Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 183 - 25. september 2009 - Eg spurdi gamla hornabóndan, hvussu veðrið mundi háttað sær á Norðasta Horni. Hann spurdi meg, hvar grundstykki, eg ætlaði mær at byggja á, lá. Tá eg hevði sagt honum hetta, segði bóndin, at har plagdi hann at velta epli. Eg visti, at epli krevja rímiliga gott veðurlag, og tá epli kundu veksa á Norðasta Horni, kundu vit eisini búgva har, sigur Petur Hermansen, sum saman við familju síni var millum fyrstu niðursetufólkini í býlinginum, sum nú hevur eina fjórðings øld á baki Norðasta HorN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Býlingurin Norðasta Horn hevur nú 25 ár á baki. Tey fyrstu húsini vórðu bygd har úti í 1984, og soleiðis er nú ein fjórðings øld, síðan fyrstu familjurnar fluttu út hagar at búgva. Millum tey, sum fyrst settu búgv har úti, vóru hjúnini Petur Hermansen og Marjun Mohr Hermansen saman við synum sínum, Jan og Heina, sum í dag eru ávikavist 35 og 30 ára gamlir. - Vit vóru millum tey all- ar fyrstu, sum fluttu út her at búgva. Onkur flutti inn, áðrenn vit fluttu til jólar í 1984, men vit mundu vera tey næstu, triðju ella fjórðu. Petur, sum arbeiðir hjá Poul Michelsen, heilsølu, sigur, at bæði hann, konan og synirnir hava trivist sera væl á Norðasta Horni og dreingirnir, sum vóru smáir, tá tey fluttu út hagar, fingu vinir fyri lívið. - Jan er løgreglumaður, og Heini er bacelor í heims- búskapi og lesur í Århuus. Hann sigur, at saman- haldið millum tey, sum búsettu seg á Norðasta Horni sum árini gingu, hev- ur verið sera gott. - Tey fyrstu húsini, sum komu upp her úti, stóðu rímiliga spjadd, tí fólk valdu sær tey grundstykki, tey hildu lógu best fyri í umhvørvinum. Men eg haldi ikki, at tað bilti nakað, tí vit vistu, at onnur fóru at seta búgv her úti eisini. Eftirspurningurin eftir grundstykkjum var so stór- ur, og torført var hjá fólki, ið ynsktu sær tak yvir høvdið í Havn, at fáa nakað at byggja á. Petur sigur, at tey kundu velja sær tað grundstykki, tey høvdu hug til. - Nógv høvdu ivaleyst teknað seg til grundstykki her úti, men nógv vóru eisini hoppaði av aftur. Tí kundu vit eisini velja okk- um ta plasering, vit høvdu hug til. Vit bóðu Petur siga okk- um teirra søgu um, hví tey gjørdu av at byggja sær heimið so langt burtur frá øðrum. Tveir møguleikar - Vit høvdu keypt okkum eitt grundstykki í Markna- gili frá Guttesen & Staks- berg, sum eg hevði steinsett og gjørt klárt. Men við at flyta út á Norðasta Horn, har grundstykkini vóru bíligari, kundu vit í fyrsta umfari spara einar 100.000 krónur. Vit fingu arbeiðs- takaran at keypa grund- stykki frá okkum aftur og tóku av tilboðnum um at byggja á Norðasta Horni. Hann sigur, at nógv varð sagt um tað at flyta so langt út um sjálva Havnina. - Onkur tosaði um gjóstin oman gjøgnum Havnadal, og onkur annar um, at her var langt til sjógv. Petur sigur, at tað kortini skuldi gerast eplaveltan hjá gamla hornabóndanum, Akseli, sum hevði sín týdn- ing í avgerðini um at búseta seg á Norðasta Horni. - Eg spurdi bóndan, hvussu veðrið mundi háttað sær har úti. Hann spurdi meg, hvar grundstykki, eg ætlaði mær at byggja á, lá. Tá eg hevði sagt honum hetta, segði bóndin, at har