Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 225 - 21. november 2001 Nr. 225 - 21. november 2001 5 Býráðið í Havn hevur samtykt at bjóða ætlaðu dag- stovnarnar á Argj- um og í Hoyvík út av nýggjum, men bara til teir somu, sum bjóðaðu fyrru ferðina FLØKT BYGGIMÁL Áki Bertholdsen Nú skal arbeiðið at byggja dagstovn á Argj- um og í Hoyvik, bjóðast út av nýggjum. Tað samtykti Tórs- havnar Býráð hóskvøld- ið. Men stovnarnir skulu bara bjóðast út til teir somu, sum bjóðaðu fyrru ferðina, tá ið málið datt niðurfyri, tí fløkja kom í. Tað var m.a. ein trupulleiki viðvíkjandi mvg, sum tók seg upp, tí teir, sum lótu inn tilboð, høvdu ikki til fulnar roknað við meirvirðis- gjaldinum. Nú, málið aftur var fyri í Mentamálanevnd- ini, mælti meirilutin, Heðin Mortensen, Beate L. Samuelsen og Bjarti Mohr, Býráðnum til at útbjóðingin verður av- lýst, og arbeiðið verður boðið út av nýggjum í innbodnaðari útbjóðing í totalari arbeiðstøku til teir somu, sum hava latið tilboð inn. Men tey mæltu eisini til, at útbjóðingartilfarið varð tillagað, so at tað nú verður Kommunan, sum kemur at standa sum byggiharri, at kommunan kann taka av einum ella tveimum stovnum frá sama til- boðsgevara, at vektingin verður broytt, soleiðis at kostnaðurin 40%, arki- tekturur og innrætting 40% og tilfarsval 20%, at tilboðini skulu verða inni 3 vikur, eftir at útbjóðingartilfarið verð- ur sent út at byggingin av báðum stovnunum skal verða liðug 1. november 2002. At døma innkomnu tilboðini skuldi ein nevnd setast við við um- boðum úr umsitingini hjá Býráðnm og arki- tektafelag Føroya. Minnilutin í nevndini, Jógvan Arge og Torfinn stúrdu fyri, at fløkja aftur kemur í málið og tí mæltu teir til, at Býráðið tryggjaði sum mest gjøgnumskygni í máli og tí mæltu teir til, at teir báðir barnagarðarnar vórðu bodnir út í al- mennari licitatión eftir tekningum, sum Býráðið skuldi útvega. Men tá avtornaði, var tað upskotið hjá meiri- lutanum, sum vann frama, hóast minnilutin í býráðnum ikki atkvøddi fyri tí. Býráðið í Havn hevø- ur játtað pening til at gera annað byggistig av læknamiðstøðini í Havn liðugt, so at lækni kann flyta inn LÆKNAMIÐSTØÐ Áki Bertholdsen Nú skal annað byggistig av læknamiðstøðini í Gunda- dali gerast liðugt. Tað samtykti Tórshavnar Býráð hóskvøldið. Býráðið samtykti at játta tilsamans 1,49 millión til at gera Læknamiðstøðina lid- na fyri og tann peningurin skal brúkast til innbúgv og útgerð. Sambært kostnaðaryvir- litinum, skulu 600.000 krónur brúkast til innbúgv og aðrar 600.000 til útgerð og tól til læknan Tær seinastu 290.000 krónurnar, er prís- og løn- arhækkingar, sum eru komnar, síðani kostnaðar- metingin varð gjørd. Býráðið hevur nú játtað slakar 3,5 milli- ónir til at gera Marknagilsvegin heilt lidnan VEGARBEIÐI Áki Bertholdsen Nú skal marknagilsvegurin í Havn gerast heilt liðugur. À býráðsfundi hóskvøld- ið samtykti Tórshavnar Býráð at játta slakar 3,3 milliónir til at gera vbegin lidnan. peningurin verður tikin av útbyggingarkvot- uni fyri í ár. Arbeitt hevur verið uppá hann í fleiri ár, men nú líður so væl ímóti end- anum, at tíðin er komin til at fáa tað seinasta frá hondini. Talan er um trý arbeiði, sum nú skulu gerast. À fundinum hódskvøldið játtaði