fríggjadagur 25. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 183 - 25. september 2009
20 milliónir svølta
Meiri enn 20 milliónir fólk á Afrikanska Horninum hava tørv
á mati. Tað sigur matvørustovnurin hjá ST, WFP. Orsøkin til
neyðina er áhaldandi turkur í Eritrea, Somalia, Ethiopia og
Kenya. Sagt verður, at tað hevur ikki regnað í umráðnum í
samfull tvey ár. ST sigur, at matvøruhjálp er á veg til tey
neyðstøddu, men at tað gongst illa at fáa matin fram, millum
annað tí at havnin í Djibouti er ov lítil til tær stóru nøgdirnar,
sum koma hagar. World Food Programme sigur, at støðan er
serliga hættislig í Eritrea, og at søðan versnar í hvørjum.
Vatn á mánanum
Vísindafólk eru ovfarin av nýggjum kanningum, sum vísa,
at tað er helst nógv meiri vatn á mánanum, enn vísindin
hevur hildið. Tær nýggju kanningarnar byggja millum
annað á myndir, sum indiska kanningarfarið Chandrayaan
hevur tikið. Amerikanski vísindamaðurin Larry Taylor
sigur við BBC, at eftir hansara meting ber tað til at fáa ein
litur av vatni við at kroysta ein rúmmetur av mánatilfari.
Myndir, sum amerikanska farið Deep Impact og tað
evropeiska Cassini hava tikið, siga somu søgu sum
myndirnar hjá tí indiska kanningarfarinum, sigur BBC.
Gerhard Lognberg
hóttir við at fara úr
bæði samgonguni og
Javnaðarflokkinum,
um Sandoyartunnilin
ikki fær pengar á
komandi fíggjarlóg
Fíggjarlóg
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
Hósdagin
seinnapartin
kundi Gerhard Lognberg
vátta tíðindini um, at lands
stýrið hevur strikað játtanina
til
Sandoyartunnilin
og
tunlarnar norður um Fjall í
fíggjarlógaruppskotinum,
sum formaðurin hjá Ger
hardi, Jóannes Eidesgaard, í
næstum fer at handa tingin
um. Og hesum kann ting
maðurin úr Skopun ikki liva
við.
Løgmaður er Føroya
størsti svíkjari, tí hetta er
greitt í stríð við samgongu
skjalið. Fíggjarlógin skal
ikki samtykkjast fyrr enn í
desember, og eg ætli mær
at stríðast til tað seinasta,
sigur Gerhard Lognberg.
Tað eru m.a. floksfelagar
nir hjá Gerhardi í Javnaðar
flokkinum, sum hava grund
givið fyri, at ráð ikki eru til
ein Sandoyartunnil, soleiðis
sum búskapurin hevur tað í
løtuni. Gerhard lovar at
taka “eina kraftiga avgerð”,
um endin verður, at Sandoy
artunnilin ikki fær pengar á
ársins fíggjarlóg. Men merk
ir hetta, at hann fer at taka
seg úr flokkinum og sam
gonguni?
Tað er í øllum førum
nærliggjandi, sigur Gerhard
Lognberg.
- Løgmaður er Føroya størsti svíkjari
Bæði undirsjóvar
tunnilin til Sand
oynna og tunlarnir
norður um Fjall eru
strikaðir í fíggjarlógar
uppskotinum, sum
fer niðan í tingið í
morgin. Líkt er til
hart stríð í Fíggjar
nevndini
Fíggjarlóg
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Hósdagin 29. november var
veitsludagur í Sandoynni.
Fýrverk, floytandi bilar og
hundraðtals
fólk
høvdu
leitað sær oman á keiina at
taka ímóti teimum báðum
tinglimunum úr oynni, Ger
hardi Lognberg úr Javnaðar
flokkinum og Pálli á Reyna
túgvu úr Tjóðveldi.
Orsøkin til veitslurómin
var, at løgtingið sama dag
hevði samtykt at gera fast
samband millum Gomlurætt
á Streymoynni og Traðardal
á Sandoynni við 24 atkvøð
um fyri, tveimum blonkum
og tveimum ímóti.
