Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 25. september 2009 17 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp­ semi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Høgni Jacobsen so brádliga var tikin frá okkum. Tøkk til prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk fyri góðan sang. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Hjartans tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið, og tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sólfríð við familju Ólav á Heygum kenna tey flestu, kanska best frá felagslívinum millum føroyingar í Danmark. Men hann var í mong ár fanga­ vørður í Vestre Fængsel, og hettar, og so mangt annað á lívsleiðini, sigur Ólavur frá í sjálv­ ævisøgu síni, ið kallast “Fra fiskerdreng i Nordatlanten til fængs­ elsbetjent i Vestre Fæng­ sel”, ið verður alment løgd fram mánadagin Bøkur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nevnir ein felagslív í Dan­ mark, regattasigling í Dan­ mark, felagið Neystið og mangt annað, so er Ólavur á Heygum felagsnevnarin, og hann er kendur millum føroyingar úti og heima. Men lív hansara hevur so mangar aðrar síður, tó at sigling og felagslív eru týð­ andi partar. Millum annað starvaðist hann í mong ár sum fangavørður í Vestre Fængsel, har brotsmenn við hørðum dómun ofta sita. Hesum, og mongum øðr­ um, greiðir Ólavur frá í bók síni, har hann í smásøgum greiðir frá ymsum á lívsleið síni. Bókin eitur “Fra fisker­ dreng i Nordatlanten til fængselsbetjent i Vestre Fængsel”. Stundum skemti­ liga, stundum álvarsliga, verður sagt frá lívsleiðini, og við løttum penni verður hetta gjørt í smásøgum, ið er lættur og undirhaldandi lesnaður. Á Heygum Mong kenna eisini navnið Ólavur á Heygum frá undan­ gongumanninum í Vest­ manna á sinni, ið fyrstur, og fyri egna rokning, legði telefonsamband millum bygdir, og sum var fyrstur við so mongum. Navnið á Heygum verður eisini oftast sett í samband við Vestmanna. Men fanga­ vørðurin í Danmark, Ólavur á Heygum, er uppvaksin á Tvøroyri, og undangongu­ maðurin á Heygum í Vest­ manna er abbi hansara. Søgan er henda: ­ Pápi flutti til Tvøroyrar í 1936, tá A.T. (Arbejdernes Trawlerdrift) varð sett á stovn. Hann var stjóri har frá 1936 til 1952.A.T. gjørd­ ist stórt reiðarí, og talan var í veruleikanum um Kjølbrø og A.T., og millum manna varð tosað um Norðpólin og Suðurpólin, so stórar vóru hesar fyritøkur, greiðir Ólavur á Heygum frá. ­ A.T. hevði sluppir, skip, trolarar, handil, bedning og maskinturkihús, sigur Ólav­ ur, tá vit hitta hann í einum eldri sethúsum í heim­ staðnum Tvøroyri. Húsini eigur dóttur Martin Joensen, rithøvund, og har stendur eisini skriviborðið, har Martin Joensen skrivaði stórverkið Fiskimenn og aðr­ ar søgur, sum í dag standa sum varðar í føroyskum skald­ skapi, og vit seta okkum eina løtu við hetta søguliga borð at práta og taka eina mynd av Ólavi og bók hansara. Lívið út í bók Ólavur á Heygum av Tvør­ oyri royndi, sum so mangur, sjólívið. Í 1952 fór hann til Danmarkar. Tuberklar forð­ aðu ætlanum um at læra til timburmann. Hann fór ístað­ in á háskúla, arbeiddi á vín­ goymslu og tók í 1961 hand­ ilsskúlaprógv frá Tietgen­ skúlanum í Odense. Arbeiddi síðani á skrivstovu. Frá 1974 til 2003 var Ólavur fanga­ vørður í Vestre Fængsel. Bókin hjá Ólavi er ætlað bæði dønum og føroyingum, ið óivað kunnu hava nógv felags eyðkenni, men eisini kunnu læra um hvør annan. Um orsøkina til, at hann valdi at skriva bók um lív sítt, sigur Ólavur: ­ Bæði familja og starvs­ felagar hava sagt, at eg sigi so mangar søgur, at best hevði verið, um eg skrivaði hesar á papír. Eisini vildi eg siga søguna um at vera føroyingur í Danmark, so sum ein før­ oyingur upplivir tað og sigur søguna. Haldi tað manglar, at ein sum kennir til tað, greiðir frá tí, og tað sama er galdandi