býráðið 827.000 krónur til at gera grótlað- ingar, sum eru eftir. Harumframt hevur bý- ráðið játtað 1,3 millión afturat til at gera privatar urtagarðar, tún, grótlað- ingar og til at gera innkoyr- ingar aftur fyri, umframt til at flyta bilhús fyri o.s.fr. Býráðið samtykti at taka av einum tilboði frá Gutte- sen & Staksberg uppá slak- ar 3,4 millión fyri at gera Marknagilsvegin lidnan. Somuleiðis varð samtykt at játta 1,3 millión, sum rest- aði í. Farast skal undir arbeiðið beinanvegin, so at tað kann verða liðugt um eitt hálvt ár. Og at enda hevur Býráðið játtað 1,2 millión til til at gera kantsteinsarbeiði og gongubreytir liðugt fyri. Men áðrenn farið verður undir arbeiðið, skal verk- ætlan leggjast fyri teknisku nevndina til avgeiðslu. Føroya Sparikassi hevur lækkað rent- una 0,25- 0,50 prosent RENTULÆKKING Áki Bertholdsen Eins og aðrir fíggingar- stovnar, hevur eisini Føroya Sparikassi lækkað rentuna. rentu- lækkingin fekk gildið 12. november. Tá lækkaði rentan fyri ymisk lán ímillum 0,25 og 0,5 prosent. Sparikassin sigur, at lækkingin er eitt úrslit av, at danska rentu- støðið lækkaði nakrar dagar frammanundan, sigur Sparikassin í tíð- indaskrivi. Eftir rentulækkingini er rentan á bústaðar- lánum hendan: 1. veðrættur: 5,0% -5,25% um árið. 2. veðrættur: 7,75% - 8,50% um árið. Rentan á billáni í Før- oya Sparikassa er lækk- að 0,25% og er nú ímillum 5,75% og 7,75% um árið, alt eftir, hvussu stórt útgjaldið er um aðrar trygdir eru. Læknamiðstøðin í Gundadali gerast liðugt Býráðið hevur samtykt at brúka 2.490 milliónir uppá at gera læknamiðstøðina í Gundadali lidna Føroya Sparikassi lækkar rentuna Marknagilsvegurin skal nú gerast liðugur Teir somu sleppa at royna aftur Marknagilsvegurin skal nú gerast heilt liðugur – Ein ferð kring knøttin snýr seg um aldri at geva skarvin yvir, og at læra at tálma óttan, sum av og á kemur undan kavi, sigur Erik Torjusen, heimssigl- ari og høvundur í bókini En saga i blått ÚTGÁVA Turið Kjølbro Á forlagnum Freyja hevur heimssiglarin Erik Torjusen givið út bókina En saga i blått. Ferðin hjá Erik Torjusen byrjaði á sumri í 1995, tá ið hann sjálvur annar setti kósina út í heim við 28 fót stóra seglbátin- um Medusa. Sigliroyndir teirra vóru sera avmarkað- ar, men hugurin, eldhugur- in og dirvið tess størri. Í bókini greiðir hann frá, at einki gekk sum tað skuldi. Eina myrka nátt í Karibia fer báturin til botns. Stutt eftir fáa teir fat- ur á eini aðrari skútu, sum teir síðani halda ferðina fram við út í Kyrrahavið. Har hittir Erik Torjusen ungu føroysku kvinnuna, Duritu Holm, sum ikki er minni djørv og eldhugað á síni ferð um bláu gongu- stjørnina við Sølku Vølku. Í Avstralia fara vinirnir hvør til sítt eftir eina sera dram- atiska hending, og heilt óvæntað verður hald lagt á skútuna í Brisbane. Erik Torjusen heldur leiðina fram kring knøttin umborð á Sølku Vølku saman við Duritu Holm, sum tá er við barn. Í fororðunum til bókina En saga i blått sigur Erik Torjusen, at bókin á ongan hátt er ein tradisjónell bók um eina ferð kring knøttin. En saga i blått fer djypri, og roynir í størri mun at lýsa tankar og hugleiðingar sum ein heimssiglari ger sær. Bókin lýsir umhvørvið, samanhaldið og innara lívið hjá teimum, sum