hósdagur 24. september 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
tíðindi
Nr. 182 - 24. september 2009
Eitt dómarapanel hevur júst givið reintøknini hjá MicroDrop
Aqua tríggjar stjørnur – av trimum møguligum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vatn verður jú brúkt sum
matvøra og í matvøru
framleiðsluni, bæði í vinn
uni og í húsarhaldinum.
Hann vísir á, at um vatnið
ikki er sóttreinsað nóg væl,
kann spilla taka seg upp.
Ikki minst, nú slaktið
kemur fyri, eiga vit at geva
vatngóðskuni ans – eisini við
atliti til botulismu, sum trívist
væl í vatni, sigur Jákup á
Lag, umboð hjá MicroDrop
Aqua í Føroyum.
Fyri trimum
mánaðum síðan
fingu teir bestu
partrolararnir eini
400.000 pund av upsa
eftir einari viku. Nú
liggur veiðan um sløk
300.000 pund fyri
sama tal av døgum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin landaðu par
trolararnir Rókur og Lerkur
290.000 pund á landingar
miðstøðini hjá Beta í
Saltangará.
Týsdagin var eitt annað
par, Jaspis og Ametyst,
inni, og teir høvdu 140.000
pund av upsa.
Fara vit aftur til endan
av seinastu viku, løgdu par
trolararnir Bakur og Stelk
ur veiðina upp fríggjadagin.
Teir høvdu 290.000 pund
av upsa.
Á
landingarmiðstøðini
hjá Beta siga tey, at upsa
veiðan hjá partrolarum hev
ur verið heldur lakari sein
astu tíðina, enn hon annars
hevur verið tað mesta av
hesum árinum.
Hetta plagdi at vera
góð tíð til upsa, men eisini
í fjør sóu vit nøkulunda
sama mystur, har veiðan
var heldur slakari um júst
hesa tíðina. Síðan tók góða
upsaveiðan seg uppaftur,
tá tað leið nakað longur út
á heystið.
Fyri umleið trimum mán
aðum síðan fingu teir bestu
partrolararnir eini 400.000
pund av upsa eftir einari
viku.
Nú liggur veiðan hjá
somu skipum um sløk
300.000 pund fyri sama tal
av døgum. So, upsaveiðan
er sum heldur nakað lakari
í løtuni, enn hon hevur
verið tað mesta av hesum
árinum, siga tey á land
ingarmiðstøðini hjá Beta.
Fáa minni av upsa
Bakur og Stelkur
fiska fram úr væl og
ikki minst, tá veiðan
hjá partrolarum sum
heild er lakari enn
vanligt, gera hesir
báðir ísfiskatrolararnir
oftast túr kortini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast gulllaksavirkið Tavan í Leirvík herfyri læt almenningin
vita, at virkið nú varð hildið uppat við at keypa og virka
gulllaks í hesi vertíðini, hevur virkið kortini keypt fýra
lastir aftrat.
Polarhav og Stjørnan, sum landa í Saltangará í dag, hava
360.000 pund av gulllaksi, sum Tavan keypir.
Hetta er soleiðis annar túrurin hjá hesum skipum, síðan
Tavan annars ætlaði at gevast.
Hin fyrra túrin av tveimum høvdu skipini 420.000 pund
av gulllaksi og 40.000 pund av upsa.
Nú verður lagt um, og áðrenn Polarharv og Stjørnan aftur
fara á upsaveiði, skal okkurt smávegis gerast, sum fer at
taka eina lítla viku ella so.
Gjørdu tveir túrar aftrat
Prógv fyri vatni á mánanum
Tríggir ymiskir bólkar av granskarum hava sambært norska
blaðnum VG funnið greið prógv fyri, at vatn finst á mánanum.
Allir tríggir granskarabólkarnir eru komnir tikl somu niðurstøðu,
vísir ein frágreiðing, sum viðurkenda tíðarritið Science kunngerð
fríggjadagin. – Tá vit tosa um »vatn á mánanum«, snýr tað seg ikki
um vøtn, men um vatnmolokylir blandað við støv á yvirflatuni á
mánanum, sigur Carle Pieters frá ivy leagueuniversitetinum
Brown á Rhode Island.
Snýttu seg til
dýran Porsche
Ein ung kvinna og maður eru ákærd fyri groft svik.
Við følskum pappírum útvegaðu tey sær ein luksu
sbil til 800.000 krónur. Talan var um ein Porsche
Cayenne, og haraftrat svikaðu tey sær til eina grav
kúgv. Tey vórðu framsett í grundlógaravhoyring
hósdagin ákærd fyri grovt svik og dokumentfalsan,
sigur løgreglan í Keypmannahavn við BT.dk