hósdagur 24. september 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 23. september 2009 – Nr. 181 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35
ÍF gevur
Bartali
leikbann
Eftir hending í dystinum
móti HB sunnudagin
hevur nevndin í ÍF tikið
avgerð um, at Bartal
Eliasen ikki verður á
vøllinum í dystinum móti
EB/Streymi
Undir dystinum millum ÍF og HB,
sum ÍF vann 3-0, var ein
hending, sum ikki akkurát var
tað, sum sømir seg best á einum
fótbóltsvølli.
Bartal Eliasen var á veg av
vøllinum til viðgerð eftir harðan
stoyt í hornasparksstøðu. Á veg
út av vøllinum eru fleiri
HB-viðhaldsfólk, sum rópa eftir
spælaranum, og í hitanum
verður ein ávísur fingur rættur
móti HB-viðhaldsfólkunum.
Í tíðindaskrivi staðfestir
nevndin í ÍF, at ein spælari sum
Bartal Eliasen hevur ein týðandi
leiklut sum fyrimynd, og at
nevndin ikki góðtekur slíkan
atburð á vøllinum. Tí hevur
nevndin valt at geva Bartali
leikbann til dystin móti EB/
Streymi, sum verður nú komandi
sunnudag.
Samstundis inniheldur
tíðindaskrivið eina umbering frá
Bartali Eliasen til
HB-viðhaldsfólkini.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Bartal Eliasen verður ikki
partur av ÍF-hópinum, sum
sunnudagin skal spæla
útidyst við Margáir
Meistarar og
steypavinnarar tjóvstarta
hondbóltslandskappingina,
tá H71 og Neistin hittast
longu leygardagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygardagin verður farið undir
2009/2010
útgávuna
av
hondbóltslandskappingini.
Fyrsti
dysturin
verður
longu
leygardagin, tá H71 og Neistin
hittast. Upprunaliga skuldi dysturin
spælast klokkan 16 sunnudagin,
men fótbóltsbrakið í Gundadali
millum HB og KÍ hevur fingið feløgini
at flutt hondbóltsuppgerðina, sum
annars vildi staðið í skugganum av
fótbóltinum.
Eisini verður ein kvinnudystur
leygardagin, tá VB og Neistin hittast
í Vági.
Sunnudagin verða aftur fleiri
dystir á skránni. Hjá monnum spæla
tá Kyndil-StÍF og KÍF-VÍF, meðan tað
hjá kvinnum bert er talan um tann
eina dystin sunnudagin. Nevnliga
tann í Klaksvík millum Stjørnuna og
VÍF. Mánadagin spæla Tjaldur og
StÍF triðja dystin í fyrsta umfarinum
av Sunset-kappingini.
Aðra staðni á síðuni skrivað vit um
sáttmálan hjá Sol Campbell við
Notts County, har samstarvið
slitnaði eftir bert ein dyst.
Hetta er tó ikki einasta dømi um
sáttmálar, sum rættiliga skkjótt eru
slitnaðir, og niðanfyri nevna vit 10
av teimum kendastu.
1. Dietmar Hamann, Bolton
Á sumri í 2006 helt Sam Allardyce
seg hava gjørt kvettið, tá hann fekk
fatur á týska landsliðsspælaranum
upp á frían transfer. Sjálvur segði
Allardyce, at hetta var besti
handilin, sum nakran tíð hevði
gjørt, men Hamann var ikki heilt av
somu áskoðan. Í øllum førum valdi
hann 24 tímar seinni at skifta til
Manchester City.
2. Sol Campbell, Notts County
Eftir bara ein dyst slitnaði fimm-ára
sáttmálin, sum Sol Campbell hevði
gjørt við nýríka og høgt satsandi
Notts County. Felagið, sum spælir í
fjórðu bestu ensku deildini, hevði
annars lokkað við eini vikuløn upp
á £40.000, men Campbell hevði
eisini roknað við, at fleiri aðrir
klassaspælarar skuldu koma til
felagið. Og tá tað ikki hendi, gjørdi
hann av at slíta sáttmálan.
3. Hameur Bouazza, Sivasspar
Fyrrverandi Fulham-spælarin
skrivaði í august mánaði í ár undir
sáttmála við Sivasspor. Men eftir
bara ein dyst fyri felagið kom hann
eftir, at honum dámdi einki í
Turkalandi, og tí boðaði hann
felagnum frá, at hann gavst.
4. David Unswort, Aston Villa
Verjuspælarin skifti í 1998 frá West
Ham til Aston Villa fyri £3 mió, men
har kom hann ongan tíð á vøllin.
Hann var annars í felagnum í ein
mánað, men hann spældi ongan
dyst, og fyri sama prís keypti
Everton spælaran heima á
Goodison Park.
