fríggjadagur 25. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti 29
vekingarrørslan, serliga samkomurnar,
vanliga nevndar brøðrasamkomurnar, fáa
víða um landið, eitt nú í Norðuroyggjum,
um og eftir 1920. Eftir hetta frambrotið
stóð vekingarrørslan ikki til viks í føroyska
samfelagnum longur, hon kom rættiliga
inn í ljósmálan og snaraðist so við og við
saman við tað, vit kunnu kalla føroyskt
ný tilvit, t.e. tað samfelagstilvit, sum vaks
fram eftir at gamla bygdarsamfelagið fór
í toftina.
Í vekingarrørsluni drangar Victor Daniel
sen eyðvitað himmalhøgt upp um öll onnur.
Ávirkanin, sum trúboðsvirkið hjá Victori
Danielsen hevði á føroyskt samtíðartilvit
er ikki lítið. Victor Danielsen byrjaði sítt
virki fyri samkomurnar í 1916, tá hevði
hann, sum hann sjálvur tekur til, „ sæð
ljósið í Kristusi“ og ljósið var honum so
bjart, at flest annað var mest sum einki,
valla skuggi.
Victor Danielsen var ein eldsál, hann
ivaðist ikki í, at evsti dagur var í nánd og
førdi boðskap sín fram uttan honk, uttan
himpr. Mongum mundi tykjast boðskapurin
óflættiligur, ongin óvissa toldist, einki
vingl. Victori Danielsen lá, sum vituligt
var, nógv á at røkka so mongum sum
gjørligt, so skjótt og greitt, sum til bar.
Tískil var tað ikki meiri enn sjálvsagt, at
hann bæði í talu og skrift valdi at beina
boðskap sín gjøgnum gerandismálið hjá
teimum, ið hann vendi sær til og tað
málið var eyðvitað føroyskt. Men hann
gjørdi hetta ikki, hvørki so ella so, av
tjóðskaparpolitiskum ávum ella umhuga
fyri framtíðini hjá føroyskum máli. Tann
framtíð hann hugaði sær til var yvirjarðlig.
Hansara heimur býttist ikki sundur eftir
mótsetninginum millum tað føroyska og
danska í Føroyum, millum sjálvstýri og
samband, hann gjørdi fyrst og fremst skil
millum tey umvendu og tey óumvendu,
tað góða og syndina, frelsu og glatan.
Tjóðskapur ger honum lítlan mun, við
hvørt hevur hann, at vísa seg, enntá
agg av honum. Í skaldsöguni Aðru ferð,
sum á fyrsta sinni kom út í 1926, sigur
hann einastaðni (2. kap.): kirkjan og tað
tjóðskaparliga eru størstu avgudar hjá tí
óumvendu verð.
Hesin hugburðurin merkir eisini
orbragdið, Victor Danielsen hevur í orða
skiftinum um málið í býbliutýðingum
sín um, serliga teirri týðingini av Nýggja
Testamenti, sum kom út í 1937. Í eini grein
í Dagblaðnum í februar í nítjanhundrað og
tvey og hálvtrýss, tá ið hart blaðstríð stóð
um heildartýðing hansara av bíbliuni frá
1949, svarar hann ábreiðslum um málið í
teirri eldri týðingini av Nýggja Testamenti
soleiðis:
Eg skrivaði fyri at bókin skuldi
vera til uppbyggingar og ikki fyri at
demonstrera, at eg dugdi at skriva
føroyskt.
Í somu grein beinir Victor Danielsen
eisini spjótum sínum móti tí tjóðskapar
grundaða mentaskapinum í Føroyum.
Síðani aldarskiftið nítjanhundrað hövdu
eitt nú háskúlamenninir Símun av Skarði
og Rasmus Rasmussen (og seinni eisini
Christian Matras o.o) arbeitt miðvíst
fyri at búgva føroyskt mál út til at bera
nútíðarligan mentaskap. Í hesum anda
týddi Jákup Dahl ymsar tekstir í Bíbliuni
m.a. Dávidssálmarnar í Gamla Testamenti.
Victor Danielsen skrivar soleiðis í áðurn
evndu grein um sálmatýðingina hjá Jákupi
Dahl:
Eg skal loyva mær at siga tað, at
hevði Dahl umsett sálmarnar í prosa
og á einföldum máli, hevði betur
borið til at lesa teir til uppbyggingar.
Orðbragdið, sum Victor Danielsen her
hevur á skriving síni um málið og stöðu
takan til málið, kemur seinni framaftur í
ymsum líki, oftast leyst við tað gudiliga
huglagið kortini, eitt nú í trýssunum
og hálvfjerðsunum, tá ið yngri ættarlið
av mentafólki vilja fáa seg leys frá tí
tjóðskapargrundaða mentaskapinum, men
hesin mentaskapurin fekk í eftirkrígs
árunum, ið hvussu er partvíst, eina stovns
kenda og regluskipandi stöðu í føroyska
samfelagnum.
