hósdagur 24. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
vinnudagurin '09
Nr. 182 - 24. september 2009
Nú Vinnudagurin 2009 verður í morgin, og Ársins
Virki 2009 og Ársins Átak 2009 verða avdúkað,
hava vit spurt ymisk framstandandi vinnulívsfólk um
hvønn tey halda hava uppiborið hesa viðurkenning.
Starv:
Synergi
Heiti:
Stjóri
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Virki 2009?
Tað kundi verið fleiri, t.d.
Bakkafrost, Miðlahúsið, Hotel
Føroyar ella Marine Harvest
Grundgeving
Bakkafrost hevur bygt upp eitt
portiónsvirkið frá grundini og við
samanleggingini vera tey millum
stórstu framleiðarar í verðini.
Miðlahúsið hevur klára seg sera
væl, í einari harðari kapping um
eitt nú lýsarar. Hotel Føroyar er
rættur trendsetari innan sítt økið
og Marine Harvest Føroyar hevur
eisini klára seg væl, eitt nú í mun til
Marine Harvest Group. Harafturat
hava tey eitt nú fingið GlobalGap
góðkenning.
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Átak 2009?
Faroe Adventure
Grundgeving
Faroe Adventure er eitt gott boð,
tey hava veruliga gjørt nakað við
at bjóða Føroyar fram, sum eitt
veruligt Adventure land. Hetta er
eitt nýtt virkið, sum eg vænti og
vóni fer at fáa vind í seglini.
Ása Andreasen
Starv:
Magn
Heiti:
Stjóri
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Virki 2009?
Christian í Grótinum samtakið í
Klaksvík
Grundgeving
Við nýggju Norðborg hava teir enn
einaferð brotið upp úr nýggjum og
víst føroyingum vegin inn í framtíðar
vinnuhættir. Teir eru innovativir og
framskygdir samstundis sum teir
duga at vinna pengar.
Hvør heldur tú skal vinna
heitið Ársins Átak 2009?
Samstarvsavtalan millum SEV og
DONG um at brúka Føroyar sum
testlaboratorium fyri grønari orku
Grundgeving
Nýggja leiðslan í SEV hevur frá
fyrsta degi lagt dent á framhaldandi
menning av grønari orku í Føroyum,
og avtalan við DONG er ein týðandi
varði á leiðini
Hendrik Egholm
Starv:
Reyni Service
Heiti:
Stjóri
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Virki 2009?
Eg haldi at eitt gott boð kundi verði
Bakkafrost á Glyvrum.
Grundgeving
Teir hava havt góð úrslit og
miðvísan vøkstur seinastu árini.
Hava eisini duga væl at framleitt
røttu vøruna til røttu tíðina. Eitt væl
skipa virkið sum heild.
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Átak 2009?
Veit ikki rættuliga, um tað er
naka boð. Eg kom at hugsa um
”Gullhornið” v/Leif Erik Niclasen
Grundgeving
Tað er ikki beinleiðis eitt átak fyri
árið í ár, men eitt áhaldandi árligt
átak. Hann virkar ótroyttuligur
við at hjálpa teimum sum treingja
mest, so hann eigur í hvussu er ein
heiður fyri sítt áhaldandi átak eftir
at hjálpa.
Eivind av Reyni
Starv:
Eysturkommuna
Heiti:
Borgarstjóri
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Virki 2009?
Meti eg fer at vera, ella kanska eigur
at vera: TAVAN í Leirvík.
Grundgeving
TAVAN hevur í fleir ár havt góð
úrslit, meðan flest onnur fiskavirkir
hava havt trupult at fáa endanar
at røkka saman. Framleiðslan er
eisini slóbrótandi í stóran mun.
Framleiðslunøgdin og sølan hevur
eisini verið støðugt vaksandi. Alt
hetta meðan, gullaksa stovnurin
er tann einasti, mær vitandi, ið
hevur fingið góðkenning sum
burðadyggur. TAVAN hevur altíð
leita nýggjar leiðir, og hevur hetta
eydnast sera væl. Bakkafrost er eitt
annað gott boð.
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Átak 2009?
Er nógv verri at tippa um. Mær
rennur 2 virkir til hugs, men sum
nokk er ov nýggj til at vinna í ár.
Talan er um Primafisk í Leirvík, og
HSJ í Gøtu.
Grundgeving
Primafisk og teirra vøra er í skriv
andi løtu borðin út til stórar handils
ketur í Danmark. Hetta er eitt stórt
framstig, fyri útflutningin í Føroyum.
Av tí at fiskurin verður fiskaður, fram
leiddur og virðisøktur her í Føroym,
og síðandi seldur uttanlanda er sera
gott fyri Føroyska útflutningin. HSJ
er eitt nýtt firma. Heri Schwartz
er uppfinnarin av einari skipan, ið
endurvinnur hitan úr spillvatninum
í t.d. húsarhaldi. Fokus hevur verið
í nógv ár uppá hitakelduna. T.e.
hitapumpur, sólorku v.m. Har hevur
HSJ, við einari einfaldari skipan,
gjørt tað møguligt at endurvinna
mestsum allan hitana aftur, sum
fyrr fór út í kloakkina. Talan er um
brúsuvatn, uppvaskimaskinur o.s.fr.
Teir hava fingið norðurlendsk patent
uppá skipanan, og arbeiða í løtuni
við at fáa heimspatent.
Jóhan Christiansen
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Virki 2009?
Norfra
Grundgeving
Tí tað er føroyskt
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Átak 2009?
Edmund
Grundgeving
Tí tað er føroyskt
Finn Jørgensen
Starv:
Solar Føroyar
Heiti:
Stjóri
Starv:
el-in
Heiti:
Stjóri
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Virki 2009?
Føroya Bjór
Grundgeving
Gomul familjufyritøka sum
í 4 ættarlið hevur megna at
endurnýggja seg í eini sera harðari
kapping og sum hóast hesa kapping
kann vísa á ein sunnan rakstur.
Hvør heldur tú skal vinna heitið
Ársins Átak 2009?
Jón N Olsen, Fuglafirði
Grundgeving
Royndir hansara at nýta flótitrols
lemmar til fisking við botntroli,
sum sigast at spara í miðal 15% av
oljunýtsluni umframt at minka slitið
á havbotnin.
Hilmar Danielsen