hósdagur 24. september 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2009
33
Rumensku hjúnini, Monica og
Giurgio Cosmin, úr Cluj-Napoca,
vitja í Føroyum í døgunum 25.
sept. til 05.okt. Maðurin verður
vanliga róptur Cosmin. Hann kem-
ur at ferðast kring landið at greiða
frá fongsulsarbeiðinum hjá Rum-
ensku missjónini, Rescue Mission,
sum merkir bjargingarmissjón.
Rescue
Mission/Bjargingar-
missjón hevur virkað í uml.18 ár í
millum fangar í Rumenskum
fongslum, sum eru dømdir í
ymisk áramál og heilt upp til
lívlanga fongsulsrevsing. Talan er
um fangar av øllum slag, frá van-
ligum innbrotum, til neyðtøku og
manndráp.
Tað var danski landmaðurin,
Torkil Jørgensen og kona hansara
Sonja, úr Kolding, sum byrjaði
arbeiðið, eftir at Harrin hevði kall-
að hann eina náttina hann ikki
fekk sovið, undir eini vitjan í
Rumenia í 1992. Tað, sum Harrin
legði á hansara hjarta, hesa nátt-
ina, var at fara og vitja fongsli í
Rumenska býnum Aiud. So
ótrúligt tað ljóðar, so fekk Torkil,
saman við einum Rumenskum
tulki, loyvi at koma inn at hava
eitt prát við fongsulsleiðsluna.
Fyri at gera eina langa og spenn-
andi søgu stutta, so førdi hendan
vitjanin til eitt miðvíst sosialt
evangeliskt arbeiði í fleiri fongsl-
um um alt Rumenia til dagin í
dag. Torkil doyði brádliga í janu-
ar í ár, bert 56 ára gamal.
Arbeiði gjørdist størri og størri,
og fyri at skipa arbeiði meiri, so
varð
felagsskapurin
Rescue-
Mission stovnaður, og tað er
hesin felagskapurin, sum rekur
arbeiðið í dag. Missjónin er
Rumensk og er heimahoyrandi í
býnum Cluj, har teir hava
skrivstovu-
goymslu-
og
fundarhølir. Tað eru trý fólk í
Rumenia, sum arbeiða fulla tíð
innan Rescue-Mission, av teimum
er Cosmin ein. Afturat teimum
eru nógv fólk, sum geva av síni
tíð til fongsulsarbeiði, so sum at
vitja fongslini, tala, vitna, syngja,
svara brøvum frá fangum, umsita
brævaskeiðir og mangar aðrar
praktiskar tænastur.
Tá fongslini verða vitjaði, savn-
ast fangarnir í størri og minni
bólkum, frá 15 monnum til 80-90
menn, alt eftir hvat slag av fangum
talan er um. Síðani verður sungið,
vitna og tað verður lagdur stórur
dentur á, at ein greiður evangel-
iskur boðskapur verður kunngjørd-
ur. Tað verður eisini undirvíst út
frá orðinum, tí fleiri av fangunum
eru trúgvandi. Brævaskeiðir í tús-
undavís verða býtt út, og teir, sum
ikki eiga eina bíbliu fáa eina
bíbliu frá Rescu-Mission. Eisini
verða gávur býttar út, so sum
andaktsbøkur, brævbjálvi við frí-
merki og brævpappíri, pennur,
toiletpappir, sápa, hosur og aðrar
neyðsynjarvørur.
Arbeiði er góðkent av Rumenska
løgmálaráðnum, og øll 39 fongsl-
ini í Rumenia eru opin fyri Res-
cue-Mission, men Cosmin sigur,
at teir kunnu ikki vitja øll fongsl-
ini, tí tað hava teir ikki orku til.
Cosmin hevur lisið løgfrøði, og tí
er hann betur fyri at geva fang-
unum fagliga hjálp, tá teir koma
út aftur í gerandisdagin.
Tað eru túsundavís av brøvum
frá fangum, arkiveraði á skrivstov-
uni hjá Rescue Mission í Cluj.
Hesi brøv innihalda alt slag av
dramatiskum persónssøgum, har
fleiri søgur enda við, at viðkom-
andi fangi hevur funnið nýtt lív í
Kristusi. Tá hugt verður í bak-
spegilin hesi seinastu 18 árini, er
tað ein stórur skari av fangum,
sum eru komnir til persónliga
trúgv. Nakrir eru komnir út og
fleiri sita enn, har nakrir aldri
sleppa út. Fangarnir, sum hava
tikið við trúgv á Jesus koma sam-
an við øðrum fangum til bøn og
bíbliulestur.
