Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 224 - 20. november 2001 Nr. 224 - 20. november 2001 31 Thomar Arabo fólkatingsvalevni Javnaðarflokkdins Vit mugu ikki gera sum Tjóðveldisflokkurin ætlar, og biða og bøna danska Fólkatingið um virðing og viðurkenning. Tað er nakað vit hava uppiborið, og so er ikki meira at siga um tað. Sambandið og Tjóð- veldið vilja báðir forða fyri einari loysn í sjálvstýris- spuringinum. Tjóðveldis- flokkurin sigur, at einki uttan fullveldi ber til, og Sambandsflokkurin sigur alt uttan teir verða loys- ingarfólk. Fullveldisætlan lands- stýrisins er dottin niðurfyri, og at fara niður á Fólkating í avmakt og royna at fáa teir at hjálpa í nøkrum sum man ikki klárar at finna semju um í Føroyum er stór skomm. Vit skulu halda høvdið høgt og mennast á sjálv- stýrisleið við einari hóv- ligari loysn, ið ein breiður meiriluti av fólkinum tekur undir við. Ein fólkatings- sessur má ikki blíva eitt stað, har grenj og undir- brotligheit ræður sosum nýggja ættarliðið í Tjóð- veldisflokkinum ætlar. Allir føroyingar vita hvønn veg man skal - vit skulu økja um sjálvstýri. Tað er bara Tjóðveldis- menn, ið vilja longur enn flest onnur á loysingar- leiðini, men tað burdi ikki forðað fyri, at teir kundu komið til eina semju við Javnaðarflokkin ið fekk teir nakað áleiðis, heldur enn støðuna sum nú er íkomin, har vit ongan veg koma. Ivast tú ikki í, at Føroyar eru ein tjóð, so vel Javn- aðarflokkin. Tjóðveldis- flokkurin má ivast í hesum - hví annars spyrja danska Fólkatingið eftir? Eyðun Elttør Fólkatingsvalevni Sjálvstýrisfloksins Fyrstu veljarakanningarnar í sambandi við fólka- tingsvalið komandi geva greiðar ábendingar um at sterka polariseringin mill- um fullveldi og samband heldur fram. Og í slíkari polarisering er torført hjá einum hóvligum Sjálv- stýrisflokki at standa seg. Tað er tó ikki bara í Føroyum at miðflokkarnir eru kroystir. Við Berlin- múrinum doyði vanliga hugsjónarliga stríðið mill- um høgra og vinstra í Europa. Europeiski veljarin leggur dent á vælferð og skilagóðar praktiskar loysnir heldur enn hug- sjónarligar parolur. Stutt sagt: veljarafjøldin er har, sum miðflokkarnir altíð hava verið. Trupulleikin er bara, at flokkar bæði á vinstra- og høgravonginum - eisini føroyskir flokkar - nú siga seg liggja á miðjuni. Lat meg tí ávara veljaran móti at halda, at flokkar skifta ham eftir stuttari tíð. Veruligan, hóvligan miðpolitikk fáa tit bara við at velja ein flokk, sum altíð hevur sæð tað sum sína uppgávu: - at byggja brýr, - at mýkja fastlæstur støður, og - at finna hóvligar loysnir, sum tæna føroyska fólkinum. Søguliga hevur hetta verið uppgávan hjá Sjálvstýris- flokkinum og hetta er eisini uppgávan í verandi sam- gongu. Tí legði Sjálvstýris- flokkurin rygg til at fáa sjálvstýristilgongdina aftur á kós eftir at fullveldis- leiðin rendi seg fasta. Í verandi samgongu um- situr Sjálvstýrisflokkurin almanna- og heilsumál um- framt olju- og um- hvørvismál. Eg skal stutt siga eitt sindur um olju- og umhvørvismálini: Karmarnir um eina før- oyska oljuvinnu, bæði hvat lógum og umsiting við- víkir, eru fingnir uppá pláss; fyrsta útbjóðingar- umfar er avgreitt og olju- leitingin er byrjað. Fyrstu úrslitini hava ikki víst stórar nøgdir av olju, men prógva hinvegin, at olja og gass verða tilevnað í før- oysku undirgrundini. Úr- slitini frá eini boring til aðra gera, at framstig allatíðina verða gjørd og góðar vónir eru um, at vit einaferð loysa gátuna um, hvussu kolvetni flyta seg í undirgrundini