Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 25. september 2009 13 viðmerkingar Løgtingið líkist eini kabarett, har tingið nú eisini er saksøkt eftir barnsburðarpeningi A fturgongdin í Føroyum fram til 2004 varð steðgað av ABC-samgonguni. Í umheimi- num vóru umstøðurnar eisini optimalar. Heimurin sveimaði á lánibylgju. Grammleikin var markleysur. Trøini vuksu inn í himmalin, varð sagt. Eisini her tevjaðu fólk skjótan vinning. Milliardir skiftu hend- ur. Tað ráddi um at vera on. Og alt gekk sum eftir ánni. Landið fekk sítt. Ráð var til ovurstórar betringar á vælferðar- økinum og við lutvísu søluni av Føroya Banka og Atlantsflogi gjørdist landskassin harum- framt skuldarfríur. Men longu út á árið 2007 var skilligt, at veitslan var um at vera av. Nú ráddi um at tálma út- reiðsluvøkstrinum hjá landinum. Kortini varð hildið fram sum um einki var á vási. CHE-sam- gongan kom undan kavi og ballið helt fram. Fíggjarlógin fyri 2008 vaks við heilum 300 mio kr. Kortini mundu onkur í CHE-gonguni ána, at okkurt ófrættakent var ávegis. Tí ráddi um at sleppa undan ábyrgdini. Eins og í 2003 aftur at sleppa útum áðrenn skriðan leyp. Tí vóru ráðini at produsera kreppustøðu. Lyklarholið gjørdist loysnin. ABC-samgongan kom afturí- aftur um sama mundið sum fíggjarlógin hjá CHE skuldi berast í tingið. Har var einki nýtt undir sólini. Sum aðrir vísmenn gingu búskaparfrøð- ingar fram á rað at tøla politik- arar um at tøma kassar og grunnar. Virksemið í landinum mátti ikki minka. Umráðandi var brúka. Tí hvat er ein milli- ard i undirskoti árliga millum vinir? Festivalføroyar Og gongdin hevur verið sam- svarandi. Hóast peningastovn- arnir hava hildið aftur í kreditt- veitingini, so minkaði almenni rakstrarvøksturin frá heilum 9% bert niður á 3%. Eingin verulig tillaging ella sparing, bert aftur- hald í útreiðsluvøkstrinum. Og nú er landsstýrið gyrt í brøkur- nar. Útreiðslur landskassans eru framvegis í samsvari við upp- pumpaðu inntøkurnar undan kreppuni. Við førda útreiðslupolitikki- num fra 2007 við uml. 300 mio kr í útreiðsluvøkstri árliga, er landið endað við fíggjarundir- skoti útvið 1000 milliónir ár- liga. Alment lánifíggjað pen- ingaumfar sum ger, at kostnað- arstøðið verður hildið kunstiga uppi, har minni og minni sam- svar er millum framleiðslu og peningaumfarið. So, meðan høvuðsvinnan ekur á knøunum, heldur veitsl- an fram við almennari lántøku. Búskapurin sleppur ikki at laga seg til veruleikan. Fólk festi- vala, sum um einki er á vási. Stórir almennir vekslar verða uttan at blunka skrivaðir upp á framtíðina. Tjóðskapa sær Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru skipað eftir yvirtøkulógini, sum inniber, at Løgtingið einsamalt ger av, at øll málsøki, undantikin tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast. Vit eru fatað av grundlógini. Taka føroyingar avgerð um, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugar koma øll málsøki undir føroyskt máls- ræði. Føroyar og Danmark fara hvør til sítt. Skipanin er stórsta frambrot á sjálvsstýrisleið í nýggjari tíð, ella sum íslendski aðalkonsulin málbar seg: ”ordningen er genial”. Kortini er hetta ikki nokk fyri summi. Tað ræður um at tjóð- skapa sær. Ístaðin fyri at virka eftir søguliga møguleikanum í yvirtøkulógini, so er stórsta projektið nú í Løgtinginum at orða nýggja stjórnarskipan. Álvarsamir tinglimir sita við sveittabrot fyri at fáa skipanina frá hondini. Men úrslitið er givið uppá forhond. Nýggj træta verður millum Løgting og ríkismyndugleikarnar. Nýggjur frontur verður