Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 183 - 25. september 2009 Í Sosialinum í dag er ein grein um eitt ungt par, tey hava eitt sjúkt barn sum tey partvís mugu passa heima. Tey fáa ikki ta hjálp, tey hava tørv á, og nú hava tey ikki ráð at keypa mat longur. Tey hava runnið frá Peri til Pól, ella rættari ringt til Almanna­ stovuna ótalligar ferðir, men har hendir einki ítøki­ ligt. Herfyri stóð ein kona og græt í sjónvarpinum, tí tey høvdu ikki pengar til mat á borðið, og húsið var sett til sølu. Heldur ikki har var nøkur hjálp at fáa. Skalt tú hava fyritíðar­ pensión er ikki nokk, at læknin skrivar eina váttan um at tú ikki fær arbeitt longur, nei tú skalt til allar møguligar og ómøguligar kanningar og umaftur til aðrar kanningar. Hettar tekur langa tíð, og tá av­ tornar fær tú sum regul lítla og onga og allarhelst onga pensión. Ein gamal maður stóð á Apotekinum í gjár, var komin eftir medisini, men hevði ikki nokk av peng­ um. Medisinið kostaði nú 1800 kr (segði daman, ið stóð við diskin) tí stuðulin var burtur. Medisinið var lívsneyð­ ugt. Daman segði, at hann mátti ringja til læknan hjá sær fyrst og søkja um at fáa stuðul til medisinið. Maðurin hevði staðið og bíðað leingi, nú mátti hann avstað aftur, tí medisinið kostaði næstan helvtina av pensiónini hjá honum, aftur at ringja til læknan. Eitt er at verða sjúkur ella hava eitt sjúkt barn, tað er tungt nokk í sær sjálvum. Men tað skuldi so sanniliga ikki verið neyð­ ugt at blivið niðurgjørdur uppá handan mátan. Tað kann ikki vera meiningin, at ein skal berjast sum úlvur á skóg fyri at fáa ta hjálp ein hevur rætt til. Her haltar okkurt og tað alvor­ liga eisini. Gomul fólk skulu heldur ikki sendast avstað aftur av Apoteki­ num, tí tey mugu søkja um stuðul til medisin fyrst. Eg havi ikki orð fyri hvussu langt úti hettar er. Og so verður tosað um at fáa tey fólkini, sum fluttu av landinum í kreppuni heim aftur. Til hvat?? Støðan hjá teim røktar­ krevjandi er ikki broytt enn. Kundi hugsað mær at vita, hvussu tað gongur hjá tí skjóttarbeiðandi nevnd­ ini, ið Heðin Mortensen tosaði um á sinni, sum skuldi taka sær av hesum máli. Haldi hattar má vera ein øgiliga seintarbeiðandi nevnd. Tí enn er akkurát einki hent. Tað er gott at verða í Før­ oyum, men so sanniliga ikki um tær feilar nakað, hevur børn við serligum tørvi ella sjúk børn, og slett ikki um tú gerst gamal. Grát mítt elskaða land Jona Mortensen Seinasta skotið á bulinum er, at teir, sum gjøgnum­ førdu Føroyar sum eitt valdømi staðfesta nú, at tað ­ og júst tað – er orsøkin til, at alt er endað í kaos Av teirri orsøk, at Føroyar ikki kundi verða stjórnað so leingi sjey valdømi vóru, kom Edmund Joen­ sen, royndur og sjarmer­ andi politikari, við upp­ skoti fyri tingið, at neyðugt var at gera Føroyar til eitt valdømi. Ávísir samfelagsfrøð­ ingar vóru eisini samdir um, at hetta var rættur vegur at ganga, burtursæð frá Jógvani Mørkøre og Zacharisi Vang, sum vóru heldur varnir við at leypa út í hetta heldur ókenda so í óðum verkum. Formaður Javnaðarflok­ sins, Jóannes Ejdesgaard, fór í bát við Edmundi, tí, skuldi Føroyar komast undan, fáa Visjón 2015 setta í verk, har Føroyar verða millum heimsins fremstu lond, bar ikki til at varðveita økini uttanfyri høvuðsstaðin. Hesum atkvøddi so eisini Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, fyri. Føroyar, sum so gott einasta land í heiminum, skuldi gerast eitt valdømi, yngri kreftir við akadem­ iskari bakgrund