fríggjadagur 25. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Rákið – september '09
Te við lakresi
Smáttskorin og turkað
lakresrót, sum tú kanst gera
te av. Heilsa. 29,95 krónur.
Oddvørsa Havra og nøtuscones
125 g av valnøtum
125 g av havragrýni
200 g av hveitimjøli
3 tsk. av bakipulvuri
1/4 tsk. av salti
125 g av køldum smøri
1 stórt egg
1 1/2 dl av róma, 9%
1/2 dl av ahornsiroppi
Glaring
50 g av florsukuri
2 spsk. av ahornsiroppi
Set ovnin á 220 stig. Hakka valnøturnar grovt og blanda við
havragrýninum. Breið tær út á eina bakiplátu við bakipappíri
og rista tær í ovninum í uml. 5 min. Tak tær út og lat kólna.
Síla mjøl saman við bakipulvuri og koyr salt, havragrýn og
nøtur í. Rív tað kalda smørið grovumegin á einum rívijarni
og morla tað upp í mjølið. Píska eggið eitt sindur saman við
rómanum og siropinum og stoyt tað í mjølið. Samla deiggið
skjótt saman og elt tað í eina tjúkka plátu (uml. 2,5 cm) á
einum mjølstroyddum. Sker tað síðani í fýrakantar ella í ringar.
Legg stykkini á eina bakiplátu við bakipappíri og baka mitt í
ovninum í 12-15 minuttir. Set at køla á eini rist.
Glaring: Rør ahornsirop í eini skál við sílaðum florsukuri og
dryppa glasurin oman yvir kólnaðu skonsini.
Sweet Love – svart
kinesiskt te við lakresrót,
guarana, ginseng og
ljósareyðum pipari. Etika.
Prísur 90 krónur.
Prince Vladimir
– svart kinesiskt te
við citrus, vanilju og
kryddi. Etika. 145
krónur.
Detox – grønt
kinesisk te við
sitróngrasi og
sitrón. Sigst
hjálpa at reinsa
kroppin. Etika.
90 krónur.
Ginger Lemon
green tea – grønt
kinesiskt te við citrón
og ingiferu. Etika. Prísur
145 krónur.
Earl Grey –
klassikarin úr Onglandi.
Her við svørtum te úr Kina
og smakki av bergamot.
Etika. 145 krónur.
Grønt te á fløsku við
ginseng og hunangi.
Etika. 68 krónur.
Grønt te á fløsku við
granatepli. Etika. 68
krónur.
Hvitt te á fløsku
við bláberum. Etika.
Prísur 68 krónur.
Reytt Rooibos
te úr Suðurafrika.
Miklagarður. Prísur
25,95 krónur.
Milt hvítt te
Miklagarður. 27,95
krónur.
Ammu-te til kvinnur, sum geva
bróst. Inniheldur eitt nú fennikel,
anis, kumman og notu. Heilsa.
43,95 krónur.
-
––––––––––––––––––––––
Lagt til rættis: Inna Tørnroos
––––––––––––––––––––––
Myndir: Jens Kristian Vang