týsdagur 20. november 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 224 - 20. november 2001
Nr. 224 - 20. november 2001
33
FÓLKATINGVALIÐ 2001
Atli Hansen
Valevni fyri
Sambandsflokkin
Valdagurin er komin og vit,
sum hava luttikið í fundum
og orðaskiftum fara at
leggja inn.
Persónliga fari eg at
takka teimum, sum hava
lagt oyra og eyga til tað,
sum eg havi borið fram.
Fyri ein bekennandi sam-
bandsmann er tað ikki tor-
ført við lív og sál at kasta
seg inn í dystin fyri at verja
ríkisfelagsskapin.
Fyri
okkum sambandsfólk er
hann líka so natúrligur sum
tað at vakna hvønn morgun
og líka so týdningarmikil
sum okkara andadráttur.
Tí hava vit hesa seinastu
tíðina sæð eldhugaði sam-
bandsfólk á øllum geilar-
hornum við einum greiðum
boðskapi um, hví tað er so
umráðandi at fara á val og
velja Sambandsflokkin.
Eg takki sum sagt fyri
meg og fari vegna Sam-
bandsflokkin at biðja um
tygara atkvøðu til at fáa ein
sambandsmann á fólkating
at svara fyri okkara tjóð.
Takk fyri hesaferð. Vit
hittast aftur til løgtingsvali.
Tá fari eg at biðja um tað
sama.
Veljið Sambandsflokkin
- setti krossin við lista B -
ein fræls føroysk rødd.
Gott val.
Ein fræls føroysk rødd á fólkating
Birgir Mohr
Valevni Javnaðarfloksins
Okur føroyingar noyðast nú
at velja ímillum: »fullveldi
her og nú« – ella »eitt før-
oyskt vælferðarsamfelag
fyri fólki«. Peningur er ikki
til bæði.
Prísurin fyri fullveldi er,
at vælferðin sindrast og
ótryggleikin veksur. Tað
síggja vit í dag. Meðan full-
veldissamgongan rósar sær
av stórum yvirskoti á fíggj-
arlógini og fullum lands-
kassa, so versna vælferð-
arviðurskiftini alsamt á
flestu økjum í føroyska
samfelagnum:
bæði
á
heilsuøkinum, skúlaøkin-
um, umsorgarøkinum og
pensiónsøkinum, og nógvar
familjur fáa ikki endarnar
at røkka saman fíggjarliga.
Fólkapensiónin røkkur ikki
til at halda hús fyri. Alt
meðan vit hava hákon-
juktur.
Hetta er prísurin fyri full-
veldispolitikkin og bert
byrjanin, tí tað kann gerast
nógv verri, verður hesin
politikkur ikki steðgaður.
Loysing her og nú er
óneyðug, tí eingin í Dan-
mark hóttir okkum føroy-
ingar.
Fólkaatkvøðu
tordi
landsstýrið ikki at halda –
latum okkum nú greitt vísa
frá okkum loysingarpoli-
tikkin, men siga ja til væl-
ferð Føroya fólks.
Hetta gera vit best við at
velja Javnaðarflokkin, sum
vil savna føroyingar um
eina nýggja rúmliga skipan
í ríkisfelagsskapinum, sum
gevur okkum føroyingum
meiri sjálvstýri, uttan at vit
missa fyrimunirnar við
ríkisfelagsskapinum. Upp-
skotið um sjálvstýrislóg er
tilboð til allar flokkar at
samstarva um.
Javnaðarflokkurin
fer
ikki at senda hundraðtals
milliónir aftur til Danmark-
ar, men ístaðin at leggja
okur í at fremja tiltøk fyri
fólkið:
1. økja samhaldsføstu pen-
siónina til kr. 10.000 fyri
støk og kr. 16.000 fyri
hjún.
2. byggja heim til eldri við
160 røktarheimsplássum
yvir 4 ár.
3. betra bústaðarviðurskift-
ini hjá teim førleika-
skerdu
føroyingunum
beinanvegin.
4. uppprioritera skúlaøkið,
tí børnini og tey ungu
eru framtíð Føroya.
5. syrgja fyri neyðugum
játtanum til heilsuverk-
ið, so vit øll kunnu
kenna okkum trygg, tá
sjúka rakar.
6. Og
Javnaðarflokkurin
veit, at einskiljing – pri-
vatisering – er ikki
einasta loysnin á trupul-
leikunum – tvørturímóti.
