Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 183 - 25. september 2009 Seinastu tíðina hevur Føroya Reiðarafelag viðgjørt fiski­ dagaskipanina á heimasíðu síni. Samstundis skrivar LÍÚ (Íslendska Reiðarafelagið) á síni heimasíðu um ein fyri­ lestur ið stjórin á Føroysku Havstovuni Hjalti í Jákups­ stovu helt í Reykjavík. Hend­ an grein bar brá av at stjórin á Havstovuni tekur ikki undir við føroysku fiskidagaskip­ anini. Er hetta rætt so er hetta eitt álvarsmál ! Til tíðir heldur vinnan at Havstovan ikki kennir sína vitjunartíð, og at stjórin á Havstovuni tosar meira um politikk og strategi heldur enn at halda seg til tað hann er settur til, nevniliga at meta um hvussu fiskastovnarnir undir føroyum eru fyri og ráðgeva hareftir. Stjórin á Havstovuni úttalar seg um strategisk evnir, búskap og fiskivinnusamráðingar. Sum fiskifrøðingur skuldi hann hildu seg til sítt øki. Stjórin á Havstovuni tosar um hvussu Føroyar skulu fyrihalda seg í komandi mill­ umlanda samráðingum um makrelin. Hetta skuldi hann latið strategarnar í fiskimála­ ráðnum tikið sær av. Eisini kemur hann fram við pástand­ um um at tað eru gjørdar ovurhánds íløgur í okkara heimaflota, sum fiskifrøði­ ligur stovnur, hevur Havstov­ an ikki til uppgávu at greina okkara fiskiflota og lønsemið hjá flotanum. Tað er ikki teirra arbeiðsøki. Í lógini um vinnuligan fiskiskap er greitt tilskilað, at Havstovan hevur ábyrgdina av at geva landsins myndugleikum ráð um støð­ una hjá teimum stovnum, føroysk fiskiskip troyta. Stjórin á Havstovuni undir­ grevur okkara fiskireguler­ ingsskipan Á heimasíðuni hjá Íslendska Reiðarafelagnum, LÍÚ verð­ ur ein norðurlendskur fundur viðgjørdur, har eitt evni var reguleringsskipanir. Tað sum teir serliga hava lagt til merk­ is, og tað sum stendur eftir, er fyrilestrinum hjá stjóranum á føroysku Havstovuni, har teir endurgeva ein part av fyri­ lestrinum hjá honum á teirra heimasíðu. ”Fiskidagaskipanin sum verður brúkt at stýra fiskiskap­ inum undir Føroyum gevur ikki tað ætlaða úrslitið. Tað sum sæst í dag er ov stórar íløgur, vánalig gongd í flotan­ um og vánalig støða í fleiri týðandi fiskastovnum., serliga toskinum sum hevur kollapsað seinni árini. Hjalti segði í sínum fyrilestri frá Føroysku royndunum av fiskidagaskip­ anini. Hann segði at ikki eydn­ aðist at fáa semju um kvota­ skipan og tí var verandi skip­ an sett í verk, sum allir sjó­ menn og reiðarar vildu hava í sínari tíð. Úrslitið hevur verið vánaligt. Eina av álvarsligastu fylgjunum av fiskidagaskipan­ ini í Føroyum helt Hjalti vera, at stýringin av royndini eftir ávísum fiskasløgum var fulkomiliga miseydnað. Orsakað av minkandi fiski­ skapi legði flotin seg eftir at fiska tann dýrasta fiskin. Tað hevði við sær ov stórt veiðu­ trýst á toskastovnin við til­ hoyrandi avleiðingum. Toska­ fiskiskapurin undir Føroyum er munandi minkaður sein­ astu árini. Hjalti tók samanum í end­ anum av fyrilestrinum og segði at størsti fyrimunurin við fiskidagaskipanini var at reglurnar vóru betur yvir­ hildnar og minni útblak­ ing. Vansanir vigaðu tó meir. Veiðurættindi vóru tódnað, saman við ov stórar íløgur í effektivari skipum við tilhoyr­ andi tekniskari betran og øktum effektiviteti, stór sving í veiðu og at rakstur av fiskiveiðufyritøkum var órentabul.” Stjórin