hósdagur 24. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2009
13
Ein nýggjur 7-trinstigi
kemur í gildi í Føroyum í
2010 í staðin fyri 13-stigan.
Tá ið nýggjur próvtalsstigi
skuldi veljast, var annars
møguleiki fyri at velja ein
bókstavsstiga og gera upp
við siðvenjuna at rokna
miðaltøl í prógvum, men í
staðin var tann danski 7-
trinstigin valdur. Olav
Absalonsen, lærari í bú-
skapi á Føroya Handils-
skúla og Master í “Higher
Education Learning and
Teaching”, grundgevur her
fyri, hví nýggja skipanin
er eitt afturstig
T
ann nýggi 7-trinstigin er
gjørdur eftir europeiska
ECTS stiganum, sum er ein bók-
stavsstigi, og hesir eru saman-
bornir í talvu 1. Tann nýggi 7-
trinstigin er gjørdur við tí fyri
eyga at gera tað lættari at um-
seta próvtøl til ECTS stigan,
enn tað er við 13-stiganum. Ein
spurningur er tí, hví tann nýggi
stigin er í tølum og ikki bókstav-
um. Orsøkin skal vera, at tað er
tí, at tað skal bera til at rokna
eitt miðaltal út.
Sí talvu 1
Ein próvtalsstigi er ein skali við
intervallum sum til dømis teir,
ið verða brúktir til at máta vekt,
longd, tíð og hita. Men próv-
talsstigar (ella próvstavsstigar)
verða brúktir til at umseta
metingar um avrik hjá næm-
ingum til eitt tal (ella ein bók-
stav). Ein slík umseting er altíð
ein avrunding, og tá ið tú skalt
rokna eitt miðaltal av fleiri
mátingum, so skalt tú ikki
runda mátingarnar ov nógv av,
tí tað hevði gjørt, at miðaltalið
verður skeivt. Í so máta hevur
7-trinstigin sama veikleika sum
13-stigin; hann er bara verri, tí
hann hevur færri met at velja
ímillum, og tí verða avrund-
ingarnar í miðal størri. Hetta
fyribrigdi kallar Peter Knight
’misnýtsla av tølum’, tí at
umsetingin av einari meting
um eitt avrik til eitt tal er
útsett fyri manipulatión.
Spyrja vit spurningin, hví
ECTS-stigin brúkar bókstavar
og ikki tøl, er svarið, at tað er
fyri at tað skal ikki bera til at
rokna eitt miðaltal út, tí at
hesi met eru avrundaðar
ásetingar av metingum (um
onkur kortini hevði funnið
upp á at rokna eitt miðaltal av
bókstavum, so hevði hann sett
tøl á bókstavarnar og helst
roknað við líka stórum
intervallum millum
bókstavarnar).
Samanbering við 13-stigan
Myndugleikar og skúlar, sum
brúka 7-trinstigan, samanbera
hann við 13-stigan, sum víst í
talvu 2. Av tí at báðir stigarnir
verða brúktir til at rokna miðal-
tøl, kann talva 2 eftirkannast at
vita, um hon samsvarar við
linjubeina umrokning (sum til
dømis umrokning millum stig
Celsius og stig Fahrenheit).
Talva 3 vísir hesa samanbering.
Sí talvu 2 og 3
Talva 3 samsvarar ikki við talvu
2 og avdúkar, at 5 av 7 metum
samsvara við met á 13-stigan-
um, at 13 og 00 í 13-stiganum
eru ikki til í 7-trinstiganum, at
7 svarar til 8½ á 13-stiganum,
og at –3 svarar til 3½ á 13-stig-
anum, og ikki 00, sum tann
fyrra talvan sigur. Tá ið tað
snýr seg um at rokna miðaltøl,
er –3 eitt frægari met enn 03 í
13-stiganum er, fyri ikki at tala
um 00. Tann almenna saman-
beringin av hesum báðum próv-
talsstigum (talva 2) er stødd-
frøðiliga skeiv og villleiðandi,
tá ið miðaltøl skulu roknast.
Umrokningar millum stigar-
nar kunnu verða gjørdar
soleiðis (talva 3):
• Frá 13-stiganum til 7-trins-
tigan: falda við 2 og drag 10 frá.
• Frá 7-trinstiganum til 13-
stigan: legg 10 afturat og
dividera við 2.
Hesin umrokningarháttur
samsvarar næstan heilt við eina
talvu í Uddannelsesguiden.dk,
sum danska undirvísingarmini-
steriið gav út í sambandi við
upptøku av næmingum á hægri
lærustovnar í Danmark í 2008,
og ikki við ta almennu saman-
beringina av einstøku próvtøl-
unum (talva 2).