Privata vinnulívið skal
hava rímuligar treytir at
virka eftir, sjálvandi,
men tað eigur ikki at
loysa almennar uppgáv-
ur.
Flest okkara, sum nú liva,
minnast aftur til 6. okt.
1992. Tá var tað eingin,
sum tosaði um privatiser-
ingar sum einasta loysnin
av samfelagstrupulleikum.
Nei, nú máttu Palleba og
Marsanna taka um endan.
Tí eru fleiri fyritøkur al-
mennar í dag. Nú er stund-
in komin til at geva Palleba
og Marsannu lønina aftur
fyri at bjarga samfelagnum
í 1992.
Tí sigur Javnaðarflokkur-
in: fólkið fyrst!
Veljarar í Sandoyar val-
dømi og annars um alt Før-
oya land: Farið á val og
veljið ein sterkan Javnaðar-
flokk. Javnaðarflokkurin
setur ikki vælferð Føroya
fólks upp á spæl í ríkisrætt-
armálinum við Danmark.
Gott val!
Fullveldi her og nú – ella vælferð fyri fólkið!
Leila á Lofti
Valevni Fólkafloksins
Nú tað stundar til fólka-
tingsvalið, eru tit óivað
fleiri, ið ikki hava avgjørt,
hvar tykkara atkvøða skal
fara.
Gevið Fólkaflokkinum
hana. Tá hava tit so ongan
skaða gjørt, tí Fólkaflokk-
urin dugir ikki at leypa
framav.
Vit hava sum endamál
sjálvstýri fyri Føroya fólk –
uttan fyri ríkisfelagsskapin,
ongin ivi um tað. Men
hátturin, metodan, at náa
hesum endamáli er frá
Fólkafloksins síðu lagalig-
ur.
Startskotið, í nýggjari tíð,
fyri sjálvstýristilgongdini
ljóðaði, tá seinasta sam-
gonguskjal var undirskriv-
að, og enn eru ikki 4 ár lið-
in.
Fyri tey, sum hava fingið
sjálvstýrishugsjónina í seg
við
móðurmjólkini
og
borðreidda aftur við nátt-
urðanum upp gjøgnum øll
barna- og ungdómsárini,
fyri tey eru 4 ár ivaleyst
long tíð, men fyri restina av
okkum eru 4 ár ikki ov
nógv. Hóast fullveldið ikki
er rokkið, so nýtist okkum
ikki at fella í fátt hvat tí
viðvíkur.
Tá ið fólkið kennir seg
trygt, ber til at gera broyt-
ingar í tí ríkisrættarligu
støðuni, men eru vit ótrygg
við tí aktuellu støðuni, lata
vit heldur standa til, ella í
versta føri fara aftur til tað
gamla, og tað haldi eg vera
syrgiligt, tí soleiðis nýtist
ikki at vera, tað eiga politik
arar við rættari áskoðan
lættliga at kunna byrgja
upp fyri.
Júst her hevur tú Fólka-
flokkin sum tann flokk, ið
ikki vassar longur út enn vit
grynna, men sum við eini
yvirtøku fyri og aðrari eftir
spakuliga vil førka okkum
nærri og nærri ímóti enda-
málinum, fulla ábyrgd av
egnum landi. Ímeðan nær
sjálvstýrishugsjónin at bún-
ast so mikið í hvørjum ein-
støkum av okkum, at einki
alternativ er betri enn full
og heil ábyrgd av okkum
sjálvum.
Tit kunnu lesa hetta, eg
skrivi, men fullveldi er ikki
nakað, vit kunnu lesa okk-
um til, tað mugu vit arbeiða
okkum fram til, tað vita
flest allir føroyingar, tí
skilji eg tykkum øll væl, ið
eru bangin fyri aftur at
noyðast at arbeiða 60 tímar
viku og sum eru bangin
fyri, at skatturin fer hægri
upp í staðin fyri niður, sum
Fólkaflokkurin ynskir. Ella
sagt á annan hátt, at tað
sindrið av vælferð, vit eru
komin til, vilja vit ikki av
við.
Akademikarar og onnur
væl lærd kunnu lættliga
sleppa sær av landinum og
fáa annað arbeiði, men hvar
skal restin fara, serliga tann
restin, sum heldur landin-
um uppi, hvar skulu tey
fara, skuldi tað endað galið
enn einaferð?
Tí er tað so avgerandi, at
tú setir krossin á rætta stað.
Fólkafloksumboðið
á
Fólkatingi setur tryggleik-
an hjá tær í hásæti, onki
nýtt er í tí, tað vita vit øll av
royndum.
