Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 183 - 25. september 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Avtalað spæl? Mong munnu spyrja, um tann glæntrileikur, vit hava sæð seinastu dagarnar í Sambandsflokkinum, kann vers avtalað spæl. Vit hava ikki svarið men loyva okkum at spyrja. Í vikuni tveitti royndi bridgespælarin úr Sundalagnum sín besta trumf higartil í samgongu- skeiðnum á borðið. Blokkuppskotið var ein ørvur í akilleshæl Javnaðarfloksins – spurningin um vælferð- ina, pensionistarnar, tey veiku og tey sjúku. Taktikari um ein háls, sendi Edmund í vikuni út tíðindaskriv um at tina blokkin, eitt átak, sum bert kundi skiljast sum umboðandi allan Sambandsflokkin. At formaður floksins og løgmaður eftirfylgjandi ikki vildi kennast við hetta tíðindaskriv er sera margháttligt. Hetta mál reisir nógvar spurningar. Hvør er kjarnin í hesum? Er løgmaður, sum skal sameina sjónarmið hjá flokkunum í samgongu og byggja brýr sína uppgávu vaksin? Hví legði løgmaður ikki hetta málið til innanhýsis kjak í samgonguni heldur enn at lata ein av taktisku boðberum Sambandsfloksins fara út til almenningin við boðskapinum! Við at fara út við málinum á henda hátt – vælvitandi, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin fóru at taka undir við tí – fekk Sambandsflokkurin júst tað burtur úr, sum hann ætlaði, nevniliga at skora javnaðaratkvøður til eitt komandi val. Løgmaður veit væl, at við alment at “tvinga” javnaðarformanninum til at halda orð í mun til samgonguskjalið, so fekk hann samtíðis tað burtur úr, at sambandskir javnaðarveljarar her serstakliga pensionistar fara at leita til Sambandið næstu ferð ella í hvussu er ikki at geva atkvøðu sína til Javnaðar- flokkin. At formaður Javnaðarfloksins seinasta viku- skiftið í Hvonn Live sending á Rás2 segði, at vit verða noydd at slaka í vælferðini var so ein upplagdur møguleiki hjá Sambandinum at svara aftur. Hví kom útmeldingin frá Sambandinum bara tveir dagar eftir, at Jóannes Eidessagard í Hvonn Live gjørdi vart við, at vælferðin fór at verða skerd! Eingin ivi er um, at avtalaða spæl sambandsmanna longu hevur skatt Javnaðarflokkin. Eftirtíðin fer at minnast hetta sum, at Javnaðarflokkurin skerdi vælferðina, samtíðis sum hann sýtti fyri at fáa 110 milliónir krónur meira árliga í blokki úr Danmark. Tað, ið vit ikki skilja í hesum máli er leiklutur og atburður løgmans, sum er samgonguleiðari. Hann átti at tryggjað sær, at eitt slíkt mál varð tikið til viðgerðar í samgonguni, áðrenn hetta varð brúkt í partapolitiskari propagandu. Javnaðarflokkurin hevur nóg nógvar trupulleikar at dragast við sum er, nú hevur hann so takkað verið sambandinum fingið ein trupulleika aftrat. Men Javnaðarflokkurin kann eisini takka sær sjálvum fyri, at hann fær so lítla undirtøku. Hevur hann gloymt, at tað eru túsundtals pensionistar í landinum, sum eru illa fyri - at tað finnast nógvar miðal- og háinntøkur, sum orka at bera ein eykaskatt, meðan kreppan varar. Alt tað vita Samband og Fólkaflokkur. Ella átti Javnaðarflokkurin kanska at havt tikið signalini frá boðbera Sambandsfloksins til eftirtektar? Kanska ein komandi veljarakanning kann kasta ljós yvir tað. Hóast løgmaður velur leiklutin sum diplomatur so stendur eftir spurningurin, um hann megnar leiklutin sum leiðarini, ið skal halda saman uppá eina samgongu. