fríggjadagur 25. september 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Rákið – september '09
Ein koppur av Typhoo-Tea – soleiðis eru tevanarnir hjá
teimum flestu av okkum, og onki ringt um tað.
Svarta teið, sum Thypoo-Tea og flest øll te í
vanligum handlum, eru gjørd av, er av runninum
Camellia sinensis. Grønt og hvítt te er eisini frá hesum
runni, men bløðini eru viðgjørd øðrvísi.
Fólk hava drukkið te í nógv túsund ár, men eingin
veit rættiliga at siga hvar tað byrjaði. Summi siga í
Kina onnur siga í India.
Grønt te verður nýtt sum felagsnavn fyri nógv ymisk
sløg av te. Te, ið er bryggjað úr ymsum bløðum,
verður ofta bara kallað fyri grønt te. Rætt grønt te er
tað, sum er av plantuni Camellia sinesis, men sum
hevur oksiderað nógv styttri enn svart te.
Hvíta teið, ið ein ikki hoyrir so nógv um, er eisini
av sama runni, men lítið viðgjørt og hevur ein mildan
smakk.
Veksur í suðurafrika
Reyða teið, ella Rooibus te, hevur verið nógv frammi
seinastu árini. Te-snobbarnir vilja ikki kalla hetta
fyri te eftirsum Rooibus veksur á Rooibusrunninum í
Suðurafrika. Økið, har runnurin veksur, er lítið, og er
einasta stað hann fæst at grógva.
Rooibus smakkar frálíkt og tað eru nógvir
antioxidantir í tí, ið ber orð fyri at kunna verja ímóti
bæði krabbameini, elli og hjartasjúkum. Í Rooibus er
lítið av garvisýru og tí er tað vælegnað at drekka um
kvøldið.
Handlarnir í Havn, har hava verið og leita eftir te,
hava øll hesi sløgini av te, so spurningurin er um tíðin
ikki er búgvin til at skifta koppin av Typhoo-te út við
okkurt annað slag - bara viðhvørt.
Oyn hoytan drekkamunn
Café Latte er so 2008.
Nú er tað te, ið er inn, og helst
skal tað antin vera grønt, reytt
ella hvítt.
Og afturvið eta vit lekkur klassisk
scones frá Oddvør Skarðhamar.
Soleiðis bryggjar tú te
Hitin á vatninum hevur alt at siga fyri úrslitið.
Bryggja svart te við 95 stigum. Rooibos verður
perfekt við 85 stigum, og grønt te smakkar
best um tað stendur og trekkir eina løtu við 75
stigum.
Soleiðis goymir tú teið
Te skal goymast myrkt og kalt í einum blikk ílati.
Tó ikki í køliskápinum. Te skal helst ikki koma í
samband við sólarljós, hita og sterkan anga.