og tá finna nøgdir, ið tað loysir seg at framleiða. Til ta tíð kunnu vit fegn- ast um, at føroyingar og føroyskar fyritøkur longu hava prógvað, at hetta er ein vinna, har vit kunnu vera við. Eitt aðalmál í sambandi við førda olju- politikkin hevur verið, at kappingarførið heima skal vinna okkum marknaðir í okkara grannalondum. - Tað er tí við gleði, at eg havi kunnað staðfest, at einstakar føroyskar fyritøk- ur longu eru í ferð við at gerast partar av oljuvinnu uttanlands. Á umhvørvisøkinum verður grundarlag lagt fyri einum meira heilskaptum umhvørvispolitikki kom- andi árini. Við støði í eini frágreiðing um náttúru- og umhvørvisviðurskifti fer løgtingið um stutta tíð at hava aðalorðaskifti um umhvørvismál, og vónandi er hetta byrjanin til eina hægri raðfesting av um- hvørvismálum. Havi í hes- um sambandi eisini hug at nevna, at arbeitt verður við at yvirtaka havumhvørvis- málini og vónandi kann hetta avgreiðast um stutta tíð, hóast fólkatingsvalið møguliga seinkar yvirtøku- gongdini. - Eg havi lagt dent á, at yvirtøkan av havumhvørvismálunum verður framd í góðum sam- starvi við danskar myndug- leikar, tí nútíðar umhvørv- ispolitikkur er tætt knýttur at altjóða viðurskiftum, har vit í verandi ríkisrættarligu støðu verða umboðað av donskum myndugleikum. Eingin ivi er kortini um, at vit eisini í altjóða høpi sjálvi eiga at verja okkara egnu umhvørvisáhugamál. Síðani vit fingu heima- stýri fyri meira enn fimti árum síðani, eru fáar sam- gongur skipaðar uttan at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið við. Nú sigur ein samfelagsfrøðingur at brúk er ikki fyri Sjálvstýris- flokkinum longur. Einki kann vera skeivari: uttan Sjálvstýrisflokkin endar alt politiskt stríð í Føroyum í reinum blokk- politikki, har sjálvstýris- málið gerst eitt svarthvítt stríð millum samband og fullveldi og búskaparligi politikkurin gerst ein hug- sjónarlig oyðimarkargongd millum høgra- og vinstra- loysnir. Fólkatingsvalið verður mett at geva eina ábending um løgtingsvalið komandi. Tí er ógvuliga umráðandi, at øll sjálvstýrisfólk leggja innanhýsis ósemjur aftur- um og fara á val 20. no- vember fyri í verki at vísa, at føroyskur politikkur hev- ur brúk fyri einum veru- ligum miðflokki - hevur brúk fyri flokkinum, sum altíð leggur rygg til tær hóvligu, praktisku loysnir- nar. Loysnirnar, ið tæna føroyingum best. Veljið Sjálvstýrisflokkin. Turið Sigurðardóttir valevni Tjóðveldisfloksins Tjóðveldisflokkurin vil á fólkatingi eins og heima í Føroyum stríðast fyri staðfesting av føroyskum tjóðarrættindum. Hetta skal tryggja okkara heimarætt og okkara virkisrætt mill- um heimsins tjóðir. Ikki allir flokkar leggja dent á hetta, Javnaðar- og Sam- bandsflokkurin siga tað ongan týdning hava, tí, siga teir, vit vita okkara millum at vit eru ein tjóð, tað er óneyðugt at siga tað hart, hóast hanin gelur. Ja, góðu javnaðar- og sambandsfólk, tað fløvar, at tit í hjartanum viðurkenna at vera føroysk tjóð. Tað er bara ikki nóg mikið í nútíðarligu heims- kringini at vera samd um hetta innantanna. Til fullan myndugleika í samskiftum við onnur lond krevst form- ligur, skjalfestur, altjóða viðurkendur rættur. Og tann rætturin er enn ikki í okkara egnu hondum, hann er í øðrum hondum nevni- liga donskum, og harvið eru vit heft. Hetta darvar okkum í politisku, mentan- arligu og vinnuligu menn- ingini. Tjóðskaparrørslan kom til Føroyar úr Danmark og festi djúpar røtur her. Hon hevur stríðst fyri føroyskari mentan, sjálvbjargni og sjálvsvirðing í 100 ár og