hósdagur 24. september 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36 tíðindi
Nr. 182 - 24. september 2009
- Hetta er ein
stórur heiður fyri
MicroDrop Aqua og
uppfinnaran Finn
Lebech, sigur Súni
á Dalbø, nevndar-
formaður í føroysk-
donsku fyritøkuni,
sum nú væntar sær
altjóða gjøgnumbrot
við nýggjari tøkni
Heiður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Slóðbrótandi tøkni til sót
treinsan og aðra viðgerð av
vatni, sum uppfinnarin Finn
Lebech hevur ment í sam
starvi við eitt nú føroyskar
íleggjarar, fær nú viður
kenning í Danmark.
Hetta er greitt, nú fyri
tøkan MicroDrop Aqua er
útnevnd til ársins fyritøku í
HøjeTaastrup kommunu,
har Michael Zigler, borgar
stjóri, í gjár handaði heið
urslønina á umhvørvisráð
stevnu.
Vatnveitingarloysnir
HøjeTaastrup kommuna er
ein
av
45
sonevndum
“klimakommunum” í Dan
mark. Ein kommuna kann
nevna seg klimakommuna,
tá hon hevur bundið seg til
at minka CO2útlátið við
2% um árið fram til 2013.
Hetta er eitt tiltak, sum hev
ur samband við stóru veður
lagsráðstevnuna í Keyp
mannahavn seinni í ár.
Í
HøjeTaastrup
virka
nógvar stórfyritøkur og
stovnar, teirra millum Tekno
logisk Institut og Patent og
Varemærkestyrelsen.
Í grundgevingini fyri at
útnevna MicroDrop Aqua til
ársins
fyritøku,
leggur
kommunan dent á vatnveit
ingarloysnir við orkuspar
ing, sum kann vera heili 90
95% í mun til aðrar loysnir.
Víst verður eisini á teir
stóru
møguleikar,
sum
MicroDrop Aqua hevur at
gera seg galdandi á heims
marknaðinum
við
rein
tøkniloysnum.
Stórur heiður
Nevndarformaður í Micro
Drop Aqua er Súni á
Dalbø.
Hann ásannar, at hetta er
ein
stórur
heiður
fyri
fyritøkuna og uppfinnaran,
Finn Lebech.
Í løtuni fyrireika vit okk
um til luttøku á fleiri altjóða
handsilsstevnum
innan
vatnviðgerð, eitt nú í Eystur
evropa og Miðeystri.
Súni á Dalbø sigur seg
vænta altjóða gjøgnumbrot
um stutta tíð við nýggjari
tøkni, ið betrar og minkar
munandi um kostnaðin á
vatnreinsing.
Enn eitt klapp
Nevndarformaðurin fegnast
eisini um eitt annað herða
klapp,
sum
MicroDrop
Aqua hevur fingið.
Eitt dómarapanel saman
sett við umboðum fyri
Dansk Vand og Spilde
vandsforening (DANVA),
Forening af Vandværker i
Danmark (FVD), Scandi
navian Society for Trench
less Technology (SSTT),
Spildevandsteknisk Foren
ing (STF) og Dansk Miljø
teknologi hevur júst givið
reintøknini hjá MicroDrop
Aqua tríggjar stjørnur – av
trimum møguligum.
Súni á Dalbø heldur, at føro
yskdanska fyritøkan Micro
Drop Aqua soleiðis gongur
spennandi tíðum á møti.
Føroysk-donsk
fyritøka heiðrað
fyri reintøkni
Súni á Dalbø er nevndar
formaður í MicroDrop Aqua,
sum kann gera seg galdandi
á heimsmarknaðinum við
reintøkniloysnum
Vatn
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri stuttum keypti Tórs
havnar
Kommuna,
sum
tann fyrsta kommunan í
Føroyum, eitt vatnverk frá
MicroDrop Aqua.
Hetta er ein ”pakkaloysn”
til Norðradals, har alt tað
tøkniliga varð latið í einum
sokallaðum tøknihúsi, sum
var klárt til uppsetan.
Jákup á Lag, sum um
boðar MicroDrop Aqua í
Føroyum, sigur, at hetta er
ein sera ómakaleysur máti
at seta upp vatnverk.
Eg havi góðar vónir um,
at føroyingar fara at taka
undir við tí nýggju tøknini
ikki minst tí, at vit hava
ein trupulleika við tað, at
drekkavatnið er ikki nóg
reint í flestu kommunum.
Jákup á Lag sigur, at so
vítt, sum hann veit, er tað
bert
Norðradalur,
ið
garanterað lýkur øll ES
krøv um reint drekkavatn.
Flest øll munnu taka
undir við, hvussu umráðandi
tað er, at drekkavatnið lýkur
øll heilsufrøðilig krøv og er
væl og virðiliga sóttreinsað.
Reint vatn hevur stóran týdning
- Drekkiðvatnið er ikki nóg reint í flestu kommunum, sigur Jákup á Lag, sum umboðar
MicroDrop Aqua í Føroyum
Føddi risababy á 8,7 kilo
Ein kvinna frá Indonesia hevur føtt ein drong sum vigaði ikki minni enn 8,7 kilo. Sum nakað heilt ókent
gekk kvinnan heilar 12 mánaðar við barninum, áðrenn tað kom til verðina. Drongurin er eisini 62 senti
metrar langur. Langa tíðin var viðvirkandi til, at drongurin var føddur við keisaraskurði. Føðingin fór fram á
einum sjúkrahúsi í norðara parti av Sumatra. Sambært føðilæknum var tala um eina trupla føðing. – Støddin
á barninum gjørdi føðingina trupla. Beinini vóru ógvuliga stór, sigur Binsar Sitangang við ensku sjónvarps
støðina Sky News. Læknin heldur, at mamman kann hava havt sukursjúku, og at barnið tí hevur fingið óvan
liga nógva glukosu, sum so hevur ført til óvanligu støddina. Eftir føðingina hevði drongurin trupulleikar við
andanum, men hevur tað nú gott, skrivar ekstrabladet.dk.