skuldu nú á ting, og fiskivinnan, sum hevur verið hollur horna­ steinur, átti at tynnast sammett við vitanar­ politikkin. Fiskivinnan rindar fyri undirhaldsbransjuna Grundgevingin fyri einum valdømi var, at alt skuldi savnast í ein høvuðs­ stað, ein metropol, tí ann­ ars fekst ikki ein styrkt vitanarvinna, fremstu serfrøðingar, granskarar og útlendskar íleggjarar fóru at flyta higar. Val var 19. januar 2008 ­ fyrsta valið við einum valdømi. Føroyar er eitt herligt land, men er eisini sjáld­ samt! Læknastjórin á Lands­ sjúkrahúsinum leypir í miðlunum áhaldandi á smærru sjúkrahúsini, tí Landssjúkrahúsið ongantíð hevur virkað optimalt, bara teir fáa meiri rakstrarkapi­ tal, so hevði alt riggað – eingin politikari mótmælir hesum tosi. Vit kunnu so bara spyrja hví? Skrivarin í Reiðarafelgn­ um vísir á, at stjórin á Havstovuni vil ikki vita av fiskidagaskipanini og kennist veikur yvirfyri sínum feløgum í útlondum og teimum londum sam­ ráðast skulu við. Stjórin á Hagstovuni sigur, at vit skuldu verið 6.000 fólk fleiri, tí, so sá ørvðísið út, og Føroyar høvdu klára seg nógv betri, tí so komu øll í arbeiði. Rektarin á Fróðskapar­ setri Føroya vil hava 1.8 mió. krónur afturat, so er tann parturin av vitanini bjargað. Løgtingsins umboðs­ maður gevur nevs til høgru og vinstru, og allur føroyski fjølmiðlaheimurin uppiheldur almenna sektor­ in við fyrispurningum, so almenni bygnaðurin má økjast. Einasta ávirkanin er, at við hesum hava tey møguleika at undirhalda hvønn annan, meðan fiski­ vinnan í høvuðsheitum rindar. Kultururin – ella mentan­ in – sigur, at føroyski politikarin er ómentaður og tørvar at vera meiri sostifik­ eraður. Syrgið fyri at gjalda! Hetta fer at bjarga føroysku marknaðføringini, at branda Føroyar. Føroyska fiskivinnan, sum í løtuni gevur hall, orsakað av lágum fiska­ prísum og høgum kostnaði, skal bera alla hesa undir­ haldsbransjuna og meiri afturat. So sprettir seinasta skotið á bulinum, at teir, sum gjøgnumførdu Før­ oyar sum eitt valdømi staðfesta nú, at tað ­ og júst tað ­ er orsøkin til, at alt er endað í kaos. Lógarbroytingar eru loysunarorðini, tá onki virkar, hóast prógvað er, eisini í útheimi, at tað er sjáldan, at lógarbroyting hjálpir, tá tað er fyri at leypa um har garður er lægstur. Tikið eigur at vera um “sjúkuna” við rótina, ofra tíð og kreftir uppá málið og soleiðis fekst samfelagið at virka og dynamikkur aftur kom í samfelagið. Føroyar er eitt herligt land – men er eisini sjáld­ samt! – Ella er tað nú tað! Føroyar, eitt herligt land - men er eisini sjáldsamt 2. partur Jógvan við Keldu Viðvíkjandi saman­ legging av øllum 10. flokkum í Havnini Vit eru tvær gentur úr Havn, ið hava gingið í 10. flokki í Tórshavnar Komm­ unuskúla í tíðarskeiðinum 2008/2009. Frá fyrsta skúladegi í 2008, til síðsta skúladag í 2009, hevur hetta verið eitt satt upplivilsi fyri okkum báðar, og kunnu vit við garanti siga, at tað eru fleiri, ið eru einig í okkum. Vit hava lært nógv fólk at kenna, bæði nýggjar flokksfelagar og lærarar. Eisini hava vit ment okk­ um ótrúliga nógv fakliga. Samanhaldið bæði næm­ inga og lærara millum var ótrúliga gott. Vit vóru deild í tveir flokkar, A og B – men vóru vit so gott sum altíð ein, og vit føldu okk­ um sum ein flokkur. Tað var fantastiskt. Tað má sigast, at í Tórs­ havnar Kommunuskúla verður ógvuliga nógv gjørt burturúr til teir næmingar, ið vilja taka 10. flokk, áðrenn tey enda fólka­ skúlan. Tað hendi allatíð okkurt. Vit vóru á seturskúla