tað ger hon enn. Í 1910, tá ið hart leikaði á móti tí før- oyska undir sambands- meirilutanum, segði Símun av Skarði í "Hugsan mín á tingi": Blindaða fólk, sum livir í trúgv, at hetta valdið skal reisa títt búgv! Tú sært ei ta stóru sálarneyð, at líðandi glíður tú mót tínun deyð’, at dýrasta ogn tín traðkast í skarn, at heimleyst verður títt egna barn. Alla farnu øld helt stríðið fyri heimarættinum fram. Í 1984 skrivaði Erlendur Patursson: Vit mugu venda okkum ímóti, at land okkara er gjørt til "område", og ímóti, at tjóð okkar er gjørd til útlendingar, sum búgva í hesum "område". Enn eru vit "område" so skjótt, sum talan er um uttanlandsviðurskifti, og tað er tað alla tíðina í dag. Tjóðveldisflokkurin gong- ur á odda í tí grundleggj- andi stríðnum fyri at broyta hetta, og tíðin er við okk- um. Tíðin kallar á Føroya fólk, eins og summar- morgunin kallar fram fuglasang og døgg. Aðrir føroyskir flokkar merkja tað eisini og teir flyta seg. Tjóðveldisflokkurin hevur gjøgnum tíðina lagt lunnar undir stórmál, sum hinir flokkarnir síðani hava fylkt seg um og tikið undir við - sjómarkið, undirgrundin - og nú er búningartíðin komin hjá tí størsta mál- inum - fullveldismálinum. Vit koma ikki longri í búning sum tjóð undir donskum yvirræði. Vilja vit ikki træna, standa í stað og fara aftur sum tjóð - hóast kanska rík við pengar -, so er at taka fullan myndug- leika yvir okkum sjálvum og okkara ognum. Tíðin er búgvin til ein fulltiknan føroyskan politikk og av- bjóðingarnar hann setur. Tá kunnu vit fáa ein javn- aðarpolitikk, ið er annað enn at javna ójavnar við donskum pengum, ein borgaraligan politikk, sum ikki leggur ein part av ábyrgdini uttanlands. Simulator-skeiðið er liðugt! Tíðin er komin, til at føroyingar taka við landi sínum. FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Virðing er ikki nakað man biður um - tað er nakað man hevur uppiborið! Fólkatingsvalið 20. november 2001 Tíðin er komin Johan Dahl Valevni Sambandsfloksins Hvat er galið við okkum føroyingum - ella er nakað galið? Hvat í allari víðu verð skal øll henda øsingin um fullveldi, evsta rætt, og hvat tað annars alt eitur til? Í mínari verð - hon er kanska ikki so sofistiker- að, sum hjá teim útvaldu - kann tað einans enda við, at vit gera eina annars sera vælvirkandi skipan ógjør- liga at liva við. Vit hava jú nærum allar teir fyrimunir, sum hugsast kunnu. Vit hava alt tað, eitt hvørt nýmótans, framkomið samfelag hevur, umframt alt tað, nógv onnur kundu hugsað sær. • Vit hava okkara egna lóggevandi vald (Løg- tingið) • Vit hava okkara egnu stjørn (Landsstýrið) • Vit hava okkara egna stjørnarleiðara (Løg- mann) • Vit hava okkara egna mál (Føroyskt) • Vit hava okkara egna flagg (Merkið) • Vit skipa okkara egna lógarpolitikk • Vit skipa okkara egna vinnupolitikk • Vit skipa okkara egna umhvørvispolitikk • Vit skipa okkara egna mentunarpolitikk • Vit skipa okkara egna almennapolitikk • Vit skipa okkara egna útbúgvingarpolitikk • Vit ráða yvir øllum til- feingið í havinum uttan um okkum • Vit ráða sjálvir fyri hvussu tað verður gagn- nýtt • Vit ráða sjálvir yvir øllum inntøkum • Vit skipa sjálvir fyri eftirliti og trygd • Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagn- nýta part av teirra til- feingi • Vit samráðast við onnur lond um marknaásetingar • Vit samráðast við onnur lond um handilsavtalur • Vit ráða yvir øllum tilfeingi í undirgrundini • Vit lóggeva um ræðis- rættindini av tilfeingi í undirgrundini • Vit gera avtalur um gagn- nýtslu av