sigla á høvunum í smáum, við- kvomum bátum. Hann set- ur spurnartekin við, hví fólk yvirhøvur fara eina slíka ferð, hvørjum leita tey eftir, hvat uppliva tey í grundini, og hvat ger ferðin við hesi fólkini. – At gera ein dreym til veruleika er deiligt, men ikki heilt vandaleyst. Vand- arnir eru nógvir. Tú kanst eitt nú uppliva at fáa ynski tíni eftirlíkað, nakað sum í sjálvum sær kann verða ein skelkur og harvið ringt at handfara. Vandin kann eis- ini vera, at tú situr eftir við brostnum dreymum, og tað er heldur ikki ein góð kensla. Eisini kanst tú koma út fyri, at dreymurin verður til eina marru... – Ein ferð kring knøttin snýr seg um aldri at geva skarvin yvir hóast mót- gang, sum øll koma út fyri. Tað ræður um at satsa, og tora at kasta seg út á 70000 favna dýpi, sum Søren Kierkegaard sigur. Tað ræð- ur um at føla hjartað banka hart, føla adreanalinið súsa ígjøgnum æðrarnar og læra at tálma óttan og ræðsluna, sum av og á koma undan kavi, sigur hann. Erik Torjusen, sum er føddur í 1963, er frá Sta- vanger. Hann hevur brúkt meginpartin av sínum lívi til at leita upp fjarskotin lond og fjarar mentanir. Størsta partin av sínum lívi hevur hann fjaðkað í Mið- og Suðuramerika, Asia, Miðeystri og Norðurafrika. Høvundurin er útbúgvin cand. mag frá lærda háskúl- anum í Bergen og hevur undirvíst í máli og samfel- agsfrøði í miðnámsskúlum. Síðani ferðina kring knøttin hevur hann arbeitt við sjónvarpsrøð um ferð- ina og skrivað um ferðina. Somuleiðis lesur hann á lærda háskúlanum í Oslo. En saga i blått fæst í bókabúðunum. Hugleiðingar um eina heimsferð Fyri tveimum árum síðani gav Durita Holm út bókina Ferðin um bláu gongustjørnina. Nú hevur maður hennara skrivað bókina En saga i blått – Tá ið mótparturin fer at umrokna og eftirrokna ymiskt, sum var avgreitt og semja var um, sam- stundis sum tey komu við nýggjum prins- ippum og tølum, var eingin annar útvegur enn at fara í verkfall, sigur Carita Björk- lund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag VERKFALL Turið Kjølbro Eftir samráðingarslitið týs- náttina skuldseta Fíggjar- málastýrið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Kommunala Ar- beiðsgevarafelag mótpartin Føroya Pedagogfelag at leypa frá gjørdari avtalu. Føroya Pedagogfelag hin- vegin sigur seg ikki at hava lopið frá nakrari avtalu og skírir mótpartin sera óseri- øsan. Eftir at semingsfólk- ini Gloria Kalsø og Jákup í Gerðinum vóru komin upp í leikin fyrst í hesum mán- aðinum, komu partarnir ásamt um, at tey skuldu arbeiða við at gera eina nýggja lønartalvu fyri allar limirnar hjá Føroya Peda- gogfelag, og síðani fáa rest- ina av sáttmálakrøvunum uppá pláss. Arbeiðið skuldi verða liðugt seinasta hós- dag 15. november, tá ið sáttmálin skuldi undirskriv- ast. – Vit hittust til ein ar- beiðsfund, men annars hev- ur mótparturin hvørki verið at sæð ella til at hitta hóast vit óteljandi ferðir hava roynt at fingið fatur á teim- um. Sostatt eru ymisku sáttmálaviðurskiftini als ikki arbeidd ígjøgnum, sum vit høvdu roknað við. Hetta er sera óseriøst, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag heldur ikki, at mótparturin kann ákæra teirra felag at hava lopið frá nakrari avtalu, tá ið sátt- málakrøvini