fríggjadagur 25. september 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 25. september 2009
Vikuskifti
28
Afturhaldið
Var orðbragdið hjá føroyskum tjóðskapar
fólki merkt av stjórnmálarembingum í
Danmark, var tað tað ikki minni hjá teim
um, ið stóðu ímóti tjóðskaparrákinum í
almennu umrøðuni og tað var eingin hissini
mótstöða – at kalla alt tað danska valdið í
Føroyum verðsligt sum andligt.
Sum dømi um orðbragdið hjá mótstöðuni
fari eg her at taka fram tvær greinar eftir
Emil Bruun, Havnarprest. Greinarnar stóðu
í Færøske Kirketidende, onnur í februar í
1891, hin í september 1894. Í fyrru greinini
er Emil Bruun føroyskum máli upp á seg
góðviljaður. Hann heldur, at føroyskt
sakt ans kann stimbrað tað andliga lívið
hjá almúguni og vera til stóra veking,
sum hann málber seg. Kortini ivast hann
í, um føroyskt evnar at gerast kirkjumál.
Eitt kirkjumálsskifti er eitt alt ov mikið
stórt tak, heldur hann, og forðingarnar so
nógvar, tað stígist ikki yvir tær.
Í seinnu greinini er allur góðvilji útkóln
aður í Havnarpresti. Við tilvísing til sög una
um málruðuleikan í Babel, vil Emil Bruun
nú við kronglutum guðfrøðiligum grund
gevingum vísa, at tað er ókristiligt at
krevja føroyskum rætt innan kirkjugátt.
Tjóð skaparligur ymiskleiki kyknar úr synd
ini, sigur hann. Rættur kristindómur er yvir
öllum tjóðskaparmuni.
Yvirhövur kann sigast, at orðbragdið hjá
Havnarpresti er eyðkent fyri mótstöðuna
móti føroyskum kirkju og skúlamáli hesi
árini og minnir ikki sørt um tær próv
grund ir, sum afturhaldið fyrr á öldini hevði
brúkt víðahvar um Evropa til at beita frá
sær kröv um borgarlig rættindi, eitt nú
talufrælsi, trúarfrælsi, javnstöðu fyri lógini
o.s.fr. Seinni fyrst í tjúgundu öld, tá ið
fak felagsrörslan fekk hövdið fyri seg, vóru
somu próvgrundir havdar á lofti aftur, hesa
ferð til at røkja kröv av um búskaparlig og
sosial rættindi.
Hesar próvgrundir eru eitt trísligið reip.
Fyrsti táttur er grundsetningurin um
nyttuloysi. Hóast tað, ið stevnt verður
ímóti, kann vera bæði tiltrongt og rímiligt,
enntá virðingarvert, er tað alt tað sama til
fánýtis, ein viðfáningur bara.
Annar táttur er grundsetningurin um
övuta ávirkan. Hann sigur, at hvussu
víkir og vendir endar öll umbótarstevna
illa. Umbøtur hava ta natúr, at úrslitið
av teimum javnan er tað övuta av tí, sum
ætlað var.
Triði tátturin er grundsetningurin um
skaðasemi. Tað eru óráð at broyta, hvør ið
so broytingin er, einskærað skilaloysi.
Hetta trísligna orðbragdsreipið er tað,
Emil Bruun lesir seg eftir í sinum mál
flutningi. Í fyrru greininini brúkar hann
grundsetningin um nyttuloysi. Tað er til
fánýtis at royna at fáa føroyskt inn um
kirkjugátt, forðingarnar so nógvar. Í seinnu
greinini týðar hann til annan og triðja
grundsetning. At ætla sær føroyskt sum
kirkjumál fer í fyrsta lagi og eftir öllum
líkindum at enda öðrvísi enn tjóðskaparfólk
ætla, tað fer ikki at menna trúarlívið í
oyggjunum, men tvørturímóti at beina tað
út á eina oyðigötu hagar, ið andligur deyði
og gröv bíða.
Í öðrum lagi er føroyskt kirkjumál ein
vanlukka í öllum førum.
V.ö.o. Emil Bruun doyr frá öllum sam
huga við føroyskan tjóðskap og fær lív
aftur í endurnýggjaðari trúgv upp á danskt
og hitt óskerda, danska eindarríki.