Eftirtíðin
Fyri Victor Danielsen og ymsar mis sam
sintar eftirgangarar hansara er málið ikki
eitt amboð til tjóðbyggingar, tað hevur
einans gildi í mun til, hvussu greitt og
ómakaleyst tað virkar sum boðskiftismiðil.
Onnur atlit og aðrar víddir í málinum hava
millum nakað og einki at týða. Sama ger
um málið er reint ella blandað, fyndríkt
ella slættligt. Ja, ov mikið fjölbroytt,
ov mikið „føroyskt“ ella „gott“ mál er
beinanvegin til tarn fyri hvønn tann,
sum antin í skrift ella í talu vil seta sína
hugsan fram um, hvat sum er trúarlig ella
ótrúarlig viðurskifti. Málið eigur, eftir hesi
hugsan, í hvørjum samskifti sum er (enntá
skaldskapi) at einfalda seg sum mest bæði
í orðavali og setningarlagsliga, eigur at
tína burtur av sær alt, ið ikki hevur heimild
í talumálinum (hvat tað so er).
Tey seinastu tretivu árini, síðani mið
skeiðis í hálvfjerðsárunum, hevur henda
málfatanin, einahelst við fyrimynd
eftir donskum viðurskiftum og donskum
hugburði til danskt mál, so líðandi trokað
tann tjóðskapargrundaða mentaskapin
av og fingið regluskipandi stöðu í sam
felagnum, í fjölmiðlum, í skúla o.s.fr.
Hetta hevur rímiligani sett sítt merki á
orð bragdið í umrøðuni um føroyskt mál og
stöðu tess, men verri enn so altíð til gagns
fyri ta andligu menningina í landinum
alment. Tíðum er henda „ný“fatanin fyri
lítið meiri enn eitt letiskoyti at rokna ella
ansaloysi. Og ikki er tað sørt heldur, at
hon viðhvørt, eitt nú í bókmentum, fjalir
út yvir ein miðlingsskap, sum ikki skapar,
men í staðin apar seg eftir öðrum (serliga
donskum) við misgóðum hegni.
Endi
Eg fari at enda hesa hugleiðing og taka
aftur í tað, eg byrjaði við: varhugan av,
at føroyskt mál kanska er framtíðarleyst.
Hesin varhugin hevur, sum vit hava sæð,
ligið sum ein skuggi á umrøðuni og tí
skiftandi orðbragdi, hon hevur havt í úti við
tvær öldir.
Í okkara samtíð stendur føroyskt máltilvit
sum eitt strá í vindi, sveiggjar aftur og
fram millum okkurt slag av ansi öðrumegin
fyri tí virði, málið hevur (ella kundi havt)
fyri eindarkensluna í samfelagnum, fyri
okkarara tjóðskaparligu samling, so at
siga, og so eina skít-veri-við-málinum-
stöðu hinvegin, ið summi vilja rópa upp á
fólksins vilja og tað er kanska ikki burturvið
heldur í einum samfelag, har hvørki sýnist
at vera megináliti í öllum valbundnum
viðurskiftum.
Men henda stöðan er tó ikki serkend fyri
Føroyar.
Víðahvar um Evropa skinklar mál kensl
an. Alment máltilvit hevur tey seinnu
árini fingið lit av teirri (hjá okkum danskt
ættaðu) áskoðan, at onnur mál sam
felög enn tey stóru (eitt nú tað ensk/
ameri kanska) eiga at geva seg til tols
við tey líkindi (hvørji tey so eru), ið
marknaðarskapt altjóðagerð bjóðar í
fram burðsins navni, sokallaða. Framtíðin
skal vera gagnnýt, ikki at siga rationel.
Fjölbroytni, ikki síðst málsligt fjölbroytni,
er meiri til bága enn nyttu fyri eina slíka
framtíð. Mál (eisini føroyskt mál sjálv
andi) eiga tískil at verða javnað ella
tynt saman til eitt altjóðað og markn
aðar skilligt nýmál. Annað er trongskygni,
heimføðiskapur.
Men hvør veit?
Kanska tekst aftur tað ljós, ið hvørvur úr
gátt.
Ið hvussu er:
Spyrst so livst.
Føroyskt máltilvit stendur sum eitt strá í vindi, sveiggjar aftur
og fram millum okkurt slag av ansi öðrumegin fyri tí virði,
málið hevur fyri eindarkensluna í samfelagnum, og so eina
skít-veri-við-málinumstöðu hinvegin,