Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Rákið – september '09 – Vit eru mitt í einum paradigmiskifti. Tað sigur Christine Feldthaus frá donsku undirhaldssendingini "Kender du typen" við Rákið. Hetta skiftið umfatar broytingar í livihátti og lívssýni, sum fólk í vesturheiminum gjøgnum- og uppliva beint nú og komandi tíðina. Har rákið seinastu mongu árini hevur verið "eg vil hava, eiga, vera og gera, sum mær listir" verður framyvir til "eg eri so proppmett av mær og mínum, at eg vil vera og gera nakað fyri onnur". Tey grønu, sum taka ábygd og vilja økologi og felagsskap, ganga á odda og skapa rákið. Tey, sum finna samleikan í materiallum ríkidømi verða afturúrsigld mótrák. Rákið vendiR Lívsstílsserfrøðingurin við beinraknu eygleiðingunum og stuttligu niðurstøðunum um fólk og mátan tey liva upp á, hevur tikið pulsin av tíðarandanum beint nú og komandi tíðina. Eisini hevur hon gjørt sær nakrar tankar um, hvussu vit í Føroyum kunnu gagnnýta tíðarandan við at lokka ferðafólk higar til lands. – Seinastu árini hevur alt verið tað bera forbrúk og ovurnýtsla. Men í sambandi við kreppuna vendi rákið til sparsemi, ábygd og grønan hugsunarhátt. Aftaná eitt rák kemur altíð eitt mótrák, akkurát sum at vit fingu push-up brósthaldaran aftan á heingiboppurnar. Tað er ein natúrlóg, sigur Christine Feldthaus. TRíggiR bRúkaRabólkaR Hon býtir Norðureuropeisku forbrúkararnar í tríggjar bólkar. Tey modernað felagsskapsorienteraðu, sum eru reformatorar og trendsetarar, tey modernað individorienteraðu, sum í løtuni verða afturúrsigld, og so miðbólkurin, sum tekur eitt sindur frá hvørjum. Tey modernað felagsskapsorienteraði, sum eru reformatorar og trendsetarar, eru fólk, sum leita eftir nøkrum spirituellum í lívinum. Ikki religión, kirkju, men andligt innihald sum heild. Tey vilja vísa næstakærleika og í summarferiuni vilja tey heldur til Kenja at hjálpa teimum fátøku enn á sólferiu til Malorca. Tey venda sær burtur frá hópframleiddum vørum og mati, har tú hvørki kennir uppruna ella innihald og keypa heldur økologiskt, frá lokala bóndanum ella uppaftur betri: dyrka sítt egna grønmeti. – Fólk í hesum segmentinum eru sera tilvitað um umhvørvi og dálking og eru eisini politiskt tilvitað sum heild. Tey eru vælútbúgvin, fylgja við í miðlunum og ferðast nógv. Felags fyri tey er, at tey hava ein grønan lívstíl við virðum sum felagsskap og antimaterialismu, forklárar Christine Feldthaus. Ofta starvast fólk í hesum segmentinum innan kreativu vinnuna og tað almenna. Tey eru intellektuel, arkitektar, listafólk, journalistar, miðlafólk, lærarar og akademikarar. Hóast tey eiga og brúka nógvar pengar, halda tey tað vera smagleyst at reypa av materiellum ríkidømi, og keypa heldur unikar vørur, sum onkur til dømis hevur framleitt við hondunum. Tey brúka nógvar tekniskar hentileikar, men tað hevur ongan týdning, hvat merkið er, bara teir tæna sínum endamáli. alTíð eiTT móTRák Men samstundis sum, at rákið er grønt, er eisini eitt mótrák í tíðini. Tað eru tey modernað individorienteraðu, sum als ikki hugsa umhvørvi, framtíðina ella medmenniskjuni inn í lívsførsluna, men brúka ting til at markera persónliga virðið. – Tað er altíð eitt mótrák. Í dag eru tað hesi, sum ganga mega høgt upp í merkir og tekniska útgerð, sum skal vera av einum ávísnum merki, Nokia, Dell, Gucci og so framvegis. Tey pallseta seg sjálvi út frá forbrúkinum og eru fullkomiliga líkaglað við klimaið. Tey vita bara ikki, at tey verða afturúrsigld av teimum, sum seta dagskránna, tí tey halda, at endamálið við lívinum er skora ein lekran maka, fáa succes, materielt ríkidømi og eitt feitt starv í privata vinnulívinum. Til dømis innan heilivágsídnaðinum ella í einari it-fyritøku, sigur Christine Feldthaus. Í miðjuni hava vit øll hini, sum taka eitt sindur frá hvørjum. – Hetta eru tey, sum elska tað konforma lívið í miðjuni við Weber grill, Audi, oksemørbrad leygardag og ferðast suðureftir á summarferiu. Tey dyrka tað góða og róliga lívið, og eru ikki politiskir brúkarar. Vit eru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har ábygdarkensla og grønur liviháttur seta dagskránna. Frá Webergrill til felagsskap er tíðarandin sambært danska lívsstílsserfrøðingurin Christine Feldthaus, sum vit eitt nú kenna frá sendingini "Kender de typen" Herfyri var Christine Feldthaus í Føroyum og helt fyrilestur um umhvørvi og Co2 útlát. Hon og maðurin steðgaðu í nakrar dagar og vórðu, dønum líkt, fullkomiliga seld. Christine Feldthaus um Føroyar og grøna brúkaran: Føroyar kunnu lættliga gerast ein mentanarháborg hjá grøna brúkaranum. Tit ana ikki, hvussu óspolerað tit eru. Og tað er kul. At tit liva í einari antimaterialistiskum umhvørvi sæst aftur í, at her eru ongi stór lýsingarskelti. Multinationalu fyritøkurnar hava ikki oyðilagt landsløg og býarmyndir, sum alla aðrastaðni í heiminum. Her eru ongi háhús og neonskelti. Men tit hava eina rúgvu av spennandi list, handverki, tónleiki, handarbeiði, mati og aðrari unikari mentan, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Hin grøni brúkarin, sum eisini verður nevndur hin mentanarliga elitan, og sum hevur nógvar pengar, finnur nakað Galapagos í Føroyum. Tað gevur nógv stig at siga við onnur, at vit fara til Føroyar at ferðast. Í hesum segmentinum er tað vánaligur smakur at ferðast til Malorca og onnur sólparadís. Tey vilja uppliva nakað meira, nakað autentiskt. Fyri tey eru Føroyar fjarðskotnar, super spennandi og stinkandi mondenar. Tað minnir um fyrrítíðini, áðrenn heimurin fór út av lagi. Her er nakað mystiskt, loyniligt, søgur og sagnir, ævintýrakent. Snøgt sagt: Tit hava eina fantastiska góða søgu at fortelja og selja tí grøna brúkaranum. Føroyar eru kiksaðar upp á tann kula mátan –––––––––––––––––––––– Lagt til rættis: Rigmor Dam ––––––––––––––––––––––