Vit standa ikki í stað, ei
heldur vit fara aftur til tað
gamla, men førka okkum
spakuliga og trygt í samráð
við restina av ríkinum fram
móti fullveldinum Føroyar.
Góðu tit, stuðlið okkum,
eisini til hetta valið.
Vit vassa ikki longri út enn vit grynna
Thomas Arabo
Fólkatingsvalevni
Javnaðarflokksins
Politiska leiðin í løtuni
hevur fokuserað so nógv
uppá fullveldi, at vinstra
høgra er vorðið burtur.
Verandi støða merkir, at
ein atkvøða fyri Tjóð-
veldisflokkinum
er
ein
atkvøða fyri Fólkafloks-
politikki tá tað kemur til
arbeiðsmarknaðin í Før-
oyum.
Vit kunnu bara hyggja at
pensiónsmálinum. Hetta er
stak harmiligt, tá hugsað
verður um, at Tjóðveldis-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin hava søguligani
sæð verið teir føroysku
flokkarnir við tættast til-
knýti til fakfeløgini.
Eg vil staðiligani heita á
fakfeløg og vinnulív um at
umhugsa sína støðu sera
gjølla
uppundir
hettar
fólkatingsvalið. Fakfeløg,
vinnulív og ikki minst
handilslív
hava
felags
áhugamál í hesum mál-
inum. Tað er naivt at halda,
at ein búskaparligur niður-
skurður á fíggjarlógini ikki
fer at ávirka forbrúkið í
samfelagnum. Verðin er í
einum búskaparligum aldu-
dali, og løgið skuldi verið,
um hetta ikki eisini rakti
Føroyar.
Alivinnan er í trupul-
leikum, rækjuflotin koyrir
tungt og kostnaðurin av at
umsita hettar landið er ov
høgur.
Óansæð
hvussu
leikur fer, so eru nýggjar
vinnur, sosum oljuvinna, í
besta føri framtíðarmu-
sikkur. Hetta er ikki nøkur
dómadagsprædika,
men
bert ein áminning um at
skalka lúkurnar í føroyska
búskapinum og ikki trúgva
uppá, at trøini veksa inn í
himmalin.
Menn vóru eftir mínum
tykki í so grammir at skerja
blokkin herfyri, tí hendan
skerjing kann lætliga føra
skattahækking og harvið
minni peningaumfar í sam-
felagnum
við
teimum
avleiðingum tað hevur.
Vit mugu ikki enda í
einari støðu, har vit ikki
hava ráð til vælferðarsam-
felagið, tí menn lupu í
óðum verki, uttan at hyggja
at búskaparliga barometri-
num og ikki minst uttan at
lurta eftir fakfeløgunum.
Javnaðarflokkurin vil virka
fyri at lurta og gera semjur.
Ein og hvør kann skapa
ósemjur - ein semja krevur
sín mann!
Ein og hvør kann skapa ósemjur - ein semja krevur sín mann!
FÓLKATINGVALIÐ 2001
Marjus Dam
Fólkatingsvalevni
Sambandsfloksins
Vilja tygum broytingar í
Ríkisfelagsskapinum, so
er at velja Sambands-
flokkin
Samgonguflokkarnir
nýta atkvøðuna til loys-
ing.
Javnaðarflokkurin er
enn úti at slingra og
roynir at sita á tveimum
stólum.
Ein atkvøða fyri Sam-
bandsflokkinum er ein
borgan fyri tryggleika og
vælferð
Rani Nolsøe
Valevni hjá
Tjóðveldisflokkinum
Boðskapurin frá Tjóð-
veldisflokkinum
á
búskaparliga økinum er
púra greiður: við land-
sins fíggjarstýring um
hendi, hava vit umsett
positivu búskapargongd-
ina frá tí vanliga undir-
skotinum til yvirskot í
landskassanum.
Við fullveldismálum
um hendi eru vit í gongd
við at greiða politisku
fløkjuna millum Føroyar
og Danmark og harvið
taka av politisku spekula-
tiónina í donskum peng-
um her á landi.
Tí fer tjóðveldisflokk-
urin niður á fólkating við
tí greiða boðskapi til
frændur okkara í Dan-
mark og Grønlandi, at
vælferðin í Føroyum skal
byggja á einar sjálvber-
andi og samhaldsfastar
Føroyar - og ikki á
skattakrónurnar
hjá
donskum løntakarum.
