Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. september 2009 Ongantíð áður hevur ein lands kappingardystur í Føroyum havt so nógv stand andi upp á spæl hjá báð um liðum og í báðum end um! HB var tó í einari líkn andi støðu í 1988, tá meistaraheitið var tryggj­ að í seinasta umfari ímóti TB, ið samstundis flutti nið ur Tað er ikki torført at ímynda sær, hvussu tað fer at kóka í Gundadali sunnu dagin, tá oddaliðið HB tekur ímóti næstniðasta liðnum, KÍ. Ikki var gamalt, at so langt skuldi vera mill um liðini bæði, ið eru tey einastu, ið hava verið partur av bestu mans­ deild ini í føroyskum fótbólti síðani 1942. Hetta má metast sum størsti lands kapp ingardystur í Føroyum nakran tíð, tí ein møguleiki er avgjørt til staðar fyri, at søga verður skrivað. HB var í líknandi støðu í 1988, men ta ferðina í seinasta umfari, tá tað við einum sigri á TB eydnaðist at vinna meistaraheitið, samstundi sum TB fór niður. Forrestin spældi KÍ ta ferðina botndyst ímóti NSÍ og var niðri í eina løtu, tá NSÍ var á odda, men vann so 2­1 og yvirlivdi. At dysturin hesa ferð er uppaftur størri, hevur fleiri orsøkir. Ein er, at flyt ur KÍ niður, er bara HB eftir av teim um, ið hava verið við síðani 1942. Og ein onnur er, at hetta eru risar nir í føroyskum lands kapp ing­ ar høpi gjøgnum allar tíðir – HB við 19 meistaraheitum og KÍ við 17. Her er talan altso um nógvar tungar tradi tiónir, ið veruliga sleppa at standa sína roynd. Maður av húsi Klaksvíkingar og norðoyingar yvir­ høv ur eru altíð óførir at fylgja við KÍ, og sunnudagin verður einki undan­ tak og heldur eingin umbering. Teir ídnastu fara óivað fyrst út á Argir at stuðla KÍ­kvinnunum í avgerandi odda brakinum ímóti AB, áðrenn teir fara í Gundadal, og so er tað sjálv­ andi ein rúgva, ið bert hevur henda eina dystin fyri eyga. Umframt nógvu stuðlarnar hjá úti lið num, er einki at ivast í, at HB­viðhaldsfólk í stórum tali fara at møta upp, umframt at ein rúgva av øðrum fólki verður til staðar, ið bert vil uppliva dystin, ið má roknast sum tann størsti landskappingardysturin nakran tíð, tí so nógv stendur upp á spæl. HB stríðist fyri meistara­ heitinum og KÍ fyri lívinum! – Spenningurin er stórur her norð uri, og fólk tosa ikki um annað enn henda dystin, tí í eygunum á øll um eru dystirnir millum HB og KÍ tað størsta. So her er einki at ivast í, at maður fer av húsi til Havnar at hygg ja og stuðla, tí hesin dysturin hev ur so nógv at siga. Vinna vit, eru vit framvegis við í spælinum, og vinn ur HB, so er føroyameistara heit­ ið har, sigur Tummas Lervig, for mað­ ur í KÍ. Minnir um 2006 Eisini er HB­venjarin, Sámal Erik Hent ze, øgiliga spentur til dystin, ið kann verða sera avgerandi fyri, um HB verður meistari ella ikki, umframt at lagnan hjá KÍ í bestu deildini eisini er ein avgerandi faktorur í dysti­ num. – Vit fara at gera alt fyri at fáa av gjørt kappingina til okkara fyri­ mun, tí eg eri vísur í, at hesin dysturin fer at verða spældur við einum fantast iskum karmi rundanum, um framt at vit spæla framman fyri okkara egnu. Fyri okkara viðkomandi vildi tað verið býtt at tikið kjansin og goymt nakað sum helst til sein­ as ta dystin, sigur hann. Kanska hevur júst HB­venjarin nógv ar tankar í høvdinum undan dysti num sunnudagin, tí Sámal Erik var jú hjálparvenjari hjá EB/Streymi í 2006, tá alt var gjørt klárt til tað stóra súsið norðuri á Eiði. Men í staðin tapti EB/Streymur fyri júst KÍ, samstundis sum HB við sigri á ÍF í yvir tíðini streyk avstað við meistara­ heitinum í evstu løtu. Væl mannaðir Líkt er eisini til, at bæði lið verða væl mannað til stórdystin sunnudagin. HB má vera Kára Nielsen fyriuttan, tí hann hevur karantenu, men annars er Hanus Thorleifsson komin aftur, eftir at hann hevur verið burturi í út búgvingarørindum í nakrar vikur, um framt at Rasmus Nolsøe, sum hev ur verið burturi síðstu dystirnar, er tøkur hesa ferð. Somuleiðis hevur KÍ mestsum alt sítt fólk tøkt til dystin, nú Høgni Mad sen er klárur aftur eftir karan­ tenu síðstu tríggjar dystirnar. Todi Jóns son, ið ikki hevur verið við í síðstu ni vegna skaða, er framvegis iva sam ur, og heldur ikki er Jógvan Isak sen komin fyri seg aftur, eftir at hann hevur havt lungnabruna. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tá risarnir í føroyskum landskappingarfótbólti hjá monnum, HB og KÍ, sunnudagin bresta saman í Gundadali, stendur nógv upp á spæl: HB stríðist fyri meistaraheitinum og KÍ fyri lívinum! Mynd: Álvur Haraldsen Størsti dystur nakrantíð