á Havstovuni hevur eftir okkara tykki, skyldu til at draga fram bæði vansar og fyrimunir við okkara fiski­ dagaskipan. Fyrimunirnir sum vit ikki síggja nevndar eru, stór gýtingarfriðaði øki, av­ markað troling innanfyri 12 fjórðingar og stór økir friðaði fyri troling alt árið. Teir fyrimunir íð her eru nevndir áttu at hjálpt føroyskari fiski­ vinnu at fáa okkara fisk um­ hvørvisgóðkendan. Tað er sera óheppið at onnur sita eftir við tí fatan at stjórin í Havstovuni tekur ikki undir við okkara fiskidagaskipan, sjálvt um hann var ein av teimum sum evnaðu hana til. Tá tosað verður um ov stórar íløgur er eitt sindur marghátt­ ligt at geva fiskidagaskipanini skyldina fyri tað. Hyggja vit eftir teimum londum sum nýta kvotaskipanir, sæst at okkara íløgur eru fyri einki at rokna í mun til t.d. Ìsland. Eftir okkara meting er fyri­ lesturin hjá stjóranum á Hav­ stovuni, reinur politikkur. Pástandurin er, at skipini hava gjørt íløgur sum hava effektivi­ serað skipini so nógv, at stovn­ urin er niðurfiskaður. Hetta er púra burturvið. Hendan nei­ liga viðgerð av okkara fiski­ dagaskipan hevur eisin ført til at ICES ikki góðtekur okkara veiðu sum burðardygga og harvið hava føroyar í dag trupulleikar av at selja okkar fiskavørur á evropeiska markn­ aðinum, hetta er ein beinleiðs avleiðing av teimum signal­ um, Havstovan sendir út. Húkaflotin sera gamal Effektivisering hevur verið, men pástandurin um tað sera stóru effektiviseringina er ikki rættur. Hesin spurning­ urin hevur verið kannaður av óheftum persónum, og niður­ støðan var greið. Tað er ikki so nógv effektivisering farin fram, sum róð verður framundir. Minnt skal vera á, at ein stórur partur av íløgunum er farnar í at gera umstøðurnar betri hjá manningini, tey flestu skipini eru sera gomul og ótíðarhóskandi. Linuskip­ ini eru í miðal meira enn 40 ár og útróðrarbátarnir eru munandi eldri, tann samlaði føroyski húkaflotin stendur í minni pengum en til dømis 5 nýggj línuskip kosta. Her er veruliga talan um ”undur investering” og ikki yvir investering. Fiskidagskipanin í dag Føroya Løgting hevur sam­ tykt at vit skulu nýta eina fiskidagaskipan heldur enn eina kvotaskipan. Hetta merk­ ir at politiska skipanin sigur at hetta er leisturin og kann man sum alment settur em­ bætismaður ikki fylgja hes­ um, so er bert eitt at gera og er tað at finna sær annað starv. Undanfarni fiskimála­ ráðharrin Jørgin Niclasen, hevur ferðast víða um og greitt sera væl frá, teimum dygdum, ið fiskidagaskip­ anini hevur. Tá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 vóru tað umleið 41.000 fiskidagar í skipanini. Í seinasta fiskiárið vóru tað umleið 32.000 dagar í fiski­ dagaskipanini, men av hesum vóru einans brúktir umleið 14.500 dagar. Tey seinastu árini eru tað einans brúkt umleið 40­50 % av tillutaðu døgunum um árið, so veiðu­ trýstið hevur verið sera lágt tey seinastu árini. Men vilja dagarnir og veiðan økjast aftur, tá meira fiskur er til. Hetta er jú ætlanin við skipan­ ini. Men tað tykist vera sera torført at skilja ella viðurkenna hetta. Hví kom fiskidagaskipanin Orsøkin til at fiskidagaskip­ anin kom, var at kvotuskip­ anin, sum í 1994 var smoygd niðuryvir høvdi á okkum (av fiskifrøðingum og donskum embætismonnum) brendi fulkomuliga saman um várið 1996 