hósdagur 24. september 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 182 - 24. september 2009
Jólainnkeypið
skal gerast, og nú
ongin annar skipar
fyri jólatúri, so
hava politistarnir,
Kristian Dahl og
Unn Bjarnadóttir,
leigað eitt flogfar til
Aberdeen. – Eg skal
nokk vera berari,
soleiðis plagar at vera,
sigur Kristian Dahl,
sum fer við saman við
konuni
Innkeyp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
– Vit spurdu Atlantic, um
tey fóru at skipa fyri einum
jólatúri. Tað gjørdu tey ikki,
so vit avgjørdu at leiga eitt
flogfar, sigur Kristian Dahl,
sum saman við Unn Bjarna
dóttir skipar fyri túrinum til
Aberdeen.
Tá Unn nevndi hugskotið
at leiga eitt flogfar til Aber
deen at keypa jólagávur
við, so var Kristian beinan
vegin við.
– Eg hevði stutt framm
anundan leigað eitt flogfar í
samband við ein starvs
fólka túr, so eg visti manna
gongdirnar og so framvegis.
Tí var eg beinanvegin við,
og nú er við at vera klárt,
greiðir Kristian Dahl frá.
Stór tilmelding
Umvegis sms, teldupostar
og Facebook vórðu boð
send út til vinir og kenn
ingar.
– Vit sendu tey fyrstu út
fríggjadagin, og tá hendi
ikki so nógv, men mána
dagin og týsdagin streymaðu
tilmeldingarnar inn, greiðir
Kristian Dahl frá.
Tað sleppa eini 85 fólk
við í flogfarið, og í løtuni
eru eini 25 á bíðilista.
– Fólk hava ikki endaliga
váttað, um tey eru við ella
ikki. Men hetta verður av
greitt í dag, og tá vita vit
endaliga, hvussu verður,
staðfestir Kristian Dahl.
Men greitt er, at við 25
fólkum á bíðilista, stendur
ikki á at fáa mannað eitt
flogfar.
– Blívur tað við at leggjast
afturat, so gera vit ein túr
afturat, staðfestir Kristian
Dahl.
Mannfólk fyriskipari
Tað kann tykjast eitt sindur
óvanligt, at eitt mannfólk er
við at skipa fyri einum
shopp ingtúri.
– Eg skal vera berari, so
leiðis plagar tað at vera. Vit
eru fleiri sum fara, og tað
verður nokk soleiðis, at
kon urnar fara at keypa,
meðan vit fara at hyggja at
onkrum øðrum. Men tað
skal nokk blíva ein góður
túrur, heldur Kristian Dahl.
Tons eftir
Fyri nøkrum árum síðan
skipaði Atlantsflog fyri tí
líkum túrum, og seinast
hann var stóð sera nógv
við føri eftir í Aberdeen, tí
ov nógv var keypt. Hetta
viðføri kom tó til Føroya
seinni.
– Tað sleppa nøkur 90
fólk í flogfarið, men á túr
inum verða 85, fyri at tað
skal bera til at hava 30 kilo
av viðføri við í part, fortelur
Kristian Dahl.
Túrurin sjálvur verður í
novembur. Farið verður úr
Føroyum fríggjadag 13.
novembur og komið verður
aftur til Føroyar 15. no
vemb ur.
Spurningurin er bara, um
flogfarið kemur uppfrá við
øllum gávunum.
Sjálvboðið
Tað eru í høvuðsheitum
Unn Bjarnadóttir og Krist
ian Dahl, sum skipa fyri
túrinum, og tey ætla sær
ikki vinning av túrinum.
– Vit skulu bara hava tað
inn, sum tað kostar at leiga
flogfarið. So fáa vit sjálvi
ein góðan túr eisini, sigur
Kristian Dahl.
Tað kostar 2.650 krónur
fyri ferðaseðilin og eitt bí
ligt hotell er funnið, so
sjálvur túrurin kostar beint
omanfyri 3000 krónur, men
tá er ongin jólagáva keypt.
Kristian leigar flogfar til shopping
Kristian Dahl skipar
saman við Unn Bjarna
dóttir fyri shoppingtúri
til Aberdeen í ein flog
farið, tey hava leigað fyri
at keypa jólagávur
Tilgjørd mynd
Vilja hava fólkaatkvøðu
Konservativi andstøðuflokkurin í Bretlandi kunngjørdi í gjár, at vinnur flokkurin
parlamentsvalið næsta ár, fer hann at skipa fyri fólkaatkvøðu um Lissabonsáttmálan. Ein
treytr fyri einari bretskari fólkaatkvøðu er tó, hvat Kekkia og Írland gera, tí Bretland vil
ikki einsamalt átaka sær at vraka sáttmálan. Kekkiski forsetin, Vavlav Klaus, hevur ikki
staðfest sáttmálan enn og sigst vera í iva um, hvat hann skal gera. Í London ljóðar, at
tann konservativi formaðurin, David Cameron, hevur skrivað Vaclav Klaus bræv og biðið
hann bíða við at staðfesta sáttmálan. Írar hava fólkaatkvøðu um sáttmálan 2. oktober.