Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 182 - 24. september 2009 Trý feløg harmast nú stórliga valið av orðinum ’manntal’ til stóru fólkateljingina, tí orðið ikki umfatar kvinnur eftir teirra tykki. Eisini tey bæði stóru bløðini halda orðið vera sera óheppið Málkjak Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast stóra fólkateljingin »Manntal 2011« ikki er byrjað enn, hevur verkætlanin longu rent seg í trupulleikar. Fleiri kvinnu- og javnstøðufel- agsskapir vilja nevniliga ikki vita av orðinum ’manntal’, sum tey halda vera kynsdis- kriminerandi. Og onki bendir á, at tey bæði stóru bløðini, Sosialurin og Dimmalætting, eru sinnað at brúka orðið, hóast tað er blástemplað av Føroysku Málnevndini. Feløg mótmæla Tað var annars ikki tí verk- ætlanini skortaði onnur hug- skot, at valið fall á nú umstrídda orðið ’manntal’ fyri mest umfatandi før- oysku fólkateljingina nakr- antíð. Longu í summar vóru bæði Javnstøðunevndin og Kvinnufelagsamskipan Før- oya kallaði á fund, har feløg- ini eisini fingu høvi at siga sína hugsan um orðið ’mann- tal’. Í skrivi til »Manntal 2011« frá juni mánað gjørdu feløgini greitt, at tey mettu orðið ’manntal’ vera sera óheppið, tí tað ekskluderar heldur enn inkluderar, tá talan er um fólk, og ikki bara um mannfólk. Í sama skrivi leggja feløgini fram 15 onnur hugskot til heiti á verkætlanini. Í skrivi til bløðini í dag, átalar Kvinnufelagið í Havn nú eisini harðliga, at verk- ætlanin hevur valt at brúka orðið ’manntal’ og mælir staðiliga til, at eitt annað orð verður funnið Eisini blaðstjórin á Dimma- lætting, Brynhild Thomsen, varð spurd, hvat hon helt um heitið »Manntal2011«. Heldur ikki hon duldi yvir, at hon helt orðið ’manntal’ vera óheppið, og skeyt hon mill- um annað ’Fólkatal 2011’ upp í staðin. Kortini hava fólkini hand- an »Manntal 2011« valt at halda fast í orðið, tí tað eftir teirra tykki hevur fleiri fyri- munir enn vansar, sambært Øssuri Winthereig, kunning- arleiðara hjá verkætlanini - Sum eitt tað fyrsta vendu vit okkum til Føroysku mál- nevndina fyri at vissa okkum um, at orðið er kynsneutralt og also umfatar bæði kvinn- ur og menn. Eisini halda vit, at orðið er snøgt, og hartil er tað eisini lætt at brúka á til dømis heimasíðuni, har vit sleppa undan føroyskum stavum, sigur Øssur Winth- ereig. Í Føroysku Málnevndini váttar formaðurin Jógvan í Lon, at orðið ’manntal’ mál- frøðiliga er kynsneutralt og í so máta er at líkna við orð sum mannamúgva, manna- munur, mannaføði og líkn- andi orð, har ein formur av orðinum ’maður’ merkir menniskja. - Tí havi eg heldur ongar fakligar orsøkir til at mæla frá at brúka orðið. Sjálvur haldi eg tað eisini vera stutt- ligt at blása nýtt lív aftur í eitt gamalt orð sum ’mann- tal’, sigur Jógvan í Lon. Skaðar javnstøðu­ tankan Í Javnstøðunevndini og Kvinnufelagsamskipan Før- oya hava kvinnurnar hin- vegin ilt við at síggja tað stuttliga í hesum. Og tær góðtaka heldur ikki aftur- vendandi grundgevingina, at orð við ’mann’ hava vunn- ið hevd í føroyska málinum, tí sum tær siga í skrivinum: - Hetta vildi verið tað sama sum at sagt, at ójavn- støða millum mann og kvinnu hevur vunnið hevd í føroyska samfelagnum og tískil skal góðtakast. Feløgini ásanna, at tað kann vera torført at broyta føroyska málið, sum eftir teirra tykki longu er ov dom- inerað av heitum og orðing- um í kallkyni. Men í minsta lagi eiga vit, sum mynda samfelagið í dag, at leggja okkum eftir, at nýggj mál- nýtsla er kynsneutral. Hetta eiga allir almennir myndug- leikar at hava í huga, tá far- ið verður út til borgaran við einum boðskapi, siga feløg- ini í skrivinum. Bløðini fýlast Hvussu boðskapurin um stóru fólkteljingina skal ber- ast málsliga, verður ikki minst upp til miðlarnar. Og bæði á Dimmalætting og á Sosialinum hava leiðslurnar longu gjørt sær tankar um, hvørjar trupulleikar eitt orð sum ’manntal’ kann hava við sær. Á Dimmalætting vísir Brynhild Thomsen, blað- stjóri, á, at longu í einum av fyrstu greinunum í blaðnum um »Manntal 2011« skoytti blaðmaðurin í parantes