hósdagur 24. september 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 182 - 24. september 2009
A
nna Sofía hevur eisini
sína søgu, sum vit
kunnu greiða frá. Hon er
ættað úr Leynum, og tað
fyrsta vit vita um hana er,
at hon tænir hjá
amtmanninum í 1834.
Hesin var tá Frederik
Ferdinand Tillisch, sum var
amtmaður 1830-37. Hann
var ein rættuligur
framburðsmaður. Millum
annað virkaði hann fyri tí
fríhandli, sum vit fingu í
1856. Tað var eisini hann,
sum tók stig til at stovna
Føroya Sparikassa í 1832.
Hann royndi seg eisini við
nýskipanir innan skúla-
skap. Eitt stig hjá honum
var at senda eiðismannin
Hanus Andreassen, sum
var lærari í Havn, til Eiðis
at vera lærari.
Hetta hevði ta áhuga-
verdu avleiðing, at eiðis-
fólk í takksemi kallaðu
børn síni upp eftir Tillisch.
Tiskil eru tað enn í dag
eiðisfólk sum eita Frederik
og/ella Ferdinand.
Hevur Anna Sofía verið
hjá amtmanninum aftaná
1837, so hevur hon eisini
arbeitt hjá Christian Pløy-
en, ein annar av teimum
framúrskarandi amtmonn-
unum, sum hava verið í
Føroyum.
Leiðari á
handarbeiðsskúlanum
Í hvussu er árini 1850,
1855, 1860 og 1870 hevur
Anna Sofía verið lærari við
handarbeiðsskúlan í Havn,
sum hevur verið eitt serligt
tiltak tá í tíðini.
Undan honum var
arbeiðsskúlin, sum hevði
sína bestu tíð millum 1830
og 1836. Ein hópur av vad-
mali og teppum vóru virk-
að og skúlin lat mestapart-
in av líninum, sum sjúkra-
húsið nýtti aftaná, at tað
var endurbygt í 1829.
Meðan Fríðrikur krún-
prinsur var her, setti hann á
stovn handarbeiðsskúlan,
og í 1845 varð ásett, at
hesin skúli skuldi yvirtaka
ognirnar hjá arbeiðsskúlan-
um. Tískil hevur Anna
Sofía verið við frá byrjan
sum fyristøðukvinna.
Endamálið við skúlanum
var at læra næmingarnar at
tøta og seyma lín.
Anna Sofía hevur ivaleyst
verið millum næmingarnar
á arbeiðsskúlanum. Annars
hevði hon neyvan havt
førleikan, ið kravdist at taka
eitt slíkt starv uppá seg.
Framíhjá hevði hon ein
lítlan handil, møguliga í
Fútastovu, sum var nevnd
Skúlabutikkin. Har seldi
hon vørur, ið vóru virkaðar
í handarbeiðsskúlanum.
Anna Sofía bað í 1865 av
heilsuávum um at sleppa
frá sum leiðari av skúlan-
um. Helst hevur hon hildið
áfram sum lærarinna, tí
hon stendur í fólkateljing-
ini í 1870 at vera lærarinna
við skúlan.
Skúlin hevði ein kvinnu-
ligan nevndarlim, Madam
Djurhuus, og man hon vera
fyrsti kvinnuligi nevndar-
limur í almennari nevnd í
Føroyum. Í 1863, tá Anna
Sofía framvegis var leiðari,
blómaði skúlin eitt skifti,
og tá vóru heilir tríggir
kvinnuligir nevndarlimir
Maria Holten, Johanna
Finsen og Eva Lützen.
Hølini hjá skúlanum
vóru eisini nýtt til onnur
endamál. Í 1865 var skúlin
nýttur til gudstænastur,
meðan kirkjan var umvæld.
Fundir og sjónleikir vóru
eisini hildnir í salinum sum
tók 70 fólk.
Eftir Onnu Sofíu tók
Vilhelmina Effersøe við,
og her var hon so leingi
sum skúlin var til umleið
1880.
Gravsteinurin merkir, at
Anna Sofía hevur verið
nakað serligt. ”Vanlig”
fólk fingu neyvan
gravstein í 1800-talinum.
Afturat hesum var hon
ógift og hevði hvørki
eftirkomarar ella systkin í
Havn at taka sær av slík-
um. Tí mugu tað hava
verið tey, sum hava hildið
hana havt ein gravstein
uppibornan. Kanska fólk
við sambandi til skúlan.
Abbasystir Christian
Holm Jacobsen
Anna Sofía var dóttir
bóndan Jákup Jacobsen, f.
1782, sum festi 18. juni
1802. Mamma hennara var
Elsa Joendóttir Weihe,
fødd 1788 í Søldarfirði.
