Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 • 23. september 2009 MIÐvIkaN 27 Í hesi seinastu ár er stórur framburður hendur her á landi í ymsar mátar, og í mongum bygdum, har tað fyrr var lítið og einki av lønandi arbeiði, eru fyritøkur vaksnar upp, ið hava fingið allarstørsta týdning ikki bert fyri arbeiðsfólkið, men eisini fyri sjálvar bygdirnar og harvið landið í síni heild. At teir menn, ið her ganga á odda við at skapa lív og virkan eiga fólksins virðing, má vera eyðvitað Skáli er ein bygd í støðugum vøkstri. Her er stór framgongd tey seinastu ár, og bygdin hevur nú umleið hálv triðja hundrað íbúgvar. Eitt tað fyrsta, ein leggur merki til, tá ið ein siglir inn eftir fjørðinum og nærkast bygdini, eru tey stóru og prýðiligu hús, ið standa niðri við strondina, og handilin á eini brúgv, sum gongur út í sjógvin. Eigarin av hesum er harra Absalon Jacobsen, keypmaður og skipaeigari, sum er væl kendur fyri sítt ídna arbeiði til frama fyri ta føroysku sildina. Hann drívur her eina stóra og umfatandi fyritøku, ið gevur arbeiði til nógvar hendur. Byrjaði í Syðrugøtu Absalon Jacobsen er slektaður úr Syðrugøtu, og foreldur hansara vóru Anna Malena og Poul Jacobsen, Poul á Dunganum nevndur í dagligari talu. Tey vóru kend og avhildin av nógvum føroyingum. Hús teirra stóðu nær við bygdarvegin, og tað er ikki ov nógv sagt, at tey vóru eins og ein miðstøð fyri komandi og farandi ferðafólk. Anna Malena og Poul fingu fimm børn, tvær gentur og tríggjar dreingir, harav Absalon er yngstur. Poul var ein lítil kongsfestari, ið sat við 2½ marka garð. Hann var serliga góður miðamaður, men hann gjørdist tíðliga sjúkur og fekk eina ringa astma at dragast við. Hon voldi, at hann ofta mátti liggja í seingini. Børnini komu tí alt fyri eitt at arbeiða fyri húsið og løgdu ein góðan arbeiðshug fyri dagin. Absalon greiðir frá: Fór í handil 12-13 ára gamal Tað bar soleiðis til, at Magnus Poulsen á Toftum, sum hevði handil fyri Johannes Johannesen (Elduvíks Jóannes) og síðan M.C. Restorff & Sønner í Havn, einaferð bað provst Sørensen finna sær ein drong til at vera í handlinum. Hetta var tá einasta krambúð á Toftum, og ikki var heldur so nógv sløg at fáa í handlinum sum nú. Provst Sørensen kendi væl pápa mín, av tí at hann búði hjá honum, tá ið hann ferðaðist um oynnar, og næstu ferð hann vitjar Toftir, sigur hann Magnusi frá, at pápi mín hevur ein drong, sum fegin vil koma til hansara. Soleiðis fór eg heimanifrá 12-13 ára gamal og tók lut í øllum fyrifallandi arbeiði. M.a. fekk eg her høvi til at rógva út saman við góðum monnum. Í 10 ár var eg hjá Magnus Poulsen, tó var eg ikki á Toftum alla hesa tíð. Fimm summar var eg í Íslandi, harav tey fyrstu trý árini sum útróðrarmaður á Seyðisfirði. Fjórða árið var eg við eini Grimsbyslupp, og fimta árið keypti eg fisk og arbeiddi í landi hjá einum norskum keypmanni á Seyðisfirði. Um heystarnar ferðaðust vit heimaftur, og eg arbeiddi í handlinum á Toftum og róði út. Byrjaði hjá Faktorinum Joen Jacobsen – Skúla Jógvan kallaður – var í mong ár fyri- støðumaður fyri Jørgen Bech & Sønner´s filial í Syðrugøtu. Hann var nú vorðin gamal, og tað frættist, at nýggjur maður skjótt skuldi setast í hansara stað. Eg loyvdi mær at søkja um plássið. Eydnan var við mær, og tó at eg bert var 22 ára gamal, fekk eg plássið – fyri fyrst sum hjálparmaður hjá Jógvani. Faktor Djurhuus bað meg so koma til Klaksvíkar fyri at eg kundi síggja, hvussu har var fyristílað. Har var eg ein mánað. Tá var bert hesin eini handilin