Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 182 - 24. september 2009 Tað føroyska málrúmið kunnu vit ímynda okkum sum eitt koordinatsystem við trimum aksum ella ásum. X – aksin umboðandi gerandismál, Y – aksin umboðandi skrivtmál og Z – aksin umboðandi føroyskt fakmál og hybridmál ella blandingsmál. (Hybrid er grekst og merkir: orð gjørt av pørtum av øðrum málum). Hesi hybridorð ella blandings­ orð eru at finna í hópatali í øllum málum og eru avleidd av uttan í frá komandi málum og síðani samantvinnaði við eins egna mál ella eisini bara tikin inn í málið og fingið heimligt snið, staðbundna meining og úttalu. Í hesum føroyska mál­ rúminum búleikast tað før­ oyska móðurmálið, sum eftir mong hundrað ára samskifti við onnur mál hevur broytt og ment seg til tað vit í dag kenna sum føroyskt mál. Við uppskotinum hjá Sjúrða Skaale um at formaliserað tað føroyska ABC’ið, kunnu vit eftirfylgjandi legalisera føroyska móðurmálið og har út frá menna eitt hóskandi føroyskt skrivtmál, ið mun­ andi betur enn verandi skrivt­ mál endurspeglar tað før­ oyska málrúmið. Útihýstu bóstavirnir c,q,w,x og z eru nógv brúktir í før­ oyskum. Bara í telefonbókini eru nøvnini ið byrja við einum av teimum um 1400 í tali. Síðani koma øll tey mongu nøvnini, sum hava ein ella fleiri av hesum bókstavum í navninum. Hesir bókstavir gera tað eisini møguligt fyri okkum at samskifta internati­ onalt, samstundis sum vit føla okkum á heimabana. Vit kunnu telva og rokna mate­ matikk. Læra kemi, geometri, fysikk, biologi. Taka latínsk heitir inn í málið har tað er ein fyrimunur, tað gera onnur. Um vit tosa um vísindamál, er hetta eitt must. Tónleikurin fær sín C­tóna. Vit kundu blivið við. Sjúrður vá á orminum Líka síðani mál­broytingar­ orrustuna í 1896 hevur máli­ spurningurin verið politisk infiltreraður og tí sera torr­ greiddur. Ikki minst eftir at tað fyri umleið fimmti árum síðani av álvara kom ein sníkjandi puristisk spilla í tað føroyska málið. Sum ein dreki hevur henda spilla flaksa runt í tí føroyska mál­ rúminum og forpestað tað. Hóast lítil í vavi so hevur hesin puristiski Drekin hesi árini – við misskiltari nation­ alismu sum drívmegi ­ nærm­ ast ótarnaður gartað runt í tí føroysk málrúminum og skambitið stóran part av vanliga føroyska málinum. Bert egin yngul verður góð­ tikin. Sjálvt ABC’ið hevur hesin góði Dreki megna at amputerað. Men eins og í Sjúrðakvæðunum so hava vit nú fingið okkara egna Sjúrða, sum er farin í víggið fyri í fyrstu syftu at vinna okkara gamla føroyska ”latínska alfabeti” uppreisn. Hetta er í tøkum tíma, tí puristarnir eru væl áleiðis at umgera tað føroyska málrúmið til eitt eittdimensionelt nýføroyskt eksperanto, við íslendskum undirteksti. Um vit bara lata standa til, so er tað farvæl til føroyskt gerandismál, ­ fak­ mál, ­ hybridmál (blandinga­ mál) og hartil hoyrandi skrivt­ mál. Men hetta má fyri alt í verðini ikki henda. Í dag hava vit haldgóð argumentir fyri at tann ein­ oygda puristiska leiðin er destruktiv, fremmandagerandi og sera óheppin fyri mál­ menningina ­ bæði hjá børnum og vaksnum. Málmenning, Jørgen Frost, professari Í fyrilestri sum Jørgen Frost, professari við Oslo Universi­ tet, helt hóskvøldið 03.09.09. fyri fullsettum húsi í Norður­ landahúsinum, víst hann á, at allar vísindaligar kanningar geva samanfallandi ábending um, at børn, sum sleppa at spæla seg til málførleika og ikki verða beinleiðis rættaði upp á í tíð og ótíð, eru nógv betur fyri í málmenningini enn tey børn, ið blíva bein­ leiðis rættaði. Eisini segði professarin, at málmenning gav best úrslit um innlær­ ingin var process orienterað og ikki produkt orienterað. Føroyskur málpolitikkur hesa sístu hálvu øldina er júst tað mótsatta av omanfyri nevnda. Tað er nærmast blivið til ein tjóðarítróttur málsliga at rætta upp á hvønn annan samstundis sum produkt orienterað innlæring er í hásætið. Gerandismálið (móðurmálið) verður miðvíst niðurbrotið frá fyrsta skúla­ degi av, tá indoktrineringin við reinsimálinum byrjar av álvara. Móðurmálið verður bókstaviliga tikiðúr munnin­ um á børnunum. Úrslitið er eisini hareftir. Foreldur, ommur og abbar skilja ikki reinsimálið hjá børnunum og PISA kanningin er eitt gev­ andi dømi um, at gongda puristiska leiðin ­ uttan fyrilit at umdoypa og rætta upp á fólk ­ er ikki gevandi. Fólk verða fremmandagjørd og ósikkur á sínum egna máli, og tá ruggar ikki rætt. Matematikk, fysikk og kemi Í mong hundrað ár hava vit í Føroyum brúkt vældefiner­ aða altjóða terminologi so sum matematikk, fysikk, kemi og politi.