Fólkaflokkurin tapt
Men knøpp tvey ár seinni
sær svart út. Keldur í sam
gonguni vátta, at bæði undir
sjóvartunnilin til Sandoynna
og tunlarnir norður um Fjall,
sum ganga úr Klaksvík til
Árnafjarðar og av Árnafirð
um til Norðtoftir, eru strikað
ir í ársins fíggjarlógarupp
skotið, sum landsstýrismað
urin í fíggjarmálum, Jóannes
Eidesgaard, skal bera niðan
í tingið fyrsta dagin. Sjálvur
hevur fíggjarmálaráðharrin
onga viðmerking, fyrr enn
uppskotið verður lagt fram í
næstu viku.
Sum skilst hava tunlarnir
verið ein snúningsdepil í
telvingunum millum lands
stýrisfólkini seinastu dagar
nar. Og sambært keldum í
samgonguni hava Javnaðar
flokkurin og Sambands
flokkurin tvíhildið um, at
samgongan ikki hevur ráð
til hesar báðar íløgurnar á
komandi fíggjarlóg. Fólka
flokkurin hevur haraftur
ímóti strongt á fyri at fáa
pening játtaðan til tunlarnar,
men hann hevur ikki fingið
sítt ynski ígjøgnum.
Í komandi fíggjarári er
talan einans um nakrar fáar
milliónir krónur at spara,
men samanlagt kosta hesar
báðar verkætlanir omanfyri
eina milliard, sum lands
kassin kann spara í 2011 og
2012, um samgongan slepp
ir ætlanunum um tunlarnar.
Brot á
samgonguskjalið
Fyrr í vikuni søgdu bæði
Javnaðarflokkurin og Fólka
flokkurin, at útspælið hjá
Sambandsflokkinum um at
prístalsregulera blokkin var í
stríð við samgonguskjalið og
kundi tí ikki gjøgnumførast.
Men trupult verður at sam
eina orðingarnar í samgongu
skjalinum um Sandoyartunn
ilin við tað fíggjarlógar
uppskot, sum nú fer niðan í
tingið. Um undirsjóvartunnil
in til Sandoynna stendur
soleiðis í samgonguskjalin
um: “Arbeitt verður víðari
við verkætlanini at gera fast
samband um Skopunarfjørð
herundir við at finna fígg
ingarleist. Tá liðugt er at
gjalda til Norðoyatunnilin
næsta ár, verður samsvarandi
árlig upphædd flutt til Sand
oyartunnilin, og farið verður
í gongd í 2011”.
Einki er avgreitt
Men einki er liðugt, fyrr
enn alt er liðugt. Sum til
ber at lesa um aðrastaðni í
blaðnum vátta fleiri ting
limir, at samskiftið millum
tinglimir og landsstýrisfólk
hevur verið lítið og einki.
Samgongutinglimirnir
úr
Norðoyggjum Jákup Mikk
elsen, Anfinn Kallsberg og
Bjørn Kalsø vilja allir hava
tunlarnar norður um Fjall á
ársins fíggjarlóg. Og Ger
hard Lognberg lovar sum
vera man at kempa til tað
seinasta fyri undirsjóvar
tunlinum til Sandoynna.
Tí er líkt til hart stríð í
løgtinginum og ikki minst í
Fíggjarnevndini, tá lands
stýrismaðurin hevur handað
tinginum uppskotið. Seinnu
árini hevur fíggjarlógarupp
skotið verið fyri ovurstórum
broytingum undir viðgerðini
í løgtinginum, og tí er slagið
um tunlarnar ikki avgreitt,
fyrr enn fíggjarlógin enda
liga skal samtykkjast við
árslok í 2009.
Sambært keldum í sam
gonguni hevur Fólkaflokk
urin tapt fyrsta umfar í telv
ingini um tunlarnar. Men
Fíggjarnevndin hevur ein
formann
við
navninum
Anfinn Kallsberg, sum í
mong ár hevur havt tunlar
nar norður um Fjall sum
sítt hjartabarn. Og hann hev
ur áður víst, hvussu man
fær sítt ígjøgnum.
Landsstýrið strikar tunlarnar
Hvørki fíggjarmálaráðharrin Jóannes Eidesgaard ella Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hava nakra viðmerking, men keldur í
samgonguni vátta, at landsstýrið hevur strikað játtanirnar til bæði Sandoyartunnilin og tunlarnar norður um Fjall í ársins
fíggjarlógaruppskoti. Gerhard Lognberg hóttir við at fara úr bæði samgongu og flokki, og samgongulimir úr Norðoyggjum kennast
heldur ikki við avgerðina