Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 25. september 2009 11 tíðindi Øði um danska bók Bókin hjá fyrrverandi danska hermanninum Thomas Rathsack um krígsførsluna hjá teimum donsku og teimum sameindu deildunum í Afghanistan, hevur vakt stóran ans í USA og Bretlandi, hvørs hermenn berjast saman við teimum donsku. Politiken veit at siga, at amerikanska verjumálaráðið hevur havt samband við donsku sendistovuna í Washington og víst sína misnøgd við, at bókin kemur út. Eisini bretska hervaldið er misnøgt, og ein talsmaður fyri bretsku myndugleikarnar sigur við blaðið, at innihaldið í bókini kann noyða bretar at broyta sínar mannagongdir í Afghanistan. Heldur Helle enn Lars Skuldu danir valt forsætisráðharra í dag, hevði sosialdemokratiski floksformaðurin, Helle Throning- Schmidt, fingð fleiri atkvøður enn verandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen. Í einari kanning, sum Ritzau hevur latið gera, svara 47 prosent, at tey vildu havt Helle Thorning-Schmidt til stjórnarleiðara. 42 prosent høvdu valt Lars Løkke Rasmussen, og 11 prosent sita ikki, hvønn tey høvdu valt. Tað eru serliga kvinnur, tey ungu og fólk við góðari útbúgving, sum velja Helle Thorning-Schmidt, meðan tey eldru og fólk við góðari inntøku, sum velja Lars Løkke Rasmussen. úr Marknagili og út á Norðasta Horn, untu tey sær eitt nú eitt betri køk. - Vit fingu okkum ein Uniform-køk, sum var dýrur, men framvegis er líka vakur, sum tá hann var nýggjur. Hann sigur seg serliga væl minnast, tá hann gjørdi grundstykki byggiklárt. - Eg boraði 222 hol og fekk ein spreingikønan dana úr Mjørkadali, sum eg hevði hoyrt um, at spreingja fyri meg. Hetta arbeiði gjørdi hann fyrimyndarliga væl. Maðurin spurdi meg, hvar eg vildi hava grótið at leggja seg, og tá avtornaði lá alt har, sum vit høvdu tosað um. Einki var lagt omanyvir, tá hann sprongdi, og eg kann siga, at bøurin rundan um var púrasta rein- ur. Soleiðis vildi eg hava tað, og soleiðis fekk eg tað, og eg má siga, at eg var púrasta imponeraður av hesum manni, so væl sum hann dugdi síni ting, sigur Petur Hermansen Eftir at tær fyrstu familj- urnar fluttu út á Norðasta Horn at búgva, var eingin telefon, og ikki so sjáldan hendi tað, at el-veitingin var óstøðug. Nýggjur vegur og bygg- ing oman móti Havnini, sum samstundis er vaksin út í Hornahagan, hevur gjørt, at búsetingin á Norð- asta Horni í dag ikki tykist so langt burtur úr Havnini annars. Hermansen-hjúnini, Marjun og Petur, vóru millum tey fyrstu, sum fluttu í nýggj hús á Norðasta Horni til jólar fyri 25 árum síðan Mynd: Jens Kr. Vang ” ... tó at flestu av okkum, sum hava búð og búgva á Norðasta Horni, hava trivist sera væl, eru seinastu grundstykkini her úti ikki seld fyrr enn í nýggjari tíð, kanska fyri einum 10 árum síðan... (Petur Hermansen) Norðasta Horn - ESSA TOWN Tað var ikki av ongum, at Norðasta Horn í byrjanini varð rópt Essa Town. Hetta komst av, at Eliesar Arge, sáli, sum sat í Tórshavnar býráð, var heitasti talsmaður fyri bygging úti í Hornahaganum. Ein annar, sum eisini var talsmaður fyri hesi bygging, var Leivur Johannesen, sum eins og Eliesar varð valdur í býráðið í 1972 Norðasta HorN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin fer ikki í dag at skriva nakra dokumentatión um søguna aftanfyri býlingin á Norðasta Horni, sum nú hevur 25 ár á baki. Poul Michelsen, sum var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá tey fyrstu sethúsini vórðu bygd í Hornahaganum, sigur, at tað serliga var Eliesar Arge, vanliga róptur Essa, sum var heitur talsmaður fyri Norðasta Horni. Honum á baki tók Leivur Johannesen, sum tá eisini var útbúgvin verkfrøðingur, fult undir við hesi ætlan. Teir báðir, eins og Heðin Mortensen, vórðu valdir í býráðið í 1972. Eliesar og Leivur sótu báðir í sonevndu býarplans- nevndini, og sjálvur váttar Leivur Johannesen, sum Sosialurin prátaði við í gjárkvøldið, at hann stuðlaði Eliesari í ætlanunum um Norðasta Horn. Eingi grundstykki Poul Michelsen sigur, at tað var ikki av ongum, at Norðasta Horn í byrjanini varð rópt Essa Town. - Vit høvdu ongar møguleikar at ganga øllum teim- um mongu umsóknunum, sum lógu um byggiøki, á møti. Minnist eg rætt, stóðu kanska eini 600-700 fólk á bíðilista, og kommunan hevði eingi øki at vísa teimum á. Nøkur grundstykki fingust í keypi frá privatum – og onnur um Jarðarráðið. Men hetta munti ov lítið og loysti als ikki stóra tørvin. Táverandi borgarstjórin sigur, at Tórshavnar kommuna hevði ligið sum lús ímillum tvær negl millum Hoyvíkina og Argir, sum vóru saman í Tórshavnar Uttanbíggja kommunu – við Havnini ímillum sín. - Vit áttu einki byggilendi í Havnini, og fólk vóru ógvuliga sár um traðirnar, sum vóru ein halgað verð, sum Poul tekur til. Tað skuldi eisini vísa seg, at tann stóra byggingin um hetta mundi var í Hoyvíkshaganum, og umstøðurnar í so máta broyttust, tá Hoyvíkin kom upp í Tórshavnar kommunu. Nógvir fordómar Poul Michelsen sigur, at nógvir fordómar vóru um Norðasta Horn, bæði hvat viðvíkur veðri, at økið ikki lá uppat sjógvi, og at langt var oman í Havnina. - Alt økið varð útstykkjað í einum, men hóast øll, sum stóðu á bíðilista, ikki glaðbeint fóru út hagar, gjørdist Norðasta Horn kostini ein ”ventilur”, sum gav fólkinum og Tórshavnar kommunu ein møguleika. Tórshavnar kommuna hevði brúk fyri eini 150 grundstykkjum um árið, og Poul Michelsen heldur, at Norðasta Horn um hetta mundið var ein gongd leið burtur úr ringastu trupulleikunum.