Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnudagurin '09 Nr. 182 - 24. september 2009 Hvør verður Ársins Virki og hvør verður Ársins Átak? Starv: Stjóri í Sirri føroyar Heiti: Krambakvinna og Blómubindari Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Virki 2009? Eg haldi at vinnarin av ársins virkið 2009 skal verða Mica. Grundgeving Hevur funni eina super góða fyrit­ øku ið gevur fleiri fólkið ágóða. Hevur fingið eitt stað at verða super hugnaligt ið ikki áður varð tað og tað skapar hugna til miðbýin. Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Átak 2009? Tórshavnar býráð skal vinna ársins heitið fyri at have teirra 100 ára hald so fjørbroytt og gott. Grundgeving Tað hevur skapað hugna og fingið fleiri fólk at koma oman í miðbýin. Óluva á Lofti Starv: Sendistovan Heiti: Stjóri Hvør heldur tú skal verða Ársins Átak? ETIKA Grundgeving: Hevði tú gjørt eina marknaðar­ kanning fyri tveimum árum síðani og spurt, um Tórsbreyt fór at fáa fólk at renna ella um Etika fór at fáa fólk at eta ráan fisk, hevði niðurstøðan helst verið eitt rungandi ”nei”. Og høvdu Heðin mortensen og Johannes Jensen bygt teirra av­ gerðir á hesa niðurstøðu høvdu vit hvørki havt Tórsbreyt ella Etika í dag ­ og so hevði føroyska samfelagið og fólkaheilsan havt tað verri enn í dag. Hesir báðir lurtaðu eftir hjarta­ num heldur enn høvdinum. Og tað skal til viðhvørt. Eftirspurningur og tørvur eru ikki altíð besta grundarlagið at taka avgerðir út frá. Onkuntíð skal dirvi og árræði til at skapa tilboð, sum fólk ikki vistu seg hava tørv á. Í dag er Tórsbreyt fullsett við rennandi føroyingum og føroyingar eru farnir at eta Sushi. Etika er nýhugsan, kompomisleyst fokus á góðsku og enn eitt gott argument fyri at tað er gott at búgva í Føroyum. Allan Dalsgarð Starv: Tryggingarfelagið Føroyar Heiti: Dagligur leiðari Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Virki 2009? Føroya Banki Grundgeving Í truplum tíðum, fyri serliga bankar, hevur Føroya Banki, skýrdur av mongum at vera best rikni banki í Danska Kongaríkinum, megnað at koma við einum framúr góðum úrsliti, havt met stóran vøkstur og er komin við fleiri nýggjum tilboðum til viðskiftafólkini. Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Átak 2009? Dism fyri teirra fyrsta floks føroyska vodka og akvavit Grundgeving Føroyska fyritøkan Dism hevur torað at broti upp úr nýggjum og hevur framleitt tvær góðsku vørur, sum kunnu koma at geva eyka inntøkur til føroyska samfelagið. Einasta forðingin fyri framburi er tilafturskomni hugsanarhátturin hjá konservativum føroyskum politikarum. Heðin D. Poulsen Starv: Posta Heiti: Stjóri Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Virki 2009? P/F Hotel Føroyar Grundgeving Tí Johannes Jensen við Hvonn og Café Vágsbotn hevur skapað virksemi og lív í Vágsbotni, sum eingin áður hevur megnað tað. Harafturat eru Hotellini Føroyar og Tórshavn nú á einum støði, sum vit kunnu bjóða sjálvt krevjandi gestum. Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Átak 2009? Sushi barrin Etika á Áarvegnum í Havn. Grundgeving Typiskt Johannes Jensen: Fokus­ erað, einfalt, gjøgnumhugsað og gjøgnumført. Tað virkar bara! Sofus Clementsen Starv: FT Online Heiti: Stjóri Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Virki 2009? Bakkafrost Grundgeving Við nýhugsan og góðum handils­ skapi hevur felagið duga at siglt millum skerini í alinvinnuni og eru nú ein av føroysku alirisunum. Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Átak 2009 ? Tórshavnar Matfestivalur Grundgeving Hevur brotið upp úr nýggjum og kasta ljós á føroyska matmentan og teir møguleikar sum liggja í tí føroyska køkinum. Óli á Deild Olsen Starv: Faroe Ship Heiti: Stjóri Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Virki 2009? P/F Hvalnes (Norðborg) Grundgeving Góð úrslit, áhaldandi, støðufastir og hava duga at laga seg innan sítt øki Hvør heldur tú skal vinna heitið Ársins Átak 2009? Norðborg Grundgeving Hava víst dirvi og nýhugsan inn sítt øki í føroyskum høpi. Jóhanna á Bergi