sjálvt um kvoturnar eftir toski vóru útvið tvífald­ aðar fra 6.500 til 12.000 tons. Tað bar snøgt sagt ikki til at fiska t.d. hýsu, upsa, longu og brosmu, tí toskatilráðingin var so lítil. Tilráðingar frá fiskifrøð­ ingum komu, ið søgdu at tað skuldi verða fiskastopp eftir toski, samstundis sum fiski­ maðurin sá at havið var fult av toski. Her sóu øll, at neyðugt var við heilt øðrum munagóðum amboðum og var fiskidaga­ skipan sett í verk í 1996. Fiski­ dagaskipanin var høvuðsorsøk­ in til, at vit kundu framleiða okkum úr føroysku búðskapar­ kreppuni frá 1992­93. Bæði vinnan og fiskifrøðingar viðmælti hesa skipan og var alttjóða viðurkendi fiskifrøð­ ingurin Kjartan Hoydal, ið tá var aðalstjóri í fiskimálaráð­ num formaður í nevndini íð til­ evnaði skipanina, Reiðara­ felagið og stjórin á Havstovini Hjalti í Jakupsstovu vóru eisini við í nevndini. Vit eru stoltir av at hava hesa fiskireguleringsskipan við ongum ólógliga veiddum fiskasløgum og harvið ongari útblaking. Hendan skipan ger, at vit kunnu gagnnýta okkara fiskatilfeingi opti­ malt. Við at veiða stóran part av okkara toski og hýsu við eldri og bíligum skipum hava vit heimsins mest burðar­ dyggu fiskivnnu og mest orkusparandi toska og hýsu­ veiðu í heiminum. Klaksvík tann 21.09.2009 Óli M. Lassen, næstf. í Felagnum Línuskip Auðunn Konraðsson, Formaður í Meginfelag Útróðrarmanna Jákup Sólstein, fyrrv. formaður í reiðarafelagnum Havstovan skaðar Føroyskan fiskaútflutning tað fór at merkjast. Og vit mugu tíverri ásanna, at tað var júst tað, sum hendi. ABC­landsstýrið leitaði bein­ anvegin aftur á gamlar gøtur. Ongin skuld varð niðurgoldin, onki spart upp, men ístaðin veittu teir skattalættar fyri 400 milliónir krónur árliga og høvdu harfturat eina ólogliga meirnýtslu uppá 340 milliónir, sum vit í dag skulu gjalda fyri hvørt ár. Hetta svarar júst til tað undirskotið, vit hava á fíggjarlógini í dag. Verri var, at skattalættarnir oystu bensin á ein búskap, ið longu var nóg heitur. Allir kostnaðir ruku upp, og forðað var fyri at taka inn útlendska arbeiðsmegi. Hetta var uppskrivtin uppá búskaparliga niðurgongd. Gerðabýtispolitikkurin endurføddur Tá fólkið í landinum hevði niðurgoldið uttanlandsskuld­ ina og tvær ein hálv milliard varð sett á bók, fóru vit aftur bara at fremja gerðabýtispoli­ tikk. Handan afturlatnar dyr vóru sonevndar “semjur” gjørdar millum flokkar, ið onki mál ella kós ella grund­ geving høvdu uttan tað, at tað vóru “semjur”. Og onki orða­ skifti varð møguligt. Talaði nakar at ella mælti til aðrar ætlanir, varð farið eftir persón­ inum og sett spjaldur á teir. Peningur varð oystur út í skattalættum, ovurnýtslu og bardagar um prestisjuprosjekt, hóast búskapurin varð við at byggja seg upp í eini rímilig­ ari javnvág. Almenn ogn varð seld og eisini tann peningur nýttur, hóast samtykt at varð, at peningurin skuldi í grunn til framtíðina. Føroyar sum eitt akvarium Ongin broyting varð gjørd í serskipanum ella kreppuloysn­ um og bygnaði – og ongin gongd sett á nýggjar útbygg­ ingar í økir, ið kundu skapa varðandi virðir. Tilfeingisum­ sitingin helt fram óbroytt, hóast øll serfrøði vísti, at stór­ ar broytingar vóru neyðugar til tess at endurskapa virðini – og felags ogn varð keypt og seld og kapitalur tikin úr vinnuni til einstaklingar. Ongi