur burdi hildið) 44...Kc6 45.Bxh6 Rh7 46.g5 Rie7 47.Rd3 Kd7 48.Rf3 Ke6 49.Ke2 Rif5 50.Kd3 b5 51.Rf4 Rc7 52.Bf8 Rc8 53.Bh6 Rc1 54.Re4+ Kd5 55.Rf4 Ke6 56.Re4+ Kd5 57.Rf4 Ke6 (Heini sleppur ikki víðari) remis Javnt ímóti stórmeistara Sunda Judofelag 20 ár Talvið hesa vikuna 25 24 Nr. 224 - 20. november 2001 Gøtumaðurin sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Zwolle vann sann- førandi á botnliðið HOLLAND Jákup Mørk Hóast hann enn ikki er vorðin fastur fúsur á liðnum hjá FC Zwolle, so man Súni Olsen kortini lata so hampuligt at gongdini hjá liðfeløgum sínum. Zwolle hevur alt árið verið ein partur í odda- stríðnum í næstbestu hol- lendsku deildini, og sunnu- dagin staðfestu teir hesa støðu, tá teir vunnu ein knúsandi 5-0 sigur á botnliðnum, Top Oss. Longu eftir fýra minutt- um var støðan 2-0 ti Zwolle, og í miðlunum verður sagt, at eftir hetta var ongan tíð spenningur um úrslitið. Hetta var annars dystur nummar 500 fyri felagið hjá liðformanninum hjá Zwolle, Claus Boekweg, so orsøkirnar at fegnast hava verið fleiri í Zwolle um vikuskiftið. Landsliðsmaðurin skeyt fyrsta málið, tá Hull vann sannfør- andi sigur í ensku steypakappingini FA-CUP Jákup Mørk Tað var ongan tíð nakar ivi, tá Hull City og Julian Johnsson leygardagin vitj- aðu Nortwich í ensku steypakappingini, FA-Cup. Hull var alla tíðina við yvirlutan, og longu eftir einum lítlum korteri var Julian Johnsson á blettinum og legði Hull á odda. Stutt undan steðginum fekk Hull tvey mál afturat, og so var alt í roynd og veru avgjørt. Í seinna hálvleiki fingu liðini tvey mál í part, og gjørdist endaliga úrslitið sostatt 5-2 til Hull. Sigurin sendir Hull beina leið víðari til annað umfar í steypakappingini, har mót- støðuliðið verður antin Oldham ella Barrow. Enn ber sjálvandi ikki til at staðfesta nakað sum helst, men megnar Hull eisini at koma víðari úr hesum umfarinum, kann henda, at Julian enn einaferð sleppur at royna seg móti onkrum liði úr bestu ensku deildini. Liðini í Premier League koma nevnliga í pottin í triðja umfarinum, so hvør veit. Kanska verður Julian at síggja á Old Trafford ella Anfield Road tíðliga í komandi árinum. Hóast teir høvdu greiða leikliga yvir- vág, so megnaðu teir í Esbjerg ikki at skala oddalðnum úr Brøndby, sum tykist hava sett beina kós móti meistaraheitin- um SUPERLIGA Jákup Mørk Christian Høgni Jacobsen sat allar 90 minuttirnar á beinkinum, tá Esbjerg á heimavølli sunnudagin mátti taka til takkar við einum 2-0 tapi fyri Brønd- by. Hóast hetta var ein stór betran í mun til 7-1 tapið fyrr í ár, so vóru teir í Es- bjerg alt annað enn nøgdir um úrslitið. Esbjerg var nevnliga betra liðið í stórum pørtum av dystinum, men mál- møguleikar teirra vóru kortini fáir í tali, og ístaðin kundi Peter Madsen við tveimum málum í fyrra hálvleiki avgera dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Brøndby-keikarin, Aurelius Skarbalius, reyða kortið, men hóast teir so- leiðis vóru ein fleiri sein- astu trý korterini, so megn- aðu teir á heimaliðnum ikki at skapa stórt annað enn eitt stórt trýst við eftirfylgjandi rúgvu av hornaspørkum. FCK í hopla Hósdagin skal FCK royna seg ímóti týska stór- felagnum, Borussia Dort- mund, og skal metast eftir avrikinum móti Viborg, so skulu týskararnir als ikki rokna við nøkrum løttum dysti. FCK spældi snøgt sagt Viborg niður og norð ígjøgnum meginpartin av teimum 90 minuttunum, og megna teir at halda somu leikligu góðsku og ferð hósdagin, fer at standa heilt væl til. Hinvegin skulu teir í FCK helst savna tankarnir betri um uppgávuna, tí hóast stórspæl, so var tað um reppið, at FCK ikki