Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnudagurin '09 Nr. 182 - 24. september 2009 Reyni SeRvice Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bilafyritøkan Reyni Service hevur leingi verið kend sum ein tann fremsta bilasølan í Føroyum. Hetta er ikki minst vegna góða kunda­ tæn astu. Hetta viðurkendi Vinnudagurin alment í 2004, tá fyritøkan Reyni Service varð vald til Ársins Virki. Men eitt er at umboða eitt bilmerki sum Toyota. Annað er at byggja upp eina vælvirkandi sølu­og tæn astufyritøku. At veita viðskiftafólkum eina góða tænastu, hevur samstundis givið virkinum góð úrslit. ­ Viðurkenningin er eitt úrslit av einum drúgvum og miðvísum arbeiði, sum vit hava gjørt her í fyritøkuni. Hetta er ein virðismeting av tí, vit hava stríðst fyri. Tað segði Eivind av Reyni, stjóri, eftir at fyri­ tøkan hjá teimum hevði fingið henda heiður. Í sínari grundgeving fyri at velja Reyni Service til vinnara í kappingini um Ársins Virki, legði dóms­ nevndin dent á, at virkið, sum fær henda heiður, skal hava givið eitt gott fíggj­ arligt úrslit. Tað skal vera sterkt og støðugt. Samanborið við undan­ farin ár, fall valið í 2004 ikki á eitt virki, sum so ella so er knýtt at fiskivinnu ella útflutningi. Reyni Service er hinvegin talan um eitt innflutn ings­ virki, sum vendir sær móti føroyska brúkaramarkn aði­ num, sum selir eina vøru, men sum harafturat hevur lagt seg eftir at geva við­ skiftafólkunum eina góða tænastu ­ alt við einum góðum úrsliti. ­ Tit kunnu siga, at tað at veita viðskiftafólkunum eina góða tænastu er ein sjálvfylgja. Men her heima er hetta tíverri ikki altíð so. Í mun til nógvar aðrar fyritøkur hevur Reyni Service valt at raðfesta hesa sjálvfylgju á hægsta stigi. Tað hevur givið úrslitið. Hóast viðskiftafólkini vita, at Reyni Service ikki altíð liggur lægst í sjálvum prísi­ num, koma viðskiftafólkini kortini aftur til hetta virkið. Tað er tí, at vøran sjálvandi er so nógv annað enn bara bilurin, segði dómsnevndin, sum legði aftrat, at Reyni Service ikki bara selir ein bil, men eitt tænastukonsept. Tí er virkið í hesum ein fyrimynd á økinum. Vaðhorn Seafood (2003): Lítið virki stóran heiður vaðhoRn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Vinnudegnum í 2003 legði lítla saltfiskavirki á Hulki á Strondum øll hini fiskavirkini aftur um seg og gjørdist Ársins Virki. Vaðhorn er eitt lutfalsliga lítið fiskavirki, men tey, sum arbeiða har, eru sera dugnalig. Dómsnevndin segði í 2003, at Vaðhorn er eitt virki, sum við ógvuliga hepnari hond hevur lagt seg eftir at virka eina serliga vøru. Tað eru fá virki, sum eftir støddini hava eitt so gott rakstrarúrslit at vísa á, ár eftir ár, sum Vaðhorn hevur. – Góðu úrslitini stava ikki frá, at virkið hevur funnið eitt loynimið. Heldur er uppskriftin, at virkið hevur lagt seg eftir at gera eina serliga vøru til nakrar útvaldar keyparar, og eftir hesum hevur virkið lagt alt sítt virksemi til rættis. – Virksemið hjá Vaðhorn er lagað eftir ynskjunum hjá viðskiftafólkunum, og við einum nútímans hugtaki kann virkið sigast at vera eitt ”just in time” saltfiskavirki. Dómsnevndin segði, at virkið á Hulki hevur dugað at bygt upp eitt dygt samstarv við útlendskar keyparar, og tað hevur eisini dugað at laga innkeyp og framleiðslu eftir teirra eftirspurningi. Vaðhorn hevur eisini dugað at hildið fast í teir góðu keypararnar. ­ Saltfiskur er ein gomul siðbundin vøra, men tey hava verið mong, sum spáddu, at henda vøra fór at fara í søguna. Men føroysku virkini, eitt nú Vaðhorn, hava gingið á odda at endurnýggja øll liðini í hesi vøru ­ heilt frá rávøru til keypara, so at hon hóskar til nútímans brúkaran. Fram um onnur virki innan hesa framleiðslu, hevur Vaðhorn dugað at fingið fíggjarlig úrslit burtur úr tí sera góða umdømi, sum føroyski saltfiskurin hevur á marknaðunum í Suðurevropa. Dómsnevndin segði, at úrslitið hjá virkinum fyri hvørt kilo av ráfiski skarar framúr, sammett við onnur fiskavirki, og nevndin ivaðist sostatt ikki í at velja Vaðhorn Seafood til ársins virki í 2003. vónin Vilmund Jacobsen ­ Eg má siga, at eg hevði ikki væntað, at vit fóru at fáa henda heiður í ár, serliga tá havt verður í huga, at nógvar aðrar fyritøkur eru sterkar og hava gott úrslit at vísa á. Tað segði Hjalmar Peter­ sen, sum framvegis er og var stjóri á Vónini saman við John Poulsen, tá virkið í 2002 varð kosið at vera Ársins Virki. Stjórin tók í fyrsta lagi ímóti