Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 183 - 25. september 2009 Ringt sjórænaraár Nógv bendir á, at árið í ár verður tað ringasta til sjórán. Altjóða sjóferðslustovnurin IMB sigur, at higartil í ár hava sjórænarar søkt at 294 skipum, og tað er meiri enn alt árið í fjør. Mmest verður tosað um teir somalisku sjórænararnar í Aden-víkini, og helmingurin av sjóránunum eru eisini har. Men nógvir sjórænarar gera eisini um seg í Suðurkinesiska Hainum, har níggju sjórán hava verið í ár, og í indonesiskum og malaysiskum sjóøki, sigur IMB. Higartil í ár eru 559 sjómenn rændir í 45 ránum, og 82 sjómenn umborð á fýra skipum eru framvegis gíslar hjá sjórænarunum. Suu Kyi styðjar tingingar Andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, tekur undir við tilmælinum hjá amerikonsku stjórnini um beinleiðis tingingar við tað burmesiska hernaðarstýrið heldur enn at seta hart ímóti hørðum. Hon leggur kortini dent á, at tað er umráðandi, at andstøðan verður tikin við í tingingarnar. Tey seinastu nógvu árini hevur USA virkað fyri handilstiltøkum og øðrum tiltøkum ímóti Burma, men herfyri ásannaði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, at tiltøkini hava ikki havt ta ætlaðu ávirkanina. Tí fer USA nú at royna aðrar leiðir, sum millum annað skulu eggja til demokratiskar nýskipanir, segði hon. – Hvat Landsstýrið finnur upp á veit eg ikki, men Fólka­ flokkurin hevur ikki givið samgonguni tilsøgn um, at tunnilin Norður um Fjall skal útsetast, staðfestir Anfinn Kallsberg formaður í fíggjarnevndini TunnilsæTlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Fólkaflokkurin hevur ikki givið nakra tilsøgn um, at tunnilin Norður um Fjall skal útsetast. Tað staðfestir Anfinn Kallsberg, tingmaður fyri Fólkaflokkin og formaður í fíggjarnevndini. Hann sigur, at tað er landsstýrið, sum leggur uppskot til fíggjarlóg fram. Og hann staðfestir sam- stundis, at løgtingslimirnir í samgonguni hava ikki verið í arbeiðnum yvirhøvur. Uppskotið er heldur ikki viðgjørt á samgongufundi. - Vit vóru kallað saman til fund týsdagin, men tað var ein kunnandi fundur burturav. Sostatt er tað landsstýrið einsamalt, sum leggur uppskotið fram. - Og hvat Landsstýrið leggur fram, veit eg sostatt av góðum grundum ikki til fulnar, leggur formaðurin í fíggjarnevndini afturat Av tí sama er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út, tá ið hon endaliga verður samtykt. Men tað er eisini greitt, at av tí at flokkarnir ikki hava verið við, følir Anfinn Kallsberg seg heldur ikki heilt so bundn av uppskoti- num, sum landsstýrið legg- ur fram, sum hann annars vildi gjørt. - Tá ið vit fáa uppskotið í fíggjarnevndina, fara vit at geva tí eina viðgerð, sum vit plaga og at kalla tey fólk til fundar í nevndini, sum vit halda tað er neyðugt at kalla inn. - Og tað er ikki óvanligt, at rættiliga nógvar broytingar verða gjørdar í fíggjarnevnd- ini, aftur ímóti tí uppskoti, sum landsstýrið leggur fram. Tað skilst eisini, at tað er alt ov tíðliga at avskriva tunnilin Norður um Fjall - Hendan verkætlanin hevur staðið á íløguætlanini hesi seinastu 20 árini og nú í nógv ár er hon skumpað fram, eitt ár ísenn. - Og í síðsta enda er tað Løgtingið, sum ger av, um peningur skal setast av til tunlar ella ikki. Ongin viðmerking Jákup Mikkelsen er for- maður í Fólkaflokkinum á tingi, men