Tað hevur ongantíð
haft so stóran týdning
sum nú, tí ábyrgdarloysi
og sundurlyndi í føroysk-
um politikki eru tíverri
tiltikin og hóast djúpu
kreppuna
í
90’unum
hoyrast framvegis polit-
iskar røddir, sum vilja
aftur til almennu mono-
poltíðina, til almenna
loftingarpolitikkin, øktan
blokkstuðul og minni
sjálvbjargni.
Vit føroyingar loyva
soleiðis politiska sundur-
lyndinum
og
donsku
veitingunum
at
vera
sterkasta trumf ímóti
okkara veruligu áhuga-
málum í ríkisfelagsskap-
inum.
Tí við donskum peng-
um rullandi í føroyska
búskapinum er alla tíðina
pláss fyri ábyrgdarloys-
inum, og vit hava sera
ringt við at semjast um at
kjølfesta ein politikk,
sum byggir á føroyska
fólkið og búskapin.
Neistin til fullveldi er
kveiktur og fyrstu stigini
til veruliga vælferð og
veruligt fólkaræði eru
tikin. Stig, sum byggja á
teg og meg, á okkara land
og fólk og viljan at búgva
í hesum oyggjum.
Nú vilja vit leggja
framtíðina á egnar herðar
og egnan búskap og al-
tjóða samstarv.
Ein atkvøða til Tjóð-
veldisflokkin er trygdin
fyri, at vit á Fólkatingi
fáa eina greiða og frælsa
rødd, sum fremur virðing
fyri javnbjóðis samstarvi
millum tjóðirnar báðar,
ta føroysku og ta donsku.
Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins
til fólkatingið
Tað kunna vera nógva
grundir til at stilla upp til
val. Eisini persónligar. Fyri
einum ári síðani settu 435
kvinnur og menn meg inn í
Tórshavnar Býráð. Tann
dygga stuðulin, sum eg
fekk á býráðsvalinum, eri
eg sera takksamur fyri, tí í
býráðnum eri eg komin til
eitt
áhugavert
politiskt
arbeiði, har nógv er at gera
borgarunum at frama.
Nú standi eg á Lista E til
fólkatingsvalið. Eg havi
latið meg stilla upp til hesi
bæði val av somu grund.
Tað er neyðugt at gera skil
á viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark, og vit
føroyingar eru nú komnir
so langt í stríðnum fyri
sjálvstýri, at øll segl mugu
setast til tess at fullføra
setningin.
Mær tykir, at ein sera
týðandi treyt fyri at koma á
mál, er ein sterkur tjóð-
veldisflokkur. Tí vildi eg
dugna flokkinum á býráðs-
valinum seinast, og tí royni
eg nú at gera mítt til at fáa
ein sterkan tjóðveldisflokk
á danating at tala sak før-
oyinga. Hepnast tað, so
haldi eg meg hava verið við
til at gera eina góða gerð.
Men eg geri onki einsa-
mallur. Tí biði eg tykkum
stuðla Lista E í dag. Eg
standi ovast.
Elin Lindenskov
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Í
Norðurlandahúsinum
sunnukvøldið sást, hvussu
nógv føroysku flokkarnir
virða kvinnuna.
Fólkaflokkurin
hevði
tríggjar kvinnur við á
fundin. Eg sat leingi og
bíðaði
eftir
at
hesar
"damurnar" fóru upp á
røðarapallin. Eg skuldi bíða
leingi. Tí tær sluppu ikki
framat
røðarapallinum,
men sótu ístaðin bara "til
pynt" millum menninar,
sum skulu veljast, um ikki
hesaferð, so til løgtings-
valið.
Tjóveldisflokkurin hevði
heldur ikki pláss fyri
kvinnunum. Har sat ikki
ein einasta við teirra borð.
So har komu eingi mergað
tjóðveldisorð frá nakrari
kvinnu.
Miðflokkurin beinleiðis
reypaði á røðarapallinum
av at hava flestar kvinnur á
listanum. Men ikki ein ein-
asta var við í Norðurlanda-
húsinum. Ikki ein einasta
slapp at siga sín hugsan.
Í Sjálvstýrisflokkinum
sær tað út til, at ongar
kvinnur eru eftir. Har sótu
teir tríggir menninir, sum
teir hava at bjóða fram.
Í Javnaðarflokkinum eru
vit sannførd um, at tað er
best, tá ið bæði kynini eru
umboðað eins væl. Tí var
Javnaðarflokkurin umboð-
aður av tveimum kvinnum
og tveimum monnum.
