fríggjadagur 25. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti 21
eg ikki sigi nakað, sum eg ikki
vildi endurtikið alment. Eg havi
talufrælsi, sum øll onnur, men eg
skal vera partapolitisk óheftur í
mínum starvi. Og betri er at vera
fyrivarin, staðfestir Páll Nolsøe.
Spurdur um tað ikki kann
vera torført, er hann rætti liga
avgjørdur.
– Tað er ein spurningur um at
vísa arbeiðinum virð ing og at
vera fakligur. Tað er ongantíð
meiningin, at eg skal skapa
politikk. Eg skal hjálpa til at
formidla politikkin, sum løgmaður
og samgongan hava sett út í
kortið, sigur Páll Nolsøe.
Víðari greiðir hann frá, at
hann, á sama hátt sum onnur
embætisfólk, noyðist at vera
ansin við at úttala seg um
viðurskifti, sum kunnu ávirka
politisku støð una í landinum.
Má fylgja við
Men hvussu er so ein van ligur
dagur, sum kunn ingar ráðgevi hjá
Kaj Leo Jo hannesen?
– Fyrst á morgni plaga eg og
løgmaður at møtast um okkurt
er á skránni ella hent. Ein av
uppgávunum er sjálvandi at fylgja
við í miðlunum, hvat er á dags
skránni hesar dagarnar. Partur
av at fylgja við í fjøl miðlunum er
at vera fram skygdur og royna at
meta um, hvørjar søgur kunnu
koma og hvussu tær kunnu
útvikla seg og harvið fyri reika
løgmann, hvat kann verða í
væntu, og eg má erliga viðganga,
at tað helst eru onnur, sum verða
kløkk ari enn eg, tá okkurt kemur
fram, staðfestir hann.
– Men stingur okkurt óvæntað
seg upp, so má mann verða
skjótur, tí øll rokna við, at
løgmaður kennir til øll mál, greiðir
Páll Nolsøe frá.
Røðurnar fylla
Men útyvir tað dagliga rumbl ið á
Løgmans skriv stovuni, so eru tað
tvær hend ingar, sum fylla rætti
liga nógv í arbeiðnum hjá ráðgeva
løgmans.
– Nýggjársrøðan og ser liga
ólavsøkurøðan fylla rættiliga
nógv. Tað er nakað vit brúka
nógva tíð uppá, og sum er ein stór
avbjóðing, tí har skulu orð setast
á politikkin hjá landsstýrinum
og samgonguni. Hesar røð
ur eru eisini eitt fundament
og ein høvuðspallur undir
framberingini av politikk inum hjá
landsstýrinum. Ongin politikari
fær so stóran eksponering, sum
løgmaður fær við hesum røðum,
og ongin politikari fær sama
møguleika at røkka út til so nógv
fólk. Og røðurnar verða vendar
og snaraðar og tað verður skotið
eftir røðunum. So teksturin má
vera góður og hvassur, sigur Páll
Nolsøe.
Hann greiðir víðari frá, at tá
løgmaður endiliga ber hana fram,
er tað ein serlig løta fyri seg.
– Mann fylgir væl við, hvussu
hon verður borðin fram, og eg
havi enn ikki verið vónbrotin,
staðfestir hann.
Páll Nolsøe staðfestir eis ini,
at hóast hann ongantíð fær rós
alment fyri sítt arbeiði so síggjast
ofta tek in, hvussu ymisku úrslitini
verða móttikin í ummælum
av røðum og í politiskum
greiningum.
Ikki eitt lívsstarv
Hóast Páll Nolsøe leggur dent
á, at hann er í einum spennandi
starvi, har ongin dagur er eins, so
verður hann ikki kunningarráðgevi
hjá løgmanni í allari fram tíð.
– Eg eri av tí fatan, at
mann ikki skal vera ov leingi
í einum starvi. Fram hald er
týdningarmikið summ um størvum,
men ikki í hesum. Hevði tað
verið sami kunningar ráð gevi
hjá løgmanni í ein mansaldur,
so hevði tað helst gingið útyvir
dygdina av arbeiðinum, og tað
kundi blivið litað. Um mann vil
tað ella ikki, so setur mann síni
fingramerki í hesum starvi og fyrr
ella seinni má tað nýtt blóð til,
metir Páll Nolsøe, sum í eitt ár
hevur verið nærmasti ráðgevi Kaj
Leo Johannesen.
– Onkuntíð havi eg hugsað, at tingini kundu verið
søgd eitt sindur øðrvísi
Í eitt ár hevur Páll Nolsøe verið nærmasti ráðgevin hjá Kaj Leo Johannesen. Hann vil tó ikki kallast spinndoktari
Mynd: Álvur Haraldsen