Niðanfyri eru tvey dømi, har
eitt miðaltal eftir 13-stiganum
ikki hevði samsvarað við miðal-
talið eftir 7-trinstiganum, tí at
talan er um ymiskar avrund-
ingar av avrikum til met í
báðum stigum:
Dømi 1
Ein næmingur fær hesi met eftir
13-stiganum: 10, 8, 7, 6, 5 og
03. Hetta gevur 6,5 í miðal, um
øll metini viga líka nógv. Eftir
7-trinstiganum høvdu metini
verið: 10, 7, 4, 02, 00 og 00
(ella –3, um 03 verður umsett
til –3). Hetta er í miðal 3,8 (ella
3,3), men tað skuldi verið 3,0,
sum svarar til 6,5 eftir 13-
stiganum. Munurin kemur av,
at 7 í 7-trinstiganum er
hægri enn 8 í 13-stiganum, og
00 í 7-trinstiganum er nógv
hægri enn 03 í 13-stiganum (-3
er eisini hægri enn 03 í 13-
stiganum).
Dømi 2
Ein annar næmingur fær hesi
met eftir 13-stiganum: 8, 7, 6, 6,
5 og 03. Hetta gevur 5,8 í miðal,
um øll metini viga líka nógv.
Eftir 7-trinstiganum høvdu met-
ini verið: 7, 4, 02, 02, 00 og 00
(um 03 í 13-stiganum svarar til
00 í 7-trinstiganum). Hetta
gevur 2,5 í miðal. Um 03 í 13-
stiganum verður umsett til –3 í
7-trinstiganum, verður miðal-
talið 2,0. Í hesum dømi hevði
næmingurin ikki fingið prógv
eftir 13-stiganum, men eftir 7-
trinstiganum hevði hann klárað
tað við hjálp av avrundingum -
ella misnýtslu av tølum.
Sjálvt um 5 met í 7-trinstig-
anum svara til 5 met á 13-stig-
anum, eru intervallini ikki eins
fyri øll hesi 5 pørini, sum talva
4 vísir. Til dømis skuldi eitt
stórt 9-tal eftir 13-stiganum
verið 10 eftir 7-trinstiganum, og
eitt lítið 8-tal eftir 13-stiganum
skuldi verið 4 eftir 7-trinstigan-
um. Eisini sæst, at markið
millum 5 og 03 á 13-stiganum
er lægri enn markið millum 00
og –3 á 7-trinstiganum.
Sí talvu 4
Tann mest týðandi munurin
millum próvtalsstigarnar er at
finna í niðasta próvtalinum –3,
sum her er sett at svara til 03 í
13-stiganum. Í 13-stiganum er
00 at skilja sum eitt absolutt
null-punkt, sjálvt um tað ikki
stendur beinleiðis í kunngerð-
ini, sum sigur, at 00 er eitt
undantaksmet, sum verður
givin, tá ið einki ella einki fak-
ligt avrik fyriliggur, og fyri at
fáa 6 fyri eitt avrik krevst, at
avrikið er í minsta lagi 50% av
einum fullfíggjaðum avriki. Tað
er neyvan av tilvild, at hetta
markið er millum 5 og 6, sum
er helvtin av 11, ið verður givið
fyri eitt fullfíggjað avrik.
Tað absolutta null-punktið er
slept í 7-trinstiganum, tí her er
ECTS fyrimyndin, og har er
ikki brúk fyri meira enn tveim-
um metum, sum verða givin
fyri ikki góðkend avrik: eitt,
sum vísir, at avrikið var ikki
langt frá at verða góðkent, og
eitt, har avrikið var so mikið
vánaligt, at tað var langt frá at
vera góðkent. Tí er –3, sum
svarar til F í ECTS-stiganum,
eitt met fyri øll avrik, sum eru
niðanfyri hetta lágmark, og tað
er ikki neyðugt at hava eitt
uppaftur lægri met.
Men av tí at miðaltøl skulu
roknast eftir 7-trinstiganum,
verður tað niðasta metið ein
álvars¬ligur veikleiki, tí nú fáa
øll avrik, sum eru undir eitt vist
lágmark, –3, og tað telur líka
nógv í miðaltalinum, um avrik-
ið er út av lagi vánaligt, ella um
tað er ikki so vánaligt. Nú kann
eitt 7-tal viga upp ímóti einum
–3-tali á sama hátt, sum eitt 9-
tal í dag kann viga upp ímóti
einum 03.
Hvat skal eitt miðaltal
brúkast til?
Fyri at svara hesum spurningi,
skulu vit gera okkum greitt, hví
vit geva próvtøl. Evaluering í
undirvísing og læring hevur
tvey høvuðsendamál:
1. At fremja læring
2. At geva næminginum prógv,
sum hann kann brúka sum vátt-
an, tá ið hann søkir inn á aðrar
lærustovnar ella søkir starv.