í Gøtu sókn, so tað treyt ikki arbeiði fyri henda gamla og meg. Í teirri tíðini vóru góð fiskiár, og fiskiskapurin undir Føroyum var stórur. Gøtumenn vóru ógvuliga raskir og nærlagdir útróðrarmenn. Eingir vóru motorarnir, og ofta var farið langt til havs. Um várið var ofta strævið at rógva tann langa veg til Norðhavið, um 60 fjórðingar (!!) fram og aftur, og drivið var á. Vit keyptu allan bátafiskin frá teimum. Í krígsárunum var rættiligur rekordfiskiskapur undir Føroyum. Eitt árið høvdu vit tveir kjallarar fullar av bátafiski frá heyst til várs. Meðan eg var í Gøtu keypti eg saman við øðrum eina skonnart Ortaria úr Southampton. Hon royndi undir Føroyum og Íslandi, og hóast hon ongantíð gav meira enn 13.000 kr fyri árið, høvdu vit altíð balansu. Gøta er sum kunnugt brimpláss og kann soleiðis ikki sigast at liggja væl fyri við skipadrift. Læsti beiggjan inn í íshús Tann føroyska sildin hevur altíð havt mína interessu. Tað var ofta veidd nógv sild á Skálafirði og Funningsfirði í teimum árum, og bátarnir avreiddu til okkum. Vit sendu meginpartin av teirri ófrystu sildini til høvuðshandilin í Klaksvík, ið umfataði næstan allar Norðoyggjar og nógv av Eysturoy. Við Gøtu-handilin var eg tilsamans 27 ár – sum fyristøðu- maður frá tí eg fylti 25 ár. Tey seinnu árini var eg eigari við tað, at eg keypti handilin. Í 1907 bygdi eg eitt ís- og frystihús í Syðrugøtu og kom tá at selja sild til handilsfólk og skipa- eigarar – ofta var nógv selt til Suðuroyar – umframt ís og kava. Seinni bygdi eg eitt kavahús afturat. Til flekjara hevði eg ein bróður mín, Petur Jákup, sum flakti bæði skjótt og væl. Eina ferð var eg úti fyri einum óhappi. Tað var ein dag bróður og eg høvdu arbeitt uppá sild. Tá arbeiðið var liðugt stongdi eg ísvirkið í gáloysni. Tað ráddi um at steingja væl, at ikki luft skuldi koma inn í húsið. Líka visti eg, at eg í mínum gáloysni stongdi bróðurin inni. Einki fólk var nærindis, sum hoyrdi hann dundra og rópa og var tað ikki tað, at hann hevði so góðar kreftir, hevði endin ikki verið góður. Hann fekk umsíðir sprongt dyrnar upp. Heldur leingi var hann innistongdur, og hevði hann ikki alla tíðina arbeitt uppá at sleppa út og soleiðis hildið kropshitan, hevði endin sum sagt ikki verið góður. Hetta var roknað at vera eitt bragd av Petur Jákupi. Gjørdist fyrsti útflytari av sild So við og við fór eg at hugsa um at salta sildina. Eg ferðaðist nú ofta til Skipanesar fyri at royna meg fram og finna tann rætta mátan. Tað var hildið at vera óført, at eg eina ferð – fyri uml. 20 árum síðani – sendi 40 tunnur niður, harav summar til Hamburg. Hetta var tann fyrsta royndin við útflutningi av føroyskari sild til útheimin. Fyri tær bestu tunnurnar fekk eg bert 14 mark, og fleiri tunnur fóru fyri einki. Eftir at hava givið handilin í Gøtu frá mær búði eg fýra ár á Strondum, og eg var millum annað reiðari fyri Annu, ið gekk burtur á Suðurlandinum í 1924. Ein syrgiligur tilburður, sum tíverri hendir alt ov ofta her á landi. Flytir á Skála Síðan keypti eg ein fjórðing av Kongshavn Skibsværft og flutti higar til Skála, hvar eg byrjaði handil. Umsíðir helt eg meg føran til at keypa skip sjálvur og keypti so í 1924 saman við øðrum monnum Irex, ið er eitt tað fyrsta motorskip, Absalon á Dunga: Vinnuligur undangongumaður Absalon Jacobsen var ein framúr vinnulívsmaður fyrra partin av farnu øld Virksemið hjá Absalon byrjaði í Gøtu. Her er eitt av hansara íshúsum Á Skála hevði Absalon nógv virksemi. Hann bygdi Stórhús og turkaði fisk ➘