Friðrik Petersen: Eitt
hamskifti
Orðbragd av samlíkum slag sum hjá
Havnar presti er í ymsum greinum í Dimma
lætting, t.e. ritstjórnargreinum, og kemur
so við og við til sjóndar eisini í tí, sum
Friðrikur Petersen skrivar um kirkju og
skúlamálsspurningin.
Tað hevur verið mongum tilevni til
undran, tað áskoðanarliga hamskiftið
Friðrik Petersen sýnist at fara ígjøgnum
í tjóðskapartíðini. Í Móðurmál stórt er
títt fall, yrkt átjanhundrað og sex og
hálv fjers, er hann við til at birta upp í
tjóð skaparkensluna, men í árunum um
og eftir aldarskiftið er hann ein av teim
um, ið stendur fastast ímóti, at føroyskt
fær innivist í kirkju og skúla. Men slík
undran man helst standast av, at tjóð
skapar ella føroyingafelagstíðin í
Før oy um verður skoðað úr einum ov lítið
víð um sjónarhorni, so bert tann føroyski
pallurin er í ljósmála, annað, eitt nú tann
danska víddin, fellur líkasum í døkkan.
Veruleikin var tó, sum fyrr nevnt, at tað
sum fyrifórst í Føroyum tey árini, var
nær bundið at stjórnmálasorðaskiftinum í
Danmark. Meginbrotrivan, sum gekk har, ið
fólkaræðið og andstöðan móti tí skúraðu
hvørt móti öðrum, skoraði seg langt inn
í føroyskt tilvit eisini. Hans Jacob Debes
skrivar í Nú er tann stundin... um Friðrik
Petersen, at hann var ein maður „við
öllum konservativum eyðkennum“. Íðan
hvat er so lögið við tí, meðni, at ein maður
við „öllum konservativum eyðkennum“ í
seinnu helvt av nítjandu öld vildi andöva
móti einum ráki í samtíðini, sum bar at
fólkaræði. Í donskum afturhaldshuga tá á
dögum var fólkaræði óðamannaverk eins
og viðurskiftini vóru, samfelög í skjót
ari broyting enn eygað og vit evnaðu at
skilja, gomul hevd og viðtikin virði skrædd
úr skonkum, upploysing, evnaloysi og
óskil fløddi at innan sum uttanlands.
Tað vit vita var Friðrik Petersen longu í
studentaskúlaárum sínum í Reykjavík farin
at ivast í, um rætt var at gera tjóðskap um
til politisk kröv um sjálvræði. Sum árini
gingu og stríðið um fólkaræðið í Danmark
harðnaði, vaks hesin ivin í Friðriki Petersen
og fekk hann at enda heilt at venda tjóð
skapar rørsluni baki.
Samanumtikið vóru tað sostatt karm
arnir um donsk stjórnmál og orðaskiftið um
fólkaræðið í Danmark, sum í stóran mun
skaptu móðurmálsumrøðuni í Føroyum tað
orðbragd, hon fekk, tað sama hjá teimum,
ið vóru fyri føroyskari málreising, sum hjá
teimum, ið vóru ímóti.
Veking og málstevna
Vit fara nú fram í tjúguni, í triðja tíðar
skeiðið, sum her er til viðgerðar. Tey árini,
meðan politiska skipanin í lögtinginum,
sambandið og sjálvstýrið, skorðar seg
sjálva fastari og fastari í endaleysum
munnsjabbi um málspurningin (og ger
tað heilt fram til 1938), hendir eitt,
frøðiliga yvirhövur lítið eftirgáað, men
kortini avgerðandi umskifti í Føroyum,
eitt umskifti, sum kom at ávirka føroyskt
máltilvit og orðbragdið í umrøðuni um
málið í eftirtíðini.
Hetta umskiftið er tað frambrot, ið
Orðbragd
og umrøða
Hugleiðing
Carl Jóhan Jensen
Í eini framtíð, ið fyri alt skal vera rationell, er
málsligt fjølbroytni meir til bága enn nyttu.
Eftir hesi fatan eiga mál, eisini føroyskt
sjálvandi, at verða javnað til eitt altjóða og
marknaðarskilligt nýmál
(Seinni partur)