hósdagur 24. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2009
15
Hóast Páll á Reyna
túgvu í almennum
brævið hevur boðað
frá, at hann leggur frá
sær sum borgarstjóri
á Sandi. So verður tað
ikki á fyrst komandi
kommunustýrisfundi
Kommunal
politiKKur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Mánadagin verður komm
unustýrisfundur á Sandi.
Har varð væntað, at Páll á
Reynatúgvu, borgarstjóri á
Sandi, fór at leggja frá sær,
men soleiðis verður ikki.
– Eg havi boðað frá, at eg
fari at leggja frá mær, men
kanningararbeiði
viðvíkj
andi ákærunum og ivamál
unum eru ikki liðug enn, og
tí fari eg ikki at leggja frá
mær mánadagin, sigur borg
arstjórin.
Víðari greiðir Páll á
Reynatúgvu frá, at hann
hongir seg í ávísa orðing í
brævinum »Eg leggi kong
in«, sum gjørdist alment 7.
septembur.
– Eg skrivaði, at eg fari at
leggja frá mær á einum
komandi kommunustýris
fundi, men fyrr enn kann
ingarnar eru lidnar, fari eg
ikki at leggja frá mær, stað
festir Páll á Reynatúgvu.
Brævið varð av teimum
flestur skilt, sum at borgar
stjórin fór at leggja frá sær
á fyrst komandi kommunu
stýrisfundi, men í brævinum
stóð orðarætt: »Avgerðin
verður framd í verki á ein
um komandi kommunustýr
isfundi«.
Brandur undrast
Brandur Sandoy, kommunu
stýrislimur, sum varð valdur
á listanum hjá Páll á Reyna
túgvu, men var við til at
skriva brævið, har borgar
stjórin varð biðin at leggja
frá sær, og sum setti alt mál
ið á Sandi í gongd, heldur
tað vera stak óheppið, at
borgarstjórin ikki leggur frá
sær.
– Tað er óheppið fyri
trivnaðin í bygdini, at borg
arstjórin fyrst sigur, at hann
leggur frá sær, og so broytir
meining. Men eg væntaði
ongantíð, at hann fór at
leggja frá sær, og eg ivist
enn, um hann fer at gera
tað, sigur Brandur Sandoy.
Kann merkja fundin
Spurdir um støðan í komm
unustýrinum ikki kemur at
merkja fundin, hóast tað
bert eru mál frá nevndunum,
sum verða viðgjørd, so eru
Brandur Sandoy og Páll á
Reynatúgvu rættiliga samd
ir.
– Eg fari ikki at gera
meira burturúr, enn eg
longu havi gjørt, men víðari
veit eg ikki heilt, hvussu eg
skal siga. Tað verður upp til
kommunustýrislimirnar,
sigur borgarstjórin.
Brandur Sandoy er rætti
liga samdur við borgarstjór
anum.
– Vit viðgera málini sum
koma, og tað er borgarstjór
in, ið ger fundarskránna.
Hinvegin veit eg ikki reiði
liga, hvat meira eg skal
siga.
Men
borgarstjórin
burdi greitt okkum frá støð
uni, heldur kommunustýris
limurin.
Borgarstjórin heldur fram
Á heimsins hægstu
politisku tindum kjakast
tey nú um veðurlags
broytingar. Semja er um
at velja stór orð, men
verður semja nú eisini
um stór mál?
Orðini um at “vit doyggja”
eigur forsetin í Maldivun
um Mohamed Nasheed.
Oyggjaríkið Maldivurnar
liggur í meðal bert hálvan
annan metur omanfyri
sjóarmálan, hægsta punktið
í landslagnum er minni enn
hálvan triðja metur høgt.
Røðan hjá forseta Maldi
vanna var tann mest ber
søgna á tindinum í dag.
Hann segði bart út, at hann
var troyttur av at møta til
funda, har hann verður
settur at greiða frá, hví so
týðandi er at minka útlát og
forða fyri at heimshøvini
hækka; øll nikka og eru
samd um at ‘okkurt má
gerast’ – men eftir ráðstevn
una kølnar ágrýtni og onki
hendur. Maldivurnar hava tí
sjálvar sett sær fyri at koma
í ‘koljavnvág’ frá 2020, tvs.
nullstillað útlát við orku
sparing og at fanga kolsúrni
í skóg ella øðrum goymsl
um. Umboðandi øll tey
lágu og smáu londni heitti
hann á heimsins lond um at
seta málið til, at heimshitin
í mesta lagi hækkar hálvt
annað stig uppum støðið
áðrenn ídnaðarkollveltigina
– heimurin er longu
ornaður ¾ stig.