hann hevur ongar viðmerkingar fyrrenn upp- skotið til fíggjarlóg er lagt fyri Løgtingið. Men tú hevur meiri enn einaferð boðað frá, at tað kemur ikki upp á tal at strika tunnilin Norður um Fjall? Tað hevur tú allarhelst hoyrt meg siga, men nú sigi eg ikki meir fyrrenn uppskotið er lagt fyri Løgtingið, endur- tekur formaður Fólkafloksins á tingi. Bjørn Kalsø vil ikki afturvísa, at avgerðin hjá samgonguni um at strika tunnilin Norður um Fjall, verður broytt aftur í fíggjarnevndini TunnilsæTlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hevur samgongan gjørt av útseta tunnilin Norður um Fjall, er tað ein løgin avgerð. Tað heldur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambands- flokkin. Sum tað sæst í øðrum greinum her í blaðnum, er samgongan samd um at útseta allar tunnilsætlanir á fíggjarlógini fyri næsta ár, bæði Sandoyartunnilin og tunnilin Norður um Fjall. Bjørn Kalsø hevur vitað, at togarí hevur verið í sam- gonguni um íløgur og at tunnilin Norður um Fjall var ein íløga, sum samgong- an telvaði um. Men tá ið vit tosaðu við hann í gjárkvøldið var hann ikki greiður yvir, at semja nú er um at strika tunnilin norður um Fjall. - Hetta er ikki nakað, sum er lagt fyri meg, staðfestir hann. Og sum støðan er nú, vil hann ikki binda seg til at taka undir við, at tunnilin Norður um Fjall verður útsettur. - Eg vil hava at vita, hvat samgongan so ætlar at seta ístaðin, sigur hann. Hann vísir á, at arbeiðs- loysið í Norðoyggjum er stórt og tí tvíheldur hann, at tað er rætt, at almennar íløgur verða lagdar í økið. - Tunnlin Norður um Fjall er ein verkætlan, sum er fyrireikað og at kalla klár at fara undir. Verður tann ætlan- in útsett, stúri eg fyri, at so verður ikki ein króna løngd niður í Norðoyggjum. Heldur tunnil enn skriviborðsprojekt Bjørn Kalsø minnir á, at Landsverk hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí hann hevur brúkt so lítið av teimum játtanum, sum eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár. - Landsverk sigur, at or- søkin til tað, er, at t að tekur so langa tíð at fyrireika eina verkætlan. Tí heldur hann, at tað verður áhugavert síggja, hvørjar ætlanir, samongan ætlar at seta í verk, skuldi niðurstøðan verðið, at tunnilin skal strikast. Talan hevur verið um gera sjóvinnudepil og trygd- armiðstøð í Klaksvík, men tað kann taka so langa tíð at fyrireika, at onki fer at henda næsta ár. - Tí er tað skilabetri at halda fast um tunnilin Norð- ur um Fjall, tí tann verk- ætlanin er klár at fara undir, heldur enn at fara undir verk- ætlanir, sum kanska ikki koma longur enn á pappírið næsta ár. - Skriviborðsprojekt skapa ikki nógv arbeiðið og tí veldst um, hvussu ætlanin er at fáa fólk í arbeiði, verður tunnilin strikaður. Tí vil Bjørn Kalsø ikki afturvísa, at fíggjarnevndin fer at telva seg fram til eitt úrslit, so at tunlarnir kunnu fara ígongd kortini. Hann er ikki við upp á at seta ætlaða ellis- og røktar- heimið í Klaksvík upp ímóti tunlinum, tí tað er hvør sítt. - Tað er ein játtan, sum landsstýrið hevur og sum kommunurnar søkja um stuðul burtur úr og tað eru fyri so vítt ikki ikki ein íløga, sum skal setast upp ímóti tunlinum, sigur Bjørn Kalsø. Løgin avgerð at strika tunnilin Ongin semja um at strika tunlar Bjørn Kalsø vil heldur hava tunnil Norður um Fjall heldur enn okkurt skriviborðprojekt