á Sandi, vit vóru í Prag, vit vóru á Slættaratindi, við Gjógv og mangt slíkt. Umframt tað, høvdu vit sjálvandi eisini vanliga skúlagongd. Tað var annar­ leiðis á tann hátt, at tímar­ nir vóru spennandi. Vit høvdu diskutiónir uppi at koyra um ymisk spennandi evnir. Vit arbeiddu ógvu­ liga nógv við spennandi tilfari, og vóru til tíðir ógvuliga sjálvstøðug. Hetta menti okkum ótrúliga nógv, og lærdu vit nógv av hesum. Ja, vit kunnu ikki siga annað enn, at hetta árið var fantastiskt. Lærararnir hava virku­ liga uppiborðið rós fyri arbeiðið, teir løgdu í fyri at fáa hetta árið so gott, áhugavert, stuttligt, læru­ ríkt og ikki minst so menn­ andi fyri okkum, sum møguligt. Takk fyri tað, tit! Tað, ið vit so nú harmast um, er, at alt hettar skal fella burt í onki. Ja, møgu­ leikar skulu takast her í lívinum, men at taka eina so stóra risiko, sum at koyra allar 10. flokkarnar í Havnini saman í ein og at lukka 10.flokkin í Tórs­ havnar Kommunuskúla, er heldur langt av vegnum, halda vit – og eru vit aftur her, yvirbevístar um, at hetta eru vit ikki einsa­ mallar um at halda. Næmingatalið í 10. flokki í Tórshavnar Komm­ unuskúla í ár (2009) er voksið við umleið 30 næmingum. Tað vísir, at hesin skúlin virkuliga er nakað serligt, og at fólk tíma at ganga har, og tað gera tey ikki minst, tí tey hoyra runt umkring, hvussu áhugavert og fjølbroytt hetta árið er. Vit hava ikki hoyrt um nakran, ið hevur gingið í 10. flokki aðrastaðni í Havnini, ið hevur so nógv positivt at siga um 10. flokkin, ið tey gingu í. Heldur ikki vilja vit siga, at alt er vánaligt og keði­ ligt í hinum skúlunum, men tó vilja vit leggja dent á, hvussu gott tað var í Kommunuskúlanum. Vónandi umbestemma tey seg so og lata vera við at leggja 10. flokkin á Kommunuskúlanum niður, tí tað er ongin garanti, at tað verður betri nakra aðrastaðni. Jeannett Hovgaard Djurhuus & Birgit Hervørsdóttir Jacobsen Oyðileggið ikki okkara 10. flokk! Tá ið røringur aftur kom í um allan skúlaskap og alt skuldi umskipast, eisini í Føroyum, helt eg ikki vera av leið at leggja uppí við at savna greinar mínar um uppaling og skúlaskap. Sprotin var so beinasamur at geva út í bók. Eitt lítið brot úr greinini Føroyskur skúli (1973) umrøðir eina kanning hjá ‘Direktoratet for Folke­ skolen og Seminarierne.’ Kanningin vísti, at bert upp ímóti 10% av næm­ ingunum í 8. flokki vildu halda fram í 9. flokki, um so var, at teir bert kundu sleppa at halda fram á øðrum skúla, men næstan 70% hildu fram í 9. flokki, um teir sluppu frá at skifta skúla. Um enn luttøkan man vera vaksin, síðan henda kanning varð gjørd, so vísir hon kortini týðiliga, hvønn týdning tað hevur fyri næmingar at sleppa frá at skifta skúla. Og harafturat er »samfelt lyndi til, at næmingar, ið skifta skúla, fáa bæði lægri árskarakterir og lægri próvtøkukarakterir, enn teir næmingar fáa, ið halda fram í sama skúla, sum teir gingu í framm­ anundan« (Kanning í Hor­ sens viðv. realpróvtøku). Henda umrødda kann­ ingin hjá Direktoratinum var um tað at skifta úr 8. flokki í 9. flokk (10. flokkur mundi ikki vera til tá). Hugurin at skifta skúla úr 9. flokki í 10. flokk í Føroyum man valla vera frægari. So ein møgulig skúla­ skipan, har næmingar noyð­ast at skifta skúla fyri at sleppa at halda fram í 10. flokki, má eftir hesum ábendingum roknast at fara at vera ein skipan, sum rekur ein stóran part av næmingum úr fólka­ skúlanum eftir 9. flokk. Oyðileggið ikki 10. flokk Jeffrei HenriKsen viðmerkingar