viðvíkjandi kriminalforsorg­ ini. Eisini her vildi eg, sum ein sum kennir støðuna, siga frá, heldur enn at sensatións­ miðlafólk siga søguna, sigur Ólavur á Heygum. Hann metir, at hann í bok síni kanska kemur eitt sind­ ur nærri nøkrum sannleik­ um, enn so mangt annað, ið er skrivað um somu evni. Fangar vístu Ólavi álit ­ Sum fangavørður havi eg upplivað, at fangar hava víst mær álit. Ikki allir fangavørð­ ar uppliva hetta. Ein má skilja, at fleiri fangar hava gjørt eitt alvársligt lógarbrot í sinnismuni, men annars eru vanlig menniskju. Eg havi sjálvandi eisini upplivað vandastøður sum fangavørð­ ur, men eg eri komin tætt inn á fangarnar, og havi upplivað nógv gott, sigur Ólavur á Heygum. Í bók síni greiðir hann m. a frá, tá hann helt sín 60 ára føðingardag til arbeiðis í fangahúsinum, og fekk gávu frá fangunum, og frá tíðini, tá hann var skipari á skip­ inum Lodsen, sum kriminal­ forsorgin átti, og sum hevði fangar sum manning. Fullir fangar við Áir Stuttligt er eisini brotið, har Ólavur sigur frá tíðini sum fangavørður í Føroyum, tí eitt skifti starvaðist hann í Føroyum, nevniliga norðuri á ALV skúlanum við Áir, har fólk sótu, ið høvdu mist koyri­ kortið. Og serliga hendingin, har fangarnir munnaðu sær á í røttum veitslurómi, er skemtiligur lesnaður. Í bók síni kemur Ólavur í stuttum minnisbrotum inn á sera mangar tættir á lívsleið síni, eisini innan felagslív, har hann hevur verið á odda í m.ø. Færø Regatta, Neyst­ inum og Róðrarfelagnum Tvørabáturin. Ólavur kemur í bókini sera víða,og heili 74 smásøg­ ur, kapitlar, eru í hesi hug­ takandi ævisøguni hjá Ólavi á Heygum. Almenn bókaframløga Bókin hjá Ólavi á Heygum er nú til keyps, og mánadag­ in 28. september er almenn bókaframløga á Kunningar­ stovuni á Tvøroyri frá kl. 13:00 til 16:00. Har fer Ólav­ ur at greiða frá bókini. Tann 20. oktober verður bókin løgd fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Fangavørður sigur sína lívssøgu Bókin ”Fra Fiskerdreng i Nordatlanten til fæng- selsbetjent i Vestre Fængsel” verður alment at síggja og keypa, fyrstu ferð í Føroyum, á Tvøroyrar Kunningarstovu mánadagin tann 28. september 2009 frá kl. 13:00 til kl. 16:00. Bókin er skrivað sum ein lívsøga fyri fjøldina, soleiðis eisini ein frágreiðing um, hvussu tað er at vera føroyingur í Danmark ígjøgnum mong ár, líkasum hvussu eg vaks upp á Tvøroyri, ferðaðist til Vestmanna sum smádrongur. Var blaðungur til skips. Hon er skrivað á dons- kum, tí eg havi meint, at bæði danir og føroyingar vita alt ov lítið um hvønn annan, eg (Ólavur á Heygum) fari sam- g Ó g stundis at geiða frá bókini. Bóklingalýsing Fra Fiskerdreng i Nordatlanten til fængselsbetjent i Vestre Fængsel Ólavur avmyndaður við bók síni við skriviborðið, har Martin Joensen, rithøvundi, í síni tíð skrivaði søgur. Mynd: Dagfinn Olsen Dagurin 25. september. Kleofas. Annar av lærusveinunum, sum á vegnum til Emmaus hitti hin upprisna (Luk. 24, 13­ 35). (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) nøvn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Christoffur Vilhelmsen vanliga nevndur Doffa andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 22. september, 86 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum sunnudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mánadagin kl.13.00 Vegna tey avvarðandi Bent, Alice og Lena Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkensku og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Ellen Dorthea Jacobsen Klaksvík doyði og varð jarðað. Hanus á Gørðum, prestur, hjartans tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Somuleiðis takka vit hjartaliga Leif Waag Høgnesen fyri vakran sang. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir og tykkum, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað her á foldum. Børnini við familju