5. Ali Dia, Southampton
Graeme Souness helt seg hava
gjørt kvettið, tá hann hevði keypt
systkinabarnið hjá George Weah at
fylla tómrúmið eftir Matthew Le
Tissier í Southampton. Talan
gjørdist tó bara um 20 minuttir á
vøllinum, har Ali Dia ikki sannførdi
nakran sum helst, áðrenn Souness
skifti hann út. Og síðani er vist
eingin, sum hevur sæð nakað
serligt til hansara innan
fótbóltsheimin.
6. Christian Vieri, Sampdoria
Vieir var kendur fyri at skifta felag
ofta, men teir 35 dagarnir í
Sampdoria vóru toppurin av
hesum. Sampdoria hevði annars
keypt sterka áleyparan frá Monaco,
men góðan mánað seinni var
skiftið til Atalanta veruleiki.
7. Clive Allen, Arsenal
Arsenal keypti í 1980 evnaríka
unglingin fyri £1,25 mió, sum tá var
ein ørandi upphædd. Tað gekk tó
ikki eftir vild, tí úrslitini stóðu ikki
mát við evnini, og eftir tveimum
mánaðum í Arsenal varð hann
skiftur um við verjuspælaran, Kenny
Samson.
8. Marco Boogers, West Ham
West Ham keypti í 1995 Boogers
fyri £800.000, men hann fekk bara
tveir dystir í troyggjuni. Í seinna av
hesum dystunum fekk hann reytt
kort fyri eina ógvusliga tackling
móti Gary Neville, og síðani slapp
hann ongan tíð aftur á liðið.
9. Robert Jarni, Coventry
Kroatiski verjuspælarin varð í 1998
seldur úr Real Betis í spania til
enska Coventry fyri £2,6 mió. Hann
spældi tó ongan dyst fyri felagið,
men varð ístaðin seldur til Real
Madrid fyri £3,35 mió. Ein góður
handil hjá Coventry, men í Betis
vóru tey ikki blíð, tí teirra ætlan var
ongantíð, at spælarin skuldi skifta
til Real Madrid.
10. Robbie Keane, Liverpool
Liverpool keypti í fjør summar
Robbie Keane frá Tottenham fyri
£20,3 mió. Talan var tó um eitt
vánaligt hálvt ár á Anfield, har
Keane ongan tíð beit seg fastan, og
í vetrarsteðginum keypti
Tottenham spælaran aftur fyri £12
mió. Alt eftir avrikum í Tottenham
kann upphæddin tó vaksa til £19
mió.
Hondbólturin byrjar leygardagin
H71 og Neistin hava flutt sín dyst, soleiðis at hesin nú verður spældur leygardagin klokkan 16
Top-10
Gavst eftir ein dyst
Sol Campbell, sum óvæntað skrivaði sáttmála við Notts County í summar, er longu
givin í felagnum. Hann spældi bara ein dyst. Tað er annars bert ein mánaður síðani,
at Sol Campbell skrivaði undir sáttmála, sum gav honum eina løn upp á knappa
hálva millión krónur um vikuna frá nýríka felagnum, sum ætlar sær at kappast við
tey stóru um fá ár. Sáttmálin hjá Sol Campbell skuldi verið galdandi fyri næstu fimm
árini, men talan gjørdist altso bert um tann eina dystin, tá Notts County leygardagin
tapti 2-1 á útivølli móti Moracombe í triðju bestu ensku deildini. Eftir hetta hevði
fyrrverandi landsliðsspælarin fingið nokk. Íløgurnar hjá felagnum í nýggjar spælarar
vóru ikki tær, sum Campbell helt seg hava fingið lyfti um frá leiðsluni, og týsdagin
segði hann endaligt farvæl við felagið.
Enda fótbóltsárið við manér
Ársins fótbóltsveitsla verður í Bowlinghøllini sunnukvøldið 4.
Oktober. Sosialurin og Rás2 skipa fyri ársins fótbóltsveitslu í
samstarvi við Bowlinghøllina á Hálsi í Havn. Allir spælarar í
Vodafonedeildini, 1. deild kvinnum, nevndarlimir, venjarar og
hjálparfólk og dómarar eru boðin við til Ársins Fótbóltsveitslu.
Hesi kunnu tekna seg til veistluna, við at senda ein teldupost til:
fotboltsveitsla@sosialurin.fo, innan mikudagin 1. oktober. Navn og
eftirnavn skal viðmerkjast í teldupostinum. Tað er Sosialurin, sum
stendur fyri atkvøðugreiðsluni, og tey, sum greiða atkvøðu, eru
sum vant liðskiparar og venjarar hjá ymsu feløgunum.