mikudagur 23. september 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 181 • 23. september 2009
higar er komið. Næsta skipið
Columbus varð keypt í 1925. Í
1930 keypti eg Tvey Systkin í
Frankaríki. Um hesa tíðina byrjaði
tann stóra krisan, ið hevur forðað
so nógv fyri øllum framburði.
Eg havi fingist við sild á
hvørjum ári, meira ella minni.
Sildahandilin er sera trupul og
torførur handil í allar mátar, og
eftir mínum royndum gevur hann
lítlan vinning, oftani tap.
Tá ið talað verður um, at
føroyingar ikki duga at hagreiða
sildina eins væl og aðrir, so
er hetta ikki beint, men kann
bert skyldast ókunnleika til tey
sonnu viðurskiftini. Tað hevur
verið so gjøgnum øll árini, at tá
marknaðurin er tómur, hevur tann
føroyska sildin altíð verið nógv
seld og eftirspurd. Men tá ið
marknaðurin er yvirfyltur av aðrari
sild, ið er nógv feitari, er tað
trupult hjá okkum at fáa avseting.
Undir tílíkum viðurskiftum verður
ofta sagt, at sild okkara ikki kann
standa mát við aðra sild.
Veiða eftir sild
óstøðug
Tær royndir, eg havi gjørt í nógv
ár, vísa, at vit ikki kunnu rokna
við stabilari sildaveiðu á Føroya
firðum á hvørjum ári. Tað hava
verið nógv ár, tá so at siga eingin
sild hevur fingist, og so aftur ár,
hvar nógv hevur verið veitt.
Í fjør var fingið toluliga væl av
sild, tó ikki av tí feitastu, men tá
vóru marknaðarviðurskiftini so
út av lagi ring, av tí at hin góða
norska sildin fylti marknaðin, og
einar 200 tunnur hjá mær fóru fyri
skjeyti.
Í ár hevur fingist so nógv sild
í Skálafirði, sum neyvan nakar
minnist. Eg havi saltað o.u. 600-
700 tunnur, herav úr Funningsfirði
o.u. 150 tunnur.
Sum tiltak kann sildaveiðan
vera ein góð inntøka, sum tað
er vert at rokna við, men hjá
fiskarum at leggja seg uppá land
og hava sildaveiðu til livibreyð,
tað fer neyvan at loysa seg. Tað
er óvissur vinningur.
Føroyska garnasildin er líka góð
sum onnur sild. Tann norska sildin
vinnur yvir okkara mest harvið, at
norðmenn steingja sildina inni í
fjarðunum við sildalási, sum tað
nevnist. Hetta førir við sær, at
um æti er í sildini, so tømist tað
úr henni, meðan hon stendur í
lásinum. Tann góði kvaliteturin
er tó altíð tað, sum hevur mest
at siga.
Føroyingar eta
ov lítið av sild
Nakð herfyri kom eg at tosa við
ein kendan norðmann, sum eg
havi kent frá yngri árum, um eina
hermetikkfabrikk í Føroyum. Hann
er ógvuliga væl inni í føroyskum
viðurskiftum. Hann helt at ein slík
fabrikk avgjørt ikki vildi komið
til at staðið seg her. Fyri at ein
slík fabrikk skal standa seg má
fyrst og fremst vera talan um
sildatilførslur alt árið runt, og
tað er jú ikki hugsandi her, hvar
eingin sild fæst nógvar tíðir á
árinum.
Føroyingar gera alt ov lítið
av at eta sild. Vit liva í eini tíð,
hvar sjálvforsýningspolitikkurin
er tann ráðandi. Øll lond seta alt
tað, tey eru ment, inn á at styðja
ta heimligu produktiónina. Eg
dugi ikki at síggja rættari enn,
at vit føroyingar eiga at taka
okkum saman um at fremja
sildaspurningin við at eta meira
sild enn higartil hevur verið
gjørt. Sild er jú bæði góð og
vælsmakkandi føði. Tað vildi havt
nógv at siga, um vit árliga kundu
selt fleiri hundrað tunnur av sild
her á landi, í staðin fyri at vit
sum er kanska ikki eta meira enn
100 tunnur árliga. Í hesi seinastu
tíðini hava fólk tó víst størri
interessu enn fyrr við at spyrja
eftir føroyskari sild, og má tað
nevnast sum eitt gleðiligt tekin.
Persónliga trúgvi eg, at børn hava
betri av at eta speygusild og egg
enn kjøt.
Nýggj og størri
beding
Absalon Jacobsen hevur verið
fyristøðumaður fyri Kongshavn
Skibsværft síðan 1924, og tá ið
tað nú hevur verið arbeitt upp
á at avtaka ta gomlu bedingina
liggur nær hjá okkum at spyrja,
um ætlanin er at gera eina nýggja
beding. Hr. Jacobsen svarar:
Nýggj beding skal nú gerast,
og tað ætlast, at hon verður so
sterk, at hon kann taka størri skip
enn tey, sum higartil eru komin til
landið.
Tað skal skoytast uppí, at tað
tá henda greinin var skrivað leið
móti endanum hjá virkinum hjá
Absalon. Tað var eitt rættuligt
bakkast fyri Absalon, at sonurin
Dánjal Pauli doyði í 1936. Hann
var annars ætlaður at taka yvir.
Stutt eftir gavst Absalon.
Men hevði hann hildið áfram til
kríggið í 1940, hevði hetta kanska
bjarga virkinum, tí tá var peningur
at vinna!!
Heilsan til Hensiu,
Antonu og Petru
Seinastu dagarnir hava verið
hildnir tríggir stórir føðingardagar
í ættini hjá Absalon á Dunga í
Syðrugøtu. Tvíburarnir Antona og
Petra f. Mikkelsen, ommudøtur
Onnu Katrinu, systir Absalon, og
Petur Paula í Barbustovu, gjørdust
80 ár.
Hensia Jacobsen, verdóttir
Jákup, beiggja Absalon, giftur
við Biritu, gjørdist 90 ár. Tað
kann sigast um tær allar tríggjar,
at tær eru fróðarfólk. Henda
grein skal eisini vera ein heilsa
til teirra, og ynskt verður øllum
trimum hjartaliga tillukku.
Kelda:
Dimmalætting 1934
Petur Jákup, beiggi Absalon, sum varð innistongdur í íshúsinum. Petur Jákup
var giftur við Elspu Katrinu úr Húsgarði. Her er hann saman við einasta barni
teirra Poul Anthon. Hann gekk burtur við Onnu í 1924. Antona, og helst fleiri
onnur, er uppkallað eftir honum
Eitt av skipunum hjá Absalon, Columbus
Hensia á 90 ára
degnum
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður
fyrri partur av frásøgn
hjá Ingibjørg Hansen,
Gøtugjógv. Hon er ættað úr
Hesti og misti pápan stóra
skaðadagin í 1919