Í tí fyrra endamálinum eru
próvtøl sjáldan fremjandi fyri
læring, heldur ein forðing. Í tí
seinna eru próvtøl eini boð til
umheimin, at lærustovnurin
váttar, hvat næmingurin dugir í
hvørjari lærugrein. Tað eru
eksternir brúkarar, sum lesa
hesi prógv og brúka tey til at
taka avgerðir eftir.
Kjarnan í spurninginum er,
hví vit skulu rokna eitt miðaltal
út fyri hesar brúkarar. Duga teir
ikki sjálvir at lesa prógvið og
gera sær eina meining um tað?
Eisini kundi verið spurt, um
mediantalið ikki er eitt líka
frægt tal fyri miðjuna av próv-
talsbýtinum, sum miðaltalið er.
Og um miðaltalið er so áhuga-
vert, er so standardfrávikið ikki
eisini áhugavert, so brúkarin
sær, hvussu spjaðingin av
metunum er? Tvey prógv við
sama miðaltali eru ikki eins,
um spjaðingin er ymisk.
Í hægri lærustovnum í Dan-
mark er tað siðvenja at taka
næmingar inn eftir miðaltali, og
tí er 7-trinstigin í tølum og ikki
bókstavum. Tá ið ein nýggjur
próvtalsstigi skuldi gerast, var
annars møguleiki fyri at bróta
hesa siðvenju, sum ikki er ann-
að enn ein gomul regla, sum
tíðin langt síðani er farin frá
(um hon nakrantíð hevur havt
sína tíð). Í hagfrøði er altíð
vandi fyri at misnýta tøl, og tá
ið miðaltøl verða roknað, er
hesin vandi eisini ofta til steðar.
Dømi 3 lýsir hetta:
Dømi 3
Ein næmingur fær hesi met eftir
7-trinstiganum: 10, 7, 00, 00,
00 og 00; hetta gevur 2,8 í mið-
al, og standardfrávikið er 4,5.
Ein annar næmingur fær 7, 4, 4,
02, 02 og –3; tað er 2,7 í miðal,
og standardfrávikið er 3,3. Eftir
miðaltalsprinsippinum er tað
fyrra prógvið betri enn tað
seinna, hóast tann fyrri er
dumpaður í 4 av 6 lærugrein-
um, og tann seinni er dumpaður
í einari av 6. Í donskum læru-
stovnum hevði tann fyrri verið
tikin fram¬um, men hevði hann
verið tað í øðrum londum? Til
samanberingar er mediantalið
hjá tí fyrra 0,0; men hjá tí
seinna er tað 3,0.
Samanum tikið
• Tann nýggi 7-trinstigin er
eitt framstig, tá ið met skulu
umsetast til ECTS stigan.
• Tvær vegleiðingar, sum
myndugleikarnir hava gjørt um
umseting frá 13-stiganum til 7-
trinstigan, samsvara ikki: Tann
vegleiðingin, sum samanber
einstøku metini við 13-stigan, er
ikki linjubein, men tann, sum
samanber miðaltøl frá báðum
stigum, hevur linjubeina umrokn-
ing. Hetta hongur ikki saman.
• 7-trinstigin er ein saman-
blanding av tveimum prinsipp-
um, sum ikki hóska saman.
Annað er siðvenjan í Danmark
(og Føroyum) at rokna miðaltøl
av øllum metum í einum
prógvi; og hin er siðvenjan við
bókstavsmetum, har miðaltøl
ikki skulu roknast.
• 7-trinstigin er eitt afturstig í
sambandi við at rokna miðaltøl,
tí at miðaltølini verða skeivari
enn tey eru við 13-stiganum –
og tað er nóg ringt. Tað er at
undirmeta próvtalsbrúkarar at
halda, at vit mugu rokna eitt
miðaltal fyri teir.
• Tann europeiski bókstavs-
stigin hevði verið eitt betri val,
tí hann hevði forðað fyri vill-
leiðandi miðaltølum.
Nýggi próvtalsstigin
er eitt afturstig
Tíðargreinin
tíðargreinin
Olav Absalonsen
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Talva 1: Samanbering av ECTS og 7-trinstiganum
ECTS
A
B
C
D
E
Fx
F
7-trinstigin
12
10
7
4
02
00
-3
Talva 2: Almenn samanbering av 13-stiganum og 7-trinstiganum
13-stigin
13
11
10
9
8
7
6
5
03
00
7-trinstigin
12
10
7
4
02
00
-3
Talva 3: Samanbering av 13-stiganum og 7-trinstiganum við miðaltølum í huga
13-stigin
11
10
8½
7
6
5
3½
7-trinstigin
12
10
7
4
02
00
-3
Talva 4: Samanbering av 13-stiganum og 7-trinstiganum við intervallum
13-stigin
11
10
9
8
7
6
5
03
7-trinstigin
12
10
7
4
02
00
-3