tilfeinginum í undirgrundini • Vit skipa sjálvir øll um- hvørvis- og trygdarkrøv • Vit ráða sjálvir yvir møguligum oljuinntøk- um • Vit eru longu í neyvum samstarvi við annað land (Danmark) • Vit avgera sjálvi í hvønn mun hetta samstarv virkar (Okkum til besta) • Vit kunnu til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar, uttan at vera limir. • Vit kunnu til eina og hvørja tí og á einum og hvørjum stað kalla okkum Føroyingar • Vit eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heim- inum. • Vit eru ein tjóð, og vit eiga eitt land. Tað einasta, sum er til hind- urs fyri at reksa alt fleiri fyrimunir er hugflog og plásstrot. Tað skal einans polittiskt hugflog til at gera hesa framúr støðu uppaftur betri. Hinvegin skal einans tvørrandi polittiskt hugflog til at gera støðuna verri. Tað er júst hetta, vit hava upplivað seinastu trý árini. Alt tað álit millum okkum og danir, sum tað hevur tikið skilamonnum øldir at byggja upp og betra hevur hendan samgongan megna at nærmast avhøvdað. Kann milliardin gagna (blokkstuðulin ) samfelagið okkara? Tann spurningurin kann svarast við nøkrum spurn- ingum - og tað kundu saktans verið fleiri: • Eru umstøðurnar hjá okkara gomlu optimalar? • Eru pensjónsviðurskiftini í lagi? • Eru sjúkrahúsvirðurskift- ini í lagi? • Eru ansingarviðurskiftini í lagi? • Er samferðslukervið nóg nógv útbygt? • Eru samferðslutólini til- lagað nútíðarkrøvum? • Kunnu vit verða nøgd við ikki at geva alla frálæru í Føroyum? • Er tað í lagi, at vit ikki megna at menna og stuðla føroyskari ment- an? • Er tað í lagi, at onki granskingarumhvørvi finnst í Føroyum? • Er tað í lagi, at fólkið knógvar undir skatta- byrðum? • Er tað í lagi, at høvuðs- vinnutólið er gamalt og niðurslitið? • Er tað í lagi, at sjóvegis- sambandið við umheimin er ein útflutningstrupul- leiki? • Er tað í lagi, at vit framvegis ikki hava møguleika fyri farma- flutningi loftvegis? Jú, so sanniliga kann ein milliard brúkast við skyn- semi og samstundis tæna landi og fólki. Sambandsflokkurin vil verja og tryggja vælferðar- samfelag í tøttum sam- starvið við hinar báðar partarnir av ríkisfelags- skapinum . Val tykkara tann 20. novembur er sera umráð- andi fyri framtíð okkara. Sambandsflokkurin vil áhaldandi tosað søk Føroya fólks á fólkatingi, tí er júst tín stemma umráðandi fyri okkum. Vel SAMBANDS- FLOKKIN tann 20. no- vember. Malan Helgadóttir fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin Undir tí politiska orðaskift- inum í útvarpinum sunnu- kvøldið t.11. í hesum er tað orðaskiftið ímillum Vil- helm Johannesen og Sámal Petur í Grund, sum eg havi hug at gera eina viðmerk- ing til. Vilhelm Johannesen spurdi hvussu tað ber til, at deildir á Landssjúkrahús- inum ár undan ári verða stongdar í nakrar mánar hvørt ár. Sámal Petur í Grund svaraði, at tað ikki er grundað á sparingar, men at soleiðis velur leiðslan á sjúkrahúsinum at leggja arbeiði til rættis, og tað fór hann sum landsstýrismaður ikki at blanda seg uppí. Eg havi bara hug at for- telja Sámal Peturi, at tá sjúkrahúsið stongir deildir, verða fleiri av sjúkling- unum skrivaði út til Heima- røktina at taka sær av, og eru hesir sjúklingar ofta sera røktarkrevjandi. Hesi seinastu árini og serliga síðsta summar, hev- ur Heimarøktin ikki havt orku til at veita brúkarum í skipanini reingerð. Og nógv hevur verði tosað og skrivað um hetta óskil. Hesi seinastu árini og serliga hetta seinasta árið er bíðitíðin eftir hjálpitólum frá Hjálpartólamiðstøðini longd við mánaðum. Og