Nú ætli eg mær til
Kjøbinhavn!
Allan dagin snúðist kjakið
annars um ráðstevnuna ið
vera skal í Keypmanna
havn. Sjáldan man danski
høvuðsstaðurin vera so
ofta nevndur í altjóða høpi.
Men meiri týðandi var,
hvat skal standa í skjølun
um, tá fundurin í Bella
centrinum er av? Franski
forsetin Sakorzy legði upp
til, at málið skal vera tvey
hitastig, at legði aftur og
aftur dent á, at neyðugt er
at leggja skatt á tær dálk
andi fyritøkurnar – og vildi
hava undanfund í novemb
er, har tey størstu útláts
londini kunnu semjast
sínámillum udan fundin
um. Nakað av hesum er
franska trongdin at ganga á
odda, hóast formaður ES,
tann svenski Reinfeldt, var
á fundinum og skuldi
melda út vegna ES.
Mest spennandi var
(hóast tann meiri dempaða
stílin) tann kinesiska út
meldingin um at vilja áseta
‘felags men tillagaðar
skyldur’ – hetta skal helst
tulkast sum partvíst, at
Kina vil minka útlát, men
kortini vil hava pláss fyri
sínum búskaparvøkstri;
Kina vil t.d. planta øgiligar
víddir av skógi at binda
kolsúrni og verja móti øðr
um avleiðingum av veður
lagsbroyting og oyddum
viðavøkstri.
Tað fullkomna er
fíggindi hjá tí góða
Skulu vit taka nakað av
súrum útláti við, so er
vandin at roynt verður eftir
loysnum ið ikki bera til.
Umleggingar til lægri útlát
fara at kosta hundraðtals
milliardir, sjálvt tey fátøku
londini skulu helst brúka
upphæddir ið fara uppum
billiardina í okkara peng
um. Slíkar upphæddir
krevja bæði stóran stuðul
frá teimum ríkaru og at
skipað verður fyri handli
við CO2kvotum. Jú víð
gogndari málini, jú verri
verður at fremja hetta.
Munurin ímillum 1½ og 2
hitastig, munurim ímillum
350 og 450 ppm av CO2,
munurin ímillum javnvág í
2050 ella 2080 er øgiligur,
tá ið vit skulu umseta hesi
mál til avgjøld, avmarking
ar og avgerðir. Verður ikki
útint og ikki hildið eftirlit
og ikki fylgt upp, kann alt
steðga, tí ongin vil vera –
sum maldivin segði – tann
fyrsti at leypa. Maldivarnir
hava sett síni mál – og
meina tey helst, men
hvussu við Frakklandi,
hvussu við restini av ES,
hvussu við menningarlond
um ið vilja minka um
fátækradømi og svongd
samstundis, hvussu við
kreppuraktum londum við
arbeiðsloysi?
Eisini spyrja fleiri,
hvussu við alternativum?
Er kanska betri at goyma
kolsúrni, sproyta sjógv upp
í loft at skapa fleiri skýggj
ella á annan hátt byrgja
fyri sólini? – er CO2
útlátsminkan veruliga
einasta og rættasta málið?
Og so er størsti
spurningurin loksins: hvat
við USA?
Barack Obama vildi ikki
tosa um mál og mátbarar
eindir. Denturin hjá honum
var á, at USA ger meira
enn nakrantíð, at íløgur
verða gjørdar sum ongan
tíð fyrr, at arbeiðspláss,
vinna og sparingar fyri
brúkaran eru í at fara frá
(útlendsku) oljuni til var
andi orku, orkusparingar
og strangari krøv. Hetta
kann vera ábending um, at
hann longu hevur givið
uppat at vera við í Keyp
mannahavnarskjalinum,
men kann eisini vera fyri
reiking til at fáa landsmenn
at taka undir við tillaðing
um – tí tær loysa seg!
Sigandi var tó, at tey
stóru amerikansku bløðini
morgunin fyri ráðstevnuna
gjørdu nógv burturúr
stríðnum hjá Obama við
guvernørin í New York (vil
hava hann ikki at stilla
uppaftur) og støðu hansara
til onnur innanríkismál,
men valla nevndu veður
lagstindafundin – eisini
hóast óvanliga nógv regn
hevur ført við sær mikla og
sjálsama flóð millum
annað í statinum Georgia –
amerikumenn ræðast helst
skatt verri enn flóðaldur.
Kári á Rógvi,
løgtigsmaður
Vit doyggja!