Sum ein av teimum fáu
kvinnunum, bjóði eg meg
fram sum kvinnuligt val-
evni til fólkatingssessin. Eg
fari á fólkatingi at nýta
stóra orku upp á at greiða
dønum frá føroyska fólka-
ynskinum um broytingar í
viðurskiftunum
millum
Føroyar og Danmark innan
fyri ríkisfelagsskapin.
Far á val og vel samstarv
og loysnir. Vel eina javnað-
arkvinnu. Gott val.
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Meðan tíðin styttist til av-
gerðin verður tikin um um-
boðan okkara á Fólkatingi,
tykist rættiligur panikkur at
vera komin í Javnaðar-
flokkin og serliga floksfor-
mannin.
Nú
skal
Sambands-
flokkurin vera evnið hann
brúkar og fer illa við, fyri at
bjarga sær sjálvum.
Sjálvandi fer tað ikki at
halda Sambandsflokkinum
aftur at stríðast víðari,
tvørturímóti, men pástandir
úr leysari luft, sum javn-
aðarformaðurin vartar upp
við, krevja viðmerkingar.
Jú víst loysir tað seg at
velja
Sambandsflokkin.
Fyri tað fyrsta vilja vit
varðveita fólkatingsumboð-
anina, tí hon er týðandi
táttur í tí samstarvi, sum vit
hava í ríkisfelagsskapinum.
Tað vil Javnaðarflokk-
urin ikki. Hann vil bara
hava sessin.
Sambandsflokkurin ætlar
sær framhaldandi at sam-
starva við flokkin Venstre,
har vit kunnu fáa umboð í
nevndir og innlit í mál, sum
Jóannes ikki fær sum
leysgangari. Og samskiftið
við donsku politikararnar
og kunnleiki teirra um
føroysk viðurskifti kann
bert gerast betri.
Jú víst vil Sambands-
flokkurin hava broytingar,
og samráðingaruppleggið
liggur klárt at brúka.
Vónandi fáa vit samstarv
við Javnaðarflokkin í fram-
tíðini, tí hann, eins og vit,
vil vera verandi í ríkis-
felagsskapinum.
Vit gleðast um, at Javn-
aðarflokkurin kom uppá
betri tankar, tá hann slepti
fullveldisætlanunum
og
vendi aftur til ríkisfelags-
skapin, sum Javnaðar- og
Sambandsflokkurin høvdu
sum felagsmál saman við
Sjálvsstýrisflokkinum, tá
vit fingu heimastýrislóg-
ina.
Jóannes átti heldur at
brúkt krútið uppá full-
veldisflokkarnar enn at
leggja sjógv millum sín og
okkara flokk, um tað
veruliga er ætlan hansara at
bjarga ríkisfelagsskapinum,
sum nú er í vanda, og við tí
felagsskapinum
eisini
bjarga persónliga frælsið
hjá tí einstaka og væl-
ferðarsamfelagið Føroyar.
Edmund Joensen
Veljarin hevur 6 flokkar at
velja ímillum, men einans
tveir politiskar valmøgu-
leikar.
Sambandsflokkurin
stendur fyri framtíðarpoli-
tikkinum. Tí er Sambands-
flokkurin í dag alternativið
í føroyskum politikki.
Sambandsflokkurin hev-
ur tær stóru hugsjónirnar,
nógv størri enn tær, í rúm-
ast í loysing og fulveldi.
Sambandsfólk hava ong-
an hug at til at byrgja seg
inni - ella úti í atlantshavi.
Vit vilja hava allan altjóða-
pallin at virka á, og hetta
gerst nógv best í ríkis-
felagskapinum.
Liberalur sambandspoli-
tikkur er eisini inn í fram-
komna partinum av heim-
inum. Sambandsflokkurin
byggir sín politikk á veru-
leikan. Vit í sambands-
flokkinum fara heldur ikki
at blaka burtur rættindir og
fyrimunir sum føroyingar
eiga.
Sambandsflokkurin
er
verunliga trygdin fyri væl-
ferðarsamfelagnum
Tí er Sambandsflokkurin
alternativið í føroyskum
politikki.
Tí kan veljarin trygt seta
krossin við Sambands-
flokkin.
Gott val.
Áheitan
Góðu føroyingar!
Kvinnur til pynt í Norðurlandahúsinum
Javnaðarpanikkur
Sambandsflokkurin er alternativið
– Heimsrákið er samband
Góðu landsmenn
C
M
Y
K
33
32