hósdagur 24. september 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnudagurin '09
Nr. 182 - 24. september 2009
Eik Banki (2007):
Áræði at ganga
nýggjar leiðir
Eik Banki
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í grundgevingunum fyri at veita Eik Banka heiðurin sum
Ársins Virki, segði dómsnevndin, at felagið hevur víst
framfýsni og áræði at fara út um kenda, gamla virkisøki,
og fyritøkan hevur tryggjað hesa gongd við at lagt stóran
dent á leiðslumenning og útbúgving av starvsfólki.
- Fáar føroyskar fyritøkur koma undir heitið “born
global”, skilt á tann hátt, at tær fata allan heimin sum sítt
virkisøki. Síggja vit burtur frá okkara fiskaútflutnings-
fyritøkum, liggur marknaðurin hjá føroyskum fyritøkum
at kalla burtur av í Føroyum. Vanar og mangan
avmarkandi lógir og reglur gera sítt til, at vit halda
okkum innan eingjargarðarnar. Vit minka um seglini, tá
byrurin heima ikki er tann besti og klára so dánt at fylgja
við, tá tíðirnar aftur gerast góðar her heima. Fleiri av
okkara stóru, gomlu fyritøkum eiga av tí sama styrki og
íbornar møguleikar, sum ikki verða troyttir nóg væl, eitt
nú á størri marknaði. Tað er váðaleysari at halda seg til
tað gamla, kenda, men avkast og avbjóðingar verða
hareftir.
Um Eik Banka segði dómsnevndin, at nútímansgjørdar
kappingarreglur og vaksandi altjóðagerðin skapa
fyritreytir fyri broytingum uttan tó at fremja tær. Tað
tykist neyðugt við ungari, væl útbúnari leiðslu og
starvsfólki. Men tá kann alt henda. Knappliga tykist alt
gjørligt, ið fyrr var óhugsandi. Vit síggja gamlar fyritøkur
skifta ham og fáa arnarflog, ið ber tær langt út í onnur
lond at gera nyttu og fáa innløgu. Undangongan fær aðrar
fyritøkur at fylgja eftir; summar við at skifta eigara og
leiðslu, og aðrar bert við at yngri, alheimshugsandi kreftir
taka við.
- Eik Banki hevur verið skjótt vaksandi í fleiri ár, og
fíggjarligu úrslitini hava verið framúr góð. Fyritøkan
verður roknað sum eitt avbjóðandi arbeiðspláss og er sera
attraktiv fyri arbeiðstakarar.
Dómsnevndin var ikki í iva um at velja Eik
Banka til Ársins Virki 2007.
Thor
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í grundgevingunum fyri at
veita reiðarínum Thor í
Hós vík heiðurin sum Ársins
Virki, vísti dómsnevndin á,
at fiskivinnan er okkara
høvuðsvinna. Hon er beinið
hjá okkum at standa á. Men
livandi tilfeingið, sum fiski-
vinnan hvílir á, er skiftandi
og við hvørt svikaligt. Vit
hava gjørt ymiskar royndir
at fáa onnur bein at standa
á, eitt nú við farmaskipa-
vinnu og alivinnu.
- Vónir eru um annað til-
feingi undir Føroyum enn
fisk, og fólk eru spent um
úrslit av royndarboringum.
Skal ein møgulig komandi
oljuvinna fáa vinnuligan
týdning fyri land og fólk, er
ein fyritreyt, at vit vinnuliga
búgva okkum til at taka
aktivan kappingarføran lut í
vinnuni.
Dómsnevndin
fegnast
um, at fleiri føroyskar fyri-
tøkur og samtøk eru virkin
á oljumótum í Evropa og
víðari úti í heimi.
- Tað hevur gingist teim-
um so mikið væl í kapp-
ingini, at tey á jøvnum føti
við
dugandi
útlendskar
kappingarneytar
kunnu
bjóða seg fram í tí oljuvinnu,
sum stundar til her heima.
Dómsnevdin var tí samd
um at velja eitt av hesum
virkjum, sum við seiggi,
støðugari góðskumenning
og virkni mótvegis keypar-
unum hevur ment seg á
altjóða marknaðinum fyri
tær tænastur, sum tað hevur
lagt seg eftir at veita.