(Bert fyri at nevna fýra dømir) Hesi orðini blíva brúkt av øllum okkara grannum og fleiri hundrað milliónum fólkum umframt tað at henda terminologiin verður brúkt í stórt sæð øll­ um teimum londum okkara ungdómur leitar sær til fyri at úbúgva seg. Undantakið er Ísland, ið við sínum 300.000 menniskjum brúkar stødd­ frøði (stærðfræði), alisfrøði (eðlisfræði), evnafrøði (efna­ fræði) og løgregla (løgregla). Men hví í allari víðu verð skulu vit innføra eitt fremm­ ant minoritetsmál, ið mest ongin kennir og tí meiri villleiðir enn upplýsir. Hetta málsvansi við at innføra (substituera) íslendskt heldur enn at brúka okkar egna mál er eisini sera kostn­ aðarmikið. Sambært álitinum hjá Málstevnunevndini, Mál­ mørk, frá 18. december 2007 skulu vit brúka 70 – 100 mill. kr. árliga til hesa indoktriner­ ing. Legaliserið heldur móð­ urmálið so kunnu vit spara nógvar av hesum útreiðslun­ um, umframt at vit spara fólkið fyri fordummandi babylonskan hurlivasa og málsligari óvissu. Alle tiders, diskussión, oyjøssus, celsius Fyrr í summar komu tvær bøkur út við málgranskar­ unum Hjalmar P. Petersen og Jonathan Adams sum rithøv­ undar. Bøkurnar eru ætlaðar ensktalandi, ið ynskja at læra seg føroyskt. Heita á bókun­ um er: Faroese, A Language Course for beginners Text­ book og Grammar. Útgevari er Stiðin. Tað sera áhuga­ verda við hesum báðum bók­ unum er, at teir ikki elta tað puristisku leiðina, men hin­ vegin megna at ganga sína egnu leið og teir duga væl at taka vanligt livandi føroyskt mál við. Mong av hesum orðum høvdu puristarnir valt at kasta á reinsi­bálið, men her koma tey til heiðurs og æru, sum tað sømir seg fyri tey ið virða sítt móðurmál. Nøkur dømir: Adressa, alle tiders, ambulansi, automat­ isk, baggasja, bankakonto, battarí, betala, billet, bílæt, boardingkort, café, celsius, diskussión, forstanda, frisør, fýrs, internet, konvoluttur, kovboybuksur, lekkur, lesbisk­ ur, lynlás, medisin, musikk­ instrument, neyðaggregat, oyjøssus, psykologur, resta­ uratión, room service, slett ikki, spesialitetur, telefonboks, universitet, weekend, øva v.fl. Irritera, sangarinda, útvortis, politistur Nú um dagarnar sá nýggj sponsk – føroysk skúlaorða­ bók dagsins ljós. Ritstjórar eru Randi Meitil, cand. mag. og Birgit Remmel, cand. mag. Útgevari er Orðabókagrunn­ urin. Ritstjórarnir skriva, at tað er ein pedagogisk fre­ kvensorðabók. Ein sera áhuga­ verd bók á miðnámsskúla støði. Greið og løtt í uppseting við hópin av góðum føroysk­ um orðum í týðing frá sponsk­ um máli: Chile, Mexico, baby, mascara, forelskaður, intim, frisyra, influenza, stress, betendilsi, infektión, kerlig fortvivlað, genera, irritera, idé, forføra, humor, elsk­ verdigheit, interessa, reagara, succes, nemliga, champagna, kaka, sandwich, garasja, cool, integrera, behagilig, respekt, perfekt, forferdiligt, gratis, fysikk, kemi, metematikk, biologi, geografi, pausa fótbóltsspælari, guide, wc, inspiratión, sangarinda, ideologi, politistur, insektgift, robottar, adressa, telex, spikari, gear, temperatur, kvik­ silvur, elefantur, horisontal, vertikal, parallel, útvortis, eks­ trem, virkuliga, blíva v. fl. Ein stór tøkk til hesa báðar djørvu og dugnaligu cand. mag’arnir, ið her hava megnað at skriva á lættfatiligum kveikjandi føroykum máli, sum øll føla seg heima í, tí tað eru vit ikki forvand við. Tað eru tekin í sól og mánað at tann puristiski drekin nú fær skert flog, og føroyska málið aftur vinnur sítt sjávsagda frælsi sum okkara virðiliga móðurmál, ið vit øll kunnu vera stolt av. Sjálvandi skulu vit hava málrøkt , men ikki dilettant­ iska purismu. Puristiski Drekin í tí føroyska málrúminum Regin eikhólm viðmerkingar