fríggjadagur 25. september 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Rákið – september '09
Keyp renniskógvar
– Tú mást eisini hugsa um vektina
..., segði sølumaðurin og hugdi
uppá meg.
Ja, for hundan – tað er eisini tí eg
ætli mær út at renna, hugsaði eg
– ... til dømis skulu sprintaraskógvar
helst viga so lítið, sum møguligt, helt
sølumaðurin fram, meðan hann
vimsaði runt um eina rennimaskinu
og trýsti á ymsar knøttar har inni í
einum tí mest profesionella
ítróttahandlinum í Keypmannahavn.
Nei, sprintaraskóm hevði eg nokk
heldur ikki brúk fyri beint nú. Bara
einar ordiliga góðar renniskógvar
og helst eitt sindur kjekkaðar, tú veit,
mutlaði eg og hopaði, at hann ikki
hugdi niður á gomlu jollurnar, eg
var í.
anna@sosialurin.fo
Anna Ellingsgaard
Úrslitið av
shoppingtúrinum
vóru hesir