Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • 25. september 2009 Vikuskifti 18 Eftir at hava verið í umbúna í meir enn ein mansaldur, kom fyrsta bókin um Nólsoyarmálaran Steffan Danielsen út í gjár. At talan er um eina stórhending, var landsstýrisskvinnan í menta­ málum, Helena Dam á Neystabø, als ikki í iva um, staðfesti hon í røðu á bókaframløguni í Steinprent í gjár. Heldur ikki ivaðist hon í, at tað borgar fyri góðsku at teksturin í bókini er skrivaður av einum av okkara mest kritisku ummælararøddum. Kritisku røddina í bókini hjá Emil Thomsen um Steffan Danielsen eigur Kinna Poulsen, listaummælari. Og hóast hetta var ein dreymauppgáva, fjaldi Kinna Poulsen í røðu síni ikki yvir, at hon eisini var heldur ørkymlað teir dagarnar, hon fekk at umráða seg í. ­ Hetta hongur saman við, hvussu serstakur Steffan Dani­ elsen er. Eg visti, at eg fór at fáa lítið burtur úr eini ævisøguligari gjøgnumgongd av sjálvlærda Nólsoyarmálaranum, hvørs listarliga menning er so øðrvísi og ófyrisíggjandi í mun til hansara samtíðarlistafólk. Í grundini vóru tað sjálvar myndirnar hjá Steffani Danielsen, ið fingu meg til at taka av hesi uppgávuni, sum eg avgjørdi at nærkast á sama hátt sum Steffan Danielsen tykist nærkast sínum myndevni: við víðopnum eygum og sinni. Einsemismyndir Meira enn um sjálvan persónin, Steffan Danielsen, snýr teksturin í bókini seg um myndirnar hjá honum, sum Kinna Poulsen greinar og undrar seg yvir. Eisini greiðir hon frá ymiskum rákum, impression­ ismu, symbolismu og outsider art, sum kunnu hava týdning. ­ Tær flestu av myndunum hjá Steffani eru so merkiliga, næstan demonstrativt fólkatómar. Tú sært tekin um, at fólk eru har. Klæði á snórinum, royk úr skorsteininum, eitt opið vindeyga, men eingi fólk. Eisini sæst eitt serligt ljós strála út gjøgnum vindeyguni í fleiri av hansara myndum. Ljósið, sum er litað av gardinunum; tað kann t.d. vera ljósareytt ella ljósagult, fær áskoðaran at grunda yvir, hvat spennandi man ganga fyri seg inni í húsunum. Samstundis sum fjálga gluggaglæman sigur okkum loyndarfullar og vónríkar søgur um innilívið í stovum og kømrum, fært tú av teimum eina kenslu av avbyrging og einsemi, at tann, sum hyggur og málar, stendur uttan fyri hitan og felagsskapin innanfyri. Tó at sera nógvar av myndevnum Steffan Danielsens eru úr Nólsoynni, so sæst í bókini, at hansara myndir eru ógvuliga fjølbroyttar viðvíkjandi málihátti, stíli og huglagið. Steffan Danielsen tykist hava serligan ans fyri formum og linjum, sum við at verða endurtiknir, mynda eitt mynstur. Hetta er, sum vit hava sæð, galdandi fyri húsatekjur, vindeygu, pelar, stik osfr., men tað sama er eisini í stóran mun galdandi fyri grótið, antin tað er urðargrót, sum nógv er av í Nólsoy, ella skipaðar laðingar ella tað er tilvildarligt malargrót og smásteinar, ið sløðast um tún og um teigar, greiddi Kinna frá. Samansettur listamaður Hóast myndirnar hjá Steffani Danielsen hava ein naivan tóna, er tað, sambært Kinnu Poulsen, skeivt ella ov alt ov einfalt at flokka hann sum naivistiskan málara soleiðis sum t.d. filmurin um Steffan leggur upp til. Myndir­ nar hjá honum vísa, at hann dugir nógv meira enn tað, at hann vil meira enn tað og at myndlistin hjá honum sum heild er nógv meira samansett, vísti Kinna á ­ Í míni viðgerð av málaranum havi eg m.a. staðfest, at hann í summum av sínum myndum ikke sýnist heilt óávirkaður av europeiskum, fronskum modern­ istiskum listrákum, sum hann t.d. kann hava upplivað tey í myndum hjá føroyskum listafólkum sum Mikines og Williami Heinesen. Eisini Steffan ger royndir við kubistiskum flatamálaríið sum vit síggja tað í lítlu myndini, sum hongur her, sum jú minnir um myndir hjá Ingálvi av Reyni frá sama tíðarskeiði. Fakfólkum dámar Steffan Í eina tíð hevur Kinna havt eitt eintak av bókini liggjandi, sum hon hevur víst ymsum fólkum. Í hesu sambandi helt hon tað vera merkisvert, at tað serliga eru listafólkini og fólk, ið starvast innan listina, t.v.s. tey faklærdu, sum veruliga tykjast hugtikin av myndunum. ­ Tað er eisini áhugavert, at trý heilt ymisk listafólk úr ávikavíst London, Helsinki og Tisvildeleje, sum eg havi møtt her á verkstaðn­ um, men sum ongantíð hava møtt hvørjum øðrum, søgdu júst tað sama um myndirnar hjá Steffani Danielsen og tað er umframt, at tær eru serstakar eisini hetta, at tær tykjast so merkiliga kontemporerar, nútíðarligar, nýggjar og frískar. Nýggjársbál – eitt meistaraverk Í røðuni tók Kinna málningin “Nýggjársbál í Nólsoy” frá 1969 sum dømi um, hvat tað er, sum ger Steffan Danielsen so serstakan og so framúrskarandi. ­ Hetta er sum heitið bendir á, ein lýsing av einum nýggjársbáli. Allíkavæl er tað ikki so nógv bálið sum so, sum fyllir mest á myndini, tað ger myrkrið. Tað er myrkrið, sum er mest dominerandi , ­rammað inn av húsum báðumegin. Sjónarhornið er lágt og rættiliga sermerkt Nólsoyarmálarin: Tað sum hini ikki sóu Hann dugdi at síggja nakað, har eingin annar tímdi at hyggja og bar við sínum málaðu tulkingum fram eina poesi, sum stendur sterk, eisini fyri nútíðar áskoðaran, sigur Kinna Poulsen, sum hevur skrivað fyrstu bókina um listamálaran Steffan Danielsen Listabók Anna V. Ellingsgaard blaðkvinna anna@sosialurin.fo - Eg skal halda meg frá at ummæla mín egna tekst, men eg tori at halda uppá at tær gott 100 Steffansmyndirnar í bókini eru ein gáva til okkum øll, segði Kinna Poulsen á framløguni í gjár. Aftanfyri hongur sermerkti málningurin hjá Nólsoyarmálaranum »Nýggjársbál í Nólsoy«