Anna Sofía var elst av
systkjunum. Mamman var
bert 18 ár, tá ið hon fekk
hana. Tey vóru í minsta
lagi átta systkin, hvørs
eftirkomarar hava í nógv-
um førum gjørt vart við
seg í Føroyum. Ein beiggi
gekk burtur 15 ára gamal,
men hini seks vórðu gift og
fingu eftirkomarar.
Tað ber bert til at nevna
onkran teirra. Ein sonur
var Johan Hendrik Jacob-
sen f. 1811. Tvær systar
vóru eldri, og tá hann var
elsti sonur, tók hann við
garðinum eftir pápan í
1842. Hann giftist í 1833 í
Kvívíkar kirkju við Mette
Maniella Helena Holm f.
13.11.1806. Hon var dóttir
prestin í Kvívík, Niels
Lassen Holm, sum fyrr er
umrøddur í hesi røð.
Seinni giftist hann við
Ellen Rasmussen f. 29.
november 1818 í Søldar-
firði.
Við fyrru konuni fær
Johan Hendrik átta børn og
við teirri seinnu trý børn.
Av hesum eru so átta
gift. Tískil man tað vera
ein stórur skari av fólki,
sum er ættað frá systkjun-
um hjá Onna Sofíu.
Her er so bert pláss til at
nevna ein í hesi ætt, sum
Anna Sofía var abbasystir
hjá, og tað er Christian
Holm Jacobsen. Pápi
hansara var Poul Christian
f. 1847, sonur Johan Hend-
rik og Mettu Manellu í
Leynum. Mamman hansara
var Jacobina Egholm f.
1856 í Streymnesi.
Christian Holm gjørdist
ein av okkara fremstu
vinnulívsmonnum tíðliga í
undanfarnu øld. Hann fekk
ikki skúlagongd men gekk
til skaldið Jóan Petur uppi í
Trøð at læra at lesa, skriva
og rokna.
Christian Holm fór til
Havnar at læra til skómak-
ara, men hann fylgdi ikki
orðatakinum ”skomager
bliv ved din læst.”
Her skal verða nevnd
søgan um, tá ið Christian
Holm fekk í lag, at Skipa-
felagið fekk fyrsta Tjaldur.
Hann fór til Danmarkar
at hitta kenda reiðaran
H.N. Andersen, kendur
sum stjóri á reiðarínum
ØK.
Hann setti seg í bíði-
rúmið millum nógvar fínar
menn, sum eisini høvdu
ørindi til stjóran. So eina-
ferð kemur hann í hurðina
og sigur, at nú hevði hann
tosað við nóg nógvar stjór-
ar og aðalstjórar. Nú kundi
hann hugsa sær at tosa við
ein skómakara, og tá slapp
Christian Holm fram at.
Sloppið var, og teir fingu
fyrsta Tjaldur uttan at
skula leggja nakað út.
Millum aðrar fyritøkur,
sum Christian Holm er
knýttur at, kunu nevnast
Sjóvinnubankin, tann fyrsti
Skálaberg, Ananu, skipið
við størstu manning í
Føroya søgu, Uvak og
sildamjølsverksmiðjan í
Kollafirð.
Christian Holm var eisini
virkin í politikki. Hann var
ein stovnari av Vinnuflokki-
num, og var eisini ting-
maður í eitt skeið 1936-40.
Anna Sofía kann saktans
vera errin av sínu stóru
ætt!
Keldur:
Jens Marius Hentze,
Sámali Skoruni, Petur
Háberg og Viggo
Christiansen.
Anna Sofía tænti hjá
Tillisch amtmanni
Tað elsta fólk við lesiligum gravsteini í gamla kirkjugarð man vera Anna Sofie Jakobsen, sum er fødd í 1806. Havi
ikki sæð gravstein við innskrift áðrenn hetta ár, hóast tað eru eldri gravsteinar, har innskriftin ikki sæst
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
ANNE SOPHIE JAKOBSEN
F. I LEINUM
2. JUNI 1806
D. I THORSHAVN
15. MAI 1877
Anna Sofía tænti hjá
amtmanninum Frederik
Ferdinand Tillisch (1801-
1889), sum fleiri eiðismenn
eru uppkallaðir eftir
Nýggju og gomlu amtmanshúsini, har Anna Sofía tænti
Handarbeiðsskúlin helt til Fútastovu sum í dag er íslendsk
sendistova
Komandi partur
Í komandi parti
eru frásøgn um
Rasmus Effersøe
Anna Sofía var abbasystir
Christian Holm Jacobsen
(1887-1966)