mál vórðu sett til at skipa Føroyar frælsar og skapa okkum atgongd til heimssamfelagið. Alt varð parkerað. Ístaðin var aftur handlað eins og Føroyar skulu vera eitt akvarium, har fóðrað verður niður gjøgnum eitt lítið hol í glasloftinum. Og so varð fóðrað ov nógv, so alt fór at køvast. Heldur enn at taka veggirnar niður, so vit kunnu virka saman við heimsins tjóðum og og heim­ urin kann koma til okkara. Leiðsluloysi og málloysi Vit mugu bert ásanna, at vit seinastu árini hava ligið í leiðsluloysi, málloysi og hug­ sjónarloysi í føroyskum poli­ tikki – og at vit tíverri hava endurtikið somu mistøk aftur og aftur. Vit liva í dag av tí, sum varð spart og niðurgoldið undir fullveldispolitikkinum. Men tann sjónleikurin frá sambandinum, vit síggja í dag, hevur bara til endamáls at leggja ábyrgdina frá sær fyri sínar skeivu avgerðir og at siga, at einar 100 milliónir úr Danmark skulu bjarga okkum. Vit skulu gerast bangin, undirbrotlig – og vit skulu ikki halda okkara egnu politikarar til svar fyri tann førda politikkin. Læran av kreppunum Men vit hava lært, at tað, sum skapar kreppur í Føroyum í nýggjari tíð, hevur ongantíð verið ov lítið av peningi. Tað hevur hinvegin verið ov nógv­ ur peningur. Tá ov nógvur peningur hevur verið sprænd­ ur út í skipanir, ið annars kundu ment seg sjálvar, men sum køvast av skeivum avgerð­ um. Tá peningur, sum ikki hevur varðandi virði ella veru­ liga framleiðslu og botn aftan­ fyri seg, hevur verið hildin at verið grundarlagið fyri væl­ ferð. Ov nógvur peningur, sum er nýttur skeivt í jagstran eftir persónligum løtuvinningi ella fiktivum virðum til fáar úrvaldar bólkar. Okkara roynd­ ir eru, at kreppurnar eru skapt­ ar, tá felagsskapurin og sam­ haldsfestið hava verið offrað fyri egingirndina. Og vit hava lært, at tíðin má vera farin frá teimum, sum prædika, at trygdin hjá okkara pensjónistum, sjúku og veiku, liggur ikki í tí sum, tey sjálv hava skapt av virð­ um og í tí sum vit sjálv gjalda til felagsskapin – men at tað skal grundast á pening aðra­ staðni frá, ið vit ikki hava ávirkan á. Og at vit so ístaðin skulu kunna nýta pengar frá okkara egnu framleiðslu til persónlig prestisjuprosjekt og størri fyrimunir til tey vælbjargaðu. Heimskreppan sama avbjóðing Tann áleikandi heimskreppan hevur lært okkum – og vón­ andi heimsins tjóðir allar – somu greiðu setningar. Ein fíggjarheimur hevur troðið ein villan dans um øll heim­ sins lond, ið hevur verið bygdur á at flyta íspunnin virðir á færri og færri hendur, meðan ongin verulig fram­ leiðsla og virðir hava verið aftanfyri. Onki fólkaræðið ella fólkavalt eftirlit hevur havt minsta tamarhald á hes­ um blindu kreftum. Tá dans­ urin ikki slapp longur út í ytstu krókar og økta ferðin ikki kundi føðast við nýggj­ um fiktivum virðum, kann dansurin nú ikki troðast undir moldum. Eftir liggur rokningin hjá felagsskapinum og verri er hjá breiðu fjøldini at leika fagurt á foldum. Fólkaræðið skal taka upp eftir neoliberalu ódn­ ina, ið hevur snýst so mangt omanav. Og fátækasta fjøldin ber higartil dýrasta prísin. Tað er hetta, vit skulu stríðast ímóti í dag – og tað er hetta vit skulu nýta orkuna til. Heldur enn at góðtaka ta gomlu sambandsundirbrotlig heitina, sum hvørja ferð leiðir okkum til stillstøðu og afturgongd. viðmerkingar