heiðirinum, sum eitt herðaklapp til fyritøkuna og starvsfólkini, sum ar beiða hjá felagnum. ­ Starvsfólkini eru okkara størsta aktiv. Vit eru í eini vinnu, har neyðugt er við stórum fleksibiliteti, eitt nú tí, at skip koma inn við skrøddum troli ella nót og skulu hava umvælingarnar gjørdar so skjótt sum gjørligt – ella at nýggjar bílegg ingar skulu avgreiðast beinanvegin. Hetta merkir ofta nógv yvirarbeiði og skeivar arbeiðstíðir, og her hava vit verið sera hepnir við okkara starvsfólki, sum hava verið lagalig móti virk inum, segði stjórin. Virksemið hjá P/F Vónini byrjaði í 1969, tá felagið keypti ein trolara av sama navni. Tvey ár seinni ­ í 1971 ­ fóru teir undir at um æla og framleiða trol, og seks ár seinni bygdi Vónin sín fyrsta virkisbygning í Fuglafirði. Síðan er virk­ semið hjá fyritøkuni vaksið nógv. Hjalmar Petersen segði, at kappingin er so hørð, at Vónin noyðist at økja sítt virksemi fyri at standa seg. ­ Skulu vit standa okkum í kappingini, noyðast vit at kunna veita tað, sum skipini vilja hava, til eina og hvørja tíð. Tí noyðast vit at hava nógv tilfar á goymslu, sum bindir nógvan pening. Stjórin vísti á, at ein av fyrimununum hjá Vónin er góða og tætta sambandið, sum fyritøkan altíð hevur havt við fiskiflotan. ­ Tætta sambandið og sam spælið merkir, at fyri­ tøkan fær nógvar aftur­ meld ingar frá skipunum um trolini, hvat virkar væl, hvat virkar minni væl, og hvat møguliga kann broytast. Á henda hátt hava vit í meira enn 30 ár roynt at ment og tillagað okkara framleiðslu, so hon er í tráð við tað, sum skipini vilja hava, segði Hjalmar Petersen. Árið fyri, at Vónin varð kosið at vera Ársins Virki í 2002, hevði felagið eitt avlop á 11,2 miljónir krónur fyri skatt. Tórshavnar Skipasmiðja (2001): Eitt virðiligt umboð fyri føroyska vinnu SkipaSmiðja Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin. fo Á vinnudegnum í 2001 varð Tórshavnar Skipasmiðja kosin at vera Ársins Virki, og vit kunnu siga, at serstøðan hjá Skipasmiðjuni við hesum varð staðfest í grundgevingini fyri virðislønini. Í grundgevingunum hjá dómsnevndini verður sagt, at tað eru fleiri virki í Føroyum, sum lúka fyrstu treytina, sum er avlop, men Tórshavnar Skipasmiðja hevur í longri tíð givið avlop. Tórshavnar Skipasmiðja hevur eina serstøðu í føroyskum vinnulívi, og í grundgevingunum verður skipasmiðjan kallað ein “risi” í føroyskum vinnulívi. - Fyritøkan er eitt virðiligt umboð fyri føroyska vinnu og hevur væl uppiborið at verða útnevnt til ársins virki. Hetta er eitt trygt og eggjandi arbeiðspláss í støðugum vøkstri, segði dómsnevndin. havSbRún Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrsta felagið, sum varð kos ið at vera Ársins Virki í Føroyum, eftir at Vinnu­ húsið og Føroya Arbeiðs­ gevarafelag fóru undir hetta afturvendandi tiltak, var Havsbrún í Fuglafirði. Tíverri hava vit ikki funnið grundgevingarnar hjá dómsnevndini fyri at veita virkinum henda heiður, men vit hava í staðin hugt á heimasíðuna og hava soleiðis sett nøkur orð saman um virksemið. P/F Havsbrún fór undir at framleiða fiskamjøl og lýsi í 1966. Framleiðslutólini klár aðu tá at arbeiða umleið 400­500 tons av fiski um samdøgnið. Nógvar íløgur eru síðan gjørdar í fiska­ mjøls­ og lýsiframleiðsluna, og er framleiðsluorkan í dag umleið 1300 tons av fiski um samdøgrið. Í 2002 – ella tvey ár eftir heiðurin sum Ársins Virki ­ fekk Havsbrún umhvørvis­ góðkenning frá Heilsu­ frøðiligu Starvstovuni. Í góðkenningini verða krøv sett til óljóð, lukt og útlát. Í samband við endur­ nýggj an av framleiðslu­ útgerð, hevur nógv verið gjørt fyri at minka um útlátið hjá virkinum – við tí endamáli, at hetta skal verða so lítið sum møgu­ ligt. Biofar gjørdi eina um ­ hvørv iskanning av botni­ num á Fuglafirði í 2004, og henda kanning vísti sera góð úrslit. Kanningarstovan kundi staðfesta, at økini rundan um útlátini ikki eru dálkað á nakran hátt. Ein tílík kanning av botninum verður endurtikin í 2006. Saman um tikið eru um støðurnar fyri óljóð, lukt og útlát væl betrað síðan 2002. Vit kunnu leggja aftrat, at samlaða ráfiskanøgdin hjá Havsbrún í 2007 var 254.000 tons. Framleidd vórðu í fjør 59.000 tons av fóðuri, 54.400 tons av mjøli og 10.000 tons av lýsi. Samlaða sølan var 685 miljónir krónur, og talið av ársverkum var 92. Reyni Service (2004): Tænasta vinnur viðurkenning Havsbrún (2000): Vann fyrsta heiðurin Trolvirkið Vónin (2002) Tætt samband við fiskiflotan