Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 1

allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 Høgni Hoydal, varaløgmaður, sáar enn einaferð iva um ognarrættin til oljuna við at siga, at danir ikki viðurkenna hendan ognarrætt. - Hetta er ein grov reinging av veruleikanum. Tað er als einki hald í pástandinum um, at vit ikki eiga allan rætt, sum vit hava brúk fyri til oljuna - vit kunnu útvinna oljuna, vit kunnu selja oljuna og gera við hana, hvat vit vilja, sigur Halgir W. Poulsen, advokatur, sum var við at fáa undirgrundaravtaluna heim til Føroya í 1992 Oljan misbrúkt í valstríðnum Síða 10–11 Nr 225 mikudagur • 21. november 2001 • 75. árgangur • Kr. 12,00 Pedagogar í verkfalli: Halda mótpartin vera ósakligan Løgmaður í øðini inn á varaløgmann: Høgni spælir hasard við Føroyum OLJA Jan Müller Løgmaður heldur, at varaløg- maður skaðar føroyingar við at føra fram, at ognarrætturin til oljuna er ivasamur. - Man kann ikki fyrst sam- tykkja eina kolvetnisskattalóg- gávu, eina loyvisrundu og sam- tíðis sáa iva um, hvør eigur olj- una. Ger man tað, so undirgrevur man sítt egna støði, og tað er einki minni enn at spæla hasard við landi og fólki. Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur málið vera ógvuliga álvarsligt. - Er man komin hartil, at løgtingið hevur samtykt eina lóggávu, sett hana í verk, boðið út o.a., uttan at hava heimild til tað, uttan at eiga rættin til tað, ikki at hava lóggávuøkið og dis- positiónsrættin, so er alt sam- felagið á ridlandi grund. Síða 5