Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. september 2009 VB/Sumba fekk tveir mans riknar av vøllinum og TB misti ein, tá TB í gjárkvøldið fór úr Vági við trimum stigum. TB heldur tí fast um kósina í uppflytingarstríðnum, sum nú er munandi hert Tað gekk hart fyri seg, tá VB/Sumba og TB í gjárkvøldið spældu granna- og toppuppgerð í 1. deild hjá monnum. Við einum sigri hevði VB/Sumba møguleika at staðfesta sína støðu sum uppflytari, meðan TB hinvegin hevði alstóran tørv á teimum trimum stigunum, um teir skuldu halda fast um sína kós í uppflytingarstríðnum. Tað var heimaliðið, sum fekk betri byrjanina, og eftir bar sjey minutt- um høvdu teir eisini lagt seg á odda við einum máli frá Jón Krosslá Poulsen. Tann støðan helt sær til steðgin, men so gekk heilt galið. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk TB brotsspark, sum Bassena sendi í kassan, og tá VB/Sumba samstundis fekk mann riknan av vølli, gjørdist trýstið móti heimaliðnum stórt. Bara 12 minuttir seinni varð aftur brotsspark, og enn einaferð var Bassena tryggur skjútti. Eftir hetta leikaði hart á báðar vegir, og í hitanum, sum var á vøllin um, tó at veðrið ikki var tað lýggjasta, fingu liðini hvør sín mann riknan av vølli, soleiðis at manntalið – umframt dómaratríbólkin – bert taldi 19, tá dysturin var av. Á Sandi hevði B71 ikki stórvegis trupulleikar við at basa botn- proppinum, MB, og nú bendir alt á sera tætta kapprenning seinastu tvey umførini av 1. deild. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk B71-MB 5-1 (1-1) 1-0: Clayton Soares 1-1: Jack Johansen 2-1: Guðbjörn A. Sæmundsson 3-1: Guðbjörn A. Sæmundsson 4-1: Símin Hansen 5-1: Jónsvein Thomsen Skála-Víkingur 0-0 VB/Sumba-TB 1-2 (1-0) 1-0: Jón Krosslá Poulsen 1-1: Josef Bassene br.sp. 1-2: Josef Bassene br.sp. Reyð kort: Henning Joensen, VB/Sumba, Karl Lisberg, VB/Sumba, Heini Mortensen, TB FC Hoyvík-NSÍ 0-3 (0-0) 0-1: Eddie Mikkelsen 0-2: Sonni L. Petersen 0-3: Karl Løkin HB-B68 2-2 (1-1) 0-1: Jónreid Dalheim 1-1: Óli Restorff Hansen 2-1: Jákup Slættalíð FAKTA TB aftur á uppflytarakós 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 25 14 - 6 - 5 60 40 20 48 2 B71 25 13 - 7 - 5 56 35 21 46 3 HB 25 13 - 6 - 6 55 35 20 45 4 TB 25 13 - 5 - 7 53 43 10 44 5 B68 25 10 - 6 - 9 61 49 12 36 6 NSÍ 25 9 - 6 - 10 44 49 -5 33 7 Víkingur 25 7 - 10 - 8 38 35 3 31 8 Skála 25 8 - 5 - 12 36 38 -2 29 9 FC Hoyvík 25 9 - 1 - 15 31 53 -22 28 10 MB 25 2 - 2 - 21 27 84 -57 8 Tað gekk hart fyri seg á Eiðinum í Vági, men við trimum stigum hongur TB framvegis væl við í uppflytingarstríðnum Mynd: Dagfinn Olsen Ársins fótbóltsveitsla í Bowlinghøllini sunnukvøldið 4. oktober Sosialurin og Rás2 skipa fyri ársins fótbóltsveitslu. Allir leikarir í Vodafonedeildini, 1. Deild kvinnur, nevndarlimir, venjarar og hjálparfólk og dómarar eru boðin við og kunnu tekna seg til veistluna, við at senda ein teldupost til: fotboltsveitsla@sosialurin.fo innan mikudagin 1. oktober. Navn og eftirnavn skal viðmerkjast í teldupostinum. Frá kl 19.00 verður ókeypis buffet, men ein má gjalda fyri drykkivørurnar Tekna teg til veitsluna við at senda ein teldupost til: fotboltsveitsla@sosialurin.fo innan 1.oktober NomiNeRiNgAR: Ársins stjørnuskot: Vodafonedeildin og 1. Deild kvinnur Ársins leikari: Vodafonedeildin og 1. Deild kvinnur Ársins málverji: Vodafonedeildin og 1. Deild kvinnur Ársins venjari: Vodafonedeildin og 1. deild kvinnur Ársins dómari skrÁ Dyrnar í Bowlinghøllini lata upp kl. 19.00 Vinnararnir verða kunngjørdir kl. 20.00 Tónleikur og hugni