Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 183 - 25. september 2009 Fimm sera ymisk avrik hjá seks ymsum mentafólkum vórðu í gjár heiðraði við virðislønum fyri teirra serligu íkast til føroyska mentan Virðislønir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í nógvar mátar vórðu virðis­ løninnar, sum vóru latnar í Müllers Pakkhúsi í gjár tek­ in um, hvussu sera ymiskt­ táttað føroyskt mentanarlív er. Tær fimm virðisløninar umfataðu nevniliga bæði barnasjónleik, skaldsøgu, yrkingasavn, tíðarrit og eina býarsøgu. Tríggjar av virðislønunum vórðu latnar í navni M. A. Jacobsens. Ein fyri mentan­ aravrik, ein fyri fagrar bók­ mentir og ein fyri yrkisbók­ mentir. Eisini vórðu tvær Barnabókaheiðurslønir latn­ ar í ár. Seks mentafólk heiðrað Rithøvundurin Vida A. Højgaard fekk í ár virðisløn M.A. Jacobsens 2009 fyri fagrar bókmentir. Hon fekk virðislønina fyri skaldsøguna »Mørk«, sum kom út í 2005 og fyri yrkingasavnið »Novembur­ morgun«, sum kom út í fjør. Í sambandi við handanina av virðislønini segði dóms­ nevndin millum annað soleiðis: „Vida Akselsdóttir Høj­ gaard hevur í yrkingasavn­ inum “Novemburmorgun” og skaldsøguni “Mørk” víst á skaldsligu dygdir sínar. “Novemburmorgun” er eitt samansett yrkingasavn við poetiskum myndum og beinraknum hugsanum. Yrk­ ingarnar eru formliga fríar. Summar loysa tanlaðar myndir sundur, aðrar skapa nýggjar, lýsa eitt nú stríð í sinninum sum mótsetning millum súgur í sjónum og hunang í glasi. “Mørk” lýsir sinnisrørslur og stríð millum krøv í átrúnaði og kyni, arbeiði og samfelagi. Báðar bøkur eru týðandi skaldslig verk um samfelags­ treytir og lív einstaklingsins. Reglan um lívið sum “oyði­ markarferð/har eingin er at taka viðførið” samanfatar beinrakið lívsáskoðanina í bókum Vidu Akselsdóttir Højgaard.“ Vencil størsta mentanaravrik Tað gjørdust teir báðir rit­ stjórarnir Arnbjørn Ó. Dals­ garð og Oddfríður M. Ras­ mussen, sum fingu virðisløn M.A Jacobsens fyri mentan­ aravrik 2009 fyri skald­ skapartíðarritið »Vencil«, sum er komið út síðani 2006 Í grundgevingini segði dómsnevndin millum annað: „Arnbjørn og Oddfríður hava við nærlagni og arbeiðssemi ment tíðarritið til eitt virðiligt mentanarík­ ast, sum miðlar bókmenta­ áhugaðum lesarum útlendskan og føroyskan skaldskap. Við virðing fyri mynd­ og prentlistini er tíðarritið ein fagurfrøðilig heild á høgum stigi. Tíðarritið er ein gluggi út í heim, samstundis sum tær bókmentaspírur, sum næla í heimliga jørðildinum, hava fingið góðar gróðrar­ umstøður. Tíðarritið hevur víðkað bókmentaliga sjónar­ ringin á móðurmálinum og gevur forvitnum lesarum bókmentir, ið erta og stimbra.“ (Vegna ógegni átti nevnd­ arlimurin Rigmor Dam ikki lut í hesi avgerð) Barnasjónleikurin „Ævintýra­ ferðin“ varð mettur at vera so ser­ stakur, at verkið ognaði teimum báðum Búa Dam og Dánjal á Neystabø hvør sína Barnabóka­ heiðursløn frá Tórshavnar Býráð Í grundgevingini segði dóms­ nevndin soleiðis: „Í „Ævintýraferðini“ hjá barna­ góðu sjónleikarunum og tónleik­ arunum Dánjali á Neystabø og Búa Dam er samanspælið hend­ inga væl funnið uppá. Ferð aftan á ferð hava teir við sínum snildu, stuttligu og skemtiligu framførslum rúnar­ bundið børnini. Børnini lofta eini leikandi orðaflóð, ið myndar einføld rím, søgur og tónleik á høgum stigi. Tað sermerkta við „Ævin­ týraferðini“ er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí. „Ævintýraferðin“ er ein væl­ eydnað og upplivingarrík verk­ ætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.“ Vida besti rithøvundur Birgar Johannessen fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009. Virð­ islønin varð latin fyri bøkurnar “Havnin – fólk og yrki”. Dómsnevndin lat virðisløn M.A. Jacob­ sens fyri yrkisbókmentir við hesum orðum: „Fáur man hava verið so hugtikin av søguni um sín heimbý, sum Birgar hevur verið tað frá heilt ungum árum. Hesin áhugin hevur gjørt hann til savnara av øllum, sum kann geva eina mynd av, hvat tað merkti at virka og liva í Havn í undanfarnu øld. Burtur úr hesum spratt ein dreymur um eitt bókaverk, har hvør krókur og hvørt andlit í Havn varð skjalfest. Við verkinum “Havnin – fólk og yrki” hevur Birgar fullgjørt dreymin og kroyst stóra kærleika sín til býin í tvær bøkur. Um somu tíð hevur hann sett havnarfólki ein glæsiligan minnisvarða, sum komandi ættarlið fara at fáa stórt gagn av.“ Birgar átti bestu yrkisbókina Búi og Danjál fingu Barnabókaheiðursløn