fríggjadagur 25. september 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Rákið – september '09
Heiti miðarhavsvindurin blæsir inn yvir okkum á strondini Barceloneta.
Sandurin strekkjur seg fleiri kilometrar og tað kennist løgið at hugsa sær,
at fyri einum hálvum tíma síðani, stóðu vit mitt í meldrinum á La Rambla,
høvuðsgøtuni í Barcelona.
Vit eru tveyeini. Børnini eru heima hjá ommu og abba, og nú skulu vit njóta
hendan vakra bý og hvønn annan eitt gott og langt vikuskiftið saman. Men
vit eru ikki tey einastu, sum hava fingið hetta hugskotið, tí allastaðni ganga
forelskað pør og leiðast.
Barcelona er næststørsti býurin í Spania og høvuðsstaður í landspartinum
Katalonia. Býurin liggur við Miðarhavið og tekur árliga ímóti milliónum av
ferðafólki.
Síðan OL í 1992 veruliga setti býin á heimskortið, hava alt fleiri funnið sær
leiðina til hendan spennandi stórbý.
Hóast áhugamálini hjá okkum báðum eru ymisk, líka frá mentan til mat,
shopping og sól, so eru góðir møguleikar fyri øllum. Heldur ikki at gloyma
stadion Camp Nou, har heimaliðið Barcelona undirheldur við beistaktiga
góðum fótbólti hvørt vikuskifti. Nýggjasta stjørnan Zlatan Ibrahimovic fer
óivað at lokka enn fleiri til dystirnar.
Maðurin var eitt sindur keddur um, at uppihaldið bert var frá hósdegi
til leygardag, og tí fingu vit ikki tíð at fara til fótbóltsdyst. Men hann varð
uggaður, tá ein hýrivognur koyrdi okkum til stadion, so hann kortini slapp at
síggja vøllin har stjørnurnar leika.
Heimskendi arkitekturin
Fremsti og kendasti barcelonin eitur tó ikki Zlatan Ibrahimovic, men Antonio
Gaudi (1852–1926). Hesin heimskendi arkitekturin handan kendastu
bygningarnar í Barcelona, har ein fullkomiliga verður tikin av bóli, so øðrvísi,
fantasifullir og stórbarir teir eru.
Gaudi fekk íblástur úr náttúruni og vildi at bygningar hansara skuldu veksa
Forelskað
í Barcelona
inna@sosialurin.fo
Inna Tørnroos
Strendir, shopping og mentan í ovurmát.
Tað eru ikki nógvir stórbýir, ið kunnu bjóða so fjølbroyttar
upplivingar sum Barcelona.
Í oktober liggur hitin um tey 18 stigini, og býurin er sum skaptur
til eitt langt og romantiskt vikuskifti fyri tvey, sum eru góð
fram sum ein skógur ella sum ein bylgja á havinum. Casa Batlló og Casa
Milà stóðu liðug áðrenn deyða hans í 1926, meðan kirkjan, Sagrada
Família framvegis stendur í gerð hendan dag. Nær, ella um, hon nakrantíð
verður liðug, veit ongin at siga. Tá vit vitjaðu kirkjuna arbeiddu fleiri fólk á
henni, bæði uttan og innan, og nú verður væntað, at hon stendur liðug í
2020.
Gamlil býarparturin
At spáka í Barcelona er ein uppliving fyri lívið. Gamli gotiski býarparturin
við sínum trongu gøtum er avbera hugnaligur. Eixample har alt byggjarí er
fýrakantað, er bæði opið og vakurt. Miðbýurin er lítil, so har ber til at síggja
nógv á einum gongutúri upp á nakrar tímar.
Nógvar smáar kaffistovur eru kring allan býin. Verða beinini troytt, er tað
bara at seta seg niður og hyggja at fólkalívi og gyklarum. Á hvørjum horni
á La Rambla standa livandi standmyndir og kappast um at síggja mest
veruligar út.
Tapas er matur, sum ein og hvør eigur at royna. Hetta eru smárættir, ið
fevna um alt frá fiski til luftturkaða skinku, grønmeti, epli, skeljadjór og so
framvegis. Nógvar tapas matstovur eru, og við einum glasi av sponskum
reyðvíni afturvið, er tað ein frálík máltíð.
Vilt tú taka eitt sindur av Barcelona við heim, er søluhøllin La Boqueria á
La Rambla, besta staðið at fara. Her selja tey ALLAN spanskan mat, sum
ein kann hugsa sæð. Smáar matstovur eru eisini inni í søluhøllini, og tey
frískpressaðu djúsini eru einki minni enn fantastisk.
Í skýmingini fara túsundatals fólk niðan til fjallið Montjuïc at hyggja at
víðagitna springvatninum Font Maqica, har tónleikur, litir og vatn harmonera
til kendan klassiskan tónleik. Til tónarnir frá Queen "Barcelona" meðan litir
og vatn dansa við, er tað ein sjón, ið ein ongantíð gloymur. So tað er eitt
perfekt punktum fyri tveir fantastiskar dagar í Barcelona.
Kirkjan Sagrada Familia
Kirkjan, ið framvegis er í gerð
Font Magiqa
Springvatnið við Palau National
Casa Batlló og Casa Milà
Bygningar eftir Antonio Gaudi
La Boqueria
Matarsøluhøllin
Hetta mugu tit síggja