Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 225 - 21. november 2001 Nr. 225 - 21. november 2001 3 Valstríðið hevur verið stutt, men stundum hevur leikað har á millum teir ymsu flokkarnar, ið vilja ogna sær sessirnar á Fólkatingi. Nú skal veljarin so seta sín kross og gera av, hvør skal umboða Føroyar á Christiansborg FÓLKATINGSVAL Stefan í Skorini Veljarin hevur altíð seinasta orðið, tá fólkavaldu umboð okkara bjóða seg fram at stýra landi – í hesum før- inum er tað ríkið. Myndamaður okkara var týsmorgunin uppi í ítróttar- høllini á Hálsi, har havnar- fólk skulu greiða atkvøðu. Sagt varð av Hálsi, at fleiri fólk høvdu verið á vali á middegi týsdagin enn um somu tíð við seinasta val. 1720 fólk høvdu greitt atkvøðu á middegi, og hetta er væl meira enn vanligt. Veljarakanningarnar hava víst, at Tjóðveldisflokkurin fær fyrsta umboðið, og at Sambandsflokkurin fær tað næsta umboðið inn á Fólka- ting. Verri stendur til hjá Fólkaflokkinum og Javn- aðarflokkinum, sum sam- bært veljarakanningum missa síni umboð. Tó er einki avgjørt fyrr enn atkvøðurnar eru taldar, tí onkuntíð hevur tað víst seg, at veljarakanningarnar hava verið skeivar. Í Danmark er lítil ivi millum valgranskarar um, at Anders Fogh Rasmussen fer at vinna valið, so at Danmark fer at vera stýrt av eini borgarligari stjórn komandi fýra árini. Valstríðið hevur verið hart, og mikil orðadráttur hevur verið millum tey ymsu valevnini. Í dag skal veljarin siga sína hugsan. So skal krossurin setast Heðin Mortensen, formaðurin í menta- málanevndini, vísir aftur, at býráðið hev- ur brotið nakað lyfti um barnaansing. Hann vísir á, at sam- gongan fer at loysa trupulleikan í hesum valskeiðnum BARNAANSING Stefan í Skorini Í Sosialinum leygardagin var grein um barnaansing í Tórshavnar kommunu. Fyri einum ári síðani samtykti táverandi býráð einmælt, at tørvurin á barnaansing skuldi nøktast í ár 2003. Hetta var beint fyri valið. Í viðmerkingum til fíggj- arlógina fyri næsta ár stendur, at býráðið ikki ætlar at nøkta henda tørvin til fulnar fyrr enn í 2005 ella 2006. Minnilutin í bý- ráðnum metti, at hetta var at bróta tað lyftið, ið býráð- ið hevði givið fyri einum ári síðani. Formaðurin í Foreldra- felagnum talaði eisini at og segði, at felagið als ikki hevði álit á politikarum, tá teir siga seg vilja nøkta tørvin á ansingarplássum. Felagið vísti á, at tá stovn- arnir eru bygdir og tørvurin nøktaður, so skulu tey trúgva lyftum býráðsins. Í hesum valskeiðnum Heðin Mortensen er for- maður í mentamálanevnd- ini, ið hevur barnaansing um hendi. Hann undrast á ta niðurstøðu, sum minni- lutin er komin fram til í hesum máli. Hann vísir á, at upprunaliga tíðarætlanin hjá býráðnum á hesum økinum er forskotin í nakr- ar mánaðir. Hann vísir tó aftur, at býráðið hevur brot- ið nakað lyfti, og at tað fer at arbeiða fyri at nøkta tørvin á ansingarplássum í hesum valskeiðnum. – At nøkta tørvin í ár 2003 er órealistiskt, men vit fara tó at loysa málið í hesum valskeiðnum. Hetta er ikki ein trupulleiki hjá samgonguni, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at tíðarætl- anin er eitt sindur forskotin. Hetta kemst av, at trupul- leikar hava tikið seg í sam- bandi við byggingina av tveimum stovnum. Hesir stovnar eru tí bodnir út av nýggjum. Ætlanin var, at tveir stovnar skuldu vera lidnir í apríl næsta ár, men hetta verður nú ikki fyrr enn í november. Heðin Morten- sen sigur, at tíðarætlanin við hesum stovnunum skal ikki broytast aftur. Hesi báðir stovnar fara at hava pláss fyri 120 børn til- samans, og tað minkar nak- að um bíðilistan. – Vit hava sett okkum sum mál at loysa henda trupulleikan í hesum val- skeiðnum, og vit arbeiða miðvíst fram ímóti hesum. Tað er ein spurningur um vilja hjá okkum politikar- um, sigur Heðin Morten- sen, ið leggur afturat, at Foreldrafelagið