plagdi hann at velta epli. Eg visti, at epli krevja rími- liga gott veðurlag, og tá epli kundu veksa á Norðasta Horni, kundi tað neyvan vera ringasta stað til veður. Hann sigur, at tá jólaódnin í 1988 herjaði, vóru lutfals- liga fáir skaðar á Norðasta Horni, og tað má væl vera eitt prógv um, at her er ikki verri til veður enn í nógvum øðrum bygdum kring land- ið. - Tó at flestu av okkum, sum hava búð og búgva á Norðasta Horni, hava trivist sera væl, eru seinastu grundstykkini her úti ikki seld fyrr enn í nýggjari tíð, kanska fyri einum 10 árum síðan. Petur heldur ikki, at stór fráflyting hevur verið úr økinum hesi 25 árini. - Eins og í øðrum komm- unum, er onkur farin, og onnur eru komin, men eg haldi ikki, at vit hava havt eina lutfalsliga størri frá- flyting enn aðrar bygdir hava havt, leggur hann aftrat. Bygdi sjálvur Húsini, sum Hermansen- hjúnini bygdu á Norðasta Horni, vóru eini týpuhús av slagnum HØM. - Hetta var eitt danskt byggisett, sum eg lagaði til okkara viðurskifti. Tá vit fluttu inn, kostaðu húsini 745.000 krónur við grund- øki, planering og øllum. Onkur annar, sum bygdi og flutti í nýggj hús um nøku- lunda somu tíð, sat fyri 1,2 miljónir krónur. So, vit hildu, at vit sluppu rímiliga væl. Petur sigur, at tá tey spardu einar 100.000 krón- ur við at flyta byggiætlaninar Ein eplavelta sannførdi tey um bústaðin Flogfør duttu niður Franska flogvápnið kannar nú, hvussu tað kundi bera til, at tvey av tess mest framkomnu jagaraflogførum duttu niður í Miðjarðarhavið í gjár. Tey bæði flogførini vóru júst farin á flog av flogberanum "Charles de Gaulle" á eina royndarflúgving, tá vanlukkan hendi. Annar flogskiparin bleiv bjargaður. Tað er verksmiðjan Dassault Aviation SA, sum ger hetta slagið av jagaraflogførum. Sagt verður, at vanlukkan kom verksmiðjuni sera illa við, tí eftir drúgvar tingingar hevði Brasil sagt seg hugað at keypa júst flogfør av hesum slagnum til sína loftverju. Fagnaðarveitsla Í sambandi við, at liðin eru 25 ár, síðan fyrstu familjurnar búsettu seg á Norðasta Horni, verður skipað fyri stórari fagnaðarveitslu í B36-húsinum í annaðkvøld, har bæði verandi og fyrrverandi íbúgvar eru vælkomnir. Matarskráin er havtaksa við salati og limesós til forrætt og lambskjøt við asparges, eplum, ruculasalati og sós til høvuðsrætt. Oman á verður heimagjørdur hindberjaísur. Eftir borðhaldið, verður dansur við Sámali Ravnsfjall og vinmonnum Kent byrsuvirki á heysin Tann størsta vápnaverksmiðjan í Russlandi, Izhmash, er komin í so stórar fíggjarligar trupulleikar, at vandi er fyri gjaldtroti og húsagangi. Verksmiðjan er millum annað kend fyri maskinbyrsurnar av slangum Kalashnikov, sum er heimsins mest selda maskinbyrsa, og sum hevur verið brúkt í næstan hvørjum einasta vápnaða stríði, sum hevur verið síðani seinna heimsbardaga. Í fleiri ár vóru tað fleiri verksmiðjur, sum gjørdu Kalashnikov-maskinbyrsurnar, men síðani 1999 hevur Izhmash havt einkarrætt til at gera byrsuna. + mynd byrsur ” ... tey fyrstu húsini, sum komu upp, stóðu rímiliga spjadd, tí fólk valdu sær tey grundstykki, tey hildu lógu best fyri. Men eg haldi ikki, at tað bilti nakað, tí vit vistu, at onnur fóru at seta búgv her úti eisini... (Petur Hermansen)