fríggjadagur 25. september 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Rákið – september '09
Samstarvið við Noa Noa kom í lag í 1982, og hevur øll árini verið
á bæði handilsligum og persónligum støði. Jan og Elsuba vóru
millum allarfyrstu kundarnir hjá donsku klædnafyritøkuni, longu tá teir
báðir brøðurnir og stovnararnir Lars og Harald Holsteins byrjaðu í
einum bakgarði í Helsingør.
– Teir sendu okkum ein brúnan brævbjálva við einari blusu í. Tað
var so vanligt, at fólk sendu prøvar. Men ein klokka inni í mær segði,
at hetta var nakað serligt, sigur Elsuba. Síðan hava tey havt eitt tætt
og hjartaligt forhold til teir báðar stovnararnir, sum eisini hava vitjað
tey her í Føroyum fleiri ferðir. Einu løtuna mussast og klemmast tey,
og aðru løtuna skeldast tey, so neistarnir fúka.
– Ongin kann skeldast sum Elsuba og Lars. Bæði eru líka illsint, og
hann plagar at siga: »Sådan en hidsig færing«, avdúkar Jan.
Men at tað er kerliga meint, sæst aftur í, at Elsuba og Jan altíð eru
persónligir gestir á harragarðinum í Norður Sælandi, tá tey skulu
keypa inn. Í glasiliga umhvørvinum sita designararnir og arbeiða, og
har hevur fyritøkan eitt showroom við nýggjastu kollektiónini.
– Har er so vakurt, sum í paradísi, og maturin er fantastiskur,
sigur Elsuba, sum altíð veit akkurát, hvat hon skal hava, tá hon sær
kollektiónina.
– Seljararnir kenna meg, og vita nøkulunda, hvat eg fari eftir. Eg
hugsi ikki, hvat kundarnir vilja hava, men hvat mær sjálvari dámar.
Og tað plagar at halda, sigur Elsuba, sum tó heldur tað vera
rættiliga torført at velja litir, tí hon brúkar teir ikki sjálv.
– Eg keypi til dømis næstan onki í bláum, tí tað er meira danskt,
sigur hon, og vísir á svart, sum tað føroyska bláa.
Men ofta er Jan góður í ráðum og hann hugsar til dømis eisini um,
at tey mugu keypa frakkar og annað fornuftigt til illfýsna føroyska
veturin.
Samstarvið
við Noa Noa
Barbara, Vivian og Haldis saman við Rólant Samuelsen umborð á Norrønu í 1984
Haldis Poulsen
Ása Johnsdóttir