opnaður, eingi úrslit men bara stríð. Alt meðan politiska arbeiðið soleiðis gerst markeringar og stakmál, førkar samfelagið seg móti stagnatiónini. Móti atgerð- arloysi og upploysn. Veruliguføroyar krevja, at leik sum lærd ásanna viðbrekni í okkara lítla búskapi, at vit seta tering eftir nering. Neyðugt er, at vit vilja tað sama saman. At etableraðu Føroyar eisini geva høvuðsvinnuni uppibornan ans og ikki sum nú, upp í saman harta vinnuna fyri kraddar- virksemi. Politiskir pyromanar Væntandi var, at skiftið til eitt valdømi fór at stabilisera polit- iska landslagið, at politikkurin fór at førka seg a hægri støði. Men soleiðis gjørdist ikki, tvørturímóti. Mørkini, sum skuldu ruddast burtur millum lands- og lokal- politikk eru sjónligari enn nakrantíð. Keyp og søla í korri- dorunum er meginreglan. Visiónirnar um heildarpolitikk eru burtur. Harafturímóti hevur politiska skipanin lagt seg skerflata fyri at halda fast við almennu útreiðslurnar. At yvir- bjóða hvønn annan. Einki upp- skot um rationaliseringar, ongar effektiviseringar. Sýnist, sum ein milliard gongur leys, ikki at hon manglar í. Tosaði nakar um sjálvberandi búskap? Løgtingið líkist tí mest eini kabarett, har tingið nú eisini er saksøkt eftir barnsburðarpeningi. Og andstøðan minnir um politiskar pyromanar, sum áhaldandi festa í og skapa ruðuleika fyri síðani at standa fremstir at sløkkja og gera seg til alternativið til ruðuleikan, tey sjálv eru upprunin til. Sama andstøða, sum behend- iga, umvegis lyklarholið, slapp undan at taka ábyrgd, spælir gekk við ótaldum einkisigandi munnligum markeringsfyrispur ningum, sum eru uttan minsta samband við heildarpolitikk, men sum tvørturímóti lemja landsumsitingina í dagar hvørja viku. Berur retorikkur uttan innihald. Og fjølmiðlarnir spæla við. Fríspæl Í samgonguni verður blást í ymsar ættir. Meðan landsstýrið við sveittabroti og tærnakrimpi baksast við fíggjarlógini spæla onnur fríspæl. Onkur gremur seg um at vera køldur niður av sínum egnu. Miðlarnir kundu hóskandi spurt, hví hesin í for- nermilsi ynskti limaskap í øðr- um flokki bert dagar áðrenn, hann gjørdist fíggjarmálaráð- harri. Og annar krevur størri blokk - at brúka uppaftur meira enn framleiðslan loyvir, vitandi um, at stuntið bara undirgrevur egnan formann og samgongu- samstarvið. Politiska avbjóðingin í heyst fer tí at krevja sítt. At standa stinnur og fremja tillagingar er neyðugt, skal samfelagið ikki fara fyri bakka. At leggja seg í oportunistiska kjalarvørrin hjá andstøðuni er ábyrgdarleyst. At sita í sjálvdrátti og viga grín er byggir heldur ikki land. Ístaðin fyri politiskum pro- jektmakaríi, har samfelagið gerst eitt experimentarium hjá summum, so áttu øll at sæð álvaran í ólukku støðuni vit eru ávegis í. Vit fáa einki gjørt við heimskreppuna, men vit kunnu fyrihalda okkum til veruligu- føroyar, har okkum manglar 1000 mio kr árliga, skulu vælferðarføroyar halda tørn. Sanniliga ein avbjóðing, sum krevur dirvi, áræði og stabilitet. Megna vit ikki tað, verður einki fantilsi á sum frálíður. Livst so spyrst....... Pseudoføroyar Tíðargreinin Tann árligi blokksjónleik­ urin hjá sambandinum og samgonguni hevur bara eittans endamál: At renna undan ábyrgd av egnum gerðum og at skapa undir­ brotligheit og ótta millum fólk. Heldur eiga vit at vera errin av, at vit tóku ábyrgd­ ina undir fullveldispolitikki­ num – tí tað er hetta, sum í løtuni bjargar føroyska búskapinum Vit hava ómetaliga nógv at vera errin av. Okkum, sum er unt at liva og virka í Føroy- um. Vit hava dygdir og lýtir eins og øll