Fongsulsleiðslan sigur, at síðani
Rescue-Mission byrjaði eitt mið-
víst sosialt-evangeliskt arbeiði í
fongslunum, er tilstandurin og
moralurin millum fangarnar vorð-
in nógv betri. Hetta og mangt
annað fer Cosmin at vísa okkum
og greiða frá á møtum kring landi
teir næstu dagarnar. Cosmin kom
ógvuliga tíðliga upp í arbeiði.
Seinastu árini hava føroyingar
verið við í arbeiðinum: Hans Ják-
up á Lava úr Havnini, sum býr í
Danmark, Svenning av Lofti og
undirritaði. Vit hava bjóðað Cos-
min og konuni at koma til Føroyar
at siga frá arbeiðinum. Vit fara at
heita á fólk um at møta væl upp
til møtini og at bjóða øðrum at
koma við.
Fyrireikararnir ynskja, at ferðin
í Føroyum má vera við til at vekja
fólk at stuðla og biðja fyri arbeið-
inum. Ein konto er stovnað í Eik
banka, har tað er møguleiki at
flyta gávur inn á, um ein ynskir at
stuðla arbeiðinum. Eisini ber til at
hitta Cosmin persónliga eftir
hvørt møti. Ein skal viðmerkja
við
gávuni:
Fongsulsmissjón.
Heiti á kontoini er: Fongsulsmissj-
ónin í Rumenia -Rescue Mission.
Kontonummarið er 9181 1512066
Eisini er ein donsk konto: Reg.
1569 Konto: 0 005 323 452 Við-
merkjast skal: Fængselsmission
Møtiskráin: Fríggjakvøldið 25.
sept. Ungdómsmøti í Berøa, Salt-
angará kl. 21, leygarkvøldið 26.
sept. í skúlanum í Kollafirði kl.
20, sunnudagin 26. sept. Berøa,
Saltangará kl.11.30, sunnukvøldið
27. sept. í Mizpa á Eiði kl.18,
mánakvøldið 28. sept. Evangeliið-
húsið í Tórshavn kl.20, týskvøldið
29. sept. Nebo á Toftum kl.19,
mikukvøldið 30. sept. Siloa í
Fuglafirði kl.19.30, hóskvøldið
1. okt. Nazaret í Kaldbak kl.20,
fríggjakvøldið 2. okt. Hebron í
Norðdepli kl.20, leygarkvøldið 3.
okt. Bygdarhúsið á Sandi kl.20,
og sunnukvøldið 4. okt. Ebenezer
í Tórshavn kl. 18.
Poul Jóhan Djurhuus
trúboðari
gjaranes@olivant.fo
Forvitnislig vitjan úr Rumenia
- fongsulsmissjónin í Rumenia
Merkisdagar
60 ára føðingardagur
Mánadagin 21. sept. fyllir Eirikur Samuelsen, Haldórsvík, 60 ár. Dagurin verður hildin í
Avhaldshúsinum leygarkvøldið 26. sept. kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
60 ára føðingardagur
Hósdagin 1. okt. verður Maria Blábjørg 60 ár. Føðingardagurin verður hildin heima frá
kl. 15. Øll eru hjartaliga vælkomin.
65 ára føðingardagur
Fríggjadagin 25. sept. verður Kaja Jacobsen, Kambsdalur, 65 ár. Føðingardagurin verður
hildin heima leygardagin 26. sept. frá kl. 10 fyrrapartin. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 20. okt. fyllir Johan Thomasen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður hildin 3.
okt., frá kl. 15 í heiminum hjá Elin og John Thomasen.Fornarett 13. í Trongisvági. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 27. sept. kunnu hjúnini Sigrid og Hans Martin Tausen á Argjum halda
gullbrúdleyp. Tey, sum ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin til eina hugna-
liga løtu við kakuborði í Evangeliihúsinum
Tróndargøta 36, frá kl 19 til 22.
Giurgio Cosmin
Her eru Hans Jákup og Poul Jóhan saman við fangum eftir eitt møti
Dagurin
24. september. Tekla,
deyð umleið ár 100.
Hon hevði hoyrt
ápostulin Paulus
prædika og varð
umvend. Hóast hon varð
illa forfylgd, slapp hon
undan hvørja ferð og
doyði friðarliga 90 ára
gomul.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Andlát og jarðarferðir
Hans Christoffur Vil
helmsen, Tórshavn, van-
liga nevndur Doffa, andað-
ist á Landssjúkrahúsinum
týskvøldið, 86 ára gamal.
Dagmar Nolsø Burchard,
ættað úr Sumba, búsitandi
í Keypmannahavn, andað-
ist sunnudagin, 85 ára
gomul. Jarðarferðin verður
úr Grundtvigskirkjuni leyg-
ardagin 26. sept. kl. 12.
Andlát og jarðarferðir
nøvn