ikki hevur nakra orsøk at stúra fyri, at býráðið fer at bróta tað lyftið, ið varð givið fyri ein- um ári síðani. Býráðið hevur játtað nær- um 100 milliónir krónur til barnaansing á komandi fíggjarlóg, sum enn bara hevur verið til fyrstu við- gerð. Seinnapartin valdag- in bendi alt á, at valið í Danmark verður søguligt ÚTLAND: Valhølini í Danmark høvdu ikki meira enn latið dyrnar upp, tá valgranskarar og onnur fóru at tosa um, at hetta helst fór at gerast eitt søguligt val. Tann seinasta veljara- kanningin, sum danska út- varpið kunngjørdi, vísti, at teir borgarligu flokkarnir fóru at fáa 99 tinglimir, meðan stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar fóru at fáa 76. Hendan kanningin gav Vinstra 32 prosent av at- kvøðunum og Sosialdemo- kratunum 29 prosent. Eitt er, at kanningin gav Vinstra tað besta valið nakrantíð, men hon bendi samstundis á, at Vinstra fyri fyrstu ferð síðani 1920 gjørdist størri ann Sosial- demokratarnir. Helt kanningin, er tað eisini fyrstu ferð í langa tíð, at CD og Teir Radikalu ikki eru tungan á vágskálini og kunnu gera av, hvør av teimum báðum stóru flokk- unum skipar stjórn. Annars vísti tann seinasta kanning- in, at CD misti sína umboð- an í Fólkatinginum. Bjarnatænasta Tey bæði forsætisráðharra- evnini, Poul Nyrup Ras- mussen og Anders Fogh Rasmussen, vóru varnir í gjár. Forsætisráðharrin vildi sleppa at bíða eftir úr- slitinum, og Vinstrafor- maðurin segði av ringum royndum, at valið var ikki avgjørt, fyrr enn tann sein- asti veljarin hevði sett krossin. Seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um, at fimti hvør veljari í Dan- mark tekur ikki avgerð fyrr enn sjálvan valdagin. Á valinum fyri fýra árum síð- ani vísti tað seg, at Sosial- demokratarnir áttu megin- partin av teimum ivandi veljarunum, men soleiðis var ikki hesaferð. Nú var býtið munandi javnari. Í gjár kom eisini fram, at Sosialdemokratarnir eisini stóðu til stóra afturgongd á kommunuvalinum. Polit- isku eygleiðararnir halda, at valstríðið upp undir fólkatingsvalið hevur ávirkað tað kommunala valstríðið so nógv, at tey flestu nú velja sama flokk til Fólkating og býráð. Avgerðin hjá forsætisráð- harranum at hava fólka- tingsvalið sama dag sum kommunuvalið kann sostatt hava verið flokki hansara ein bjarnatænasta. Fartekst Heðin Mortensen: Býráðið heldur orð Heðin Mortensen vísir aftur, at býráðið hevur brotið nakað lyfti um barnaansing. Trupulleikar hava verið við byggingini av tveimum stovnum, og tí er tíðarætlanin eitt sindur forskotin Skifti í Danmark Tey bæði fólkini, ið mánadagin vórðu tikin við 5 kilo av hassji í bilinum, eru varðhaldsfongslað í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið HASSJ Stefan í Skorini Rætturin avgjørdi í gjár, at tey bæði verða varðhalds- fongslað í fýra vikur. Talan er um eina 19 ára gamla kvinnu og ein 31 ára gaml- an mann. Tey eru bæði dan- ir og hava fastan bústað í Danmark. Tvær tær fyrstu vikurnar eru tey avbyrgd, so at tey ikki hava samband við hvønnannan ella nakran uttanfyri fongslið. Hetta verður gjørt, tí løg- reglan væntar, at onkur annar persónur er við í leik- inum. Tey skulu tí ikki hava møguleika at ávirka tey bæði, ið eru fongslaði. Komandi fýra vikurnar fer løgreglan so at kanna málið, og tá kemur málið væntandi fyri í rættinum. Revsingin kann vera upp til tvey ára fongsling. Hetta veldst eitt sindur um nøgd- ina, og um tey hava verið við í kriminaliteti fyrr. Tey bæði nokta seg sek í lógar- brotinum. Hassjið varð funnið í eykahjólinum, ið hekk undir bilinum. Tollvaldið sigur, at tollararnir sóu á hundinum, at ikki alt rugg- aði rætt. Tí varð bilurin tik- in til viks og kannaður gjølla. Fimm kilo av hassji er ein stór nøgd, og nógv tann størsta, ið er funnin í ár. Virðið á gøtuni er 625.000 krónur. Fongslað í fýra vikur C M Y K 3 2