onnur. Vit eru ikki betri enn onnur fólk, onnur lond ella aðrar tjóðir. Og vit eru heldur ikki verri. Men vit eru her. Við tí arvi, okkum er givin. Og við teimum fram- tíðarmøguleikum, sum vit kunnu velja at stríðast fyri – ella vraka. Tað eigur at geva okkum stórt áræði og virkishug. Eigur at fáa okkum at kasta undirbrotligheitina av okkum og tora at taka tey stig og seta tey mál, ið vit øll vita eru neyðug til tess at menna okkum sum einstaklingar og sum tjóð. Og lat okkum fyrst av øllum ásanna, at tað, sum vit eru mest errin av í dag, og sum leggur okkara fremstu lunnar inn í framtíðina, er alt tað, sum vit vóru so ósamd um og sum fekk so stóra mótstøðu – og mangan skomm og skitin orð við sær á vegnum. Alt tað, sum hevur verið inngrógvin partur av sjálvsstýrisstríðnum, men sum hevur havt dygga mót- støðu frá teimum, ið siga: Vit megna onki sjálv, men mugu bara dúva uppá skipanir, av- gerðir og pengar hjá øðrum. Tak nú bara stríðið fyri egnum máli, mentan, vegum, fiskimarki, undirgrund, egnum skúlum og Fróðskapar- setri, vinnulívsmenning og útbygging av samfelagnum, sum hóast so nógva ósemju, mótstøðu og skeivar avgerðir hjá politisku leiðsluni, í dag kortini er – og ikki minst kann – gerast okkara grund- arlag fyri varðandi virðum og vælferð. Og sum kann knýta okkum til umheimin og fáa okkara merki at veittra mill- um hini í heimsins meldri. Avgerðin mikla Ella tak avgerðina um at gera okkum leys av stórum parti av leigugjaldinum fyri okkara vantandi sjálvræði og ábyrgd – tann sonevnda blokkstuðulin. Tá varð tosað um krystallnætur og at ofra vælferð fólksins. Og mælt varð ístaðin til at brúka allan hendan pening óskornan at svaðasvørði hvørt ár. Varð tann avgerðin ikki tikin um at taka ábyrgd fyri hesar stóru upphæddir og læsa restina fast, so høvdu hvørt ár verið sprændar einar 6-700 milli- ónir krónur afturat út í samfelagið – og vit høvdu sum so mangan áður – við fullum leigugjaldi fyri okkara vantandi sjálvræði og ábyrgd – langt síðani verið farin á heysin og sett undir umsiting. Vit høvdu aftur havt mist alla sjálvsvirðing og møguleikar at velja framtíðarleiðir. Ábyrgdarloysið við fullum blokkstuðli í 80’unum og 90’unum, kostaði 13 milli- ardir krónur út gjøgnum vindeygað, sambært Caragata-álitinum. Í 1998 skyldaði tað al- menna omanfyri 7 milliardir krónur. Men tey árini, vit settu fullveldi og ábyrgd fremst, varð tann stóra skuldin fyri samanbrotið og ábyrgdarloysið niðurgoldin, og 2,3 mia. settar á bók. Samstundis bygdu vit upp betringar – og ikki skerjingar – í øllum okkara vælferðarskipanum. Hetta var eitt ódnartak, sum ongin av okkum politik- arum eigur at taka heiður av. Hetta vísti eina ótrúliga styrki í tí føroyska fólkinum og prógvaði, hvussu nógv vit megna, tá vit taka ábyrgd og hava frælsi og samhaldsfesti sum stavnhald. Tað eru fá samfeløg í vesturheiminum, sum hava verið ígjøgnum so djúpa kreppu, sum Føroyar í níti-árunum, men sum hava megnað at reist seg so skjótt og goldið skuldina aftur við renturs rentu. Og tað er hetta ódnartak, sum er grundarlagið fyri, at vit ikki aftur eru farin á heysin og hava møguleika at venda búskaparligu gongdini. ABC slepti ábyrgdini Tí longu í 2003 søgdu bú- skaparligu ráðgevar lands- stýrisins, at grundarlagið undir fíggjarstøðuni var styrkt so nógv, at kom eitt ábyrgdarleyst landsstýri til, so kundu teir í 5-6 ár taka skeivar avgerðir og oysa pening burtur í onki, áðrenn Ábyrgdin liggur altíð onkra aðrastaðni... Høgni Hoydal Framhald á næstu síðu ➘ tíðargreinin Bjarni Djurholm, løgtingsmaður