uppí, at ’konufólk verða eis- ini tald við’. - Sjálvandi skuldi tað eis- ini skiljast ironiskt, men hatta sigur nakað um, hvussu illa orðið ’manntal’ hóskar í einum modernaðum samskifti, sigur Brynhild Thomsen. Á Dimmalætting hava tey ongan ávísan málpolitikk, tá tað ræður um at orða seg kynsneutralt, men sjálv er Brynhild Thomsen ikki í iva um, at hon heldur fer at brúka orðið ’fólkateljing’. Eisini á Sosialinum dám- ar tíðindaleiðaranum, Eiriki Lindenskov, betri orðið ’fólkateljing’. Hetta orðið er eisini í allar mátar betri í tráð við málpolitisku linj- una á blaðnum, sigur hann. - Tað er longu langt síð- ani, at vit gjørdu eina sam- tykt á redaktiónini um at leggja upp fyri møguligari kynsdiskriminerandi mál- nýtslu við til dømis at skriva ’landsstýriskvinna ella løg- tingskvinna’, tá tað snúði seg um eina kvinnu, sigur Eirikur Lindenskov. Eftir hansara tykki hava miðlarnir skyldu til at ganga á odda málsliga, ikki minst tá málnýtsla kann ávirka ein ávísan hugburð í samfel- agnum. - Eg skilji væl málfrøði- ligu grundgevingarnar fyri at brúka orðið ’manntal’, men eg haldi framvegis, at orðið er óheppið sæð í mun til stríðið fyri størri javn- støðu. Har havi eg ilt við a síggja tað skilagóða í at brúka eitt orð, sum bein- leiðis bendir javnstøðutank- an tann skeiva vegin, sigur Eirikur Lindenskov. Í Kringvarpi Føroya hev- ur tíðindaleiðarin Jón Brian Hvidtfeldt hinvegin ongar trupulleikar við orðinum ’manntal’. -Eg dugi illa at síggja, hvussu orðið skal kunna skaða javnstøðuspurningin, tá tað fylgir teimum reglum, sum galda fyri orð, sum umfata bæði mannfólk og konufólk, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum tó er sinnaður at taka orðið upp til kjak á tíðindadeildini í KvF, um tað gerst neyðugt. - Eg havi hinvegin ilt við at ímynda mær, at lurtarar og hyggjarar fara at kenna seg stoyttar av orðinum. Fólk eru jú ikki býtt, tey vita væl, at eitt manntal umfatar okkum øll, sigur tíðindaleiðarin. Onnur undrast Eftir øllum at døma gerast tey tó alsamt fleiri, ið undr- ast yvir, at allir føroyingar nú skulu skrivast í manntal. Frá Jógvani í Lon frætta vit, at sera nógv fólk, millum annað nógvir studentaskúla- næmingar, hava vent sær til hansara og lufta síni undran yvir, at Málnevndin heldur tað vera í lagi at brúka hetta orðið. Fyribils hevur »Manntal 2011« tó ongar ætlanir um at broyta heitið. Og hóast Øssur Winthereig er greiður yvir, at øll ikki eru líka fegin um heitið, vónar hann ikki, at hetta fer at skaða stóru fólkateljingina. Tað má tíðin so vísa. Fyri- bils hevur ein kvinna í al- mennum lesararabrævi ásannað, at nú føroyingar skulu teljast í manntal, skal hon eftir øllum at døma telj- ast við eina aðru ferð. »Manntal« í mótvindi Sambært »Manntal 2011« og málfrøðingi nýtast kvinnur ikki at kenna seg útihýstar av einum orðið sum manntal, tí tað, eins og onnur orð við ’maður’, merkir menniskja Taiwan partur av USA Fyrrverandi taiwanski forsetin Chen Shui-bian hevur nú lagt sak ímóti amerikanska forsetanum, Barack Obama, og amerikanska verjumálaráðharranum, Robert Gates. Chu Shui-bian, sum fyri fjúrtan døgum síðani bleiv dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri svik og onnur lógarbrot, vil vera við, at tað var uppgávan hjá teimum amerikonsku leiðarunum at verja seg. Ta niðurstøðuna er hann komin til, tí eftir hansara uppfatan hevur Taiwan verið ein partur av USA síðani seinna heimsbardaga. Tann 59 ára gamli Chen var taiwanskur forseti frá 2000 til 2008. USA broytt kós Røðan, sum amerikanski forsetin, Barack Obama, helt á ST-aðalfundinum í gjár, var ein greið fráboðan um, at tann nýggja stjórnin í Washington hevur eina heilt aðra uppfatan av ST og altjóða samfelagnum enn stjórnin hjá George W. Bush, forseta. Tað ewru politiskir eygleiðarar á einum máli um. Í røðuni legði Obama dent á, hvussu umráðandi er, at heimsins tjóðir arbeiða saman í ST, tí uttan samstarv fæst einki haldgott úrslit. Sum týðandi øki, ið altjóða samfelagið má loysa, nevndi hann kjarnorkuvápnini, veðurlagsbroytirnarnar og Miðeystur.