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Tað almenna hevur tað trongligt í hesum døgum. Annaðvørt tað er av egnum ávum ella av orsökum, eingin deyðiligur valdar yvir, er ilt at vita, men vandi berst av hesum fyri mangan føroying, so mikið er vist, bæði fyri haltan og blindan, fyri deyvan sum gamlan, fyri sjúkan, før­ leikaskerdan, málveikan, arman, dygdarleysan, syrgnan og guð má vita hvønn. Tað er tí eftir vónum, at hvør spyr annan í landsins leiðslu sum jarlurin í kvæðnum: Hvar veitst tú nú mestar fíggjarvánir? Ein politiskur fagnar­ bóndi, sum fram um aðrar hevur lagt sær nær at halda reinan köst í sambands­ flokkinum, gremur seg í fjölmiðlunum um, at hundrað og tíggju milliónir eru farnar fyri einki, peng­ ar, sum saktans kundu loyst fíggjarvandan hjá tí almenna og alt av tí bara, at ein annar bóndi í sam­ bandsflokkinum er ein sovorðin töðnös og ikki vil fløva um blokkin so mikið, at sjálvstýrisfrostið slær úr honum. Men gremjingar fáa ong­ an blota í nakað, síðst av öllum tað, sum fryst er. Her mugu onnur ráð finn­ ast og betri. Ongantíð ov skjótt. Nú er tað so, at føroysk mentan og føroyskt sinnalag standa á gamlari rót og tað elsta av hesi rót, víkingurin, man valla vera kólnaður úr fólkasálini heilt. Spurningurin er tí, um føroyingurin ikki átti at tikið upp fornan sið og farið í víking aftur. Ikki upp á íslendskan vís kort­ ini, ikki til at vasast í útrás­ arhami um lond í dýrum klædningum frá Armani, við stress­mappu og fimari tungu í heysi, men sum forfedrarnir við vápnum og grimdarhuga. Og tað er ikki av ongum, at eg komi við hesum. Í vikuni varð í tíðindin­ um sagt frá einum ráni í Svöríki. Menn, av Balkan­ hálvoynni sigst, rændu við einskila snild og tyrlu eina pengagoymslu í Stokk­ hólmi og fingu eina ørandi nögd av pengaseðlum avstað við sær summi siga fimm og fjøriti, onnur hundrað milliónir krónur. Sum maðurin segði: tað er fongur í áræði. Men skal føroyingurin vera aftari enn onkur dadlukroystari av Balkan? Er hann ósnildari í hugsan, lakari í brögdum! Valla. Hann kann sum einki gera hasum kamelkleyvunum leikin eftir. Og ikki er hann verri útgjørdur til tað held­ ur. Tvørturímóti. Føroying­ urin eigur bróðurpartin av einum flogfelag og flog­ felagið eigur minst tríggjar tyrlur. Føroyingurin krevur tí ikki sum muhamedsklepr­ urnar av Balkan at stjala sær tyrlu fyrst og tað eina tyrlu, sumi ikki lastaði meiri enn hundrað kilo, tá ið avtornaði. Helst sigur onkur hetta vera óðamannaverk, onkur ivandi sál, onkur afturset­ ingur. Tyrlurnar hjá Atlants­ flog hava so lítið flogtol, tað slepst ikki longur enn til Hetlands við teimum, í besta lagi á eysturlandið í Íslandi og hvørgastaðni eru serligar fongvánir. Hetland liggur mest at siga mann­ tómt og íslendingar eiga ikki fyri afturpartin á sær sjálvum í hesum tíðum. Men skamm fái teg, tú fátrúni! Minst til ríkisfelags­ skapin. Treyðugt so fara danir, statsministarin hjá teimum hálvur føroyingur at kalla, at útvega skip og tað bæði við kanón og tyrlupalli, hvat tá, so mikið virða teir sambandið í Keypmanna­ havn. Og við donskum skipi og kanón og tyrlu­ palli er lagamanni at fara í víking, hvar sum er, og ikki langt at leita, summir grannar ríkir, tak eitt nú norðmenn, teir hava eina sovorðna yvirflóð av pengum, tað líkist svarta ongum. Nú kann henda, at onkur kristilig sál fær ilt í sam­ vitskuna. Sjeynda boð er sjeynda boð (og eini tvey onnur við). Og honum er helviti víst, ið guðsboð brýtur. Men álvaratos, hugsa teg um, tú kristiliga sál. Legði loysnarin tær ikki eina við at hava umhuga fyri teimum veiku. Og hvat segði hann um nálareygað og tann ríka, ha? Heldur tú, at himmal­ sins portur stendur tær opn­ ari, fyri tað um tú letur tollarar danaveldis taka pengar til tín frá flatlend­ skum hampafólki, tað er harðari fyrispent í kreppuni enn tú sjálv, skalt tú vita, skattpínt og við deyðans grindir fíggjarliga. Nei, tá man himmalinum toknast betur, at hann missir, ið ivaleyst eigur. Sum fagnarbóndin í sambandsflokkinum segði í útvarpinum í morgun: Alt fyri Føroya fólk. Eg fari tí staðiliga at heita á landsins hægstu menn, fíggjarmálaráðharr­ an og løgmann, at leggja iva, samvitskubit og spott­ ræðslu til viks (kanska í somu skuffu sum ólavsøku­ pakkan) og manna eitt vala­ lið av føroyskum víkingum alt fyri eitt. Drála tit, væl­ signaðu menn, kemur hóttafall á samfelagið, vælferðina og valdið. Tað umberst ikki. Spyrst so livst Hvar veitst tú mestar fíggjarvánir? CArL JóHAN JENSEN