Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Rákið – september '09 Árið var 1976. Við seks smábørnum var ikki hugsingur um at fara út at arbeiða. Tí lat Elsuba í Skotinum fyrsta mótahandilin upp heima í stovuni úti á Reyni, og síðan hava hon og maðurin, Jan Hardley, gingið á odda í einari bransju, har tey fægstu yvirliva Her er hon. Myrka, vakra havnardaman við eyðkenda safaristílinum, stóru sólbrillunum og leysliga uppsetta hárinum. Altíð fús við kønari vegleiðing og einum hugnaligum práti í Tróndargøtu 29. Tað byrjaði við Skotinum fyri meiri enn 30 árum síðani. Úti á Reyni. Og uppi í SMS. Og so aftur niðri í býnum. Saman við danska manninum Jan Hardley hevur Elsuba í Skotinum í skjótt ein kvinnualdur selt føroyingum tað smartasta og nýggjasta frá kendum merkjum sum Noa Noa, Janus, Streckers og Tony Barker. – Hvørgin okkara hevur útbúgving á økinum. Men eg havi altíð havt áhuga fyri klæðum og móta, og eg billi mær eisini inn, at eg havi skil fyri tí, flennir Elsuba. Hon og Jan sita lið um lið í lítlu, hvítu sofuni í stovuni í erva í Tróndargøtu og fortelja. Í glæmuni frá livandi ljósum liggja søt jarðber og sjokulátakonfekt og freista. Spartanski og estetiski bohemestílurin í klæðunum gongur aftur í ljósa heiminum. Við stakkum av glitrandi mótabløðum á gólvinum, teppum á sofunum, stearinljósum í stakunum og gardinleysum vindeygum. Tí Elsuba hatar gardinir. Í neðra er handilin stongdur, men gluggarnir prýddir við øllum tí nýggjasta frá Noa Noa til heystið. Úti er gøtan myrk, men kollektiónin er góð, og tað eru tey glað fyri í stovuni. Várkollektiónin var ikki góð. Hon var ov diddilig og endaði á útsølu. Men rørslurnar eru stórar og orðini livandi, nú tey minnast aftur á eitt langt tíðarskeið við mótahandli í einari bransju, sum gongur upp og niður, men har upplivingarnar fyri allarmesta partin hava verið góðar. Tey fortelja um fyrstu tíðina, tá tey komu heim til Føroyar aftur eftir trý ár í Danmark. Tey høvdu fingið heili seks børn innan fyri 10 ár, so hjá Elsubu var ikki hugsingur um at fara út at arbeiða. Heimið var í Bringsnagøtu úti á Reyni og grannalagið rokaligt. – Eg hevði altíð havt áhuga fyri innrætting og móta. Tá eg valdi mótan, var Jan í fyrstu atløgu ikki so heitur fyri tí. Sum bókhaldari visti hann, at vit kundu risikera at missa bæði hús og heim, um tað miseydnaðist, fortelur Elsuba, sum setti sær fyri at lata handilin upp inni í stovuni í heiminum í Skipara Hansens húsi. Her skuldu tey liva og virka. Familjan við seks børnum, klæðum, kundum, brúkslutum og reynafrensum við klemmibreyði, ulpum og tuflistivlum. Árið var 1976. ”Hvør eigur tykkum? Í fyrstani var annars ætlanin, at tey bæði Elsuba og Jógvan Páll Háberg skuldu hava handil saman. Tey bæði vinfólkini høvdu áhugan fyri móta, sniði, klæðum og brúkslutum í felag. Men niðri í Sjóvinnubankanum vildi Rasmus Olsen, bankastjórin, fyrst vita, hvør átti tey bæði ungu fólkini, sum bóðu um fígging til ein mótahandil. So fekk Elsuba gron og fór avstað. Við ongum pengum. So fyrsta royndin at fáa handil miseydnaðist. Jógvan Páll trekti seg, og Elsuba stóð einsamøll eftir við øllum dreymunum, manni og seks smábørnum. Tá var maðurin Jan góður at heita á. – Vit tóku okkara penastu klæði og fóru á innkeyp í London, Reykjavík og Danmark. Vit áttu ikki eitt oyra, men fingu billettirnar gjøgnum góð vinfólk í Íslandi, og so førdu vit okkum annars fram fyri rest, minnist Jan og bæði flenna. – Tá vit høvdu bílagt ein ordra, spurdu vit, um tey vildu hava pengarnar kontant ella hvat. Men tey søgdu, at tað hevði ikki so stóran skund. Vit vistu bara ikki, at tað var púra vanligt at hava kreditt, so vit hildu okkum vera ordiliga snild, leggur Elsuba afturat. Nýggj og tjúgu Fyrsti handilin lat sostatt upp heima í stovuni í Skipar Hansens húsi við mótaklæðum frá millum annað Janus og Brødrene Strecker og brúkslutum, eitt Mótapar í 33 ár rigmor@sosialurin.fo Rigmor Dam Fyrstu lýsingarnar fyri Skotið. Í erva hin allarfyrsta frá 18. november 1976