fríggjadagur 25. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Rákið – september '09
framsýningum, tiltøkum og mótasýningum, sjálvt um
morgunin.
Og tey minnast, tá allir handilseigararnir sótu við eitt
stórt borð og kliptu hvørja tí einastu jólastjørnu út í hond.
Í dag verður alt keypt.
– Hans Mortensen, stjórin, gav okkum púra fríar
hendur, og kona hansara Birgit syrgdi fyri mati til øll. So
tað var ótrúliga hugnaligt, minnast tey, og nevna fólk sum
Eivind í Gongini, Gissur Patursson, Kára Müller, Oddvør
Jacobsen og Kára Justinussen.
Men hektiska handilslívið hevur kostað á heimafrontinum.
Ikki soleiðis, at børnini í dag eru beisk, men Elsuba og
Jan hava arbeitt nógv og havt fáar feriur. Soleiðis er at vera sjálvstøðugt
vinnurekandi í einari bransju við stórum váða.
Bløð og pylsuparty
Kortini lagaði tað seg, tí børnini vistu altíð, hvar foreldrini vóru og kundu altíð
koma framvið, um eitthvørt var á vási. Elsuba og Jan hava heldur ongantíð
gingið í býnum ella í vertskapi, og hava sum heild dugað væl at hugna sær
saman við børnunum, tá tey endiliga høvdu frí.
Mánadag var ball. Tá komu donsku bløðini í einum stórum stakki, bæði
teknirøðir, vikubløð og danskar avísir. So vóru pylsur og ketsjupp til alla
rulluna, og stóra Reynafamiljan sat og las og át fyri allar pengarnar.
– Vit arbeiddu ofta 12 tímar um dagin og til langt út á kvøldarnar, eisini
leygardag. So Jan hevur lært at gera skjótan mat, og børnini lærdu tíðliga
at eta skjótt. Og hvønn leygardag bakaði hann eina stóra kringlu og
grahamsbollar, sigur Elsuba, sum gekk høgt upp í, at heimið var pent. So
aftan á arbeiðstíð helt hon hús, meðan hann gjørdi mat – alt við rúkandi
ferð.
Oftast til fleiri enn tey átta húsfólkini, tí vinfólk og fótbóltsvinir hjá børnunum
vóru altíð vælkomin.
Maðurin og kvinnuMótin
Men hvussu hevur tað kenst at vera par og at arbeiða so tætt øll hesi árini?
– Eg kom til Føroyar at arbeiða í Mjørkadali í ½ ár í august 1967. Men
eg kom ongantíð niður aftur, sigur Jan og flennir til konuna. Sostatt hava tey
hildið hvønn annan út í 42 ár, harav 41 ár sum hjún, og tey eru púra samd
um, at Elsuba hevur nógv styttri fjús enn Jan.
– Eg sigi bara "ja, góða", sigur hann við einum skálkabrosi.
Tað er sjálvandi eisini nokso spesielt, at Jan, sum
mannfólk, arbeiðir við at selja konufólki nýggjasta
mótan.
Tey vita væl, at tað kann vera ein trupulleiki hjá
summum, serliga nýggjum kundum.
– Vit vita nøkulunda, hvørjir fastir kundar helst vilja
avgreiðast av Elsubu. Og eg ansi eftir ikki at fara ov
tætt til skiftirúmið, um kundin ikki hevur biðið um
ráð, sigur Jan, sum leggur afturat, at tað eisini eru
kundar, sum helst vilja avgreiðast av sær.
Áhugin drívur verkið
Elsuba og Jan hava selt konufólkum í Føroyum mótaklæðir í 33 ár. Kendasta
merkið hevur uttan iva verið Noa Noa. Men eins og alla aðrastaðni, snýr
tað seg um at fylgja við tíðini og menningini. Ikki minst, nú ráðini eru minni,
og fólk hugsa seg betur um, áðrenn Visa-kortið verður luftað.
– Vit mundu mist mótið í vár, tá sølan næstan sveik fullkomiliga. Ikki minst
tí Noa Noa kollektiónin var so vánalig. Eg misti bæði svøvnin og alt, sigur
Elsuba, sum visti, at her mátti okkurt henda. So hon fekk samband við
hálendska merkið Bohemé, sum hevur eitt rátt look úr natúrutilfari og eisini
fæst í stórum støddum.
– Eg haldi, at tað er forbankað langt úti, at stórar kvinnur ikki eisini kunna
lata seg lekkurt í. So hetta merkið fall í góða jørð og varð rivið niður av
akslatrøunum.
– Nú gleða vit okkum til næstu sending, sum kemur nú í september, sigur
hon, og vísir eitt katalog við nýggjasta satsinum í.
Men hvussu leingi ætla tey bæði at halda fram?
– Eg haldi, at Elsuba má berast út, er Jan skjótur at svara. Men her er hon
ikki heilt samd.
– Nei, um onkur gevur ein góðan prís, so eri eg villig til at selja. Tí eg
droymi um at síggja verðina, sigur Elsuba.
Hon og Jan eiga heili 13 ommu–abbabørn og eru langsomma– og abbi
tvær ferðir. Eisini hava tey eitt deiligt heim á Skála og eitt summarhús í
Danmark, sum tey kundu hugsað sær at vitjað oftari.
– Hetta er ein hørð bransja, har tú skalt hava sterka psyku. Sveiggini
eru stór, júst sum í fiskiskapinum, og tú kanst ongantíð líta á søluna. So hjá
okkum hevur tað avgjørt verið áhugin, sum hevur drivið verkið. Og tað hava
vit verið glað fyri, sigur Elsuba, áðrenn vit fara út í køkin at hyggja eftir
myndum at prýða greinina við.
Jan og Elsuba hava goymt ein kekk, sum
William Heinesen keypti fyri hin 24.
Desember 1976, tá tey enn seldu brúkslutir
Besta tíðin var uppi í SMS. Mong minnast helst eyðkenda handilin við reyðu litunum og kurvamøblunum