fríggjadagur 25. september 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. september 2009 – Nr. 183 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Dysturin millum AB og
KÍ verður avgerandi fyri,
hvat av liðunum verður
føroyameistari. KÍ hevur
undan dystinum tvey stig
meira enn AB og nógv betri
málúrtøku, so KÍ kann
í veruleikanum gerast
meistari við javnleiki,
meðan kravið til AB er ein
sigur
Ársins stóra brak í føroyskum
kvinnu fótbólti verður sunnudagin
klokkan 13 inni í Vika á Argjum, tá
AB tekur ímóti KÍ. Hetta eru tey bæði
liðini, sum alt árið hava kappast um
at vera best, og higartil er 1-0 til AB,
sum vann steypakappingina, men
nú er tað føroyameistaraheitið, tað
snýr seg um.
Undan dystinum, sum er tann
næst síðsti hetta kappingarárið, er
eing in ivi um, at KÍ stendur við
sterkaru kortunum á hondini. Fyri
tað fyrsta er KÍ tvey stig framman
fyri AB á stigatalvuni, og haraftrat
hev ur KÍ eina málúrtøku, sum er
heili 40 mál betri enn tann hjá AB!
Sostatt er í veruleikanum nóg
mik ið hjá KÍ at fáa javnleik burtur úr
dysti num, fyri at fáa tíggjunda
meistarah eitið á rað til høldar, sum
for rest in ikki er so lítið av einum
bragdi, um tað hendir. Við føroya-
meist ara heitunum,
sum
gentur
14-17 og smágentur hjá KÍ hava
vunn ið í ár, sær eisini út til, at enn
fleiri kunnu vera á veg í bestu
kvinnu deildini.
Hinvegin er líka so vist, at um AB
vinn ur dystin sunnudagin, verða
argja kvinnur meistarar, tí so fara tær
eitt stig fram um KÍ. Og eingin sær
fyri sær, at botnliðið B68/NSÍ tá í
allar seinasta umfarinum skal taka
stig frá AB á Argjum, samstundis
sum KÍ á heimavølli spælir ímóti
Skála.
AB á veg fram
Men hóast KÍ hevur betru kortini á
hondini, hava uppgerðirnar millum
AB og KÍ higartil í ár víst, at munurin
er so at siga eingin á liðunum, tá
avtorn ar, tí í landskappingini hava
lið ini vunnið hvør sína ferð 1-0,
um framt at tey eina ferð hava spælt
1-1. Og tá AB fyrst í juli mánaði basti
KÍ í steypafinaluni, var tað eisini við
ein um teprum sigri, 2-1.
Sostatt er lagt upp til eitt brak av
einum avgerandi oddadysti á Argj-
um sunnudagin, har alt kann henda.
Samstundis er tað áhugavert, at AB
skal vera komið burtur úr mestsum
ongum til at gerast eitt oddalið, ið
bjóð ar fleirfaldu meistarunum av.
Tað er bara hent hendinga ferð hesi
síðstu níggju árini, at nakar hevur
gjørt tað.
Tó kann hómast ein miðvís menn-
ing í gentu- og kvinnufótbóltinum á
Argjum, tí í fjør vann AB silvur, hóast
heili 13 stig aftan fyri KÍ. Kanska spír-
in var lagdur í 2004, tá AB vann bæði
smágentudeildina og gentur 10-12,
um framt at liðið í 2006 vann gentu-
deildina og annars gjørdist tri ð-
fremst í kvinnudeildini. Og í øllum
før um hevur framgongdin hjá AB
giv ið kvinnufótbóltinum eina nýgg-
ja dimensjón, men so fæst at síggja,
um tað er nóg mikið til at hótta
sigur svanda KÍ-liðið.
Dysturin verður helst spældur við
nógv um áskoðarum, tí argjafólk
ganga høgt upp í tað, umframt at
norð oyingar í stórum tali allíkavæl
eru á veg til mansdystin í Gundadali
aftaná. Eisini verður dysturin sendur
beinleiðis á Rás 2.
Hinir dystirnir
Hinir báðir dystirnir sunnudagin
mugu sigast at hava væl minni týdn-
ing, tí teir eru í øðrum førinum mill-
um tey bæði liðini í miðjuni og í hin-
um førinum millum tey bæði niðastu
lið ini.
Í Gøtu tekur Víkingur ímóti Skála,
og undan dystinum hava liðini
ávika vist 31 og 22 stig, so tey hava
langt síðani funnið sítt endaliga
pláss á stigatalvuni. Hin dysturin er
á Toftum millum B68/NSÍ og EB/
Streym, sum hava ávikavist sjey og
fýra stig, so her fellur helst avgerðin
um, hvør endar niðast og næst-
niðast.
Allir tríggir dystirnir í 1. deild hjá
kvinnum sunnudagin verða spældir
samstundis, klokkan 13.
Avgerandi á Argjum
Í undanfarnu dystunum millum AB og KÍ í ár hevur ongantíð verið meiri enn eitt mál á muni, so
væntast kann ein jøvn og spennandi uppgerð um føroyameistaraheitið hjá kvinnunum sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Vilja
halda
KÍ uppi
Fyri feløgini í Eystur
oynni er tað hálvgum ein
van lukka, um KÍ flytur
niður, og tí vilja tey í
Víkingi leggja nógv fyri,
tá B36 kemur á vitjan
Tað er vanliga so, tá KÍ spælir í
Gøtu, at hundraðtals
klaksvíkingar taka ferðina undir
Leirvíksfjørð. Í kontrasti standa
vitjanirnar hjá
havnarfeløgunum, har talan
vanliga er um einar 30-50
áskoðarar.
Tí er ein fíggjarligur smeitur
av format fyri eysturoyarfeløgini,
um KÍ noyðist eina deild niður at
spæla, og tað tykist veruliga
hava tendrað spælararnar hjá
Víkingi, sum taka ímóti einum
B36-liði, sum veruliga hevur
funnið stevið seinastu dystirnar.
Hjá B36 er setningurin
hinvegin rættiliga einfaldur.
Hvørt stig, sum verður vunnið
afturat í teimum báðum
seinastu dystunum, er eitt stórt
stig móti bjargingini. Og tað
verður hetta, sum tað verður
farið eftir sunnudagin.
Men hjá teimum verður tað tó
uttan Poul Arna Jacobsen, sum
fekk sítt fimta gula kort, tá B36
vann á NSÍ sunnudagin.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Flogbóltskapping í Trongisvági
Leygardagin verður Føroya Banka -kappingin fyri yngru deildir hildin
í Trongisvági. Byrjað verður longu klokkan 9, tá dreingir og gentur 10
og 12 byrja sínar dystir, og síðani gongur slag í slag. Klokkan 12
spæla gentur 14, mansunglingar og kvinnuunglingar, og klokkan 16
eru tað so dreingir 14, sum standa fyri tørni.
B36 best á hálvum vølli
Kappingin fyri smádreingir á hálvum vølli er nú av,
og her gjørdist B36 føroyameistari. Teir vunnu
finaluumfarið framman fyri 07 Vestur, HB og Royn. Á
myndini síggjast fegnu dreingirnir saman við Milan
Kuljic, sum er venjari hjá teimum.
Í Gøtu siga tey, at tað gevur
munandi meira í kassan, tá KÍ
vitjar heldur enn B36, sum ikki
hevur í nær námind so nógvar
áskoðarar við sær til útidystir í
Eysturoynni