mikudagur 23. september 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 23. september 2009
Aganevndin hjá FSF hevur
nú endaliga staðfest,
at nevndin ikki hevur
heimild at taka málið um
spæliloyvið hjá Christiani
Restorff Mouritsen upp til
nýggja viðgerð
B36 boðar á heimasíðu sínari frá, at
felagið nú hevur fingið endaliga
úrskurðin frá Aganevndini í málinum
um Christian Restorff Mouritsen.
Spælarin spældi ólógliga við, tá
B36 tann 26. juli spældi í Runavík,
men tann dystin tapti B36 kortini
3-0, og tí verður ikki gjørt nakað við
tað úrslitið.
Um flytingina av spæliloyvinum
sigur Aganenvdin, at at tað stendur
greitt, at mál um flyting av
spæliloyvum ikki kunnu leggjast fyri
aganevndina, og harafturat er einki
at leggja afturat tí viðgerð, sum er
farin fram í kappingarnevndini, og
at starvsnevndin onga viðmerking
hevur.
Tí ger Aganevndin ikki meira við
hetta málið, sum nú eftir øllum at
døma er endaliga avgreitt.
Við ikki at taka málið upp til
viðgerð, hevur Aganevndin altso
heldur ikki tikið støðu til trætumálið,
sum hevur merkt føroyskan fótbólt
síðani beint eftir ólavsøku. Tí er
spurningurin, um KÍ fer at royna at
fáa málið flutt til ítróttardómstólin í
Lausanne, sum er evsti myndugleiki
innan fótbóltsheimin. Enn hevur
einki mál úr Føroyum verið á vitjan
hjá dómstólinum.
Grannauppgerðin í Vági
í kvøld, tá VB/Sumba
og TB bresta saman,
er sera avgerandi fyri
møguleikarnar hjá TB
at flyta upp. Sam stund
is royna fýra av niðaru
liðunum at sleppa undan at
flyta nið ur saman við MB
Í kvøld verður triðsíðsta umfar í
næstbestu
mansdeildini
spælt.
Hetta umfarið skuldi upp runa liga
havt verið síðsta týs kvøld, men var
útsett veg na dómaratrot.
Flestu eygu eru vent ímóti stóru
suðuroyaruppgerðini, sum verður í
Vági millum VB/Sumba og TB. VB/
Sumba er fimm stig framman fyri
B71 og sjey stig framman fyri TB, so
tí hevur syðra suður oy ar liðið longu
annan fótin í Voda fone deildini.
Hinvegin er TB í harðari kapp ing
við B71 um hitt upp flyt ing arplássið,
og av tí at B71 á heimavølli tekur
ímóti MB, sum longu langt síðani er
farið niður, er lítið sannlíkt, at sand-
oyingar seta nakað stig til.
Sostatt er kravið til tvørá menn, at
teir helst skulu vinna á VB/Sumba í
kvøld, tí um B71 vinnur sín dyst og
TB bara fær eitt ella einki stig, er B71
fimm stig frammanfyri, tá bar seks
stig eru eftir at spæla um, og tá
verður tungt hjá TB at sleppa upp í
part aftur.
Breitt botnstríð
Er spenningur um, hvussu verð ur
við uppflytingini, er sanni liga eisini
spenningur um, hvør skal fylgja MB
niður, og har eru fýra lið í vanda-
bólkinum, harav Víkingur og NSÍ eru
tvey stig framman fyri Skála og FC
Hoyvík.
Hinvegin hoyrir við til søgu na, at
tað kann henda seg, at bara eitt lið
flytur niður, tí kabalin við niðurflyting
úr Voda fonedeildini og upp flyt ing
úr 2. deild hevur hug at renna
saman, men so leingi einki er avgjørt
har, ræður í fyrsta umfari um hjá
hesum fýra liðunum at bjarga sær.
Og í kvøld eru tað tey ovaru av
teimum, ið spæla ímóti teim um
niðaru, tí Skála tekur ímóti Víkingi
og NSÍ ímóti FC Hoy vík. Vinna tey
bæði niðaru, er klumpurin enn
tættari, tí so fara tey eitt stig fram
um hini bæði. Men vinna hinvegin
tey ovaru, eru tey fýra stig framman-
fyri, tá bara seks stig eru eftir at
spæla um.
Fimti dysturin er í Gunda dali, har
HB tekur ímóti B68. HB liggur í løtuni
sum numm ar tvey, mitt millum
liðini, ið kappast um at flyta upp,
meðan B68 er so gott sum uttan
vanda fyri at flyta niður. Tí er hetta
tann av dystunum í kvøld, har nógv
minst stend ur upp á spæl.
Nerta ikki spæliloyvið
Tað hevur tikið sína tíð,
men nú tykist tað endaliga
staðfest, at spæliloyvið hjá
Christiani Restorff Mouritsen
verður verandi í B
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Lagnustundin hjá TB
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VB/S
24
14
-
6
-
4
59
38
21
48
2 HB
24
13
-
5
-
6
53
33
20
44
3 B71
24
12
-
7
-
5
51
34
17
43
4 TB
24
12
-
5
-
7
51
42
9
41
5 B68
24
10
-
5
-
9
59
47
12
35
6 Víkingur
24
7
-
9
-
8
38
35
3
30
7 NSÍ
24
8
-
6
-
10
41
49
-8
30
8 Skála
24
8
-
4
-
12
36
38
-2
28
9 FC Hoyvík
24
9
-
1
-
14
31
50
-19
28
10 MB
24
2
-
2
-
20
26
79
-53
8
24. umfar
Dystur
Dómari
B71-MB
Ransin Djurhuus
Skála-Víkingur
Andreas Josephsen
VB/Sumba-TB
Alex Troleis
NSÍ-FC Hoyvík
Bent Tommy Linklett
HB-B68
Petur Reinert