ongantíð eru avtalað. – Vit høvdu gjørt eina avtalu út frá tí, vit vóru samd um. Tað, sum restaði í – og tað vóru nógv viður- skifti –, skuldi avgreiðast til tann 15. nov. Men av tí, at mótparturin als ikki hev- ur verið at fingið fatur á, kundu vit ikki gera annað enn at taka hesi krøvini við til samráðingarnar til end- ast, sigur Carita Björklund. Undir samráðingunum vórðu partarnir vorðnir samdir um nærum allan limabólkin og høvdu gjørt eina lønartalvu har útfrá, sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag. – Einasta, sum restaði í, var uppskotið hjá okkum um, at dagrøktarleiðarar verða løntir á jøvnum føti við dagstovnaleiðarar. Tá ið mótparturin so fór at eftir- rokna, komu teir til, at løn- arhækkingin so fór upp um tey 12 prosentini, sum var karmurin. Talan er um 25 dagrøktarleiðarar, og tá ið vit tosa um meiri enn 1000 limir í Pedagogfelagnum, loyvi eg mær at ivast í, um lønarhækkingin til hesi 25 koppa øllum roknistykkin- um. – Tá ið mótparturin fer at umrokna og eftirrokna ymiskt, sum var avgreitt og semja var um, samstundis sum tey komu við nýggjum prinsippum og tølum, var eingin annar útvegur enn at fara í verkfall. Ímóti lønartalvu At gera eina nýggja lønar- talvu fyri allar limirnar hjá Føroya Pedagogfelag, hev- ur verið eitt av stóru mál- unum, sum Føroya Peda- gogfelag hevur arbeitt við. Málið er at gera ein einfald- ari sáttmála við eini lønar- talvu ístaðin fyri fýra, sum nú er. Í lønartalvuna skulu so allir limirnir setast av nýggjum og har í kemur lønarhækkingin. – Hóast báðir partar hava skrivað undir uppá, at vit skulu hava eina lønartalvu, arbeiðir mótparturin ímóti, at vit fáa eina slíka. Tað er eingin vilji til, at nøkur semja verður gjørd. Vit skutu upp, at okkara limir fingu eina lønarhækking uppá 5 prosent fram til 1. mars komandi ár og at vit tá taka eina nýggja lønartalvu í nýtslu, sum vit sjálvandi skulu vera samd um. Men heldur ikki tað vil mótpart- urin. Vit kunnu ikki vera annað enn ótrygg við mót- partin, tá ið hann enn tá leypur frá avtalum, sum semingsfólkini hava gjørt og báðir partar hava undir- skrivað, eisini landsstýris- maðurin í fíggjarmálum, sigur Carita Björklund. Skjótt eru níggju mánaðir gingnir síðani sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi. – Okkara limir eru sera ónøgdir við ikki at hava fingið nakran sáttmála enn. Vit hava følt ein mótvilja frá byrjan til enda, sum helst botnar í tí sum hendi í vár, tá ið ógreitt var, hvør okkara samráðingarpartur var og vit máttu í verkfall. Verkfallið merkir, at um- leið 900 limir í Føroya Pedagogfelag ikki fóru til arbeiðis týsdagin í vøggu- stovum, barnagørðum, frí- tíðarskúlum og serstovnum kring landið. Í tíðindaskrivi eftir slitið týsnáttina siga Fíggjarmálastýrið, Komm- unala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Kommunala Ar- beiðagevarafelag, at tey vóna, at Føroya Pedagog- felag skjótt kemur til sam- ráðingarborðið aftur. Eftir øllum at døma ein lítil inn- bjóðing. Sera ósakligar samráðingar - Vit kunnu ikki vera annað enn ótrygg við mótpartin, tá ið hann leypur frá avtalum, sum semingsfólkini hava gjørt og báðir partar hava undirskrivað, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag C M Y K 5 4