- Thor hevur støðugt hev-
ur brotið upp úr nýggjum.
Felagið hevur lagt seg eftir
ótraditionellum fiska sløg-
um og fiskileiðum við
góðum úrsliti, og hevur um
somu tíð við hegni fjøltáttað
sítt virksemi til eisini at
fevna um tænastur innan
olju leiting, har tað veitir
hjálparskipatænastur
til
frálandavinnuna í 50 lond-
um kring allan knøttin.
Dómsnevndin vísir á, at
menningin er farin fram,
meðan
oljuprísurin
var
lágur, og oljufeløgini aftr-
aðu seg við at leita eftir olju
á
óvissum
oljumótum.
Menn ing er eisini farin
fram, meðan dollarvirðið
hevur verið óvanliga lágt.
- Hesar umstøður
hava ikki hildið Thor aftur í
at leggja sær eina við at
lúka øll krøv til góðsku,
umhvørvi og trygd, sum
nútímans
vinna
krevur.
Hetta hevur givið útslit, og
í dag ræður virkið yvir 22
skipum, av hesum 15 innan
oljuvinnu. Nærum 450 fólk
starvast
hjá
fyritøkuni.
Felagið hevur eisini gjørt
sáttmála
um
at
smíða
supportskip
í
Føroyum,
sigur Dómsnevndin.
FMP
vilmund@sosialurin.fo
Dómsnevndin vísti á, at
undanfarin ár hevur valið
av Ársins Virki náttúrliga
staðið millum virki, sum
gjøgnum fleiri ár hava
prógvað sítt virði í mun til
tað
metingargrundarlag,
sum nevndin brúkar.
- Men við tí opinleika og
gjøgnumskygni, sum nú er
tøkt
og
alment,
eru
møguleikarnir fyri vali av
Ársins Virki vorðnir víðari,
enn teir hava verið. Eins og
undanfarin ár, hevur aftur í
ár verið trupult at valt í
mill um tey virki, sum
kunnu koma upp á tal.
Í 2005 gjørdi nevndin tí
av at heiðra eitt nýtt virki,
sum framum onnur hevur
lagt seg eftir at ganga
nýggj ar leiðir - í framleiðslu,
vøruvali og útflutningi.
- Hetta hevur eydnast
FMP (Faroe Marine Pro-
ducts) við góðum fíggjar-
ligum úrslitum. Í javnbýttum
samstarvi við útlendskar
fyritøkur við kunnleika um
marknað og tøkni, hevur
Høvdavirkið
troytt
lítið
brúktar partar av tí tilfeingi,
sum er tøkt í Føroyum.
Dómsnevndin sigur, at
Høvdavirkið eisini er tæn-
astufyritøku hjá fiska virkj-
um, sum bjóðar eina heild-
arloysn fyri høvd og ryggir,
sum hon turkar og selir á
nigerianska marknaðinum,
har serliga turkaðu høvdini
eru ein delikatessa.
- Høvdavirkið gagnnýtir
hita, sum annars hevði farið
upp í royk, og virkið hevur
gjørt stórar íløgur í ar -
beiðssparandi tøkni og digi-
tala stýring av góðskuni.
Stýriskipanir og fleiri av
maskinunum eru mentar til
Høvdavirkið, og onkur er
enn eindømi í heiminum.
Dómsnevndin segði, at
Høvdavirkið støðugt roynir
at finna nýggjar framleiðslur
og marknaðir fyri at kunna
bjóða føroyskum og út -
lendskum virkjum innan
fiskivinnu
og
alivinnu
tænastur at virka nýggjar
og kendar vørur til ser-
marknaðir.
- Talan er sostatt um týð-
andi
undangongu
innan
føroyska fiskavirking, segði
dómsnevndin, sum soleiðis
ikki var í iva um Ársins
Virki í 2005.
Thor (2006):
Breyt upp úr nýggjum
Faroe Marine Products (2005):
Nýggj framleiðsla og marknaðir
Vinnararnir av Ársins
Virki 2000–2007