er eisini nógv tosað og skrivað um hetta óskil. Eg spyrji bara, hvussu landstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum kann lata vera við blanda seg uppí, tá sjúkrahús- leiðslan velur at steingja deildir, sum ikki eru grund- aðar á sparingar, og senda deyðasjúk ella avlamin fólk heim, sum bæði hava tørv á hjálpitólum, sum ikki er til at fáa fatur á, og hava tørv á sera nógvari røkt. Eitt vita vit, at tað verða ikki tey sjúku og teirra avvarðandi, sum hava orku til at gera vart við støðuna, men hava kanska bert orku til at konstantera, at soleið- is er støðan. Hvussu leingi skulu vit í Føroyum akseptera, at okk- ara veiku og sjúku vera við- gjørd á ein so mannmink- andi hátt, tá tað ikki eru pengar sum mangla í hesum landið? FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Hví slíkt rumbul??? Vit kunnu ikki góðtaka at deyðasjúk og avlamin verða send heim, tí sjúkrahúsdeildir verða stongdar Jákup Lamhauge Valevni Sambandsfloksins Aftaná seinasta løgtingsval fingu føroyingar hina so væl kendu fullveldissam- gonguna millum Fólka- flokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hesir flokkar hava brúkt alla sína orku og tíð uppá fullveldismálið, meðan flest øll onnur átrokandi mál í samfelagnum eru løgd til síðir – ja beinleiðis eru niðurfyrst. Málið hevur verið og framvegis er føroyskt fullveldi – kosta hvat kosta vil. Danmarkarferðir samgongunar Allir føroyingar kenna mongu Danmarkarferðir samgongunnar og tey úrslit sum samgongan hevur fingið burtur úr stríðnum um føroyskt fullveldi – nevniliga at teir eru aftur- komnir sum av torvheiðum – onki fet á sjálvstýrisleið – tíbetur, halda flestu før- oyingar sambært meininga- kanningarnar sum verið hava. Sambandsflokkurin tilreiðar at koma til hjálpar Sambandsflokkurin, sum hesi árini hevur verið í and- støðu, hevur staðiliga ávara ímóti fullveldisætlanini hjá samgonguni, tí flokkurin er fullvísur í, at um ætlan samgongunnar verður veru- leiki, so verður tað til óbótaligan skaða fyri før- oyska samfelagið. Sambandsflokkurin heldur fast við støðu sína um, at limaskapur okkara í danska ríkinum hevur verið til almikið gagn fyri føroya fólk og vil flokkurin tí gera alt fyri at ríkisfelags- skapurin verður varðveittur. Sum eitt alternativ til politikkin hjá fullveldis- samgonguni hevur Sambandsflokkurin tí tilevnað eitt nýskipanar- uppskot sum m.a. hevur hesi punkt: At heimastýrisskipanin skal endurnýggjast. At ríkisrættarligu viður- skiftini skulu geriðast, har tey eru ógreið. At ríkisfelagsskapurin skal varðveitast. At Føroyar skulu hava felags grundlóg og kongshús við Danmark. At føroyingar skulu hava somu ríkisborgararætt- indi sum danir. At Føroyar skulu hava umboð á Fólkatingi. At gjaldoyraveiðurskifti, verju- og uttanríkismál skulu vera ríkismál. At rættarskipanin í høv- uðsheitum skal varðveit- ast. At øll mál – uttan felags mál fyri ríkisfelagsskapin – skulu kunna yvirtak- ast. At Føroyar sjálvar gjalda fyri allar yvirtøkur. Við hesum heldur Sam- bandsflokkurin, at Føroyar gerast alt meira sjálv- bjargnar, at vælferðarsam- felagið mennist og varð- veitist, og at komandi ættarliðum gevast fjøl- broyttir møguleikar í al- tjóða høpi. Á fólkatingsvalinum hava føroyingar so møgu- leikan at velja millum politikkin hjá fullveldis- samgonguni ella politikkin hjá Sambandsflokkinum. Ætla tygum at varðveita Føroyar sum eitt trygt samfelag at búgva í, so eiga tygum at taka undir við Sambandsflokkinum. Sambandsflokkurin hevur nýskipanaruppskot! C M Y K 31 30