fekk fulla úrtøku úr dyst- inum. Hóast hópin av møgu- leikum, so var tað ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at FCK fekk hol á, og tá Christian Poulsen og Lønstrup so høvdu syrgt fyri eini tvey mála leiðslu, var kortini um reppið, at stigini vórðu tveitt fyri borð. Viborg minkaði um munin við máli frá austral- iumanninum, Sasha Petrovski, og beint undan dystarloki smekkaði sami leikari til, men lukkutíð fyri FCK brast bólturin á tvørtræið. Silkeborg vann Sigurin førdi við sær, at FCK lyfti seg eitt pláss á stigatalvuni, tí sera óvænt- að vann Silkeborg á AaB, tá liðini hittust í Silkeborg. Ein Silkeborg sigur hevur vanliga ikki verið so óvan- ligur, men liðið, sum seinastu 10 árini hevur havt ein leiklut í danska fót- bóltsoddinum, hevur staðið seg av skriðjuni til í ár, og eru teir klárt niðasta liðið í løtuni. Annars vann AGF seg upp um niðurflytingar- strikuna, tá teir vunnu greiðan útisigur á Vejle, meðan AB vann á útivølli móti Lyngby í einum held- ur linligum dysti. Seinasti dysturin í 16. umfarinum varð leiktur í Odense mánakvøldið, men hetta var so eftir evstamark okkara. Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Brøndby 16 12 - 3 - 1 42 8 34 39 2 AB 16 8 - 6 - 2 26 14 12 30 3 FCK 16 8 - 5 - 3 24 14 10 29 4 AaB 16 8 - 3 - 5 24 24 0 27 5 Esbjerg 16 8 - 2 - 6 22 23 -1 26 6 FCM 15 5 - 7 - 3 18 13 5 22 7 OB 15 5 - 5 - 5 22 23 -1 20 8 Viborg 16 3 - 7 - 6 18 21 -3 16 9 AGF 16 3 - 5 - 8 17 26 -9 14 10 Lyngby 16 2 - 7 - 7 16 26 -10 13 11 Vejle 16 3 - 4 - 9 20 40 -20 13 12 Silkeborg 16 1 - 4 - 11 12 29 -17 7 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Christian Høgni Jacobsen (Esbjerg), Johan Byrial Hansen (OB) Støðan, hollendska toto-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Excelsoir + 14 10 - 2 - 2 28 10 18 32 2 RBC Roo’daal 14 8 - 4 - 2 33 17 16 28 3 FC Zwolle 13 8 - 3 - 2 26 15 11 27 4 Emmen 13 8 - 3 - 2 27 17 10 27 5 BV Veendam 14 7 - 4 - 3 30 22 8 25 6 Cambuur/L. 14 7 - 3 - 4 22 13 9 24 7 ADO Den Haag 13 7 - 3 - 3 20 11 9 24 8 FC Volendam 14 6 - 2 - 6 27 21 6 20 9 Haarlem 14 5 - 4 - 5 18 19 -1 19 10 Dordrecht ‘90 14 5 - 3 - 6 22 23 -1 18 11 Storm/Telstar 13 4 - 3 - 6 20 18 2 15 12 VVV 14 5 - 0 - 9 25 29 -4 15 13 MVV 14 4 - 3 - 7 19 25 -6 15 14 G.A. Eagles 13 3 - 5 - 5 24 26 -2 14 15 Heracles A. 14 4 - 2 - 8 20 22 -2 14 16 Helmond Sp. 13 3 - 4 - 6 8 20 -12 13 17 Top/Oss 14 2 - 1 - 11 9 43 -34 7 18 Eindhoven 14 1 - 3 - 10 16 43 -27 6 Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Støðan, enska 3. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Plymouth 18 11 - 5 - 2 27 11 16 38 2 Rochdale 18 11 - 4 - 3 29 17 12 37 3 Luton 18 11 - 3 - 4 39 22 17 36 4 Mansfield 18 10 - 4 - 4 30 21 9 34 5 Hull 18 9 - 6 - 3 32 20 12 33 6 Scunthorpe 18 7 - 7 - 4 29 19 10 28 7 Shrewsbury 18 8 - 4 - 6 28 23 5 28 8 R&D 18 6 - 8 - 4 20 16 4 26 9 Darlington 18 6 - 5 - 7 22 22 0 23 10 Southend 18 7 - 2 - 9 22 22 0 23 11 Cheltenham 18 5 - 8 - 5 24 25 -1 23 12 Kidderm. 18 6 - 5 - 7 15 18 -3 23 13 Lincoln C. 18 5 - 7 - 6 19 19 0 22 14 Leyton O. 18 6 - 4 - 8 25 31 -6 22 15 Hartlepool 18 6 - 3 - 9 20 17 3 21 16 York 18 6 - 3 - 9 23 31 -8 21 17 Torquay 18 6 - 3 - 9 15 25 -10 21 18 Swansea 18 5 - 5 - 8 24 30 -6 20 19 Bristol R. 18 5 - 5 - 8 14 21 -7 20 20 Exeter 18 5 - 5 - 8 20 34 -14 20 21 Oxford Utd. 18 4 - 7 - 7 17 19 -2 19 22 Carlisle 18 3 - 7 - 8 15 23 -8 16 23 Macclesfield 18 3 - 7 - 8 12 22 -10 16 24 Halifax 18 3 - 7 - 8 12 25 -13 16 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull City) Julian setti ferð á Súni á beinkinum Esbjerg fekk ikki hjálpt C M Y K 24